aðalfundurin hjá Sláið Ring verður 13. sep 2014

Leygardagin 13. septembur 2014 kl. 12.00 í húsum Føroya Lærarafelags, Pedda við Steinsgøtu 9, Tórshavn.


 


Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.


 


Mál, ið nevndin leggur fram til umrøðu


 


·            Upptøkur til Kringvarpið og kringvarpsendingar


 


·            Uttanlandsferðir og føroysk klæðir


 


·            Tiltøk við dansi. Dansináttin


 


·            Nýtt brúðarvísuhefti


 


·            Broytingar í stuðulinum frá Mentamálaráðnum


 


·            Barnadansistevnan 2015. Eysturoyar Danisfelag skipar fyri stevnuni.


 


·            Barnadansur. Umsóknarfreist, stuðul og umrøða av møguligum FUR-limaskapi, frítíðarvirksemi.


 


·            Tiltøk fyri ung.


 


·            Barnlek 2017


 


·            Skúlatilfar um brúðarvísurnar


 


·            Langtiðarfíggjarætlanin


 


·            Landsdansistevnan. Hvussu skal Landsdansistevnan skipast?


 


·            Stuðul til Busskoyring


 


·            Løn fyri dansiframførslur


 

Vitjan úr Noregi

 


Frá
24-28 juli høvdu vit í Eysturoyar dansifelag vitjan av 32 fólkum frá
dansifelagnum “Rakne” úr Noregi.  Tey
hava heimstað í Jessheim, sum liggur nærhendis Eidsvoll nakað norðanfyri Oslo.  Nøkur av teimum vóru eisini í Føroyum fyri 25 árum
síðani, tá sama felag vitjaði í Klaksvík.

Vestanfyri
Jessheim liggur “Raknehaugen”, sum er størsti gravheyggur í Norðureuropa.
Heyggurin er gjørdur uml. 550 e. Kr. 
og  verður hildin at vera ein
kongagrøv.  “Leikaringen Rakne”, sum er
stovnað 1965,  hevur fingið sær navn
eftir hesum heyggi.

Høvuðsørindini
hjá teimum  vóru at uppliva Ólavsøku, so
tey fóru til Havnar at vera, tá tey høvdu verið hjá okkum í tríggjar dagar.

Tey
komu við flogfari hóskvøld og høvdu innivist á Hotel Runavík.  Fríggjadag fóru vit til Havnar eftir oyggj,
fyri at vísa teimum vakra útsýnið – serliga av Norðadalsskarði og vestureftir.
Men tað var so kjaftsvart í mjørkja, at vit sóu slett onki, fyrr enn vit komu  omanum Hotel Føroyar, har tey búðu um Ólavsøkuna.
 Vitjaðu fyrst á Fornminnisavninum og
fóru so við býbussum  oman á Marco Polo,
har vit høvdu bílagt buffet. Tey vóru samd um, at vit eiga eitt gott tjóðsavn
og púra ovfarin av, at tað er ókeypis fyri brúkaran at koyra við býbussi. Vit
gingu  úti á Tinganesi, fingu høvi til at
fara inn í Dómkirkjuna, sum stóð opin og gingu í miðbýnum til kl. 15.00, tá vit
fóru túr við Norðlýsinum – framvegis nógvur mjørki.  Vit avgjørdu at leggja at í Nólsoy fyri at vita,
um tað klárnaði eitt sindur.

Birgir
Enni, sum hevur ført Norðlýsið í nógv ár, gav okkum tey hyggjuráð at ringja til
Jens Kjeld Jensen, fuglaútstappara.  Og
væl bar til – hann var inni og játtaði beinanvegin at taka ímóti hesum 36
fólkunum.  So ístaðin fyri at síggja
livandi fugl, so fingu  vit  góða frágreiðing um lunda, havhest, drunnhvíta
v.m., umframt at vit sluppu inn á verkstaðið hjá honum. Norðlýsið førdi okkum
inn aftur til Runavíkar.

Leygardagin
byrjaði skráin kl. 11.00, tá dansiframsýning var á torginum sunnanfyri
býráðshúsið í Runavík.  Veðrið var gott
og kunningarstovan hevði vundið føroyska flaggið á stong og lýst tiltakið so
mikið væl, at tað mundu vera uml. 100 fólk, 
tá norðmenninir eru taldir við. 
Aftaná framsýningina dansaðu vit føroyskan dans eina løtu.

Tey
dansaðu eftir livandi tónleiki – ikki violin, sum vit ofta síggja – men tvær
systrar spældu uppá harmoniku ella trekkspel, sum tey siga í Noregi. Pápi
teirra hevði lært tær at spæla. Ole Johan Røtterud, sum er dansileiðari hjá
teimum, greiddi væl frá bæði tjóðbúnum og dansi. Seinnapartin vitjaðu tey í
Norðagøtu og nýggju kirkjuna við Gøtugjógv.

Um
kvøldið var veitsla á Sjókafeeini, har vit vóru 65 fólk í alt. Sum gávu fingu
vit eina bók við heitinum “ Romeriksbunaden”, sum Rakne  gav út á egnum forlag 1985.

Sunnudagin
gingu vit runt um Toftavatn fyrrapartin í góðum veðri, meðan vit seinnapartin
fóru við bussi til Oyndafjarðar, Funnings og Gjáar. Tá døgurðin var etin á
Gjáargarði, sungu vit báðar tjóðsangirnar.  Norðanfyri var mjørki og sirm, so vit sóu
hvørki Slættaratind ella Risa og Kelling.

Vit
søgdu gestunum farvæl, tá vit komu aftur til Runavíkar. Fremmandafólkini fáa
sjálvandi nógv at vita á einum slíkum túri, men vit sum leggja túrin til rættis
fríska eisini nógv uppaftur og síggja 
støð í Føroyum, sum vit annars ikki høvdu  vitjað. Tríggir góðir dagar at enda komnir.

 

 

 

                                                                                  

Dansináttin í Norðurlandahúsinum 2. aug 2014

Tiltakið
hevur verið nærum á hvørjum ári, síðani Norðurlandahúsið opnaði. Dansitíðin er
vetrarhálvuna, men fleiri eru, ið kundu ynskt sær eina dansinátt um summarið,
tí saktans kunnu hesar verða góðar og minnisríkar.

 

Ikki minst Norðurlandahúsið vil nýta høvi til
at bjóða fólki inn. Húsið er stórsligið. Uttan sum ein álvheyggur og innan ein
arkitektonisk perla, har ein summardansinátt setir sín serliga dám  

 

 

Ólavur ríður eftir bjørgunum fús,

fann hann uppá eitt
álvarhús.

 

Út kom eitt tað álvafljóð,

flættað hár á herðar dró.

                                                (úr Ólavur Riddararós)

           

 

Talan er um almennan dans og eru øll vælkomin.
Hetta er tiltak, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri í felag.

 

Byrjað verður kl.
21.00 og dansurin endar kl. 01.00. Er dansurin góður, verður hildið á eitt
sindur longur.                                    

 

 

Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama.

Nordlek 2014

 

Barnlek
2014



Í døgunum 9. – 12. juli varð Barnlek 2014 hildið í
Gærðabær í Íslandi. Luttakaratalið lá um 900 og av teimum vóru vit uml. 115 úr
Føroyum.

Meginparturin fór við flúgvara tíðliga um morgunin
hin 9., og onkur varð, sum fór við Norrønu.

Vit búðu øll á sama skúla saman við nógvum øðrum ungum
frá hinum londunum. Okkara búðu í somu leingju, summi á ovaru hædd og hini á
niðaru. Vit høvdu soviposa við og luftmadrassur at sova á. Tí mátti byrjast við
at fáa luft í madrassurnar, men tað gekk væl, fingu elektriskar pumpur.

Um kvøldið skuldi setanin verða, so tá vit høvdu
etið morgunmat og funnið plássini, har vit skuldu sova, fóru vit at venja.

Frammanundan eini slíkari stevnu, hava øll londini
valt ein “samdans”, sum øll hini londini eisini hava lært seg, tá tey koma.
Okkara samdansur var: Bjerget ligger langt ud i skoven, og hann kvóðu vit til
setanina. Vit kvóðu hann eisini fleiri ferðir seinni, og tað var sera
hugtakandi at síggja, hvussu væl hini høvdu lisið uppá. Tey funnu skjótt stevið
og orðini dugdu tey eisini.

Tá stevnan varð sett, vórðu fløggini fyrst borin
inn, síðani bjóðaði leiðarin fyri stevnuna øllum vælkomnum og borgarstjórin
setti stevnuna.

Nú fóru luttakarar úr teimum ymsu londunum at vísa teirra
“samdansir”.

Tá øll høvdu víst sínar dansir, varð boðið upp til
ein samansjóðandi dans, har øll fingu høvi at verða við, bæði børn, ung, ommur
og abbar og leiðarar. Tað var ein langur hali, sum buktaði seg um alt gólvið í
teirri stóru høllini.

Nú var setanin liðug, og almenni dansurin byrjaði.
Eitt land skipaði fyri í senn og hini kundu fara uppí. Okkara smæddu seg ikki
burtur, men royndi ar vera við. Tey vóru sera røsk. Tá vit so tóku saman,
gjørdist ringurin sera stórur, tí so nógv komu uppí. Vit fingu stevið og so
varð byrjað, men fyrst søgdu vit nakað um innihaldið í tí, sum vit kvóðu.

Umframt dans vóru eisini útferðir gjørdar. Tað bar
til at velja millum fleiri. Fleiri fóru til Gullfoss, Geysir og Tingvellir. Onnur
fóru runt Reykjanes.

Stevnan endaði leygarkvøldið 12. Tá vóru vit í eini
ríðihøll uttanfyri Garðabær, har bólkar frá øllum londunum dansaðu, síðani sóu
vit reiðfólk á hestbaki. Alt tað endaði við, at Íslendingar takku fyri eina
góða stevnu og Føroyar tók við Tingakrossinum/”budstykket” og tóku yvir
ábyrgdian fyri Barnlek, sum verður í Føroyum í 2017.

 

Rasmus
Joensen

Kvæðachruse 2014

  


Mánadagin 26. Mai byrjaði kvæðakrúsið, tá Norrøna fór av Havnini til Íslands við fleiri hundrað dansarum. Lagið var gott, og øll kendust meir ella minni.


Tað var av allarfagrasta veðri, og fólk samlaðust uppi á sóldekkinum. Har var harmonikaspæl og sangur.


Um kvøldið samlaðust fólk í Saga, har Sámal í Hoygarðinum úr Funningi og Anna Elisa Jacobsen úr Miðvági, hugleiddu um góðar løtur í dansi. Inn ímillum undirhelt RobertMcBirni við sangi og søgum, og tað var ógvuliga stuttligt. Aftaná gekk dansurin lystuliga.


Klokkan 9:00 um morgunin íslendska tíð komu vit til Seydisfjørðin. Veðrið var sera gott, men kalt.


Henda dagin fóru vit útferð við bussi til Neskaupstað. Har vitjaðu vit eitt sjóvinnusavn og fingu ein fyrilestur um føroyingar í Íslandi  fyri aldarkiftið 1900.


Aftaná gingu vit runt og hugdu eftir ymiskum. Har vóru nógv amboð, sum teir gomlu sjómennirnir kendu aftur. Á loftinum á savninum vóru fuglar og djór, sum livdu í Ísland.


Um kvøldið helt Turid Sigurdardóttir sera áhugaverdan fyriletur um Kjartan Ólavson. Aftaná skipaði Helga Hermansen Kjartan Ólavson, og tað gekk eisini  sera væl.


 


Mikudagin 28. mai gingu vit túr í Seydisfirði.


Seinnapartin mikudagin hevði Rasmus Joensen ein fyrilestur um Virgarðskvæði og aftaná skipaðu sumbingar Virgarðskvæði, ið gekk ógvuliga væl.


Hósdagin 29. mai komu vit aftur á Havnina í allarbesta veðri.


Til tykkum øll, sum vóru við, takk fyri ein avbera góðan túr.


 


Anna Elisa Jacobsen, skrivari í Sláið Ring


 


Mánadagin 26. Mai byrjaði kvæðakrúsið, tá Norrøna fór av Havnini til Íslands við fleiri hundrað dansarum. Lagið var gott, og øll kendust meir ella minni.


Tað var av allarfagrasta veðri, og fólk samlaðust uppi á sóldekkinum. Har var harmonikaspæl og sangur.


Um kvøldið samlaðust fólk í Saga, har Sámal í Hoygarðinum úr Funningi og Anna Elisa Jacobsen úr Miðvági, hugleiddu um góðar løtur í dansi. Inn ímillum undirhelt RobertMcBirni við sangi og søgum, og tað var ógvuliga stuttligt. Aftaná gekk dansurin lystuliga.


 


 

Matgleði, kabarett og føroyskur dansur

  

Fríggjakvøldið á Norðoyarstevnu, tann 30.
mai, skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri einum áhugaverdum hugnakvøldi. Á skránni
verður sera góður matur við ráðvørum úr Norðoyggjum, framúr skemt við kabarettini
“Luktur í smakkinum” og føroyskur dansur.

Kvøldið byrjar í Skálanum klokkan 18.00
við borðhaldi. Fyri matinum stendur sjónvarpskokkurin Gutti Winther, ið megnar
at fáa spennandi forkunnugar rættir burtur úr føroyskum ráðvørum. Gutti fer at
borðreiða við trimum rættum. Forrætturin verður saltfiskur, meðan høvuðsrætturin
verður lambskjøt. Báðir rættirnir verða krydraðir við heimligum summargrønum
urtum. Oman á verður borðreitt við rabarbum, har havhestaegg og vanilla gera dessertina
til nakað heilt serligt. Afturvið matinum verða spennandi drykkjuvørur frá Føroya
Bjór. Drykkjuvørurnar eru útvaldar, við tí fyri eyga, at geva gestunum eina
framúr heildaruppliving, har matur og drekka arbeiða hond í hond, gómanum at
frama. Góðir veitslusangir og harmonikutónar verða partur av  borðhaldinum.

Klokkan 21.00 verður farið til
hallarkabarettina “ Luktur í Smakkinum”. Hallarkabarettin er í Badmintonhøllini,
ið liggur 20 metrar frá Skálanum. Klaksvíkar Dansifelag hevur bílagt pláss til
gestirnar, so ikki verður neyðugt at skunda sær frá borðinum.

Hallarkabarettin hevur, á hvørjum ári, verið
sera væl frágingin, og í ár sigst ikki verða nakað undantak. Tað eru kend fólk,
sum fara á pallin hetta kvøldið. Úr rúgvuni kunnu nevnast  Jákup Veyhe, Rudolf Joensen, Hilmar Jan og
Jákup Bernhard Brim. Tónleikin til kabarettina spæla Showmenn, ið er mannað av James Olsen, Jens Marni Hansen, Kim Hansen og Jóhannus
á Rógvu Joensen
.

Eftir kabarettina kl.
23.00 verður almennur føroyskur dansur í Skálanum, og hava tey, sum melda seg
til tiltakið, ókeypis atgongd. Annars eru allir Norðoyarstevnugestir vælkomnir
í føroyskan dans í Skálanum hetta kvøldið.

Tiltakið kostar 550 kr.
Tilmelding fer fram hjá 

Jónleifi Johannesen, 

teldupost : jonleif.johannesen@skulin.fo  

tlf: 235766.

Við Norðoyarstevnukvøðu

Klaksvíkar Dansifelag

 

Kvæða cruise 2014

 

Mánadagur
26.05

13.45   
Vælkomst og kunning í Saga

14.00   
Fráferð av Havnini

14.10    Harmonikutónar
ljóða í Sky Bar ímeðan vit sigla ímillum oyggjarnar

19.30   
Kvøldarbuffet í Norröna Buffet Restaurant

21.00    Góðar løtur við
dansi, skemti og felagssangi í Saga

23.00    Vit fara upp á
gólv í Saga


Týsdagur
27.05

07.00-10.00   
Morgunmatur í Norröna Buffet Restaurant

10.30-17.00
   Útferð til Neskaupstaðir

18.00
   Kvøldarbuffet í Norröna Buffet Restaurant

21.00
   Fyrilestur um Kjartan Ólavsson í Saga


22.00    Vit kvøða Kjartan Ólavsson v.m. í Saga


Mikudagur
28.05

07.00-10.00   
Morgunmatur í Norröna Buffet Restaurant

10.00
   Gongutúrur í Seyðisfirði

16.30   
Fyrilestur um Virgarðskvæðið í Saga

17.00   
Vit kvøða Virgarðskvæðið í Saga

18.00
   Kvøldarbuffet í Norröna Buffet Restaurant

20.00   
Fráferð av Seyðisfirði

21.00
   Felagssangur og skemt í Saga

21.30
   Vit fara uppá gólv í Saga

 

Hósdagur
29.05


07.00-10.00
   Morgunmatur í Norröna Buffet Restaurant

11.00       Spurnarkapping um kvæði og kvæðasøgu í
Saga

15.00    Vit koma á Havnina



Kvæða cruise 2014

Viðv. Kvæðaferðini til Íslands.

Fleiri hava spurt um útferðir.

Týsdagin 27. verður útferð til Neskaupstað frá kl. 10:30 til 17:00. Kostnaðurin er kr. 195,-.

Mikudagin 28. verður skipað fyri gongutúri á Seyðisfirði við frásøgufólki, kostnaður kr. 85,-. 

Tilmelding er við at venda sær til Smyril Line 34 59 00.

Klaksvíkar Dansifelag ger nógv burturúr á Norðoyarstevnu

 Fríggjakvøldið á Norðoyarstevnu, tann 30 mai, skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri einum sera góðum tiltakið, við fantastiskari 3-rættari matskrá. Kokkur verður sjónvarpskokkurin Gutti Winther. Hann kemur at geva gestunum matgleðið úr framúr ráðvørum úr Norðoyggjum. Nevnast kunnu m.a hvonnbløð úr Skarðstør og havhestaegg úr Kalsoynni. Undir borðhaldinum kemur Jóanes Johannesen úr Dali at spæla til sangin. Eftir matarskránna, verða gestirnir bodnir til skemti “Luktur í smakkinum”, sum Rudolf Joensen, Jákup Veyhe og onnur spæla. Tá skemtið er liðugt, verður føroyskur dansur í Skálanum. Kostnaður, alt íroknað, er 550 kr fyri hvønn. Tit kunnu melda til hjá Jónleif Johannesen tlf. 235766 ella við telduposti á jonleif.johannesen@skulin.fo

Við vón um eina góða Norðoyarstevnu

Klaksvíkar Dansifelag

Umboðráðsfundur 11. mai

 Sunnudagin 11. mai hevur Sláið Ring
umboðráðsfund í Klaksvík.
Fundurin verður í Skálanum, húsinum hjá Klaksvíkar
Dansifelag. Fundurin byrjar kl. 12.30.

Umboðráðsfundur er fundur, har umboð fyri
øll dansifeløg í Føroyum eru boðin til fundar.

 

Á skránni verða fleiri evnir til umrøðu.

 

Landsdansistevnan/ leistur og endamál,

kvæðagranskan,

kvæða upptøkur,

kunning frá Sláið Ring um virksemi felagsins dansiveturin
2013/14,

heimasíða felagsins www.sr.fo

Annað.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×