Kvæða cruise 2014

Viðv. Kvæðaferðini til Íslands.

Fleiri hava spurt um útferðir.

Týsdagin 27. verður útferð til Neskaupstað frá kl. 10:30 til 17:00. Kostnaðurin er kr. 195,-.

Mikudagin 28. verður skipað fyri gongutúri á Seyðisfirði við frásøgufólki, kostnaður kr. 85,-. 

Tilmelding er við at venda sær til Smyril Line 34 59 00.

Klaksvíkar Dansifelag ger nógv burturúr á Norðoyarstevnu

 Fríggjakvøldið á Norðoyarstevnu, tann 30 mai, skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri einum sera góðum tiltakið, við fantastiskari 3-rættari matskrá. Kokkur verður sjónvarpskokkurin Gutti Winther. Hann kemur at geva gestunum matgleðið úr framúr ráðvørum úr Norðoyggjum. Nevnast kunnu m.a hvonnbløð úr Skarðstør og havhestaegg úr Kalsoynni. Undir borðhaldinum kemur Jóanes Johannesen úr Dali at spæla til sangin. Eftir matarskránna, verða gestirnir bodnir til skemti “Luktur í smakkinum”, sum Rudolf Joensen, Jákup Veyhe og onnur spæla. Tá skemtið er liðugt, verður føroyskur dansur í Skálanum. Kostnaður, alt íroknað, er 550 kr fyri hvønn. Tit kunnu melda til hjá Jónleif Johannesen tlf. 235766 ella við telduposti á jonleif.johannesen@skulin.fo

Við vón um eina góða Norðoyarstevnu

Klaksvíkar Dansifelag

Umboðráðsfundur 11. mai

 Sunnudagin 11. mai hevur Sláið Ring
umboðráðsfund í Klaksvík.
Fundurin verður í Skálanum, húsinum hjá Klaksvíkar
Dansifelag. Fundurin byrjar kl. 12.30.

Umboðráðsfundur er fundur, har umboð fyri
øll dansifeløg í Føroyum eru boðin til fundar.

 

Á skránni verða fleiri evnir til umrøðu.

 

Landsdansistevnan/ leistur og endamál,

kvæðagranskan,

kvæða upptøkur,

kunning frá Sláið Ring um virksemi felagsins dansiveturin
2013/14,

heimasíða felagsins www.sr.fo

Annað.

Brúðarvísur á youtube

Í sambandi við at nýggjar brúðarvísur yrktar í 2013, hevur eftir spurningurin eftir at kunna hoyra brúðarvísurnar á gólvi verið stórur. Í samstarvi við Klaksvíkar Dansifelag og Alvin Andreassen, hevur Sláið Ring gjørt upptøkur av tveimum at vinnandi brúðarvísunum.  eisini eitt ynski sett fram  

Upptøkan av vinnandi brúðarvísuni, Lat okkum taka saman, hjá Eyðun Eliasen er at finna á á youtube.com. Áhugaðið kunnu finna upptøkuna við at leita undir Klaksvíkar Dansifelag ella við at trýsta á:  http://www.youtube.com/watch?v=NG5Mo_qTfs0 .

Hin brúðarvísan sum klaksvikar Dansifelag hevur tikið upp er brúðar vísan í halgubók, har Betta á Dalinum hevur gjørt orðini og Hanus G. johanesen eigur lagið. Hendan upptøkan finnst somuleiðis á youtube.com kom afinnast við at skriva Klaksvíkar Dansifelag ella við at trísta á:  http://www.youtube.com/watch?v=0C-a_bHdtOo .

Endamálið við upptøkunum er at brúðleypsgestir, har brúðarparið hevur valt at dansa aðra av hesum brúðarvísum, brúka møguleikan at kunna seg við tekstin og lagið, áðrenn tey fara uppá gólv.

 Sláið Ring vónar at fleiri kvæða áhugaði og brúdleypsgestir annars fara at kunna seg við hesar brúðarvísur og nýta tær í teimum brúðleypum, har eldru brúðarvísurnar møguliga kennast ov tungar.

Longu nú hava úti við 800 fólk sæð upptøkurnar.

Brúðarvísan hjá Regin Eikholm verður løgd út í næstum.

 

Klaksvíkar Dansifelag aðalfund 3.apríl

 Hóskvøldið 3. apríl hevur Klaksvíkar Dansifelag aðalfund. Fundurin verður í húsum felagsins, Skálanum, klokkan 19.30. À skránni er millum annað val av tveimum nevndarlimum. Nevndarlimirnir, ið standa fyri vali hesa ferð, eru Arni Sólheygg óg Brynjálv Sigurðsson. Eisini er val av einum tiltakslimi. 

ì løtuni sita Heini Mohr, formaður, Arni Sólheygg, næstformaður, Elin Syderbø, kassameistari, Jónleif Johannesen, skrivari og Brynjálvur Sigurðsson, nevndarlimur í nevndini. Tiltaks limir eru Ása Petersen og Silja Michalsen.

Eitt innkomið mál verður á skránni. Talan er um at bjóða nýggjum limum ókeypis uppí felagið dansiveturin 2014/15.  Grundgivið verður fyri málinum við at vísa á, at í november 2014 fyllir Klaksvíkar Dansifelag 60-ár og mett verður, at tað í hesum sambandi hevði verið hóskandi at bjóða nýggjum limum ókeypis upp í felagið.

Umframt sjálvan aðalfundin verður ein gamal filmur vístur av Klaksvíkar Dansifelag, har felagið er og vitjar í Eysbjerg. Eisini verða fyrireikinar gjørdar til eydnuhjólið, sum Klaksvíkar Dansifelag fer at hava sunnudagin 6. apríl.

Tað var ógvuliga stuttligt á Giljanesi 22. februar

Hey
tit øll fantastisku børn og vaksin, sum sýndu okkum ta gleði at koma vestur í
Vágar at dansa saman við okkum í Vága Dansifelag. At 300 børn og 100 vaksin
komu á Giljanes at dansa var ógvuliga stuttligt. Túsund takk fyri.

Stevnan bleiv sett klokkan 10:00 av formanninum í
Sláið Ring, Jónleif Johannesen, og síðan varð farið at dansa. Vit vóru eitt
sindur í iva, um vit fóru at passa øll inn í fimleikarhøllina at dansa, men tað
bilti einki – tað var eitt sindur trongt at byrja við, men dansurin gekk so
listiliga. Øll dansaðu – stór børn,lítil børn, ung fólk og gomul fólk. Tað var so stuttligt. Fleiri børn
skipaðu, og sjálvt um ringurin var sera stórur, var eingin trupulleiki at halda
stevið.

Tá vit høvdu dansað í út við 2 tímar, fór helvtin at
luttakarnum at fáa sær døgurða, og hin helvtin fór útferð við bussum. Ein
partur fór til Sandavágs, og hin parturin fór til Miðvágs. Í Sandvági steðgaðu
tey við minnisvarðan av Hammershaimb, faðirin at skriftmáli okkara. Síðan fóru
tey í kirkjuna. Frásøgufólk í Sandavági var Heini F. Petersen.

Tey, sum fóru til Miðvágs, fóru fyrst í kirkjuna,
har Hildur Joensen greiddi frá. Síðan fóru tey yvir um vegin at hyggja eftir
standmyndini av Mikkjali á Ryggi, og so inn í Beitið, barnaheimið hjá Mikkjali
á Ryggi, har Vága Dansifelag dansar hvørt sunnukvøld vetrarhálvuna. Mikkjal
yrkti Brestiskvæðið, sum onkur av børnunum  hevði skipað fyrr um dagin. Í Beitinum varð
eisini dansað.

Tá øll høvdu etið og verið útferð, varð farið aftur
at dansa, og vit dansaðu og stuttleikaðu okkum til klokkan var farin av trý. Tá
máttu fleiri fara fyri at náa rútuna heim aftur.

At enda takka vit Hildur Joensen og Heina F.
Petersen fyri góðar frásagnir í kirkjunum. Eisin ein hjartans tøkk til tykkum
mongu hjálparfólk á Giljanesi og ferðaleiðarar í bussunum.

Vegna Sláið Ring og Vága Dansifelag

Vinarliga

Anna Elisa Jacobsen

Hornavegur 11

370 Miðvágur 

Barnadansistevnan væl eydnað

 

Barnadansistevnan 2014 var hildin á Giljanesi tann 22 februar. Eftir góðan
morgunmat í ítróttarhøllini, varð farið í fimleikarahøllina at dansa, uml. 500
børn og vaksin vóru í ringinum fyrrapartin. dansurin gekk av tí allarbesta,
stuttligt at síggja og hoyra tey ungu, hvussu væl tey dugdu at dansa og skipa.

Eftir middag sóu fólkini seg um í Miðvági og Sandavági, har dugnalig fólk
greiddur frá í Miðvágs kirkju, Sandavágs kirkju, Beitishúsinum og við
Minnisvarðan á Steig.

Barnadansistevna 22. feb

 Skrá

Kl 10:00          Formaðurin
í Sláið Ring setir stevnuna                        

Kl 10:15          Øll
dansa saman

Kl 11:45          Bólkur
A fer útferð ½ tíma í Sandavági og ½ tíma
í Miðvági
                                         

Kl 11:45          Bólkur
B etur døgurða

Kl 12:45          Bólkur
B fer útferð ½ tíma í Sandavági og ½ tíma
í Miðvági
 

Kl 12:45          Bólkur A etur døgurða

Kl 13:45          Øll
dansa saman

Kl 15:00          Vit
fara til hús aftur

 

                                                                                                

Føstudansur í Føroyahúsinum

Leygardagin 1. mars kl.18.00-02.00 verður
Føstudansur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tað er Dansifelagið Fótatraðk, sum
skipar fyri.

 

Kvæðaskiparar úr dansifelagnum Tøkum Lætt koma
niður at skipa til dansin. Eisini skipa limir hjá Fótatraðk til dansin, men
lagt verður upp til, at almenningurin eisini loyvir sær framat.

 

Tiltakið er í tveimum pørtum:

 

1. SYNGIÐ VIÐ

Kl. 18.30 verður sangløta við harmoniku og
guitarspæli.

 

2. FØROYSKUR DANSUR

Kl. 21.00 ella har á leið, verður farið upp á
gólv. Jólini verða tald á miðnátt, og annars verður dansað so leingi hugurin er
til tess.

 

 

Í sambandi við tiltakið verður café og barr,
har eisini føroyskt smyrjibreyð, køka og kaffi verður selt.

 

Kostnaður við dyrnar er kr 80,-

 

 

Fótatraðk skipar fyri tiltakinum í samstarvi
við Sosialinum, Atlantsflogi, Tøkum Lætt og Føroyahúsinum.

 

Nærri kunning kann fáast á facebooktiltakinum: https://www.facebook.com/events/204865599712464/?ref_newsfeed_story_type=regular

 

 

NEVNdin í Fótatraðk

Kunning um barnadansistevnuna 2014

 Barnadansistevnan verður 22. februar í skúlanum á Giljanesi. Stevnan byrjar klokkan 10.00 og endar kl. 15.00.  Dansað verður í fimleikarhølllini og etið verður í ítróttarhøllini. Væntandi verða nógvir luttakarar, tí er neyðugt at skipa dagin soleiðis, at luttakararnir verða býttir í bólkar ein part av tíðini. 

Meðan ein bólkur etur døgurða, ferð ein annar túr við bussi. Koyrt verður til kirkjuna í Sandavági. Vit fara í kirkjuna og hyggja eisini at minnisvarðanum av Hammershaimb. Eftir tað gongur ferðin til kirkjuna í Miðvági. Vit fara í kirkjuna og hyggja eisini at minnisvarðanum av Mikkjal á Ryggi. Síðani fara vit inn í húsini í Beitinum, har Mikkjal varð føddur. Í Beitinum er møguleiki at fara uppá gólv. Bólkarnir skiftast soleiðis, at øll fáa høvi at vitja í Sandavági, Miðvági og at eta.

Vága Dansifelag samskipar barnadansistevnuna. Fyri at skipa dagin so væl sum gjørligt, er neyðugt hjá fyriskiparunum at vita, hvussu nógvir luttkarar koma á barnadansistevnuna. Tey, ið ætla at luttaka, skulu melda til hjá Onnu Elisu Jacobsen á fartel 219687 ella við telduposti á [ mailto:aej@olivant.fo ]aej@olivant.fo . Tilmeldingarfreistin er 16 februar.

Skúlar og dansifeløg, ið melda til, verða biðin um at:

· upplýsa luttakaratal, 

· hvat kvæði tey vilja skipa 

· um tey hava buss við, sum kann koyra børnini á stevnuni

Stevnan er almenn og ókeypis. Sláið Ring rindar ferðakostnaðin fyri luttakandi dansifeløg.

Vegna Sláið Ring og Vága Dansifelag

Vinarliga

Anna Elisa Jacobsen~

Hornavegur 11

FO-370 Miðvágur

Tel 332687, Fartel 219687

[ mailto:aej@olivant.fo ]aej@olivant.fo

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×