Kvæðatiltak í Norðurlandahúsinum

Egil Bakka, professari í Norðurlandahúsinum 27.oktobur 2018.

Leygardagin 27.oktobur skipaði Sláið Ring saman við Norðurlandahúsinum fyri sera áhugaverdum kvæðatiltaki við tveimum fyrilestrum og føroyskum dansi. Norski professarin Egil Sigmund Bakka helt báðar fyrilestrarnar. Bæði fyrilestrar og dansur blivu stroymd á netinum. Rasmus Joensen, sum hevur kent Egil Bakka í nógv ár, byrjaði fyri uml. einum ári síðani at fyrireika hetta.

Umleið 100 fólk vóru komin í Norðurlandahúsið at lurta. Eisini fleiri, sum vit vanliga ikki síggja í føroyskum dansi. Aftaná fyrra fyrilesturin kvóðu vit Grettis kvæði, sum Óli á Geilini skipaði og aftaná seinna fyrilesturin skipaði Leivur Jacobsen Ebbe Skamelsøn. Rasmus hevði við vilja valt vísur, sum ikki eru so ofta at hoyra á gólvi.

Egil Bakka, sum er føddur í 1943, er ikki hvør sum helst. Hann fekk prógv sum fólkalívsfrøðingur í Oslo í 1973, og er nú professari við tónleikainstitutti í Tróndheimi. Hann hevur sitið í nevndini fyri NFF – Nordisk Folkdanser Forskning – og eisini í altjóða nevndum, innan UNESCO. 8.oktobur 2008 útnevndi Haraldur V kongur í Noregi hann til kommandør av St.Olavs Orden fyri hansara arbeiði fyri fólkadanstraditiónir. Heiðurin bleiv givin Egil á hátíðarhaldi tann 18.novembur 2008 á Ringve museum í Tróndheimi, sum er barnaheimið hjá Tordenskjold. So tað er onki minni enn eitt kubb, at hann er komin higar at halda fyrilestur. Egil hevur verið í Føroyum nakrar ferðir áður, fyrstu ferð 1965 og síðstu ferð 1977, tá hann savnaði tilfar um føroyskan dans og dansispøl. Ferðin í 1977 kom í lag eftir ynski frá Mortani Nolsøe.

Fyrra fyrilesturin, sum vardi trý korter, kallaði hann “Færøysk dans i historisk perspektiv”. Fyrilesturin viðgjørdi dansin í tveimum – frá ár 1900 og aftureftir og frá ár 1900 til nú. Hann nevndi serliga trý fólk, sum hava havt stóran áhuga fyri vísum, kvæðum og føroyskum dansi og sum hava savnað tilfar – bæði tekst og løg. Hesi eru Svend Grundtvig og Hjalmar Thuren – báðir danir, og Hulda Garborg úr Noregi. Eisini samanbar hann føroyskan dans við dans runt um í Europa, sum minnir um okkara  – bæði í orðum og myndum. Tað var heilt týðiligt, at hesin maðurin, var vanur at halda fyrilestur. Dugdi væl at fáa áhoyrararnar við, so nógvar áhugaverdar viðmekingar komu úr salinum. Egil helt, at tað ber til at granska nógv meir um hetta sama evnið.

Svend Grundtvig(1824-1883) var sonur prestin og sálmaskaldið N.F.S. Grundtvig. Hann samlaði fyrst donsku fólkavísurnar, og í 1872 fór hann undir at samla saman tað, sum var niðurskrivað av vísum og kvæðum í Føroyum – m.a. í Sandoyarbók. Hetta var eisini byrjanin til at savna føroyskt orðabókatilfar.

Hóast Hjalmar Thuren(1873-1912) hevði teologiskt embætisprógv, so er hann mest kendur fyri at granska fólkatónleik. Í 1901 kemur bókin “ Dans og kvaddigtning på Færøerne”, og í 1902 betalir Carlsberggrunnurin honum eina ferð til Føroya, har hann samlar kvæðaløg úr øllum Føroyum. Hesi løgini koma út í 1908 í bókini “Folkesangen på Færøerne”.

Egil Bakka segði, at føroyaferðin hjá Thuren var beinleiðis orsøk til, at Hulda Garborg(1862-1934) kom til Føroya 1902. Hon var nøkur ár frammanundan farin í holt við at fáa lív aftur í “folkevisedansen”, og royndi, aftaná at hon hevði verið í Føroyum, at fáa normenn at dansa føroyskan dans. Tað royna tey framvegis – tey kalla tað stordans, har tey hava stev, sum vit. Tað síggja vit, tá vit eru til Nordlek, men kortini er stórur munur á tí og okkara dansi. Tá vit eru til Nordlekstevnur, merkja vit væl, at føroyskur dansur er sera høgt í metum millum hini, sum dansa – tey eru djúpt hugtikin av tí, sum vit duga uttanat. Egil segði, at soleiðis er tað eisini millum granskarar.

Egil vísti okkum eisini eitt landakort, sum vísti, hvar dansur, sum líkist okkara, framvegis bleiv brúktur beint aftaná seinna heimsbardaga: í Pyreneunum, Baskaralandinum, Suðureystureuropa og í Føroyum.

Vit sóu eitt filmsbrot frá einari dansiferð í Oslo 1925. Øll konufólkini eru í kýsa og skjúrtið væl styttri enn nú á døgum.

Hann vísti okkum fleiri filmsbrot av livandi dansi í europeiskum londum, har fólk brúktu okkurt slag av stevi  – onkur flutti seg til vinstru, sum vit og onkur til høgru.

Elsta prógvið um dansin er eitt kálkmálarí frá Ørslev kirkju 1325, sum vísir “fransk kjededansfremstilling”. Elsta norska balladumanuskriptið er dagfest 1612, sum er “sang om heltedådar”.

Egil sigur, at tað serliga er í Føroyum, at ordilig kvæðir eru brúkt til dansin og at tað helst eru smáu roykstovurnar – lítið pláss,  sum hava gjørt, at dansurin er blivin soleiðis, sum hann er, her hjá okkum. Hann vil vera við, at aðrastaðni hava tey ikki brúkt “ballader”, men onkrar styttri sangir.

Einaferð undir fyrilestrinum nevndi hann “flyttesteg og ventesteg”. Eg skilti sjálvandi væl, hvat hann meinti við, men havi ongantíð hugsað so. Tað er helst munurin á dansara og granskara  – leikum og lærdum – sum kemur til sjóndar her.  Granskarin brúkar tíð og orku uppá at analysera og seta navn á , meðan vit sum dansa terpa fyri at sleppa at dansa, tí annars verður ongin dansur.

Seinni fyrlesturin, sum eisini vardi uml. trý korter, var frá ferðini hjá Egil Bakka í Føroyum í 1977, har ørindini vóru at taka film upp av dansi í øllum landinum. Á hesi ferðini runt í Føroyum hevði Egil tríggjar menn at hjálpa sær – Eyðun Andreassen, Paula Nielsen og Árna Hansen. Stuttligt at teir allir fýra kundu hittast aftur í Norðurlandahúsinum 27 .oktobur, 41 ár seinni. Vit fingu eisini høvi til at síggja arkið við skránni fyri ferðina runt um í Føroyum, sum vardi frá 25.januar til 2. februar 1977. Gott fyri søguna, at hetta ikki er koyrt burtur. Eisini stuttligt at síggja eitt blað, sum er skrivað við gamlari skrivimaskinu.

Alt bleiv tikið upp á 16 mm smalfilm, sum ikki toldi ljós, so tann, sum tók upp, mátti standa inni undir einum posa. Áhugavert at hoyra Egil fortelja um tær avbjóðingar, sum teknikkurin voldi teimum og sum vit als ikki hugsa um við  teimum upptøkumøguleikum, sum vit hava í dag. Tá upptøkurnar vóru lidnar, var Pauli Nielsen í Tróndheimi í eina viku fyri at synkronisera filmin og gera hann lidnan.

Teir fýra tóku dans upp á hesum støðum: í Klaksvík, í Gøtu, í Nósloy, í Havn, á Velbastað, á Sandi og í Sumba. Nógv av teimum, sum vit sóu í filmunum, liggja nú undir grønu torvu, men nøkur vóru eisini við í Norðurlandahúsinum og sóu seg sjálvi 40 ár yngri enn í dag.

Bæði dansispøl og vanligur føroyskur dansur vóru at síggja á filminum. Í onkrum brotið var onki ljóð. Í Klaksvík skipaði Jens Juul Sólbjørg Norsku Løvu. Dansurin var nógv lættari enn tað, sum vit síggja í dag. Í brotinum úr Eysturoynni sóu vit Slippudans. Av Sandi sóu vit tvey dansispøl : Fýra innaní og Spenna uppá spora. Í Sumba sóu vit børn og vaksin dansa hvør fyri seg. Børnini kvóðu Ormin Langa við teirra vakra sermerkta lag og tey vaksnu  dansaðu eitt dansispæl, sum eg ongantíð havi sæð – tey kvóðu vísuna um Ribolt. Úr Nólsoy sóu vit eisini eitt dansispæl, sum eg ikki kenni. Tey stillaðu upp í eitt rað – maður og kona aðruhvørja ferð – dansandi frameftir, haldandi niður á akslarnar á tí, sum dansaði frammanfyri. Tá tey vóru komin nakað út á gólvið fóru tey at dansa runt við stevið í ein ring – eitt par úr raðnum fór til vinstru og eitt til høgru aðruhvørja ferð, til tey so fóru aftur í raðið.

Stuttlig at síggja klædnamótan frá 70 árunum aftur, m.a. kassabuksur, u-buksur  og rørbuksur.

Egil handaði Tótu Árnadóttir, sum umboð fyri Setrið, upptøkurnar av teimum dansispølum, sum vit sóu í Norðurlandahúsinum  – sera stórfingin gáva at fáa og sum vónandi kann vera tøk at brúka hjá øllum, sum hava hug til tað.

Sera viðkomandi og gevandi at hoyra tað, sum Egil hevði at fortelja, og eitt gott punktum fyri formanstíðina hjá Rasmussi aftaná uml. 17 ár sum formaður í Sláið Ring.

Norðskáli 11. novembur 2018, Kathrina, kassameistari hjá Sláið Ring.

Ung í Dansi í Vágunum 16-18/11-2018

Vit hittast nú aftur til tiltakið Ung í Dansi, og hesuferð verða vit í Beitinum í Miðvági frá 16. til 18. november 2018.

Øll mugu hava madrassu/undirlag og soviposa við 😉

Vit hopa uppá eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og bara hugna sum heild. Eisini kemur onkur møguliga at fortelja um eitthvørt við føroyskum dansi.

Tiltakið er ókeypis 😉

Vit síggjast – og um nakrir spurningar eru, so spyrji endiliga!

Tit kunnu tekna tykkum, við at skriva eini privatboð til Róðu Bødvardsdóttir á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til mín á bodvarsdottir@hotmail.com.

Seinasta freist at tekna seg er 12. november 2018.

Nærri kunning viðv. ferðing o.ø. kemur seinni.

Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygarkvøldið 17. november 2018, kl. 19 í Beitinum.

Aðalfundur hjá Ung í Dansi

Við hesum verður boðað til aðalfund hjá Ung í Dansi. Aðalfundurin verður hildin í Beitinum í Miðvági leygarkvøldið 17. november kl. 19:00. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Ung í Dansi er barna- og ungdómsfelagsskapur í Sláið Ring. Øll undir 30 ár, við áhuga fyri føroyskum dansi, og sum eru virkin í einum av limafeløgunum hjá Sláið Ring, kunnu gerast limir í felagnum.

Ársaðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn

Fríggjakvøldið 26. oktober 2018, kl. 21:00 verður ársaðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn í Hornahúsunum. Skrá eftir viðtøkum felagsins.

Eisini ber til at skriva seg upp at skipa í vetur eins og nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg.

Aftaná aðalfundin verður farið upp á gólv. Janus B. Kamban skipar Ormin langa og annars verður frítt at skipa.

Fríggjakvøldið 2. november skipar Katrin Sørensen Bøhmerlands dronningen, og síðani er frítt at skipa.

Kvæðastevna, fyrilestrar og dansur

Leygardagin 27. oktober 2018 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri tiltakinum kvæðastevna, fyrilestrar og dansur. Byrjað verður kl. 15:00.

Fyrilestrarnar kemur Egil Bakka, ið er professari í tónleikavísindi við universitetið í Tróndheimi, at halda. Egil Bakka hevur eisini arbeitt nógv við siðaarvi í norskum fólkadansi.

Í blaðnum Faroe Isles Review, Volume 2, No 2, 1977, ið Bókagarður gav út, hevur Egil Bakka eina sera áhugaverda grein um føroyska dansin.

Egil Bakka kemur at halda tveir fyrilestrar. Annar hevur heiti: Færøysk dans i historisk perspektiv og hin eitur: Minder fra indsamling på Færøyene på 1970 åra.

Eftir fyrilestrarnar verður farið upp á gólv.

Eftir fyrra fyrilesturin leggur Norðstreymoyar Dansifelag fyri við Grettiskvæði. Dávur Emil Samuelsen skipar. Eftir seinna fyrilesturin verður tað Klaksvíkar Dansifelag, ið leggur fyri við Ebbe Skammelsen. Leivur Jacobsen skipar.

Tiltakið er alment og ókeypis. Eisini verður tiltakið stroymt – sí leinki á nlh.fo og facebook:

Skrá

  • Kl. 15:00   Færøysk dans i historisk perspektiv, fyrri fyrilesturin við Egil Bakka, professara við universitetið í Tróndheimi
  • Kl. 16:00   Grettis kvæði
  • Kl. 16:45   Steðgur – til ber at keypa sær okkurt gott í SMAKKA; tey, ið vilja hava okkurt at eta skulu helst bíleggja frammanundan. Sí matarskránna niðanfyri.
  • Kl. 17:15   Minder fra indsamling på Færøyene på 1970 åra, seinri fyrilesturin við Egil Bakka, professara við universitetið í Tróndheimi
  • Kl. 18:00   Ebbe Skammelsøn
  • Kl. 18:30   Frítt at skipa – hesin partur verður ikki stroymdur

Matarskrá:

Súpan v. breyði: 89kr. Við salati 129kr
Grillað rugbreyðstvíflís: 89kr. Við salati 129kr
Rugbreyð v. sild, eggi og hummus: 89kr
Bolla v. osti og súltitoy: 30kr

Brúðarvísutiltak hjá Eysturoyar dansifelagi

Í næstum skipar Eysturoyar dansifelag fyri einum brúðarvísutiltaki. Jógvan Fríðriksson, bispur, kemur at hugleiða um brúðardans og vit fara at kvøða føroysku brúðarvísuna hjá IPG, Karstin í Húsinum skipar, Harra Pætur og Elinborg, Jóna Danielsen skipar, Kong Hans, Joen Carl Danielsen skipar, Fisken tager sin føde i vand, Kristian Jacobsen skipar og Leivskvæði, sum Hans Poulsen skipar.

Hetta verður fríggjakvøldið 2. novembur í Hæddini, Heiðavegur 19, Saltangará.

Frá aðalfundinum hjá Sláið Ring

Væl av fólki var møtt til aðalfundin hjá Sláið Ring, ið varð hildin 8. september á Effo í Havn. Fleiri mál vóru uppi og vendu og fingu umrøðu – alt frá norðurlendskum dansistevnum, føroyskum klæðum og dansi til UNESCO og hvussu vit fáa enn fleiri ung virkin í dansinum.

Rasmus Joensen valdi ikki at stilla uppaftur til nevndarval og Gunnar Restorff úr Dansifelagnum í Havn kom inn fyri hann. Rasmus hevur seinastu nógvu árini verið ímyndin av Sláið Ring, og hansara lutur í fyriskipan, samskipan og at svara fyrispurningum liggur so ikki eftir. Eftir nevndarvalið helt Birgir Djurhuus eina røðu og so varð Rasmus heiðraður við einum gávukorti, blómum og lógvabrestum. Nevndin í Sláið Ring takkar Rasmusi inniliga fyri hansara virki og eru vit serliga glað um, at Rasmus hevur játtað at hjálpa okkum fyrstu tíðina.

Í farnu viku skipaði nevndin seg við Gunnari Restorff sum formanni, Annu Elisu Jacobsen sum næstformanni og skrivara og Kathrinu Hansen sum kassameistara.

Ålek 2019

Kunning er send feløgunum um stevnuna Ålek 2019, sum verður í Álandi 14. – 21. juli

Stevnan er skipað í tveimum pørtum:

Ungdomsläger 14. – 16. juli.

ÅLEK 16. – 21. juli.

Um nóg stórur áhugi er, verður skipað fyri felags túri til stevnuna.

Á stevnuni framføra vit dansispøl, sum vit venja frammanundan. Harumframt verður farið uppá gólv, og tá verður eisini dansað saman við luttakarum úr hinum londunum.

Tað verður avmarkað tal av luttakarum á stevnuni og hava vit fingið 25 pláss til ÅLEK. Nevndin í Sláið Ring og Nordlekumboðini koma at brúka 6 pláss, tá eru 19 pláss eftir til feløgini.

Um luttakaratalið fer upp um 25, so tilskilar leiðslan sær rætt til at býta plássini soleiðis, at so nógv feløg sum møguligt verða umboðað.

Vit vilja fegin hava so breiða umboðan frá øllum feløgunum, sum til ber og heita vit tí á áhugað at melda til. Tilmeldingarfreistin er sett til mánadagin 19. november 2018. Tilmeldingin er á telduposti: olavur@elektron.fo

Kostnaðurin fyri ferðina fer væntandi at liggja uml. 8.000 – 10.000 kr. fyri hvønn.

Vit fara við flogfari 12. juli og koma aftur 22. juli. Ferðin er skipað soleiðis, at vit flúgva úr Føroyum til Kastrup og víðari til Arlanda í Stockholm. Haðani verður siglt til Álands, siglitúrurin tekur uml. 6 tímar.

Ætlanin er at gera útferðir á Álandi undan sjálvari stevnuni, dagarnar 14. – 15. juli.

Nærri fæst at vita á tlf. 295118 og telduposti olavur@elektron.fo

Norðstreymoyar Dansifelag byrjar dansiveturin aftur

Norðstreymoyar Dansifelag byrjar dansiveturin aftur

Fyrsta dansikvøld hjá okkum verður sum vanligt seinasta vikuskifti í september, í ár leygarkvøldið 29. september. Farið verður upp á gólv kl. 21.30. Kaffi, te, og øl fæst til keyps. Seinni um kvøldið verður ein biti til matna. Kostnaður er 100 kr.

Tiltakið er alment.

Norðstreymoyar Dansifelag

Orðafelli úr kvæðum og vísum í Skálanum

Hóskvøldið 20. septembur fara vit at savnast í Skálanum um orðafelli úr kvæðum og vísum. Tríggir fyrilestrar eru á skránni, og tiltakið verður frá klokkan 19.00 til 21.30. Fyrilestrarhaldararnir verða Jóanes Johannesen úr Dali, Jógvan Højsted úr Funningi og Jónleif Johannesen frá Klaksvíkar Dansifelag. Áhoyrararnir fáa innlit í, hvørji orðafelli vórðu brúkt í Dali og Funningi og sum heild kring landið. Greitt verður frá, hvørjum kvæðum ella vísum orðafellini eru úr, í hvørjum samanhangi orðafellini vórðu brúkt, og hvat tey týða. Eisini verður hugleitt um, hvussu tey gomlu brúktu kvæða- og vísumál í dagligari talu. Eftir fyrilestrarnar fara vit upp á gólv í umleið ein tíma. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.

Klaksvíkar Dansifelag
Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×