Á ferð í Ålborg

Klaksvíkar Dansifelag, Leikum Fagurt og Stígum Fast avgjørdu at fara ferð til Ålborg. Tveir av okkara ungu limum eru í lestrarørindum í Ålborg, og mettu vit, at tað hevði verið ein áhugaverdur túrur, at farið og vitjað teir og dansifelagið Magnus Heinason. Sum avrátt so gjørt.

Tann 1. februar løgdu vit, 50 fólk í tali, leiðina avstað. Ein góð helvt var úr Sandoynni, umboðandi Leikum Fagurt og Stígum Fast og ein lítil helvt úr Klaksvíkar Dansifelagi. Ferðin niður gekk væl og eftir ein busstúr á tveir og ein hálvan tíma úr Billund til Ålborg, steðgaði bussurin mitt í býnum, uttan fyri Cabinn Hotel, har vit skuldu búleikast næstu dagarnar.

Nevndin í Magnus Heinason stóð fyri okkum við stórum blíðskapi og smyrjibreyði. Eftir at vit høvdu heilsast, og fólk vóru komin uppá pláss, fóru vit upp á gólv. Fólkini, sum ráddu fyri borgum á hotellinum, vóru so beinasom at loyva okkum at brúka kantinuna at dansa og hugna okkum í. Vit tóku saman eina løtu og fóru síðan til songar. Tey, sum orkaðu, fóru ein kvøldartúr at hyggja seg um, áðrenn tey løgdu seg.

Fríggjadagurin var settur av til at læra býin at kenna. Fleiri nýttu høvi at støkka inn á gólvið í onkrum av handlunum, meðan onnur vitjaðu merkisstøð í býnum. Lagið var gott, og fólk gleddu seg til kvøldið, tá ið vit skuldu møtast við dansifelagnum Magnusi Heinasyni og føroyingafelagnum í Aalborg til eina hugnaløtu við fyrilestrum, sangi og dansi.

Klokkan 18:00 koma vit inn í Skipper Clement skolen har vit skuldu møtast. Suppa stóð fyri okkum og stórur blíðskapur. Hendrik Egholm greiddi gestunum frá um dansispøl og dansilag. Hann brúkti upptøkurnar hjá Egil Bakka sum útgangsstøði fyri sínari frásøgn.

Síðani slapp Jónleif Johannesen framat. Hann helt fyrilestur um at fáa føroyska dansin undir fót og um leiklutin hjá skiparanum. Síðani var farið uppá gólv.

Tað sást á luttakarunum, at teimum dámdu væl at treða føroyska dansin saman við
gestunum úr Føroyum. Ikki so ofta at dansurin gongur lystiliga við fleiri enn 70 fólki í
ringinum í Ålborg.

Eftir hetta mentanarkvøld settu vit kósina aftur á hotellið. Enn eina ferð var høvið nýtt til at fara uppá gólv. Nú vikuskifti var, vóru eisini nøkur, sum vildu uppliva Aalborg á náttartíð. Tey so gjørdu, og lótu væl at.

Leygarmorgunin klokkan 10:00 fóru vit at vitja Budolfikirkjuna, sum er dómkirkjan í Aalborg og minsta dómkirkja í Danmark. Men flott var kirkjan og hartil søgurík. Í dómkirkjuni framførdu vit føroyska sálmin “Tú gavst mær, o Harri, her livilig kor”, og ein part av donsku brúðarvísuni. Áhoyrararnir fingu eina serliga uppliving har gomlu sálmaløgini á føroyskum og gøtudonskum fyltu dómkirkjuna.

Eftir hetta greiddi ferðaleiðaran Carsten, maður Lisbeth Solmunde, okkum frá mongum áhugaverdum í miðbýnum og endaðu hesa útferð inni í Klosturkirkjuni, har føroysk guðstænasta verður hildin hvønn mánaða. Presturin, Lisbeth Solmunde, greiddi okkum væl frá um virksemið og um kirkjuna. Eisini sungu vit “Harra Guð títt dýra navn og æra” við føroyska sálmalagnum. Ein sera áhugaverdur dagur.

Klokkan 18:00 var veitsla. Um 90 fólk vóru í veitsluni. Gestir vóru komnir úr øllum landinum at hugna sær saman við okkum. Hølið var framúr vælegnað og maturin góður. Gott lag var á fólki, og sangurin gekk lystiliga. Røður vóru hildnar, sum bæði vóru skemtiligar og mentanarríkar.

Borðhaldið var stutt og gott. Klokkan 21:30 fóru vit uppá gólv. Dansifelagið í Aalborg Magnus Heinason legði fyri við vísu við sama navni. Frederik Barfod (1811-96), danskur søgumaður, yrkti hesa vísu um Magnus Heinason, og Símun av Skarði týddi hana. Vísan stóð í Ungu Føroyum desember 1910. Lagið var Stærke Tidrik.

Eftir hetta átti Klaksvikar Dansifelag tørn. Teir kvóðu Kong Sverke. Sandoyingarnir kvóðu síðani Brúsajøkil. Eftir hetta var orðið frítt og dansurin gekk so lystiliga. Ein góð samanrenning av vísum og kvæðum. Okkurt kent men eisini var okkurt meiri forkunnugt á gólvi og ringurin slitnaði ikki fyrr enn kl. 02:30. Fólk vóru á einum máli um, at veitslan var framúr.

Sunnudagin var aftur útferð og framførsla á skránni. Kl. 13:00 settu vit kósina móti Lindholm Høje, sum er ein elligomul búseting við tilhoyrandi museum. Vit fingu góða frágreiðing frá ferðaleiðara og, sum avrátt var, tóku vit saman, so gestirnir, sum vitjaðu Lindhom Høje hendan dagin, eisini fingu innlit í, hvussu tey, sum her lógu undir grønu torvu, høvdu hugnað sær í gomlum døgum.

Eitt Museum, sum avgjørt er eina vitjan verd.

Fólk fóru tíðliga til songar sunnukvøldið, men áðrenn tað høvdu vit eina hugnaløtu við sangi og spurnarkapping eftir sama leisti, sum vælumtókta spurnarkappingin í KVF hevur.

Mánamorgunin kl. 4:00 fóru vit úr Ålborg. Takksom fyri eina góða ferð. Vertir okkara skulu hava stórt rós uppiborið fyri blíðskap og fyriskipan. Ferðin heim gekk væl, og tíðliga
seinnapartin vóru vit heima aftur.

Ein sera væleydnaður túrur, sum styrkti vinaløg og samansjóðaði feløgini saman og hvør
sær.

Sjáldsamt kvæðatiltak

Einaferð í heyst boðaði Sláið Ring frá, at ætlanin var at kvøða øll trý Sjúrðarkvæðini uttan steðg. Tiltakið skuldi vera leygardagin tann 27. januar 2024 í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hetta ljóðaði áhugavert.

Tað verður kvøðið nógv runt um í landinum, mest í dansifeløgum, men stór kvæðir hava tað ikki so gott. Tey eru ov long til eitt vanligt dansikvøld, og tí detta tey burturímillum, og kanska duga færri og færri tey. Onkur long kvæðir og tættir sleppa tó upp í part, eitt nú Jákup á Møn, Grettiskvæði og Gøtuskeggar, men tey flestu longu kvæðini eru ongantíð á gólvi, og tí er vandi fyri, at tey verða gloymd.

Sjálvur dugi eg Regin smið hampiliga væl og nakað út í Brynhildartátt, men ikki eitt orð av Høgnatátti. Nú skuldi Høgnatáttur lærast so frægt, sum tað bar til. Metodan var at skriva Høgnatátt av, tó ikki í ta hondskrivaðu kvæðabókina, men í telduna. Tað arbeiði var ikki til onga nyttu. Minni enn so. Ikki minst málsliga áhugavert fyri ein gamlan lærara.

So upprann dagurin, tá ið Sjúrðarkvæði – allir tríggir tættirnir – skuldi kvøðast. Beint eftir klokkan 16 bjóðaði Gunnar fyri Sláið Ring vælkomið og hevði nøkur praktisk ráð, eitt nú at fólk kundu fara upp í køkin at fáa sær kaffi og kaku, tá ið tað kravdist. Gunnar bað okkum ikki práta í salinum, tí kvøðingin fór at verða tikin upp.

Eftir at Jón Rói sum ljóðroynd hevði skipað ”Føroyingar, sum her nú koma saman,” byrjaði Óli á Geilini Regin smið, sum hann kvað á sín hábærsliga og týðiliga máta, so hvørt orð hoyrdist. Tað hevur nógv at siga – ikki minst í stórum dansi. Eftir at Óli hevði endað 131. ørindi: ”… so skal taka upp annan tátt / og víðari leggja í minni,” var Jóhannis í Miðvági klárur við Brynhildartátti.

Jóhannis byrjaði og kvað niðurlagið eitt sindur øðrvísi enn Óli, so tað var eitt rættiligt skifti: virkaði sum eitt annað lag. Og so er stílurin hjá Jóhannisi meira dramatiskur, og hann hoyrist eisini væl. Brynhildartáttur er nakað av tí vakrasta og besta vit eiga, verður sagt, og har eru nógv vøkur og hugtakandi ørindir. Eitt dømi: “Brynhild situr á Hildarfjalli / mitt í faðir síns veldi / ljómin skein av akslagrein, / tað var sum at líta at eldi.”

Tað dugdu kanska ikki so nógv við, tá ið vit vóru komin út um helvtina, men tað bilti ikki petti, tí skiparin var treystur og tryggur, so tað bar væl til at lurta og fylgja við í søguni. Og tað er ein dygd í føroyskum dansi: at lurta! Og væl varð lurtað, líka til ørindi 238, tá ið skiparin kvað ”…so skal taka upp triðja tátt / og víðari leggja í minni.”

”Guðrun situr í Júkagørðum, / sorgina ber so tunga, / hon lovast ongum edilingi / eftir Sjúrð hin unga.” Soleiðis byrjar Høgnatáttur, triði og longsti táttur av Sjúrðakvæði. Tað var heimasandsmaðurin Kjartan Atlason, sum skipaði. Kjartan skipaði væl – í stíli ímillum Óla og Jóhannis. Hann dugdi kvæðið út í odd og egg, og tað kann ikki vera hvørsmansføri, tí kvæðið er nokkso fløkt við nógvum persónum – og langt.

Mann hevði kanska roknað við, at tað fór at tynnast við fólki, tí nú høvdi vit kvøðið so leingi og vorðin móð, men tað var so eiðasørt. Tá ið vit vóru komin út um helvtina, vóru tað 65-70 fólk í ringinum (eg taldi), og soleiðis var, til Kjartan kvað 254. ørindi: ”Høgni gisti sína móður / síðla dags á kvøldi, / síðan reið hann haðan burt / til kongin í Danaveldi.”

Hetta var ein megnardansur við hátíðardámi. At tað var byrjað so tíðliga ein seinnapart, gjørdi sítt til, at tiltakið var so væleydnað. Meginfelagið og øll, sum gingu á odda, eiga stóra takk fyri. Vónandi verður okkurt líknandi tiltak eina aðra ferð um ikki ov langa tíð.

Á Glyvrum, tann 31.januar 2024.
Jens Dalsgaard

Landsdansistevnan 2024

Í sambandi við at Vága dansifelag, vegna Sláið Ring, skipar fyri landsdansistevnuni 2024 vilja vit fegin bjóða øllum dansifeløgunum og dansiáhugaðum til stevnuna.

Stevnan verður í ítróttahøllini á Giljanesi tann 11. mai 2024.

Luttøkugjaldið er 300 kr. fyri hvønn, men ung undir 30 ár, sum hava goldið limagjald til Ung í dansi, gjalda 100 kr.

Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi 26. apríl 2024. Tilmeldingarnar fara fram hjá dansifeløgunum hvør sær, og síðani melda dansifeløgini til við telduposti til vagadansifelag@ymail.com, og gjaldið fyri luttøku flyta dansifeløgini samlað inn á konto hjá fyriskiparunum.

Íroknað luttøkugjaldið er: Matskrá við trimum rættum, eitt glas av onkrum drekkandi og durasnapsur. Skonkt verður sjálvandi undir borðhaldinum. Barr verður á staðnum, so møguligt verður at keypa drykkivørur fyri sámuligan prís. Náttmatur er eisini íroknaður.

Skráin fyri dagin er hendan:

  • 15.00 – Stevnan verður sett á Giljanesi
  • 15.30 – Framførslur byrja. Raðfylgjan er:
    • Dansifelagið á Látrinum
    • Jómsvíkingar og Tvøroyrar dansifelag
    • Ung í dansi
    • Norðurstreymoyar dansifelag
    • Vága dansifelag skipar Hin føroyska dansin – Øll dansa saman, leinki til tekst
    • Klaksvíkar dansifelag
    • Leikum fagurt
    • Stígum fast
    • Sumbiar dansifelag
  • 18.00 – Borðhaldið byrjar. Eftir borðhaldið kvøða vit:
  • 01.00 – Náttmatur

Er okkurt at spyrja um, ella er okkurt tit ivast í eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Vegna Vága dansifelag
Anna Sunadóttir Hansen

Barnadansistevna í Hósvík

Skráin er løgd til barnadansistevnuna í Hósvík 3. februar.

Nú nærkast í stórum at vit aftur hittast til barnadansistevnu. Í ár verður hon í Hósvík, og knapt 400 hava meldað seg til stevnuna. Niðanfyri sæst dagsskráin fyri teir 4 bólkarnar, og samlaða kvæðaskráin.
Útferðin er í ár til Hvalastøðina við Áir, har starvsfólk á Tjóðsavninum fer at greiða okkum frá. Veðurvánirnar eru eitt sindur so-sum-so, so minnist til at hava passandi klæði við til útferðina (nakað av gongd verður ta løtuna).
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Norðstreymoyar Dansifelag.

Sjúrðar kvæði í Sjónleikarhúsinum

Regin, Brynhild og Høgni – sama dag

Leygardagin 27. januar 2024 kl. 16:00 skipar Sláið Ring fyri einum seinnaparti og kvøldi, har allir tríggir tættirnir Regin, Brynhild og Høgni í Sjúrðar kvæði verða kvøðnir. Óli Reinert á Geilini úr Tøkum Lætt fer at skipa Regin smið, Jóhannis Joensen úr Vága dansifelagi fer at skipa Brynhildar tátt og Kjartan Atlason úr Dansifelagnum í Havn fer at skipa Høgna tátt.

Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin, men fyri at meta um mongd av nátturða heita vit á fólk um at boða frá luttøku (sí niðanfyri).

Teksturin til allar tríggjar tættirnar er at finna her: https://tinyurl.com/2xdeh3ve

Dansað verður á síðupallinum í Sjónleikarhúsinum, byrjað verður kl. 16:00, og dansað verður út í eitt. Møguleiki er at fáa sær ein steðg og hvíla seg í “Áarstovu”, tað er køkurin í ovara enda á Sjónleikarhúsinum, har vit eisini ganga inn. Her verður eisini ein drekkamunnur at fáa, meðan dansað verður.

Uml. kl. 20:30 – aftaná allir tríggir tættirnir eru kvødnir – verður ein nátturðabiti við smurdum breyði.

Tiltakið er ókeypis, men fyri at hava hóming av, hvussu nógv breyð skal bíleggjast, heita vit á luttakarar at siga frá luttøku antin í felag gjøgnum sítt dansifelag ella við telduposti til sr@sr.fo.

Upp á Stovugólv á Velbastað

Í ár skipar Ung í Dansi aftur fyri Upp á stovugólv, sum verður tann 20. januar 2024. Hesaferð verður tiltakið á Velbastað og í Kirkjubø.

Tiltakið verður í bygdunum heimanfyri, Kirkjubø og Velbastað. Tvær húsavitjanir í Kirkjubø, ein á Velbastað og dansur í Sólarmagn á Velbastað. Møtt verður á Velbastað og bussur koyrir fólk til Kirkjubø til vitjanir og aftur til Velbastaðar. Tað fer at ganga nakað soleiðis fyri seg:

1. Fólk koma til Sólarmagn á Velbastað, har tey verða býtt upp í tríggjar bólkar.

2. Hesir bólkar fara so í hvørt sítt hús, har ein vertur er í hvørjum húsi. Vertirnir greiða so frá onkrum kvæði, vísu ella tátti, sum tey hava valt og aftaná verður tað (ella bara eitt brot av tí) kvøðið í húsinum. Síðan rotera bólkarnir.

3. Tað verður 1 tími í hvørjum húsi.

Byrjað verður kl. 18:00. Og húsavitjanirnar enda kl 21:00. Síðan verður okkurt at eta og drekka í Sólarmagn og eisini verður skipað fyri almennum føroyskum dansi kl. 22:00.

Tað er avmarkað pláss í húsunum, tí er neyðugt við tilmelding. Hetta verður gjørt við at ringja ella skriva til ein av hesum:

Til tann almenna føroyska dansin, ið verður í Sólarmagn aftaná, eru øll hjartaliga vælkomin og her er ikki neyðugt við tilmelding.

💰Kostnaður fyri tiltakið og dans er kr. 100 (í reiðum peningi).

💰Kostnaður fyri almennan dans er kr. 50 (í reiðum peningi).


Her er suppa við í prísinum, og so verður ymiskt at drekka til sølu. Tiltakið er rúsfrítt.

Filmsýning í Royndarhúsinum í Nólsoy

Filmsýning og føroyskur dansur í húsinum Royndarhúsinum í Nólsoy.

Fríggjakvøldið 29. desember 2023 kl. 19:00 verður tiltak viðvíkjandi føroyskum dansi í ungmannafelagshúsunum hjá Royndini í Nólsoy. Á skránni verður forkunnug frumsýning av sending um føroyskan dans og føroysk dansispøl í Nólsoy, umframt at ein drekkamunnur verður at fáa og so fara vit eisini upp á gólv.

Í 1977 var Egil Bakka, professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur. Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og hevur gjørt átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrstu sjey sendingarnar eru frumsýndar í lokaløkinum, har tær vóru tiknar upp, og flestu teirra eru eisini seinni vístar í Kringvarpinum.

Í áttanda og síðsta parti síggja vit filmsupptøkur við dansi í Nólsoy – talan er um sjey filmsbrot við dansispølum og føroyskum dansi – og vit hoyra forkunnugar frágreiðingar frá Johannes og Jensiu Jacobsen, Vilmu Poulsen, Sigmundi í Lon, Andrea Opielka, Egil Bakka, Eyðun Andreassen, Árna Hansen og Paula Nielsen. Við á upptøkunum úr Nólsoy í 1977 eru Sigmund Danielsen (Sigmund í Lon), Sigvør Jacobsen, Eli Holm, Bjørghild Holm, Erlendur Thomsen, Sørina Poulsen, Oda Thomsen, Páll Thomsen, Vilma Poulsen, Juul Jacobsen, Torbjørg Jacobsen, Hans Martin Hansen, Elsa Poulsen, Anna Jacobsen, Hans Andrias Jacobsen (Hanni), Jensia Jacobsen, Jørgin Poulsen, Anna Juul Thomsen og Høgni Thomsen.

Aftaná frumsýningina av hesi sending, ið er ein knappan tíma til longdar, verður ein steðgur við drekkamunni og aftaná verður høvi at fara upp á gólv.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Barnadansistevnan 2024

Árliga barnadansistevnan verður í Hósvík leygardagin 3. februar 2024. Norðstreymoyar dansifelag skipar fyri stevnuni, sum verður í bygdarhúsinum í Hósvík. Stevnan byrjar kl. 10:00 og endar kl. 15:00.

Luttakarar melda til í lokalu feløgunum (sí niðanfyri). Feløgini melda síðani samlað til hjá Norðstreymoyar dansifelag í seinasta lagi 17. januar 2024 við at senda mail til eydnaihomrum@gmail.com.

Upplýsið hetta:

  1. Felag
  2. Tal av børnum
  3. Tal av vaksnum
  4. Hvat tit kundu hugsað tykkum at skipa – trý uppskot
  5. Um tit hava tørv á flutningi til og úr Hósvík og tal.
  6. Navnið á einum kontaktpersóni til dagin.

Stevnan er ókeypis. Sláið Ring samskipar busskoyringina til og úr Hósvík. Sláið Ring rindar eisini fyri ferðing sjóvegis og møguliga ferðing við Bygdaleiðum í Suðuroy.

Suðringar hava møguleika at fáa innivist í Havn fríggjakvøldið 2. februar.

Lokalu feløgini fyri føroyskum dansi eru:
➢ Klaksvíkar dansifelag (Norðoyggjar)
➢ Eysturoyar dansifelag (Eysturoy)
➢ Dansifelagið á Látrinum (Eiði)
➢ Norðstreymoyar dansifelag (Norðstreymur)
➢ Dansifelagið í Havn (Suðurstreymur)
➢ Tøkum Lætt (Suðurstreymur)
➢ Nólsoyar dansifelag (Nólsoy)
➢ Vága dansifelag (Vágar)
➢ Leikum Fagurt (Sandur)
➢ Stígum Fast (Dalur)
➢ Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt (Hvalba/Sandvík)
➢ Tvøroyrar dansifelag (Tvøroyri)
➢ Jómsvíkingar (Vágur)
➢ Sumbiar dansifelag (Sumba)

Kontaktinfo er á https://sr.fo. Skrá v.m. verður eisini løgd út á sr.fo.

Nærri stevnuni verður gjøllari kunning um skrá v.m. send feløgunum.

Vegna Norðstreymoyar dansifelag

Eydna í Homrum, forkvinna

Tlf. 267396 e-postur: eydnaihomrum@gmail.com

Filmssýning í Sólarmagn á Velbastað

Filmsýning og føroyskur dansur í felagshúsunum hjá Sólarmagn á Velbastað.

Sunnudagin 12. november 2023 kl. 15:00 verður tiltak viðvíkjandi føroyskum dansi í felagshúsunum hjá Sólarmagn á Velbastað. Á skránni verður forkunnug frumsýning av sending um føroyskan dans og føroysk dansispøl í bygdunum heimanfyri og serliga á Velbastað, umframt at ein drekkamunnur verður at fáa og so fara vit eisini upp á gólv.

Í 1977 var Egil Bakka, professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur. Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og er í gongd við at gera átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrstu seks sendingarnar eru frumsýndar í lokaløkinum, har tær vóru tiknar upp, og flestu teirra eru eisini seinni vístar í Kringvarpinum.

Í sjeynda parti síggja vit filmsupptøkur við dansi á Velbastað – talan er um seks filmsbrot við dansispølum og føroyskum dansi – og vit hoyra forkunnugar frágreiðingar frá Jóannesi Dalsgarð og frá Tróndi og Fridu við Á. Eisini verður eitt filmsbrot frá dansiferð í 1932 víst, ið ikki hevur verið at sæð áður. Við á upptøkunum av Velbastað í 1977 eru Sverri Patursson úr Kirkjubø, Birna Patursson úr Kirkjubø, Dánjal Poulsen (Dánjal á Steinum), Frida við á úr Hesti, Tróndur við Á, Johanna Dalsgarð, Dion Dalsgarð (Dia uppi í Stovu), Jóannes Dalsgarð, Sunnuva Brekkstein, Ólavus Danielsen, Helena (Lena) Brekkstein, Ólavur Dalsgarð, Berghild (Begga) Brekkstein, Tróndur Patursson úr Kirkjubø, Hans Poulsen úr Hesti, Sigga Danielsen, Olivar Danielsen, Niklas Danielsen, Dánjal Pauli Danielsen (Dánjal í Búðini), Sigga Danielsen, Páll Patursson úr Kirkjubø og Jenny Danielsen.

Aftaná frumsýningina av hesi sending, ið er á leið ein tími til longdar, verður ein steðgur við drekkamunni og aftaná verður høvi at fara upp á gólv.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Frá leguni í Fámjin

Vikuskiftið 8.-10. septembur vóru uml. 30 børn og ung við Ung í Dansi á legu í Vesturhøll í Fámjin.

Fríggjakvøldið var dansur og hugni á skránni.

Leygarmorgunin fóru okur ein gongutúr runt í bygdini, meðan Arni Teindal fortaldi okum áhugaverdar søgur úr Fámjin. Túrurin endaði í kirkjuni, har okur hoyrdu um fyrsta Merkið, ið hongur har, og so sungu okur eisini ein sálm, áðrenn okur fóru aftur í Vesturhøll at hvíla okum eina løtu.

Seinnapartin dansaðu okur nøkur dansispøl og aftaná døgurða var aðalfundur hjá Ung í Dansi á skránni. Um kvøldið varð boðið til almennan dans, har 150 fólk møttu upp, báði føroyingar og útlendingar, og dansurin gekk av tí allarbesta til út á náttina.

Sunnudagin fóru okur øll í kirkju, og so ein gongutúr niðan á Kirkjuvatn og høvdu eina kvæðakviss, áðrenn Smyril fór norður aftur. Alt í alt ein sera hugnalig og væleydnað lega!

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×