Mikudagur 12. november 2014
Vit fóru úr
Vágum klokkan 8.15 um morgunin, millumlendu í Kastrup og komu til Arlanda
seinnapartin. Tá vit komu út í tún frá flogvøllinum var longu myrkt. Koyrdu inn
til miðbýin við bussi og tóku taxa haðani til hotellið, sum vit skuldu búgva á.
Deiliga hugnaligt hotel við fittum starvsfólki. Ótu
døgurða á hotellinum. Vit fingu hjortakjøt. Tað smakkaði óføra væl. Fóru síðan
út ein túr at hyggja okkum um, men tað var so myrkt, so vit sóu ikki nógv.
Komin aftur á hotellið keyptu vit okkum kaffi og ís.
Hósdagur 13. november 2014.
Vit fóru upp um 8 tíðuna. Fóru niðurundir at fáa
okkum morgunmat. Góður morgunmatur við egg, bacon og pylsum umframt rundstykkir
og jogurt og annar mjólkaúrdráttur.
Mett og væl sett fóru vit út at hyggja eftir býnum.
Kvøldið fyri høvdu vit hugt í skránna fyri ráðstevnuna og høvdu funnið út av,
at vit høvdu fingið tvinnar adressur, har ráðstevnan skuldi vera, og vit valdu
ta adressuna, sum var longri vekk, tí vit vildu hava ein gongutúr burturúr. Tað
fingu vit eisini, ein langan og lítið áhugaverdan túr. Gingu framvið
sjúkrahúsi, stadionøki og skúlabygningum – einki stað, har man kundi seta seg
niður at hvíla seg. So vit brúktu næstan alla ta ljósu tíðina av degnum at
ganga til ein universitetsbygning og heim aftur á hotellið.
Ná, men so mátti vit finna hina adressuna, vit høvdu
fingið upplýst, og tað vísti seg, at tað tók bert eitt korter at ganga. Vit
hildu, tað var eitt sindur villingarsamt, tí vit skuldu yvir um eina brúgv, sum
gekk yvirum eina jarnbreytarlinju, og so millum hús, til vit komu oman á vegin.
Vit funnu skjótt Dans & Sirkushøgskolan, men tá vit skuldu heim aftur til
hotellið, viltust vit og funnu ikki brúnna yvir um jarnbreytina. Tá høvdu vit gingið
ov langt – vóru farin millum tey skeivu húsini. Vit sóu niður á jarnbreytina,
men funnu ikki brúnna. So vendu vit og fóru aftur har, vit vóru komin frá, og
tá valdu vit ta rættu gøtuna.
Komin til hotellið ringdi eg til Ulf Hagstrøm Svenson,
fyriskipara av ráðstevnuni, og spurdi hvar vit skuldu møta, og hann segði, at
vit skuldu møta á Dans&Sirkushøgskolan, so vit høvdu gingið allan tann
langa túrin til onga nyttu – vit gingu 20.000 skritt henda dagin J
Seinnapartin komu fleiri av luttakaranum til dansiráðstevnuna
– millum onnur eitt íslendsk par, sum beinanvegin spurdi okkum, um Maria og
Trygvi ikki vóru við. Ulf Hagstrøm kom eisini, og hann segði, at vit øll skuldu
fylgjast til DOCH (Dans & Sirkushøgskolan), so vit kundu spart okkum øll
skrittini. J
Um kvøldið ótu vit alt gott úr sjónum.
Fríggjadagin 14. november 2014.
Fóru tíðliga upp – áðrenn klokkan 7. Tá vit komu
niður, vóru fleiri har, sum skuldu til ráðstevnuna.
Komin til DOCH meldaðu vit okkum til ráðstevnuna. Har
var eisini morgunmatur at fáa, men vit fóru til eina workshop, sum Sigurd Heide,
(norskur), leiðari í dansibólkinum Kartellet, hevði. Tað var frá 9:30 til
10:30. Tað var stuttligt at síggja, men tað var ikki nakað, sum vit kundu brúka
til føroyskan dans.
Klokkan 10:30 bleiv dansiráðstevnan sett. Vit vóru
umleið 100 fólk. Ein, sum æt Urban Lind skuldi seta ráðstevnuna, men av tí at
hann ikki fekk komið, setti ein sum æt
Petra (fekk ikki eftirnavnið við) ráðstevnuna.
Aftaná vóru tað fleiri, sum høvdu orðið. Mest varð
snakkað um at fáa tey ungu við, fáa dansin inn í skúlarnar – gera eina ketu frá
smábørnum til børn og tannáringar, men hvussu fáa vit tað at henda? Vit mugu
lurta eftir hvat tey vilja hava, so tey føla ábyrgd fyri dansinum – stuðla
teimum sum taka initiativ.
Hetta ljóðaði nokk so kent í okkara oyrum. Er hetta
ikki tað sama, sum vit snakka um á hvørjum aðalfundi hjá Sláið Ring? Annars var
ráðstevnan um at fáa fólkadansin upp á pallin, so man fekk profesionellar fólkadansarar.
Nøkur ung eru byrjað. Í Norra er ein bólkur, sum eitur Kartellet og í Danmark
er ein, sum eitur Embla. Á DOCH kann man læra til dansipedagog. Tey vildu hava,
at ungir fólkadansarar kundu læra til profesionellar fólkadansarar, so tey
kundu hava uppvísning í dansi á palli. Og tað skuldi vera norðurlendskur dansur
við tí íblástri dansurin hevði fingið uttanlands frá, sum til dømis úr Pólandi.
Tað bleiv snakkað um tað norðurlendska brandið og um
hóttanir og møguleikar hjá dansinum – ábyrgd yvirfyri norðurlendskum mentunnararvi,
og at dansurin var eitt amboð fyri norðurlendskum støði í heimssamfelagnum.
Almenni dagurin endaði klokkan 17:30.
Frá klokkan 18 til 20 var døgurði, og aftaná var
farið at hyggja eftir sýningum hjá ymsum dansibólkum. Polskans historia i
Sverige, Kartellet (Norra) og Vakeva Kollektivet (Finland).
Klokkan var 22:30, tá vit komu á hotellið – ein
langur og áhugaverdur dagur.
Vit fingu 2 minuttir við av fótbóltslandsdystinum
millum Grikkaland og Føroyar. Tað vóru spennandi minuttir, men vit vunnu 1 – 0.
Leygardagur 15. november 2014.
Hesin dagur byrjaði við workshoppum. Eg var til eina
workshop hjá einari danskari damu, Rikke Rasmussen. Vit fingu eina søgu, sum
vit skuldu gera ein dans burtutúr. Søgan var, at ein vinur skuldi koma at
vitja, men vinurin kom ikki fram, og tú gekk aftur og fram á gólvinum, hugdi út
gjøgnum vindeyga, ringdi – tað svaraði ikki –
og út í tún at hyggja – eingin kom. So endiliga bankaði uppá. Hetta
skuldu vit so gera ein dans burturúr, og tað var ymiskt hvussu tað gekk. Eg
dugdi ikki at síggja, hvussu vit kundu yvirføra hetta til føroyskan dans –
uttan tað, at vit hava søgurnar.
Hetta er sovorðið, sum tey halda kann brúkast til
dans á palli.
Trupuleikin er tradisjón contra menning við
fólkadansinum á palli. Men onkur helt, at um 10 ár vóru fleiri profesionellir
fólkadansarabólkar.
Niðurstøðan av ráðstevnuni var, at útbúgving er
neyðug, men tey útbúnu mugu eisini kunna brúkast.
Ráðstevnan endaði klokkan 14:30.
Næsta ráðstevnan verður í Norra í 2016.
Sunnudagur 16. november 2014.
Hetta var dagurin, vit høvdu til at hyggja eftir
býnum, men dagurin er stuttur hesa ársins tíð, so vit fóru tíðliga frá húsum,
ætlaðu okkum í Gamla Stan. Vit tóku tunnilsbanan til Gamla Stan. Har gingu vit
runt á stein-settum smølum gøtum, hugdu í handlar og keyptu ymiskt. Tað var
kalt og vindur. Vóru runt í kongaslottinum, sjálvt í skatkamarinum hjá kongi.
Tað var ikki nakað serligt veður at ganga úti, so tá
vit komu út úr kongaslottinum, fóru vit at leita eftir tunnilsbananum og vóru
aftur við hotellið um fýratíðina.
Seinni fóru vit til gongu oman á Sveavegen at vita,
um vit funnu minnisplátuna yvir Olof Palme. Tá vit komu oman har, sum vit hildu
minnisplátan mundi vera, byrjaðu vit at hyggja. Vit hildu, at tað mundi vera
eitt minnismerki, men vit sóu einki. So fóru vit yvir um vegin, men har var
heldur einki at síggja. At enda spurdu vit eina damu. Hon var ikki heilt
sikkur, men helt, tað var hinumegin vegin. Vit so yvirum aftur, hugdu og hugdu,
har var einki at síggja.
So sóu vit ein vaktarmann, sum kom út úr einum
bygningi. Vit spurdu hann, um hann visti hvar minnisplátan um Olof Palme var,
og hann peikaði niður fyri føturnar á okkum, og har var minnisplátan niðri í vegnum. Vit hava nokk
gingið og tvassað á henni fleiri ferðir, meðan vit hava leitað. So vit vóru
eitt sindur nipin.
So gingu vit
yvir eftir Tunnelsgatan, har drápsmaðurin var farin rennandi og upp gjøgnum
einar trappur. Har var ógvuliga myrkt, so tað var lætt at
fyristilla sær, hvussu tað hevði gingið fyri seg.
Mánadagur 17. november 2014
Ferðin er at enda komin.
Koyrdu frá hotellinum klokkan 13, skuldu flúgva
klokkan 16.15. Ein fantastiskur túrur at enda komin, sera góða tænastu á Elite
Hotel Arcadia í Stockholm. Millumlendu í Kastrup og vóru í Vágum klokkan otta
um kvøldið.
Skrivað hevur:
Anna Elisa Jacobsen, skrivari í Sláið
Ring