Upp á stovugólv

 Upp á stovugólv

Eitt tiltak, sum dansifelagið Ung í dansi skipar fyri: 18 feb. 2017 

Tiltaki verður í Dali, og tað kemur at ganga nakað soleiðis fyri seg:

  1. Fólk koma til Dals, har tey verða býtt upp í tríggjar bólkar.
  2. Hesir
    bólkarnir fara so í hvør sítt hús, har ið ein vertur er í hvørjum húsi.
    Vertinir greiða so frá onkrum kvæði, sum tey hava valt og síðani verður
    tað (ella bara eitt brot av tí) kvoðið
    í húsunum. Síðani ‘rotera’ bólkarnir, og tað verður uml. 1 tími í
    hvørjum húsi.
  3. Almennur dansur verður aftaná húsavitjanirnar

Vertir: 

Vilhelmina Larsen

Jóanes Johannesen

Borghild Ellefsen

Skráð:

kl: 16.30 – Møtt verður í Eiriksgarði – fólk verða býtt í bólkar og býtt upp í hús

kl: 17.00 – Fyrsta Runda

kl: 17.50 – lítil bitið í Eiriksgarði (smyrjibreyð)

kl: 18.10 – Runda 2 byrjar

kl: 19.00 – Runda 3 byrjar

kl: 20.00 – Húsavitjarnirnar enda og fari verður oman í Eiriksgarð til suppu

kl: 20.30 – Almennur dansur byrjar

kl. 22.00 – Bussur ferð til túrin úr Skopun kl 22.30

kl. 01.00 – Dansur endar, og bussur koyrir fólki heim  

Bussur koyrir til og úr Dali í samband við hesar túrar við bátinum:

Av Gomlurætt: 13.15

Úr Dali: 22.00 (til túrin 22.30)

Eisini ferð bussur kl 01.00 úr Dali

Prísur: 

100 kr: Alt tiltakið (húsavitjanirnar+alm.dansur)

50 kr: Almennur dansur

Gisting:

Gisting er uppá egna ábyrgd, men tit kunnu venda tykkum til Hotel Skálavík ella Visit Sandoy

Tað
er avmarka pláss í húsunum, so tað eru max 90 fólk í sleppa við til
húsavitjanirnar. Tí verður tilmelding við at ringja/skriva til ein av
hesum: 

Róða Bødvarsdóttir – 288901 / bodvarsdottir@hotmail.com

Ólavur Syderbø – 271724 / olavursyd91@gmail.com

Timeldingarfreist er 11 februar

Kyndilsmessudansur í Haraldssundi 3.februar

Fríggjakvøldið tann 3. februar fer Bygdafelagið Ljósið at skipa fyri kyndilsmessudansi í Bygdarhúsinum í Haraldssundi. Dansurin byrjar klokkan 22.00. Breyð við føroyskari viðskeri verður at fáa og sodavatn og øl verður til sølu.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Bygdafelagið Ljósið

Barnadansistevnan 2017

Landsdansistevnan
fyri børn 2017



Dansifelag tykkara verður við hesum boðið at koma við á landsdansistevnuna fyri
børn, ið verður hildin í Sjónleikarhúsinum í Havn leygardagin 11. februar 2017.
Byrjað verður kl. 10 og vit enda uml. kl. 15.

Stevnan verður skipað eftir tí vælkenda leistinum:
Felagsdansur, útferðir og dansur, døgurði, dansur og útferðir og vit enda við
felagsdansi. Kaffi, køkur og saft kemur at standa frammi.


Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi 28. januar 2017.

Feløgini melda til við at senda tal av børnum og tal av vaksnum til Gunnar
Restorff á
gunnarr@setur.fo. Sigið eisini
frá hvat tit ætla at kvøða (eini 2-3 ynski).

Sjálv stevnan er ókeypis og Sláið Ring endurrindar helvtina av ferðakostnaðinum
ímóti kvittan. Gistingin hjá suðuroyingum verður goldin sum vanligt.

Fyri at halda útreiðslunum niðri, er tað okkara ynski, at
ferðingin til og frá við bussum, verður samskipað mest møguligt. Vit fara tí at
heita á feløgini um at tosa saman og annars venda sær til Andreas Sigustein
(tlf. 214242), tá tey skulu brúka bussar, hann kemur at samskipa busskoyringina.

Um tit hava spurningar, so kunnu tit venda tykkum til Gunnar,
Birgir ella Andreas

Verið vælkomin á barnadansistevnu!

Vinarliga,

v/Dansifelagið í Havn, Tøkum Lætt og Sláið Ring

Gunnar Restorff
tlf. 292563
email:
gunnarr@setur.fo

Birgir Djurhuus
tlf. 222000

Andreas Sigurstein
tlf. 214242

Sumbiar dansifelag 50 ár

 

Sumbiar dansifelag 50 ár……..

Nú Sumbiar
dansifelag fylti 50 ár, vóru dansifeløgini í Sandoynni – Leikum Fagurt og
Stígum Fast – boðin í veitslu saman við skúvoyingum. Vit vóru nøkur og 50, sum
fóru at hátíðarhalda dagin saman við sumbingum.
 Eg havi verið limur í Stígum Fast síðani 2000,
so hesaferð var eg við sum dalbingur.

Í 1960-unum
og 70-unum vóru sumbingar mangan uttanlands á dansiferð. Og tað er júst á eini
slíkari uttanlandsferð, at sumbingar, tá teir komu í samband við onnur
norðurlendsk dansifeløg, koma at leggja spíran til Sláið Ring
– landsfelag føroyskum dansi at frama – sum er stovnað í 1978. Umboð fyri Sláið
Ring vóru eisini boðin við í veitslu.

Smyril er
eitt deiligt skip og veðrið at sigla leygarmorgunin var av tí besta. Kortini
gekk ikki, sum ætlað hjá
  fleiri av
sandoyingunum, tí fleiri túrar fríggjakvøldið hjá Teistanum blivu avlýstir
vegna veður. Tey mugu til Havnar fríggjakvøld, um tey skullu til suðuroyar
leygarmorgun kl. 7.00.

Komin til
Sumbiar, setti bussurin okkum av á Ólafløtti, har Sigrun Poulsen – formaður í
Sumbiar dansifelag – tók ímóti saman við øðrum og segði okkum, hvar vit skuldu
gista.

Mær dámar so
væl hesar dansiferðirnar, sum eru til eina bygd, har øll skulu vera. Haldi tað
vera ólíka hugnaligari enn hjá okkum her í Eysturoynni, har
 gestirnir fara í ymsar ættir at gista. Vit
fingu beinanvegin heilsa uppá øll hesi blíðu fólkini, sum vit kenna so væl frá
føroyskum dansi. Blíðskapurin var óførur – gekk
 
hús úr húsi og prátaði og fekk drekkamunn.

Tá borðhaldi
í samkomuhúsinum var liðugt, fóru vit til gongu niðan í gomlu dansistovuna í
Skorti at dansa. Hon er frá 1913 og sostatt 103 ára gomul. Kvæðakempurnar Eli
Poulsen og Bjarni Vestergaard, sum saman við Betty Poulsen og Magnusi Jensen blivu
útnevnd til heiðurslimir í felagnum henda sama dag, skipaðu ymiskt, sum var
forkunnugt at hoyra fyri okkum norðanfjørðs. Tey brúka heilt onnur kvæðir enn
vit, og tað er gott, at øll ikki kvøða tað sama. Haldi kortini, at tað var
spell, at vit ikki vóru meir uppií hjá hvørjumøðrum. Tað bleiv eitt sindur ov
nógv soleiðis, at sumbingarnir dansaðu síni kvæðir og sandoyingarnir síni.
Klokkan skuldi flytast aftur til vetrartíð hesa náttin, so vit fingu ein tíma
eyka at dansa í.

Fleiri av
okkum vitjandi hittust aftur til kirkjugongd sunnudagin. Tað hoyrir eftir mínum
tykki við til eina góða dansiferð. Røddin var eitt sindur rustað aftaná eina
góða, langa dansinátt, men tað ger onki. Aksel Tórgarð hevði skrivað lesturin,
sum bleiv lisin, har hann hugleiddi um einkjuna í Nain. Seinasti sálmur, sum
vit sungu, var “Ongum er so trygt at fara.”

Kl. 16.30
sunnudagin hittust vit aftur á Ólafløtti – hesaferð
  at biðja sumbingum farvæl og takka fyri alt
gott. Framvegis av besta veðri at sigla. Nøkur vóru farin norðuraftur við
Smyrli fyrrapartin.

Norðskáli 2.
novembur 2016,
  Kathrina, Eysturoyar
dansifelag.

Skráin hjá Dansifelagnum í Havn fyri veturin 2016/17

Niðanfyri er vegleiðandi skráin fyri dansiveturin hjá Dansifelagnum í Havn í Hornahúsunum. Onnur lættari kvæði verða eisini tikin tá ov lítið er á skrá ella skipari fær forfall.

Fríggjakvøldið 7/10, kl. 21:00 Ársaðalfundur
Eingin skrá

Fríggjakvøldið 21/10, kl. 22:00
Eingin skrá

Fríggjakvøldið 28/10, kl. 22:00

Eingin skrá

Fríggjakvøldið 04/11, kl. 22:00

Niels: Kong Hans (Danske Kæmpe …)
Róald: Grindavísan (Nýggja kvæðabókin 2)
Heini: Kong Sverke (Danske Kæmpe …)

Fríggjakvøldið 11/11, kl. 21:00
Hugnakvøld.
Okkurt verður til matna og drekka.
Kostnaður 100,-
Hanus K.: Ámunds ríma (Kvæðabók I)
Janus K.: Runtsival stríð (Kvæðabók I)

Fríggjakvøldið 18/11, kl. 22:00
Leivs kvæði
Jóhannis: Randvers kvæði (Nýggja kvæðbókin 1)
Niels: Ribolt er en grevesøn (Danske kæmpe …)

Fríggjakvøldið 25/11, kl. 22:00
Magni: Fuglakvæði, alt (Tættir I)
Jóhannis: Einars ríma (Nýggja kvæðabókin 1)

Fríggjakvøldið 02/12, kl. 22:00
Birgir: Det er i nat en vågenat (Danske Kæmpe …)
Janus K.: Gøtuskeggjar (Nýggja kvæðabókin 2)
Niels: Spanieland og Myklegård (Danske kæmpe …)

Jólafrí

2. jólakvøld 26/12, kl. 19:00
Hugnakvøld við gestum.
Okkurt verður til matna og drekka.
Tiltakið er ókeypis.
Tróndar kvæði (Nýggja kvæðabókin 1)

Fríggjakvøldið 06/01, kl. 22:00
Kjartan: Gongurólvur (Gyltabók)
Niels: Ólavur Riddararós (ísl. lag)

Fríggjakvøldið 13/01, kl. 22:00
Gudbrands kvæði
Niels: Hafburd konge (Danske kæmpe …)
Dánial: Viljorm Kornus (Kvæðabók II)

Fríggjakvøldið 20/01, kl. 22:00
Róald: Burnaman (Danske kæmpe …)
Jóhannis: Brynhildar táttur (Færøiske kvæder)

Fríggjakvøldið 27/01, kl. 22:00

Gunnar: Brúsajøkil (Færøiske kvæder)
Janus K: Hertugen red (Danske kæmpe …)
Fía: Silvurlín (Færøsk Anthologi – Niðurliga: Matrori … Turri lurri gekk …)

Fríggjakvøldið 03/02, kl. 22:00
Dánial: Dronning Dagmar (Danske kæmpe …)
Brestir: Brestis kvæði (Nýggja kvæðabókin 1)
Heini: Odvalds ríma (Kvæðabók I)

Fríggjakvøldið 10/02, kl. 22:00
Janus K.: Jeg ser så mangt et orlogsskib (Danske kæmpe …)
Hanus K.: Der går dans på Ribergade (Danske kæmpe …)
Niels: Fípan Fagra (Færøsk Anthologi)

Leygarkvøldið 18/02, kl. 20:00
Ársveitsla í Sjónleikarhúsinum.

Fríggjakvøldið 24/02,
Eingin dansur!

Føstulávintsmánakvøld, 27/02
Dansa á Tjarnargarði

Aðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn

Boðað verður frá at aðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn verður í Hornahúsunum fríggjakvøldið 7. oktober 2016, kl. 21:00. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Umframt vanligu skránna til aðalfundin, verður eisini ein drekkamunnur og høvi verður hjá nýggjum limum at tekna seg. Harumframt verður høvi at skriva seg upp at skipa í vetur. Tá fundurin er liðugur verður farið upp á gólv. Fyrsta regluliga dansikvøld verður 21. oktober 2016, kl. 22:00.

Barnadansurin í Norðurlandahúsinum byrjar 7. oktober 2016, kl. 20:00. Ársveitslan verður leygarkvøldið 18. februar 2017, kl. 20, og er hetta eisini seinasta dansikvøld – tó fara vit at dansa á Tjarnargarði føstulávintsmánakvøld.

Víðvíkjandi limagjaldi

Heitt verður á limir felagsins um at rinda limagjaldið á kr. 300 við at flyta á konto felagsins í BankNordik 6460-150.899.9. Viðmerk navn og limagjald 2016-17. Limir, sum eru yngri enn 20 ár ella eru undir útbúgving, gjalda ikki limagjald.

Aðalfundurin 2016

 

 

Til øll limafeløgini og umboðsráðslimirnar

 

Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður

Leygardagin 24. septembur 2016, kl. 12.00 á Fróðskaparsetri Føroya,
Føroyamálsdeildin

V.U. Hammersheimbsgøta 16.

 

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini
møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.

 

 

Mál frá feløgum

·        
Norðstreymoyar
Dansifelag skjýtur upp, at Sláið Ring hevur eftirmetingar-/umboðsráðsfund stutt
eftir fastalávint, har tosað verður um dansiveturin, ið fór og lagt verður upp
til komandi dansivetur.

 

 

Mál, ið nevndin leggur fram til
umrøðu

·        
Skal Sláið
Ring hava reglur fyri føroysku klæðini, tá limir umboða Sláið Ring. Hugsað
verður m.a. um, at kvinnurnar skulu hava turriklæði um herðarnar.

·        
Fyri betri at
røkka aðalmálinum – at virka føroyskum dansi at frama, skjýtur nevndin upp, at
Sláið Ring setur fólk í tíðaravmarkað starv, 25% tíð í hálvt ár at byrja við.

·        
Dansináttin sum
Sláið Ring og NLH skipa fyri. Skuldi hon verið flutt til aðra tíð á árinum og
møguliga verið broytt til størri kvæða- og dansitiltak – ein kvæðafestival við
fyrilestrum, útferðum og dansi. Hóskandi kundi verið at lagt hann seinasta
vikuskifti í oktober.

·        
Hvussu við
Barnadansistevnu komandi á, tá vit hava Barnlek ?

·        
Nevndin boðar
til umboðsráðsfund um Barnlek 2017, leygardagin 5. november.

 

 

 

Fundarskrá til
ársaðalfundin

1.      Val av orðstýrara og
fundarskrivara.

2.      Ársfrágreiðing.

3.      Framløga av
grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.

4.      Viðgerð av innkomnum
málum.

5.      Ásetan av limagjaldi
fyri komandi árið.

6.      Val av nevnd og
trimum tiltakslimum.

7.      Val av grannskoðara.

8.      Ymiskt.

 

Kvæðaferð við Norrønu 2016

 

Kvæðaferð við Norrønu 21. – 24.
august 2016 til Danmarkar.

Tríggjar
ferðir hevur Sláið Ring saman við Smyril Line skipað fyri kvæðaferð  við Norrønu. Í maj 2012 og 2014 var kvæðaferð
til Íslands, og skipið lá á Seydisfirði 1½ døgn. Eg var við í 2012. Hesaferð
sigldu vit til Hirtshals og heimaftur. Tað hevði hóvað okkum í Sláið Ring betri
at siglt til Íslands, har skipið kann liggja við kaj 1½ samdøgur, tí tað ber
als ikki til at dansa føroyskan dans, um skipið livir bara eitt lítið vet. Men
tað var av besta veðri báðar vegir – skipið rørdist ikki, so vit kundu dansa
alt, sum vit orkaðu.

Uml. 130
fólk vóru við á kvæðaferðini – Jómsvíkingar og Sumbiar dansifelag væl umboðaði.
Kann ikki lata vera við at smílast, tá eg hugsi um hesi fólkini, sum hittast
til føroyskan dans. Veit hvaðani, tey eru og fái gott prát við tey, men teirra
kristna navn kenni eg ikki. Nógv av hinum ferðafólkunum umborð, komu eisini inn
í Saga Café at lurta og dansa.

Rasmus
Joensen, sum hevur verið formaður í Sláið Ring í áravís, byrjaði at orða við
Smyril  Line um kvæðaferð einaferð í 2010.
Hetta saman við einum skrivi í bløðunum frá Levi Niclasen í Hvalba førdi til
fyrstu kvæðaferðina, sum var so væleydnað, at hetta sjálvandi skuldi gerast
aftur.

Nøkur
kvæðir/vísur verða sett á skránna frammanundan og onkur verður biðin at halda
fyrilestur ella hava hugleiðingar um hesi. Til allar tríggjar kvæðaferðirnar
hava vit biðið fólk, sum hava dansað frá barni av, um at fortelja frá  góðum løtum í dansi. Hesi høvdu øll gjørt sær
stóran ómak. Eg haldi, at teir, sum vóru bidnir at skipa, tóku uppgávuna upp á
sama máta sum tey, sum skipa á landsdansistevnu.

Forkunnuga
og sera vakra  yrkingin “Kópakonan” hjá
Hans Andriasi Djurhuus bleiv eisini lisin upp týsdagin. Ivaleyst hevur hann –
eins og Kvívíks-Jógvan, sum yrkti Kópakvæði – fingið íblástur frá søgnini við
sama heiti, sum kom á prent í Færøsk Anthologi hjá V.U.Hammershaimb í 1891.

Stuttligt at
hava kapping við spurningum úr kvæðum og vísum. Til tey bæði innleiðandi
umførini vóru trý lið við trimum fólkum hvørja ferð. Tvey lið komu í finaluna,
sum var seinnapartin mikudagin. Tey trý á vinnaraliðnum vunnu ein jólatúr við
Norrønu í part, meðan hini fingu eitt vikuskiftið á deplinum í Skálavík í part.
Góðir vinningar frá Smyril Line.

Vit bæði
duga og tíma at syngja, og sangurin gekk so lystilga aftur við harmonikum.
Trivaligt sangheftið var gjørt til ferðina. Mikudagin spældi Jóanes so
hugaliga, at harmonikan gekk sundur og 
Ásmund, sum er gamal bilmekanikari, mátti fáa hana samanaftur.

Tað er
stórarbeiði, at skipað fyri slíkum tiltaki. Rasmus hevur lagt ótrúliga orku í
hesar tríggjar kvæðaferðirnar – hvussu nógvar tímar, hann hevur brúkt, veit
bara hann sjálvur. Lønin fyri slíkt verður ikki goldin í krónum, men tá
tiltakið eydnast væl  – og tað eydnaðist
sera væl hesaferð – so er tíðin væl brúkt. Lønin er góður dansur og glað
væluppløgd fólk.

Ein góður
máti at fjálga um dansin og leggja gerandisdagin frá sær uppá.

Eg vóni, at
vit gera kvæðaferð aftur um nøkur ár.

Kathrina,
Eysturoyar dansifealg.

Vága Dansifelag á Álandi

 

 

Vága Dansifelag, Álandsferð 28. juni –  4. juli 2016.

 

 

Vága Dansifelag hevur samarbeiði við dansifeløg úr hesum
londum:  Norra, Svøríki, Danmark, Finnlandi
og Álandi.

Vit hava dansað saman við hesum dansifeløgum við 2 og 3 ára
millumbili síðan 1981, og hesaferð gekk leiðin til Álands.

 

Skráin hjá okkum var:

 

Dansa inn: Ormurin Langi, Brestis Kvæði ella Harra Pætur
og Elinborg.

Det Røde Guldbånd

Sandoyadans

Slippudans ella bandadans

Ríða Ediling

Dansa út: Okkurt av tí omanfyri

 

 

Týsdagur, 28.06.2016

Fóru út á flogvøllin, áðrenn klokkan 7:30, tí vit í Vága
Dansifelag skuldu flúgva til Kastrup á veg til Álands á norðurlendska
dansistevnu. Alt gekk upp á stás, men dagurin var langur. Bussur avheintaði
okkum í Arlanda, kom við okkum umborð á ferjuna og koyrdi okkum líka til
Øvernæsgården í Mariehamn, har vit skuldu gista komandi dagarnar. Umborð á ferjuni
ávegis til Álands fingu vit góðan døgurða. Vit sigldu í tveir og ein hálvan
tíma og komu upp á pláss á Øvernæsgården klokkan hálvgum tólv um kvøldið. Har
tók Maiken Poulsen Englund móti okkum saman við limum úr álendska
dansifelagnum. Eftir at hava hugnað okkum eina løtu, fóru vit til songar um
tveytíðina. Tíðarmunurin er tveir tímar, so tað var ikki so seint eftir okkara
klokku.

 

 

Mikudagur, 29.06.2016

Sera gott veður í morgun. Vit hava etið morgunmat og hvílt
okkum aftan á strævna dagin í gjár. Veðrið gjørdist bara betri og betri út á
dagin og um kvøldið. Hava verið inni í miðbýnum í nakrar tímar mitt í dag. Frá
klokkan 17 til 20 vóru vit øll gestir hjá Guðrun Gudmundsen, sum býr í Álandi.
Einastandandi góð løta við góðum grillmati, dansi og framvegis góðum veðri.

 

Hósdagur, 30.06.2016

Frá klokkan 7:30 til 9:00 var morgunmatur á
Øvernæsgården.

Fyrrapartin vísti Maiken Poulsen Englund, sum eisini býr
í Álandi, okkum runt í Álandi. Vit koyrdu við bussi. Maiken fortaldi mangt og
hvat um Áland og samanbar við føroysk viðurskifti. Sjálvstýrið hjá Álandi kann
ikki samanberast við sjálvstýrið í Føroyum. Í Álandi verður alt stýrt úr Finnlandi.
Áland kom undir Finnland í 1809. Maiken var sera greið og vitandi. 

Vit fóru til kirkjuna, sum Maiken er deknur í. Tað er ein
ógvuliga gomul kirkja – vøkur og rúmlig. Aftaná fóru vit á eina cafe, sum eitur
Uffe på Berget og ótu álendskar pannukøkur. Vit fóru eisini til eina gamla
borg, men vit høvdu eingi atgongumerki, so vit gingu bara rundan um borgina.
Har var eitt savn av gomlum amboðum og húsum, sum vit hugdu inn í – sera
hugnaligt.

Síðan skiftu vit í føroysk klæði inni í býnum og fóru at
dansa á einum ellisheimi. Tað var ógvuliga stuttligt og alt gekk sera væl.
Síðani gingu vit runt í býnum í føroyskum klæðum – heilsaðu upp á Mariu Alexandrovnu,
keisarinnu – ein standmynd, sum álendingar hava fingið frá russum. Um kvøldið
grillaðu vit pyslur á Øvernæsgården saman við hinum norðurlendsku dansifeløgunum.

 Seinni hugnaðu vit
okkum niðri í fjøruni og høvdu tað sera stuttligt.

 

Fríggjadagur, 01.07.2016

Frá klokkan 7:30 til 9:00 var morgunmatur á Øvernæsgården,
men summi svóvu leingi og ótu ikki fyrr enn inni í býnum klokkan 11:00.

Frá klokkan 9 um morgunin og til umleið 11 var venjing í
eini fimleikarhøll. Maiken vísti okkum eisini runt í býnum. Veðrið var gott, og
vit fóru til eitt savn við modellum av gamla Mariehamn býi. Klokkan 15:30 til
17:30 var workshop á UNCAN. Har kundi man fara til vísusang, norðurlendskan
fólkadans og svenska polska.

Vit í Vága Dansifelag vóru ikki til nakra workshop, men í
staðin fóru vit inn á sjófartssavnið í Mariehamn. Har var nógv áhugavert at
síggja, so har steðgaðu vit eina góða løtu. Tá vit komu út aftur var so lítil
tíð eftir, til vit skuldu umborð á Pommern, so vit settu okkum á cafeina
uttanfyri og fingu okkum kaffi og kaku. Tað var nokk so kølið, so arbeiðfólkini
á cafeini komu við reyðum teppum, sum vit kundu balla okkum í – deiligt. Vit
sótu har og sóu oman á Pommern. Tað er eitt ógvuliga stórt stálseglskip, sum
hevur siglt á øllum heimsins høvum við farmi. Tá klokkan nærkaðist 18, byrjaðu
fólk at koma og stilla seg í kø.  Tá køin
var minkað eitt sindur,  fóru vit eisini
í køina. Umborð á Pommern var borðreitt við rækjum – royktum og kókaðum rækjum við
ymiskum afturvið. Rækjurnar smakkaðu óføra væl – serliga tær royktu. Tá vit
høvdu etið, fóru vit upp á dekkið. Har spældu spælimenn enskan sjómanstónleik
(shanties), og fólk stóðu og lurtaðu. So fóru vit upp á gólv. Edvard skipaði
Ormin Langa og tá kom lív í. Vit fingu góðan dans. Onkur onnur vísa varð eisini
tikin afturat, og tað bleiv ógvuliga væl dámt. Føroyski dansurin fekk lív í, og
fólk dansaðu eisini dúgliga til sjómanstónleikin.

 

Leygardagur, 02.07.2016

Henda dagin fóru vit í bussi inn í býin, tí vit vóru í
føroyskum klæðum. Vit skuldu eta á eini matstovu klokkan 11:00. Klokkan 13:00
dansaðu vit á torginum í Mariehamn. Aftaná dansin fóru vit so í skrúðgongu
gjøgnum býin og møttu hinum dansifeløgunum ymsa staðni á vegnum, og tey komu
upp í skrúðgonguna, sum endaði í Miramarparkini. Tað var gott veður og ein
ógvuliga hugnalig løta við góðum kórsangi. Seinni fóru vit heimaftur at rigga
okkum til fínan festdøgurða á Mariepark hotell. Hølið á hotellinum var ógvuliga
hugnaligt. Vit vóru umleið 150 fólk. Álendska dansifelagið hevði sett ymsisk
fløgg á borðini, so fólk kundu blandast, og tað riggaði hampuliga væl. Vit sótu
saman við finnlendingum, sindur strævi at snakka, men tað gekk. Vit høvdu tað
hugnaligt – tó har var onkur, sum einki dugdi uttan finskt, men so máttu onkur
finni, sum dugdi enskt, umseta til finskt.

 

 

 

Sunnudagur, 03.07.2016

Vit vóru niðri á havnaøkinum henda dagin. Keyptu ymisk
smáting í SALT, ein handil við heimagjørdum tingum. Við síðuna av hølinum SALT
vóru ymisk støð, har man kundi keypa sær okkurt at eta. Summi fóru at keypa sær
tvíflís og onnur keyptu kaffi og vaflur. Aftaná fór helvtin at svimja í
stásiligu svimjuhøllini, meðan hin helvtin fór inn í býin at njóta tað góða veðrið.
Guðrun Gudmundsen koyrdi, sum so ofta. Vit fóru eisini heim at hvíla okkum,
áðrenn vit um kvøldið fóru út at eta á matstovuni Indigo saman við Guðrun
Gudmundsen og hennara. Góður dagur.

 

Mánadagur, 04.07.2016

Avstaðfaradagurin. Møttu við bussin klokkan 06:15 og koyrdu
við bussinum oman til ferjuna, sum sigldi okkum til Stockholm. Bussurin fylgdi
við til Arlanda. Fingu góðan morgunmat umborð. Sigldu í umleið tveir og ein
hálvan tíma. Í Arlanda høvdu vit góða tíð. Frá Arlanda flugu vit til Kastrup,
bíðaðu umleið tveir tímar í Kastrup og flugu so víðari í Vágar og vóru her
umleið klokkan 20. Ein langur ferðingardagur, men alt hevði gingið væl, og enn
ein góð dansiferð var komin at enda.

Vága Dansifelag takkar 
fyriskiparunum í Álandi so hjartaliga, serliga takka vit Maiken Poulsen
Englund og Guðruni Gudmundsen.

 

 

Skrivað hevur

Anna Elisa Jacobsen

Aðalfundurin 2016


Til øll limafeløgini og umboðsráðslimirnar


Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður

Leygardagin 24. septembur 2016 kl. 12.00 á Fróðskaparsetri Føroya,
Føroyamálsdeildin

V.U.
Hammersheimbsgøta 16.

 

 

Fundarskrá til ársaðalfundin

1.     
Val
av orðstýrara og fundarskrivara.

2.     
Ársfrágreiðing.

3.     
Framløga
av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.

4.     
Viðgerð
av innkomnum málum.

5.     
Ásetan
av limagjaldi fyri komandi árið.

6.     
Val
av nevnd og trimum tiltakslimum.

7.     
Val
av grannskoðara.

8.     
Ymiskt.

 

 

 

Mál til aðalfundin skulu verða Sláið Ring, sr@sr.fo, í hendi innan 10.
septembur.

 

Limagjaldið kr.100,00.

Minnist til at gjalda limagjaldið innan 31.
august,
tí roknskaparárið er frá 01.09. – 31.08.

Kontan er í Eik Banka 9181 – 437.614.7.

 

Val av nevnd

Í ár standur Jonleif Johannesen, formaður í farloyvi, fyri vali.

Varalimirnir eru: Annika Olsen, Leikum Fagurt og Hildur Vestergaard, Sumbiar Dansifelag.

Varalimirnir
skulu vera tríggir.

 

 

 

Tórshavn, hin 17. august 2016

 

Rasmus A. Joensen, fm.

 

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×