Vága Dansifelag, Álandsferð 28. juni – 4. juli 2016.
Vága Dansifelag hevur samarbeiði við dansifeløg úr hesum
londum: Norra, Svøríki, Danmark, Finnlandi
og Álandi.
Vit hava dansað saman við hesum dansifeløgum við 2 og 3 ára
millumbili síðan 1981, og hesaferð gekk leiðin til Álands.
Skráin hjá okkum var:
Dansa inn: Ormurin Langi, Brestis Kvæði ella Harra Pætur
og Elinborg.
Det Røde Guldbånd
Sandoyadans
Slippudans ella bandadans
Ríða Ediling
Dansa út: Okkurt av tí omanfyri
Týsdagur, 28.06.2016
Fóru út á flogvøllin, áðrenn klokkan 7:30, tí vit í Vága
Dansifelag skuldu flúgva til Kastrup á veg til Álands á norðurlendska
dansistevnu. Alt gekk upp á stás, men dagurin var langur. Bussur avheintaði
okkum í Arlanda, kom við okkum umborð á ferjuna og koyrdi okkum líka til
Øvernæsgården í Mariehamn, har vit skuldu gista komandi dagarnar. Umborð á ferjuni
ávegis til Álands fingu vit góðan døgurða. Vit sigldu í tveir og ein hálvan
tíma og komu upp á pláss á Øvernæsgården klokkan hálvgum tólv um kvøldið. Har
tók Maiken Poulsen Englund móti okkum saman við limum úr álendska
dansifelagnum. Eftir at hava hugnað okkum eina løtu, fóru vit til songar um
tveytíðina. Tíðarmunurin er tveir tímar, so tað var ikki so seint eftir okkara
klokku.
Mikudagur, 29.06.2016
Sera gott veður í morgun. Vit hava etið morgunmat og hvílt
okkum aftan á strævna dagin í gjár. Veðrið gjørdist bara betri og betri út á
dagin og um kvøldið. Hava verið inni í miðbýnum í nakrar tímar mitt í dag. Frá
klokkan 17 til 20 vóru vit øll gestir hjá Guðrun Gudmundsen, sum býr í Álandi.
Einastandandi góð løta við góðum grillmati, dansi og framvegis góðum veðri.
Hósdagur, 30.06.2016
Frá klokkan 7:30 til 9:00 var morgunmatur á
Øvernæsgården.
Fyrrapartin vísti Maiken Poulsen Englund, sum eisini býr
í Álandi, okkum runt í Álandi. Vit koyrdu við bussi. Maiken fortaldi mangt og
hvat um Áland og samanbar við føroysk viðurskifti. Sjálvstýrið hjá Álandi kann
ikki samanberast við sjálvstýrið í Føroyum. Í Álandi verður alt stýrt úr Finnlandi.
Áland kom undir Finnland í 1809. Maiken var sera greið og vitandi.
Vit fóru til kirkjuna, sum Maiken er deknur í. Tað er ein
ógvuliga gomul kirkja – vøkur og rúmlig. Aftaná fóru vit á eina cafe, sum eitur
Uffe på Berget og ótu álendskar pannukøkur. Vit fóru eisini til eina gamla
borg, men vit høvdu eingi atgongumerki, so vit gingu bara rundan um borgina.
Har var eitt savn av gomlum amboðum og húsum, sum vit hugdu inn í – sera
hugnaligt.
Síðan skiftu vit í føroysk klæði inni í býnum og fóru at
dansa á einum ellisheimi. Tað var ógvuliga stuttligt og alt gekk sera væl.
Síðani gingu vit runt í býnum í føroyskum klæðum – heilsaðu upp á Mariu Alexandrovnu,
keisarinnu – ein standmynd, sum álendingar hava fingið frá russum. Um kvøldið
grillaðu vit pyslur á Øvernæsgården saman við hinum norðurlendsku dansifeløgunum.
Seinni hugnaðu vit
okkum niðri í fjøruni og høvdu tað sera stuttligt.
Fríggjadagur, 01.07.2016
Frá klokkan 7:30 til 9:00 var morgunmatur á Øvernæsgården,
men summi svóvu leingi og ótu ikki fyrr enn inni í býnum klokkan 11:00.
Frá klokkan 9 um morgunin og til umleið 11 var venjing í
eini fimleikarhøll. Maiken vísti okkum eisini runt í býnum. Veðrið var gott, og
vit fóru til eitt savn við modellum av gamla Mariehamn býi. Klokkan 15:30 til
17:30 var workshop á UNCAN. Har kundi man fara til vísusang, norðurlendskan
fólkadans og svenska polska.
Vit í Vága Dansifelag vóru ikki til nakra workshop, men í
staðin fóru vit inn á sjófartssavnið í Mariehamn. Har var nógv áhugavert at
síggja, so har steðgaðu vit eina góða løtu. Tá vit komu út aftur var so lítil
tíð eftir, til vit skuldu umborð á Pommern, so vit settu okkum á cafeina
uttanfyri og fingu okkum kaffi og kaku. Tað var nokk so kølið, so arbeiðfólkini
á cafeini komu við reyðum teppum, sum vit kundu balla okkum í – deiligt. Vit
sótu har og sóu oman á Pommern. Tað er eitt ógvuliga stórt stálseglskip, sum
hevur siglt á øllum heimsins høvum við farmi. Tá klokkan nærkaðist 18, byrjaðu
fólk at koma og stilla seg í kø. Tá køin
var minkað eitt sindur, fóru vit eisini
í køina. Umborð á Pommern var borðreitt við rækjum – royktum og kókaðum rækjum við
ymiskum afturvið. Rækjurnar smakkaðu óføra væl – serliga tær royktu. Tá vit
høvdu etið, fóru vit upp á dekkið. Har spældu spælimenn enskan sjómanstónleik
(shanties), og fólk stóðu og lurtaðu. So fóru vit upp á gólv. Edvard skipaði
Ormin Langa og tá kom lív í. Vit fingu góðan dans. Onkur onnur vísa varð eisini
tikin afturat, og tað bleiv ógvuliga væl dámt. Føroyski dansurin fekk lív í, og
fólk dansaðu eisini dúgliga til sjómanstónleikin.
Leygardagur, 02.07.2016
Henda dagin fóru vit í bussi inn í býin, tí vit vóru í
føroyskum klæðum. Vit skuldu eta á eini matstovu klokkan 11:00. Klokkan 13:00
dansaðu vit á torginum í Mariehamn. Aftaná dansin fóru vit so í skrúðgongu
gjøgnum býin og møttu hinum dansifeløgunum ymsa staðni á vegnum, og tey komu
upp í skrúðgonguna, sum endaði í Miramarparkini. Tað var gott veður og ein
ógvuliga hugnalig løta við góðum kórsangi. Seinni fóru vit heimaftur at rigga
okkum til fínan festdøgurða á Mariepark hotell. Hølið á hotellinum var ógvuliga
hugnaligt. Vit vóru umleið 150 fólk. Álendska dansifelagið hevði sett ymsisk
fløgg á borðini, so fólk kundu blandast, og tað riggaði hampuliga væl. Vit sótu
saman við finnlendingum, sindur strævi at snakka, men tað gekk. Vit høvdu tað
hugnaligt – tó har var onkur, sum einki dugdi uttan finskt, men so máttu onkur
finni, sum dugdi enskt, umseta til finskt.
Sunnudagur, 03.07.2016
Vit vóru niðri á havnaøkinum henda dagin. Keyptu ymisk
smáting í SALT, ein handil við heimagjørdum tingum. Við síðuna av hølinum SALT
vóru ymisk støð, har man kundi keypa sær okkurt at eta. Summi fóru at keypa sær
tvíflís og onnur keyptu kaffi og vaflur. Aftaná fór helvtin at svimja í
stásiligu svimjuhøllini, meðan hin helvtin fór inn í býin at njóta tað góða veðrið.
Guðrun Gudmundsen koyrdi, sum so ofta. Vit fóru eisini heim at hvíla okkum,
áðrenn vit um kvøldið fóru út at eta á matstovuni Indigo saman við Guðrun
Gudmundsen og hennara. Góður dagur.
Mánadagur, 04.07.2016
Avstaðfaradagurin. Møttu við bussin klokkan 06:15 og koyrdu
við bussinum oman til ferjuna, sum sigldi okkum til Stockholm. Bussurin fylgdi
við til Arlanda. Fingu góðan morgunmat umborð. Sigldu í umleið tveir og ein
hálvan tíma. Í Arlanda høvdu vit góða tíð. Frá Arlanda flugu vit til Kastrup,
bíðaðu umleið tveir tímar í Kastrup og flugu so víðari í Vágar og vóru her
umleið klokkan 20. Ein langur ferðingardagur, men alt hevði gingið væl, og enn
ein góð dansiferð var komin at enda.
Vága Dansifelag takkar
fyriskiparunum í Álandi so hjartaliga, serliga takka vit Maiken Poulsen
Englund og Guðruni Gudmundsen.
Skrivað hevur
Anna Elisa Jacobsen