Dansinátt á Tvøroyri – AVLÝST

Gevið gætur: vegna ov lítla undirtøku er dansináttin avlýst.

Dansináttin 2019 verður á Seglloftinum á Tvøroyri tann 17. august 2019. Klokkan 19:00 verður borðhald og kl. 22.00 verður almennur føroyskur dansur. Til borðhaldið er 3 rættirs menu, við forrætti og høvuðsrættur er lambakjøt. Omaná verður rabarbugreytur. Tilmelding til borðhaldið fer fram við at ringja ella sms’a til 788045. Kostnaður 300 kr. og goldið verður kontant við dyrnar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tvøroyrar Dansifelag

Ferðafrásøgn frá dansiferð hjá Vága dansifelagi

Í fleiri ár hevur Vága dansifelag verið partur av Nordisk folkdansfestival. Hetta er ein dansistevna, sum verður hildin í norðurlondunum Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Álandi. Samstarvið byrjaði í 1982 tá Leikaringen Huldra í Noregi hevði stevnu, og síðan hevur hon skifts millum feløgini. Í ár var Skuruportens folkdanslag vertur og varð stevnan hildin í døgunum 26. til 30. juni 2019 í Skurup í Suðursvøríki.

Í ferðalagnum hjá Vága dansifelagi vóru (sí myndina omanfyri): Kristianna á Lofti, Arnjohn Hvítklett, Lilja Joensen, Dánial Jákup Jørgensen, Hervør Jørgensen, Elisabeth Thorsteinsson, Kára á Steig, Árni Jacobsen, Elspa Suffía Joensen, Anna Elisa Jacobsen, Sigurd Jan Tavsen, Lív Vilhelmsen, Gunnar Restorff, Paula Vilhelmsen, Eyð Ellingsgaard, Guðrið á Lofti, Bergfríð Næs, Osla Petersen, Edvard í S. Joensen og Eina Gudmundsen.

Felagið hevði gjørt og vant tvær skráir, ið vórðu framførdar fleiri ferðir har vit dansaðu inn og út við vanligum føroyskum dansi og annars framførdu ymisk dansispøl.

Skrá 1
Dansa inn: Føroyingar, sum her nú koma saman (Gunnar Restorff skipar)
Reisa Hjørt (Kristianna á Lofti skipar)
Gomla keta: Gudbrands kvæði (Arnjohn Hvítklett skipar)
Slippudansur: Leivs kvæði (Hervør Jørgensen (Edvard S. Joensen) skipar)
Ríða edilig (Hervør Jørgensen (Anna Elisa Jacobsen) og Edvard S. Joensen skipa)
Dansa út: Ormurin langi (Edvard S. Joensen skipar)

Skrá 2
Dansa inn: Flóvin Bænadiktson (Anna Elisa Jacobsen skipar)
Massøren drager sit rødeguldbånd (Gunnar Restorff skipar)
Bardagin í Stóru Dímun (varð ikki brúkt, av tí at Hervør var sjúk)
Bandadansur: Torkils døtur (Lív Vilhelmsen skipar)
Ríða edilig (Hervør Jørgensen (Anna Elisa Jacobsen) og Edvard S. Joensen skipa)
Dansa út: Grindavísan (Arnjohn Hvítklett skipar)

Mikudagur, 26. juni
Flestu luttakararnir fóru úr Føroyum mikumorgunin og so fylgdust øll við bussi úr Kastrup til Skurup. Hervør Jørgensen, sum var farin nakrar dagar áðrenn vit onnur, var tíverri vorðin sjúk, so Hervør og Dánial Jákup kundu ikki vera við til tær fyrstu framførslurnar. Í Skurup vórðu vit væl móttikin av Skuruportens folkdanslag og vórðu innkvarterað á Skurups folkhøgskole. Aftaná nátturðan varð stevnan sett. Vit í Vága dansifelagi vóru eitt sindur misnøgd við, hvussu tjóðsangurin hjá okkum varð framførdur – melodiurin var ikki heilt rættur og violinin spældi so títt, at eingin fekk sungið við, men soleiðis varð tað. Síðani framførdi hvør bólkur ein dans – og vit framførdu bandadans við Torkils døtrum.

Hósdagur, 27. juni í Ystad
Tíðliga upp at eta morgunmat og so at lata seg í føroysk klæði. Vit fóru úr Skurup við bussi saman við dønum um morgunin og dansaðu á Anna Lindhs plats við smábátahavnina í Ystad. Anna Lindh var svenskur uttanríkismálaráðharri, sum varð stungin til deyða í einum keypssentri í Stockholm í september 2003. Síðan gingu vit niðan í býin til Mariu kirkjuna og dansaðu har – eisini saman við dønum. Norðmenn og finnar høvdu dansað har og vóru farin til Anna Lindhs plats at dansa. Aftaná dansin fóru nøkur inn í kirkjuna og nøkur fóru rundtúr har í økinum. Mariu kirkjan er ein gomul kirkja frá umleið 1200 talinum. Har var nógv áhugavert at síggja. Síðani fóru vit við ferðaleiðara í fótasporum Wallanders. Afturkomin fingu vit at eta og dansaðu so í gongugøtuni og við Østerport torg. Tá vit koyrdu heimaftur, fekk onkur eina brúkiliga mynd av standmyndini av Nils Holgarsson, ið var við høvuðsvegin til Skurup. Tá vit komu heim, vóru Hervør og Dánial Jákup komin, so nú vóru vit fullmannað. Aftaná nátturða var lekstuga í høllini og so hugni um kvøldið.

Fríggjadagur, 28. juni í Landskrona
Aftur tíðliga upp at eta morgunmat og so í føroysku klæðini. Aftaná morgunmatin fóru vit í bussin saman við dønum og koyrdu til Landskrona. Í Landskrona høvdu vit tvær framførslur, eina á City Gross og eina á Rådhustorget. Aftaná eina lítla máltíð fóru nøkur ein túr runt eitt nes, meðan onnur fóru oman á strondina at sóla sær. Á túrinum var ein standmynd av Selmu Lagerløf – við ongum hártoppi – tað bleiv diskuterað eitt sindur um tað. Aftaná fóru vit inn í eina borg, sum varð brúkt sum tjóðsavn. Fyrr hevði borgin verið brúkt til ymiskt, men mest sum fangahús. Har fingu vit fortaldar nógvar syrgiligar og óhugnaligar lagnur. Aftaná fangahúsið høvdu vit eina fríløtu, áðrenn vit skuldu til nátturða í Folkets hus. Tað var deiligt veður, so vit gingu bara runt og hugnaðu okkum. Aftaná nátturðan í Folkets hus bleiv dansað saman, til vit skuldu aftur við bussinum til Skurup. Komin til Skurup hugnaðu vit okkum uttanfyri í góðveðrinum. Har blev sungið og skemtað.

Leygardagur, 29. juni í Skurup
Aftaná morgunmatin varð skrúðgonga inn til Stortorget í Skurup at dansa. Har dansaðu øll dansifeløgini: finnar, danir, norðmenn, svenskarar og vit. Síðan koyrdu vit til Johanna museet í Sandåkra uttanfyri Skurup. Har fingu vit grillaðar pylsur við breyði og djús. Henda dagin var ógvuliga heitt at ganga í føroyskum klæðum, so tað var gott at fáa okkurt at drekka. Inni á savninum var nógv forvitnisligt at síggja. Maðurin, sum hevði stovnað savnið, æt Manfred Almkvist. Hann hevði ferðast runt og samlað eina rúgvu: Bilar, súkklur, spælimaskinur, klæðir, komfýrar, grýtur, pannur og mangt, mangt annað. Aftaná rundvísingina á savninum dansaðu vit og øll hini feløgini uttanfyri. Um kvøldið var endaveitsla á Skurup folkhøgskole. Tá ein góður døgurði var farin niðurum, varð farið at dansa saman. Aftaná royndu summi surstömming, eitt sindur misjavnt var, hvat fólk hildu um tað!

Sunnudagur, 30. juni – heimferðin
Sunnudagin koyrdu vit aftaná ein døgurðabita aftur við bussi úr Skurup til Kastrup. Fólk vóru móð og nokk so væl nøgd við, at tað var eitt sindur kaldari nú – tí heitt hevði verið at dansað í føroyskum klæðum í sól, stilli og útvið 30 gradum hvønn dag. Her skiltust okkara leiðir, summi fóru beint heim til Føroya, summi vórðu verandi í Danmark og uppaftur onnur leitaðu sær longur út í heim. Ein góð, stuttlig og strævin ferð var komin at enda – næstu ferð stevnan verður, verður um 2 ár í Danmark. Ein slík ferð er sera góð fyri samanhaldið og trivnaðin í felagnum og takkar Vága dansifelag Sláið Ring fyri stuðul til ferðina.

Sjónvarpsupptøkurnar 25. mai 2019

Tey eru ófør har norðuri í Klaksvík. Í trý ár hava tey tikið sær av fýra stórum tiltøkum føroyskum dansi at frama: landsdansistevnu í 2016, Barnlek, sum riggaði stak væl í 2017 og so barnadansistevnu í apríl og nú upptøkum til sjónvarpið í maj – bara ein mánaður ímillum. So tey gera sína herskyldu fyri føroyskan dans bæði væl og virðiliga.

Klaksvíkin hevur so nógv bestu umstøðurnar til tílík tiltøk, tí alt er so tætt saman í miðbýnum. Og so Skálin – hetta frálíka húsið, sum Klaksvíkar dansifelag eigur – tikið í brúk 1988 og nýliga gjørt í stand fyri ½ millión.

Tað eru Kringvarpið og Sláið Ring, sum skipa fyri upptøkunum í felag. Tey býta eisini útreiðslurnar av tiltakinum sínámillum. Jóhann Mortensen í Kringvarpinum hevur í áravís skipað fyri útvarpssendingini dansival, og saman við formanninum í Sláið Ring samskipaði hann eisini sjónvarpsupptøkuna leygardagin fyri Kringvarpið. Fyriskipararnir og ikki minst upptøkufólkini hjá Kringvarpinum høvdu ein langan og strævnan dag leygardagin, umframt at tey høvdu riggað til fríggjakvøldið.

Feløgini, sum høvdu meldað seg til at taka upp, hava øll vant tað, sum tey skuldu kvøða leygardagin. Av tí at øll – bæði Kringvarpið og tey, sum hava staðið fyri vegna Sláið Ring – høvdu gjørt heimaarbeiðið til lítar, so helt tíðarætlanin heilt væl. Tað er væl klárað fyri so nógvar tímar. Børn og ung dansaðu dansispøl, meðan Ung í Dansi, Klaksvíkar dansifelag, Vága dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Eysturoyar dansifelag, Leikum Fagurt og Stígum Fast í felag dansaðu vanligan føroyskan dans. Dansifelagið í Havn, Tøkum Lætt og Dansifelagið á Látrinum høvdu eisini meldað seg til upptøku, men tað bar ikki til. Tí so hevði dagurin hjá upptøkutoyminum blivið ov langur. Ætlanin er, at hesi feløgini fara at taka upp í Hornahúsinum onkuntíð í vetur.

Umframt at skipa, so skulu skipararnir eisini fortelja eitt sindur um vísuna/kvæðið, sum tey kvøða. Eg eri altíð fjálturstungin, tá eg skal siga okkurt í eina mikrofon. Men hesin ungi maðurin, sum tók upp fyri Kringvarpið, hevði eina atferð, sum gjørdi, at fjáltrið hvarv sum døgg fyri sól. So vit sluppu frá at taka hetta upp meir enn eina ferð.

Vit plaga at biðja tey, sum koma at dansa til upptøku, um at fara í føroysk klæðir, og tað gjørdu tey allarflestu. Hjá okkum í Eysturoyar dansifelag vóru øll í føroyskum klæðum uttan tvey, sum vóru í grønlendskum tjóðbúna.

Tá upptøkurnar vóru lidnar, fingu øll døgurða í Tekniska skúla. Magni Garðalíð, sum eigur fyritøkuna ”Viljin”, gjørdi matin. Aftaná var almennur føroyskur dansur í Skálanum, og tað gekk av tí allarbesta. Har fingu vit eisini kaffi og køku.

Á fínu lagkøkunum, sum Eysturoyar dansifelag lat til tiltakið stóð:

Leikum fagurt á foldum,
ongin treður dansin undir moldum.

Tað skulu vit leggja okkum í geyma.

Ein góður dagur føroyskum dansi at frama.

Kathrina, Eysturoyar dansifelag

Fótatraðk á landsdansistevnu ’19

Aftur í ár eydnaðist tað Fótatraðk at skipa fyri soleiðis, at limirnir kundu fara á Landsdansistevnu heima í Føroyum. Mongu síðstu landsdansistevnurnar hevur eisini verið siðvenja hjá Fótatraðk, at nýta fríggjadagin fyri til góðan felagsskap, hugna og dans seinni á kvøldið. Vit byrjaðu tí dagin við at fara á flot við Bláasteini úr Vestmanna og sanniliga var “Havet glat som et slebet spejl” og ikki eitt lot, ið órógvaði. Tá ið vit komu út á Skælingsgrynnuna, fingu vit síðan hvør sína tráðu, “men ikke længe de roligt hang, så lystigt de fiske bed” og vit fingu heili 67 væl í holdum fiskar. Meðan vit tríggjar tímar seinni, stimaðu inn aftur á Válarnar, bleiv dúgliga kruft og skorið til flak og komin til Kvívíkar ráddi nú um, at fáa fiskin til høldar sum best bar til, áðrenn vit fóru ein túr oman á nýumvælda prestagarðin at hitta prest og fáa okkurt at vita um sjálvan garðin. Vit vóru sloppin at halda til í Frøðishøll fyri náttina. Meðan onkur riggaði til, gjørdu onnur eina sera leskiliga fiskasúpan og fyltu hana sjálvandi við nakað av fiskinum, vit sjálvi høvdu fiskað. Meðan vit ótu, kom fryntiligur maður á gátt og gav okkum ein sera áhugaverdan og vælfrágreiddan fyrilestur um Kvívik og restina av kvøldinum fór við práti, hugna og nakað av dansi. Eisini fingu vit onkran lokalan á gott, tað vóru vit fegin um. Leygardagin, áðrenn bussur kom eftir okkum og flutti okkum til Eiðis, tóku vit úr Fótatraðk ymsar dansimyndir í ánni í Kvívík og vit vóru heppin, tí tað regnaði ikki.

Vit úr Fótatraðk eru sera taksom fyri at hava verið við á Landsdansistevnu í 2019 á Eiði. Vit høvdu eina góða veitsu og halda tað vera sera stuttligt at fáa høvi at koma saman við so nógvum fólki úr Føroyum, ið hava hug til føroyskan dans og duga og tíma so mong og fjøllbroytt ymisk kvæði og vísur. Eina serliga tøkk vilja vit tó bera Sláið Ring, ið aftur í ár hevur stuðlað Fótatraðk fíggjarliga, so túrurin heim á Landsdansistevnu 2019 bleiv yvirkomiligur.

Nordring 2019

Tann 17. apríl gekk leiðin til Oslo á Nordring. Vit vóru 6 føroyingar: Flóvin Kruse Kolsbyrgi, Eiði, Brestir Restorff, Tórshavn, Elma Næs Mortansdóttir, Hvalba, Silja Sivertsen, Norðdepil, Petur Óli Koytu Nicolajsen og Hjørdis Atladóttir, Sandur.

Nordring byrjaði tann 18. apríl, men vegna flogferðsluna fóru vit ein dag áðrenn, og gistu eina nátt á einum hostelli mitt í Oslo. Ferðin gekk væl, og vit komu fram í øllum góðum. Vit høvdu ikki møtst áðrenn vit fóru avstað, og vit kendust øll heldur ikki heilt væl, av tí at vit eru ymiska staðnis frá. So hetta var eitt fínt høvi at koma at kennast eitt sindur og planleggja áðrenn leiðin gekk víðari dagin eftir.

Allir luttakarinir møttust í sentralstatiónini í Oslo, og fóru vit víðari við bussi í ein góðan tíma, til Slemmestad á Oslofjørðinum, har Nordring skuldi vera. Vit búðu á einum legustaðið, sum hoyrdi til KFUM, og riggaði hetta heilt væl.

Vit vóru 26 luttakarar til samans, og vóru vit úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Norra, Svøríki, Finland og Suomi. Av tí at vit vóru so fá, komu vit skjótt at kennast og fingu skapt nýggj vinarbond.

Hvør dagur var planlagdur við dans, kurs og fyrilestur. Til fyrilestrar skuldi hvørt land greiða frá um teirra land og mentan, greiða frá um okkara landsfelag, sum í okkara føri er Sláið Ring, læra nakrar sangir úr hvørjum landi og syngja. Eisini tann eina dagin, skuldu vit greiða frá okkara páskamentan, og valdu vit tá at mála og rulla egg. Hetta hildu hini vera sera stuttligt. Vit høvdu kurs í føroyskum dansi, har vit greiddu frá um dansin, dansaðu og lærdu tey at dansa bandadans.

Um kvøldarnar høvdu vit bólkaarbeiði, og skuldu tí gera eina eftirmeting fyri dagin, og síðani øll fortelja, hvat ið vit vóru komin fram til. Eftir hetta varð dansað til kl. 23, tá ið friður skuldi verða á staðnum, sum eisini var fínt, tí vit vóru móð eftir ein langan dag við aktiviteti.

Vit eru sera glað fyri, at vit sloppu við til Nordring. Vit hava ikki bert lært at dansa, men eisini um aðrar mentanir, hoyrt søguna um Nordring og Nordlek, lært nýggj fólk at kenna og knýtt vinarbond. Vit skulu verða errin av, at vit, eitt so lítið land, sleppa at verða við og umboða okkara tjóð, dans og mentan, og vilja vit við hesum takka fyri at júst vit sloppu við á Nordring. Hóast hvaðani vit í Føroyum eru frá, hvørjum dansifelagið, og hvønn aldursbólk, so hava vit havt ein so góðan, læruríkan og stuttligan túr.

Við hesari ferðafrásøgn, vilja vit siga hjartans tøkk fyri allan stuðul.

Vinarliga heilsan Silja, Elma, Hjørdis, Brestir, Petur Óli, og Flóvin.

Landsdansistevnan 2019

Nú er landsdansistevnan 2019 – 13. í røðini – farin afturum, og vit, sum dansa føroyskan dans, hava fingið eina góða dansinátt afturat. Hesaferð var stevnan á Eiði, har dansifelagið á Látrinum og Norðstreymoyar dansifelag skipaðu fyri í felag. Av tí at veðrið var ivasamt, varð avgjørt frammaundan at seta stevnuna inni í ítróttarhøllini.

Sjúrður Ferjá – gjáarmaður í Streymnesi – kom væl frá at seta stevnuna. Tíbetur hevur hann varðveitt gjáarmálið. Hann treiv í ørindir úr m.a. Sjúrðarkvæðunum, fortaldi um dans við Gjógv, tá hann vaks upp og um dans í sjónleikarhúsinum, tá hann gekk í skúla í Havn, har hann fann sína dvørgamoy, eins og Sjúrður í ”Dvørgamoy I”, sum var fyrsta kvæðið, vit kvóðu á hesari landsdansistevnuni.

Fyri nógvum árum síðani hevði Jógvan Arge eina samrøðu við Hans Jacob Joensen, bisp, sum eisini var frá Gjógv. M.a. spurdi Jógvan, um tað var synd at dansa. Nei, svaraði Hans Jacob: ”Dansurin hoyrir til tær glaðu løturnar í lívinum, – teimum tungu er altíð nóg mikið av. Tey gomlu við Gjógv, sum er jólabygd, fóru ikki í dans annað jólakvøld fyri at reita Gud.”

Døgurðin var skipaður sum sjálvtøka. Fyrstu ferð, vit royndu tað á eini landsdansistevnu var, tá Eysturoyar dansifelag skipaði fyri í 2013. Umstøðurnar í ítróttarhøllini í Runavík gjørdu, at onki annað bar til. Onkur hevði hug til at finnast at hesum, men tað er nógv betri, tí tað styttir munandi um borðhaldið.

Sangurin gekk væl sum altíð, tá nógv fólk, sum duga at syngja og eisini nógv uttanat, koma saman. Eg beit merki í, at yrkjararnir til 4 sangir vóru við á stevnuni. Edvard í Skorðini átti tveir, Regin Eikhólm ein og Rasmus Joensen ein. Tað uppliva vit ikki so ofta.

Vit hava ofta tosað um, at tað er ikki meining í, at umboð fyri øll feløgini reisa seg upp fyri bara at siga takk og handa ein brævbjálva. Og endilga gjørdu fyrireikararnir meir enn bara at snakka. So hesaferð var avgjørt frammanundan, hvørji skuldu halda røðu á stevnuni – eftir mínum tykki ein sera skilagóð avgerð, tí fyri fleiri er tað ein plága at skulla siga nakað í fólkarúgvu. Hetta ger tað eisini stórt sæð óneyðugt at hava borðstjóra.

Gunnar Restorff formaður í Sláið Ring, ið eftir mínum tykki var sjálvskrivaður, Jónvør Petersen úr Bø, sum var við til at taka stig til fyrstu landsdansistevnuna, Sigrun Poulsen úr Sumba og Jóanes Johannesen úr Dali vóru biðin at halda røðu.

Gunnar samanlíknaði Føroyar og Hawai’i, har hann hevur búð eitt skifti saman við dóttir síni. Hann segði, at har hava tey ikki megnað at varðveitt nakað av máli ella mentan hjá upprunafólkinum. Vit eiga framvegis hetta, sum ger okkum til serstaka tjóð, og tað er kvæðunum fyri at takka.

Jónvør var biðin um at siga frá fyrstu landsdansistevnuni, sum var hildin vesturi í Vágum í septembur 1983. Tey máttu hýsa øllum gestunum, tí hetta er langt áðrenn Vágatunnilin kom. Hugskotið til at hava landsdansistevnu her í Føroyum fingu tey í Vága dansifelag á eini dansistevnu í Skotlandi, har feløg úr nógvum londum vóru komin saman.

Sigrun tosaði um støðuna hjá Sumbiar dansifelag, sum er ein natúrligur partur av øllum felags tiltøkum í bygdini. Hetta er møguligt í einari bygd við so sterkum kvæðaarvi, sum tey eiga har suðuri til at varveita fyri komandi ættarlið. Í økjum við fleiri bygdum – t.d. í Eysturoynni og Norðstreymi, har fólkið er nógv meira blandað – ber hetta illa til.

Jóanes tosaði um eina serliga kvæðauppskrift uppá Jómsvíkingar, sum eg ikki visti var til.

Dansihølið var heldur lítið til so nógv fólk, serliga fyrstu løtuna. Men sum altíð má man halda seg til tær umstøður, sum eru. Inni í ítróttarhøllini hevði dansurin verið órógvaður av práti, og høvdu vit dansað í gomlu fimleikarhøllini í skúlanum, sum er gjørd til mentanarhøll – ið var upprunaliga ætlanin – so høvdu vit gingið úti og tað hevði blivið tøssut inni orsaka av veðrinum.

Tað er stórarbeiði at skipa fyri tílíkari stevnu. Tað vita helst bara tey, sum hava gjørt tað. Tað eg veit, hava tey, sum hava skipað fyri stevnunum higartil, eisini brúkt nógva orku uppá at søkja um fíggjarligan stuðul frá kommunum og fyritøkum fyri at tað skal vera so bíligt, sum gjørligt fyri tey sum eru við. Er tað rímuligt at krevja tað omaná fyrireikingina av sjálvari stevnuni? Tað haldi eg, at vit skullu viðgera á aðalfundi hjá Sláið Ring.

Landsdansistevna hevur verið triðja hvørt ár síðani 1983. Nú hava vit 2019 og sostatt skuldi landsdansistevna verið aftur í 2022. Men av tí at Havleikur verður hetta árið, er avgjørt at hava landsdansistevnu í mai 2021, tá Tøkum Lætt og Dansifelagið í Havn skipa fyri í høvuðsstaðnum.

Fyri Sláið Ring,
Kathrina Hansen

Barnadansistevnan 2019

Tann 27. apríl 2019 skipaði Klaksvíkar dansifelag fyri barnadansistevnuni í Skálanum í Klaksvík.

Stevnan var væl eydnað og væl fyriskipað og eini 300-350 fólk luttóku – tíverri fingu suðuroyingar ikki luttikið vegna knappliga broyting í ferðaætlanini hjá Smyrli.

Fyrst handaði Rasmus Joensen, fyrrv. formaður í Sláið Ring, Klaksvíkar býráði og Klaksvíkar Dansifelagi tvær gávur sum tøkk fyri teirra part í stóra tiltakinum Barnlek, ið var í Klaksvík í 2017. Síðani kom Jónleif Johannesen við stuttari kunning og so varð dansað í Skálanum. Gjøgnum dagin skiftust feløg um at dansa og skipa og at fara útferð í garð Nólsoyar Páls og at eta í kantinuni í Tekniska skúla.

Samanumtikið ein sera væl eydnað stevna. Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá stevnuni.

Kunning um barnadansistevnuna 2019

27. apríl 2019 í Klaksvík

Leygardagin 27. apríl 2019 kl. 10:00-15:00 skipar Klaksvíkar Dansifelag vegna Sláið Ring fyri barnadansistevnu í Skálanum í Klaksvík. Stevnan byrjar kl. 10:00 og endar kl. 15:00. Á stevnuni verður dansaður føroyskur dansur, útferð verður í húsið hjá Nólsoyar Pálli og saft, kaffi, te, kakur og døgurði verða at fáa. Tiltakið er ókeypis og eini 350 luttakarar hava teknað seg.

Vegleiðandi skrá fyri dansin

Vegleiðandi tíðspunkt Kvæði/vísa Felag/skúli
10:00Móttøka í Skálanum
10:30 Veturin kom og burtur á heiði Sandoy
10:35 Øskudólgur og sópingarkona Vága Dansifelag
10:40 Seyðatjóvavísa Tøkum Lætt
10:50 Nykurs vísa Eysturoyar Dansifelg
11:00 Í Gøtu ein dag Eysturoyar Dansifelag
11:10 Santa Simeon Sandoy
11:20 Leivur Øssurson Norðstreymoyar Dansifelag
11:40 Frisk op Sumbiar Dansifelag
11:50 Bjerget ligger langt ud i skoven Sumbiar Dansifelag
12:00 Steðgur
12:40 Risin og Kellingin Frískúlin
12:50 Mús uppá korn Frískúlin
13:00 Sigmunds kvæði yngra Dansifelagið í Havn
13:25 Brestis Kvæði Vága Dansifelag
13:45 Ormurin Langi 1.tátt Klaksvíkar Dansifelag
14:00 Nú liggur ein kavafonn Klaksvíkar Dansifelag
14:05 Orðið frítt
15:00 Stevnan endar

Útferðir til húsið hjá Nólsoyar Pálli

Tíðspunkt Feløg Bólkastødd uml.
11:00 – 11:45 Dansifelagið í Havn 70
11:45 – 12:30 Tøkum Lætt, Eysturoyar Dansifelag 70
12:30 – 13:15 Vága Dansifelag, Klaksvíkar Dansifelag 70
13:15 – 14:00 Sumba, Sandoy 70
14:00 – 14:45 Frískúlin, Norðstreymoyar Dansifelag 75

Skrá fyri døgurða

Tíðspunkt Feløg Bólkastødd uml.
11:45 – 12:30 Dansifelagið í Havn, Vága Dansifelag,
Klaksvíkar Dansifelag
140
12:30 – 13:15 Tøkum Lætt, Eysturoyar Dansifelag,
Sumbiar Dansifelag, Sandoy
140
13:15 – 14:00 Norðstreymoyar Dansifelag, Frískúlin 75

Sjónvarpsupptøkur 25. mai 2019

Sum áður fráboðað verða sjónvarpsupptøkur í Skálanum í Klaksvík leygardagin 25. mai 2019. Sera góð undirtøka er hesu ferð, og tískil hava trý dansifeløg útsett sínar upptøkur til komandi vetur. Okkurt at eta verður á middegi til tey, sum dansa fyrrapart. Felags nátturði verður um kvøldið og aftaná verður føroyskur dansur, har øll eru vælkomin. Fyribils skrá liggur niðanfyri – nærri kunning og møguligar broytingar verða lagdar út seinni.

Kl. 10:00 26 ung (12-22 ár) dansa dansispøl
Sandoyardansur/Flóvin Bænadiktsson, Leon Johannesen skipar
Bandadansur/Torkils døtur, Brestir Bjarnastein Restorff skipar
Ríða ediling/Fram ríður

Kl. 11:00 Ung í Dansi
Í dans (Nú gerast kvøldini…), Ólavur Syderbø skipar
Gentukæti (Her nógv er at gera…), Silja Sivertsen skipar
Hr. Sinklar, Christian Jacobsen skipar
Torkils døtur, Brestir Bjarnastein Restorff skipar
Stolt Signhild, Rebekka Syderbø skipar
Flóvin Bænadiktsson, Leon Johannesen skipar

Kl. 12:15 Døgurðasteðgur

Kl. 13:45 Klaksvíkar Dansifelag
Ebbe Skammelsøn, Leivur Jacobsen skipar

Kl. 14:30 Vága Dansifelag
Einar suðuroying, Jóhannis Joensen skipar
Seyðamannin á Sondum, Edvard í Skorðini Joensen skipar
Grindavísan, Arnjohn Hvítklett skipar

Kl. 15:20 Stígum Fast og Leikum Fagurt
Finnboga ríma, Helga Hilmarsdóttir og Annika Olsen skipa
Aligast ríma, Símun Erik Johannesen skipar
Vilmunds kvæði, Tormóð Nielsen skipar

Kl. 16:30 Eysturoyar Dansifelag
Norska Løva, Kathrina Hansen skipar
Gáturíma, Kristian Jacobsen skipar
Strandatáttur, Joen Carl Danielsen skipar
Fótbóltstátturin, Karstin í Húsinum skipar

Kl 17:20 Norðstreymoyar Dansifelag (við stuðuli frá Eysturoyar Dansifelagi)
Jeg ser så mangt et orlogsskib, Hans Dávid Vík skipar
Viljorm kornus, Maria Kristiansdóttir skipar

Kl. 18:00 Upptøkurnar lidnar

Kl. 18:15 Felags nátturði

Kl. 19:30 Felags dansur í Skálanum

Umboðsráðsfundur 16. mars 2019

Eftir ynski frá aðalfundinum hjá Sláið Ring verður við hesum kallað inn til umboðsráðsfund
LEYGARDAGIN 16. MARS 2019, KL. 12:00 Í U407 Í SJÓVINNUHÚSINUM Á VESTARU BRYGGJU Í HAVN
Á skránni er sjálvandi fyrst og fremst eftirmeting, men eisini onnur mál frá nevndini eru sett á skrá til umrøðu

  • Eftirmeting av dansivetrinum
  • Endurskoðan av reglugerð fyri stuðulsveiting
  • Eftirmeting av ‘Ung í Dansi’ (m.a. fáa staðfest nærri, hvussu felagið stendur í mun til Sláið Ring)
  • Kunning um komandi landsdansistevnuna á Eiði
  • Kunning og prát um næstu landsdansistevnu aftaná Eiði
  • Kunning um upptøkur við Kringvarpinum
  • Kunning um nýggju heimasíðuna
  • Kunning um arbeiðið við UNESCO
  • Barnlek 2020
  • Ymiskt

Sum vanligt bjóða vit ein bita eisini. Úthurðin er vanliga stongd í vikuskiftum, so um tit ikki sleppa inn, so kunnu tit ringja til Gunnar á tlf. 292563.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×