Ársaðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn

Fríggjakvøldið 26. oktober 2018, kl. 21:00 verður ársaðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn í Hornahúsunum. Skrá eftir viðtøkum felagsins.

Eisini ber til at skriva seg upp at skipa í vetur eins og nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg.

Aftaná aðalfundin verður farið upp á gólv. Janus B. Kamban skipar Ormin langa og annars verður frítt at skipa.

Fríggjakvøldið 2. november skipar Katrin Sørensen Bøhmerlands dronningen, og síðani er frítt at skipa.

Kvæðastevna, fyrilestrar og dansur

Leygardagin 27. oktober 2018 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri tiltakinum kvæðastevna, fyrilestrar og dansur. Byrjað verður kl. 15:00.

Fyrilestrarnar kemur Egil Bakka, ið er professari í tónleikavísindi við universitetið í Tróndheimi, at halda. Egil Bakka hevur eisini arbeitt nógv við siðaarvi í norskum fólkadansi.

Í blaðnum Faroe Isles Review, Volume 2, No 2, 1977, ið Bókagarður gav út, hevur Egil Bakka eina sera áhugaverda grein um føroyska dansin.

Egil Bakka kemur at halda tveir fyrilestrar. Annar hevur heiti: Færøysk dans i historisk perspektiv og hin eitur: Minder fra indsamling på Færøyene på 1970 åra.

Eftir fyrilestrarnar verður farið upp á gólv.

Eftir fyrra fyrilesturin leggur Norðstreymoyar Dansifelag fyri við Grettiskvæði. Dávur Emil Samuelsen skipar. Eftir seinna fyrilesturin verður tað Klaksvíkar Dansifelag, ið leggur fyri við Ebbe Skammelsen. Leivur Jacobsen skipar.

Tiltakið er alment og ókeypis. Eisini verður tiltakið stroymt – sí leinki á nlh.fo og facebook:

Skrá

  • Kl. 15:00   Færøysk dans i historisk perspektiv, fyrri fyrilesturin við Egil Bakka, professara við universitetið í Tróndheimi
  • Kl. 16:00   Grettis kvæði
  • Kl. 16:45   Steðgur – til ber at keypa sær okkurt gott í SMAKKA; tey, ið vilja hava okkurt at eta skulu helst bíleggja frammanundan. Sí matarskránna niðanfyri.
  • Kl. 17:15   Minder fra indsamling på Færøyene på 1970 åra, seinri fyrilesturin við Egil Bakka, professara við universitetið í Tróndheimi
  • Kl. 18:00   Ebbe Skammelsøn
  • Kl. 18:30   Frítt at skipa – hesin partur verður ikki stroymdur

Matarskrá:

Súpan v. breyði: 89kr. Við salati 129kr
Grillað rugbreyðstvíflís: 89kr. Við salati 129kr
Rugbreyð v. sild, eggi og hummus: 89kr
Bolla v. osti og súltitoy: 30kr

Brúðarvísutiltak hjá Eysturoyar dansifelagi

Í næstum skipar Eysturoyar dansifelag fyri einum brúðarvísutiltaki. Jógvan Fríðriksson, bispur, kemur at hugleiða um brúðardans og vit fara at kvøða føroysku brúðarvísuna hjá IPG, Karstin í Húsinum skipar, Harra Pætur og Elinborg, Jóna Danielsen skipar, Kong Hans, Joen Carl Danielsen skipar, Fisken tager sin føde i vand, Kristian Jacobsen skipar og Leivskvæði, sum Hans Poulsen skipar.

Hetta verður fríggjakvøldið 2. novembur í Hæddini, Heiðavegur 19, Saltangará.

Frá aðalfundinum hjá Sláið Ring

Væl av fólki var møtt til aðalfundin hjá Sláið Ring, ið varð hildin 8. september á Effo í Havn. Fleiri mál vóru uppi og vendu og fingu umrøðu – alt frá norðurlendskum dansistevnum, føroyskum klæðum og dansi til UNESCO og hvussu vit fáa enn fleiri ung virkin í dansinum.

Rasmus Joensen valdi ikki at stilla uppaftur til nevndarval og Gunnar Restorff úr Dansifelagnum í Havn kom inn fyri hann. Rasmus hevur seinastu nógvu árini verið ímyndin av Sláið Ring, og hansara lutur í fyriskipan, samskipan og at svara fyrispurningum liggur so ikki eftir. Eftir nevndarvalið helt Birgir Djurhuus eina røðu og so varð Rasmus heiðraður við einum gávukorti, blómum og lógvabrestum. Nevndin í Sláið Ring takkar Rasmusi inniliga fyri hansara virki og eru vit serliga glað um, at Rasmus hevur játtað at hjálpa okkum fyrstu tíðina.

Í farnu viku skipaði nevndin seg við Gunnari Restorff sum formanni, Annu Elisu Jacobsen sum næstformanni og skrivara og Kathrinu Hansen sum kassameistara.

Ålek 2019

Kunning er send feløgunum um stevnuna Ålek 2019, sum verður í Álandi 14. – 21. juli

Stevnan er skipað í tveimum pørtum:

Ungdomsläger 14. – 16. juli.

ÅLEK 16. – 21. juli.

Um nóg stórur áhugi er, verður skipað fyri felags túri til stevnuna.

Á stevnuni framføra vit dansispøl, sum vit venja frammanundan. Harumframt verður farið uppá gólv, og tá verður eisini dansað saman við luttakarum úr hinum londunum.

Tað verður avmarkað tal av luttakarum á stevnuni og hava vit fingið 25 pláss til ÅLEK. Nevndin í Sláið Ring og Nordlekumboðini koma at brúka 6 pláss, tá eru 19 pláss eftir til feløgini.

Um luttakaratalið fer upp um 25, so tilskilar leiðslan sær rætt til at býta plássini soleiðis, at so nógv feløg sum møguligt verða umboðað.

Vit vilja fegin hava so breiða umboðan frá øllum feløgunum, sum til ber og heita vit tí á áhugað at melda til. Tilmeldingarfreistin er sett til mánadagin 19. november 2018. Tilmeldingin er á telduposti: olavur@elektron.fo

Kostnaðurin fyri ferðina fer væntandi at liggja uml. 8.000 – 10.000 kr. fyri hvønn.

Vit fara við flogfari 12. juli og koma aftur 22. juli. Ferðin er skipað soleiðis, at vit flúgva úr Føroyum til Kastrup og víðari til Arlanda í Stockholm. Haðani verður siglt til Álands, siglitúrurin tekur uml. 6 tímar.

Ætlanin er at gera útferðir á Álandi undan sjálvari stevnuni, dagarnar 14. – 15. juli.

Nærri fæst at vita á tlf. 295118 og telduposti olavur@elektron.fo

Norðstreymoyar Dansifelag byrjar dansiveturin aftur

Norðstreymoyar Dansifelag byrjar dansiveturin aftur

Fyrsta dansikvøld hjá okkum verður sum vanligt seinasta vikuskifti í september, í ár leygarkvøldið 29. september. Farið verður upp á gólv kl. 21.30. Kaffi, te, og øl fæst til keyps. Seinni um kvøldið verður ein biti til matna. Kostnaður er 100 kr.

Tiltakið er alment.

Norðstreymoyar Dansifelag

Orðafelli úr kvæðum og vísum í Skálanum

Hóskvøldið 20. septembur fara vit at savnast í Skálanum um orðafelli úr kvæðum og vísum. Tríggir fyrilestrar eru á skránni, og tiltakið verður frá klokkan 19.00 til 21.30. Fyrilestrarhaldararnir verða Jóanes Johannesen úr Dali, Jógvan Højsted úr Funningi og Jónleif Johannesen frá Klaksvíkar Dansifelag. Áhoyrararnir fáa innlit í, hvørji orðafelli vórðu brúkt í Dali og Funningi og sum heild kring landið. Greitt verður frá, hvørjum kvæðum ella vísum orðafellini eru úr, í hvørjum samanhangi orðafellini vórðu brúkt, og hvat tey týða. Eisini verður hugleitt um, hvussu tey gomlu brúktu kvæða- og vísumál í dagligari talu. Eftir fyrilestrarnar fara vit upp á gólv í umleið ein tíma. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.

Klaksvíkar Dansifelag

Kvæðastevna, fyrilestrar og dansur

 

 

Leygardagin 27. oktober 2018 skipa Sláið Ring og
Norðurlandahúsið fyri tiltakinum kvæðastevna, fyrilestrar og dansur. Byrjað verður
kl. 15.

Fyrilestrarnar kemur Egil Bakka, ið er professari í
tónleikavísundi við universitetið í Tróndheimi, at halda. Egil Bakka hevur eisini
arbeitt nógv við siðaarvi í norskum fólkadansi.

Í blaðnum Faroe Isles Review, Volume 2, No 2, 1977, ið
Bókagarður gav út, hevur Egil Bakka eina sera áhugaverda grein um føroyska
dansin.

Egil Bakka kemur at halda tveir fyrilestrar. Annar
hevur heiti: Færøysk dans i historisk perspektiv og hin eitur: Minder fra
indsamling på Færøyene på 1970 åra.



Eftir fyrilestrarnar verður farið upp á gólv.

Eftir fyrra fyrilesturin leggur Norðstreymoyar Dansifelag
fyri við Grettiskvæði. Dávur Emil Samuelsen Skipar.

Eftir seinna fyrilesturin verður tað Klaksvíkar
Dansifelag, ið leggur fyri við Ebbe Skammelsen. Leivur Jacobsen skipar.

Aftaná verður frítt at skipa.

Tiltakið er alment og
ókeypis.


Dansinátt á Tvøroyri

 

Aftur í
ár skipar Tvøroyrar dansifelag fyri dansinátt á Seglloftinum. Tiltakið verður leygardagin
18. august og er kostnaðurin kr. 300 fyri hvønn. Tilmelding á tlf. 22 65 37.

Byrjað
verður kl. 19 við borðhaldi. Her er matarskrá við trimum rættum.
Hentzar
og Terji spæla til borðhaldið. Drykkjuvørur kunnu keypast á Segloftinum.

 

Vinarliga

Tvøroyrar Dansifelag

Føroyskur dansur á Seglloftinum

 

Tvøroyrar dansifelag á Seglloftinum.

Tvøroyrar dansifelag skipar fyri dansinátt á Seglloftinum. Tiltakið kostar
300 kr. fyri hvønn og verður tað ein 3 rætturs menu við lambskjøtið sum
høvuðsrætti og drykkivørur gjalda fólk sjálvi. Tiltakið byrjar kl 19.00 tann 18
august. Tilmelding fer fram við at ringja á 226537. Gleða okkum at síggja nógv
dansifólk.

Vinarliga
Tvøroyrar dansifelag

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×