Kunning um barnadansistevnuna 2014

 Barnadansistevnan verður 22. februar í skúlanum á Giljanesi. Stevnan byrjar klokkan 10.00 og endar kl. 15.00.  Dansað verður í fimleikarhølllini og etið verður í ítróttarhøllini. Væntandi verða nógvir luttakarar, tí er neyðugt at skipa dagin soleiðis, at luttakararnir verða býttir í bólkar ein part av tíðini. 

Meðan ein bólkur etur døgurða, ferð ein annar túr við bussi. Koyrt verður til kirkjuna í Sandavági. Vit fara í kirkjuna og hyggja eisini at minnisvarðanum av Hammershaimb. Eftir tað gongur ferðin til kirkjuna í Miðvági. Vit fara í kirkjuna og hyggja eisini at minnisvarðanum av Mikkjal á Ryggi. Síðani fara vit inn í húsini í Beitinum, har Mikkjal varð føddur. Í Beitinum er møguleiki at fara uppá gólv. Bólkarnir skiftast soleiðis, at øll fáa høvi at vitja í Sandavági, Miðvági og at eta.

Vága Dansifelag samskipar barnadansistevnuna. Fyri at skipa dagin so væl sum gjørligt, er neyðugt hjá fyriskiparunum at vita, hvussu nógvir luttkarar koma á barnadansistevnuna. Tey, ið ætla at luttaka, skulu melda til hjá Onnu Elisu Jacobsen á fartel 219687 ella við telduposti á [ mailto:aej@olivant.fo ]aej@olivant.fo . Tilmeldingarfreistin er 16 februar.

Skúlar og dansifeløg, ið melda til, verða biðin um at:

· upplýsa luttakaratal, 

· hvat kvæði tey vilja skipa 

· um tey hava buss við, sum kann koyra børnini á stevnuni

Stevnan er almenn og ókeypis. Sláið Ring rindar ferðakostnaðin fyri luttakandi dansifeløg.

Vegna Sláið Ring og Vága Dansifelag

Vinarliga

Anna Elisa Jacobsen~

Hornavegur 11

FO-370 Miðvágur

Tel 332687, Fartel 219687

[ mailto:aej@olivant.fo ]aej@olivant.fo

Ung dansiáhugað í Nólsoy

 

Við Ternuni klokkan 18 í gjár komu um 30 dansiáhugaðir ungdómar út til Nólsoyar, har tey skulu hugsa sær saman og dansa føroyskan dans.

 

Tað er Sláið Ring, samtakið av føroyskum dansifeløgum, ið skipar fyri slðikari stevnu einaferð um árið.

 

– Í fjør vóru vit í Tjørnuvík, og í ár eru vit í Nólsoy. Vit royna at spjaða hesa stevnuna runt um í oyggjunum, og hetta er áttanda árið, at slík stevna verður hildin, sigur onnur av leiðarunum, Hildur Kruse Sørensen.

 

Hetta er eitt tiltak, sum Sláið Ring tók stig til fyri átta árum síðani, og tað er fyri at savna tey ungu, sum eru vorðin ov gomul til barnadansin.

 

– Vit hava hesar stevnurnar fyri at vísa teimum ungu á, at tað eru onnur, sum hava áhuga fyri føroyskum dansi, og hesar stevnurnar eru við til at eggja teimum ungu til at halda fram við at dansa í feløgunum, sigur Hildur Kruse Sørensen.

 

Sjálv kemur hon av Eiði, og hin leiðarin, Elin Syderbø, er av Húsum.

 

– Hetta er ein hópur upp á 32 ungdómar í aldrinum 13 til 22 ár. Nøkur eru komin í dag, tí Norröna sigldi ikki seinnapartstúrin í gjár, og tí sluppu tey úr Suðri ikki norður fyrr enn í morgun, sigur Hildur Kruse Sørensen.

 

Tá vit vóru fram við Royndarhúsinum um miðdagin, har tey ungu húsast, vóru tey á veg at síggja seg um í bygdini við lokalum guidum.

 

– Temaið til hesa stevnuna, er Fruntatátturin. Tað hildu vit var ógvuliga passandi, tí tað er jú Nólsoyar Páll, ið hevur yrkt. Í kvøld hava vit so bjóða nólsoyigum at koma at dansa Fruntatátt saman við okkum, og tað verður ein lokalur, ið fer at skipa, sigur Hildur Kruse Sørensen, áðrenn farið verður ein spákingartúr í bygdini.

Dansur umborð á Norrønu

 

Daniskvøld umborð á Norrønu

Nú Norrøna er farin at sigla fyri Smyril, varð
skipað fyri føroyskum dansi umborð fríggjakvøldið 24. januar, meðan skipið lá á
Vági. Dansifeløgini í Suðuroynni luttóku eisini.

Veðrið var buldrasligt hendan dagin. Tá Norrøna kom
norður um morgunin, fekk hon ikki lagt at í Havnini, men helt leiðina á
Kollafjørð. Túrurin mitt um dagin varð ikki sigldur, og fráferðin flutt til kl
18.00.

Nógvur vindur varð, men sagt varð frá batnandi
veðrið, og at hann skuldi ganga frá landsyðningi og í útsyðning, sum er góð
ætt. Mong av teimum, ið høvdu ætlað sær til Suðuroyar, mugu hava gingið við iva
stóran part av degnum, og helst eru nógv setst aftur, men vit vóru sjey, ið
fóru suður. Eitt sindur buldrasligt var, men ikki verri enn so, at vit fingu okkum
ein góðan búff í Simmer Dim. Bert ta einu ferðina fóru saltbússurnar bóltandi í
dúrkið.

Um tíggjutíðina komu fólkini umborð og løgdu
sumbingar fyri við Frísunum. Síðani gekk dansurin av tí allarbesta og nógv
ymiskt varð kvøðið, sum vælkent og annað minni kent, m.a. Sigmundskvæði nýggja,
sum tveir vágbingar hava yrkt. Annar var Pól Midjord ættaður av Økrum og sum
búði við Ósagarð, hin Dánjal Thomsen ættaður úr Hvalba og búði hann á Løðhamri.

Kvæði mann vera yrkt beint fyri 1900, og innihaldið
er tá Sigmundur kemur aftur úr Norra sum kongsins umboðsmaður og m.a. fer undir
at kristna føroyingar.

Væl av fólkið legði leiðina umborð, og sigast má, at
tiltakið var væleydnað.



Rasmus Joensen

Ung í dansi 2014

 24-26. jan. 2014 verður tiltakið Ung í dansi hildið í Nólsoy. Hetta er eitt
tiltak fyri ung, frá 13-18 ár, ið hava áhuga fyri tí føroyska dansinum. Eisini
er møguligt hjá teimum, ið eru yvir 18, at koma við sum hjálparleiðarar.

 

Farið verður til Nólsoyar fríggjadagin 24. jan. kl. 18.00, og úr Nólsoy
aftur sunnudagin 26. jan. kl. 9.55.

 

Á skránni er m.a. dansur, matur, spøl, hugni, gongutúrur og dansur har, ið
limir úr Nólsoyar dansifelag luttaka.

Vit fara at læra okkum Fruntatáttin.

 

Havið soviposa og undirlag við. Eisini er gott at hava skiftiklæðir, góðar
skógvar og tannbust við. Og gloymi ikki kvæðabók. J

 

Tilmeldingarfreistin er 19. jan. 2014. Tilmeldingin fer fram hjá Elin
Syderbø, tlf.: 288084, ella hjá Hildur Kruse Sørensen, tlf.: 220659, ella á
telduposti: hildurks@hotmail.com

 

Tiltakið er rúsfrítt!, ókeypis og ferðaendurgjald verður latið.

 

Fyrireikararnir

Elin og Hildur

Barnadansurin trívist væl

 Í ár hava 11 dansifeløg søkt um stuðul til barnadans frá Sláið Ring. Hetta boðar frá, at barnadansurin er sera virkin. Umsóknirnar eru úr øllum landinum. 

Flestu dansifeløgini hava barnadans hvørja viku. Ein av stóru tiltøkunum, sum børnini gleða seg til, er árliga barnadansistevnan. 

Barnadansistevnan 2014 verður í Vágunum 22. februar. Til barnadansistevnurnar er vanligt, at luttøkan er stór. Uml. 500 børn og vaksin eru von at samlast á barnadansistevnuni. 

Ungdómarnir, sum í fleiri førum eru partur av barnadansinum, kunnu eisini gleða seg. Tann 24 – 26 januar 2014 verður Ung í dansi. Hetta er ein stevna fyri ungfólk, sum eru áhugaði í føroyska dansinum. Ung í dansi 2014 verður í Nólsoy. 

Fleiri av virknu børnunum hava eisini meldað seg til Barnlek 2014. Hetta er ein stevna fyri fólkadansarar úr øllum norðurlondum. Barnlek 2014 verðr fyrst í juli. Stevnan verður í Íslandi beint uttan fyri Rekkjavík. 135 børn og ung úr Føroyum hava meldað seg til Barnlek 2014. Hetta er ein greið ábending um, at barnadansurin í Føroyum hevur tað gott, og at tað eru fólk í dansifeløgunum, ið leggja lív og sál í at virka føroyska dansinum at frama. Hetta er at frøast um.  

Jónleif Johannesen, formaður í Sláið Ring

Trettanda kvølds dansur

Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri trettanda kvølds dansi. Hetta 20 árið á rað. Í ár verður dansað leygardagin 11. januar kl. 22.00 í Sjónleikarhúsinum.

– Tær modernaðu tíðirnar gera tað trupult at dansa ein vanligan gerandisdag mitt í viku, siga tey í Tøkum Lætt.

Í dag 6. januar er annars trettanda kvøld – eitt gamalt dansikvøld. Trettanda kvøld jóla var gamalt dansikvøld mangastaðni í Føroyum. Umframt jóla- og nýggjársbygdir vóru tað eisini sokallaðar trettanda bygdir. Tá komu fólk úr grannabygdunum hagar at dansa og hugna sær saman við bygdarfólkunum, og fyri mong hevur hesin siður at vitja aðrar bygdir fyri at skemta og hugna sær saman við vinum og kenningum kanska verið eitt kærkomið høvi at leggja tað gerandisliga strevið eitt sindur til viks, nú hávetur var.

Sum nevnt verður trettanda kvølds dansur í ár fluttur til leygarkvøldið. Tey seinastu mongu árini hevur verðið dansað í sjónleikarahúsinum, og soleiðis verður eisini í ár.

Dansurin byrjar kl. 22 um kvøldið, og tá liðið er eitt sindur á náttina er smurt breyð at fáa.

– Hesin dansur hevur verið væl umtóktur millum dansifólk, og úr øllum landinum hava fólk leitað sær til Havnar í dans, og øll eru vælkomin. 


Frálæra í stevi

 

Vanligt er at taka til orðingina "at fáa kvæðini undir fót," tá ið tosað verður um at skipa. 
 


Tosað verður oftani um, um kvæðaskiparar megna at fáa kvæðini undir fót ella ikki.
Hjá onkrum skiparum liggur væl fyri, men hjá øðrum kann tað vera trupult ella serliga avbjóðandi. 
Og tá ið hetta ikki eydnast eins væl hjá øllum, verður oftani yppað øksl og sagt at summi bara duga 
og onnur ikki. Eisini hoyrast pástandir um, at man bara er føddur við góðum evnum til at stíga 
og til at skipa, men eru hesir pástandir rættir, ella er tað ikki bert ein spurningur um at læra eitt sindur 
um samanhangin ímillum ”sang og rútmu,” ella ”kvøðing og stev” ?

Fótatraðk skipar tann 26. januar fyri serligum dansikvøldi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn,
har frálæra verður givin í teknikkinum, sum ger tað lættari hjá tí einstaka skiparanum 
til at fáa orðini undir fót.
 
Frálæra verður givin um samanhangin ímillum stev, lag og orð, 
og at síðani verður farið upp á gólv at royna nýggju teknikkirnar. 
Byrjað verður stundisliga kl.18.00, og um alt gongur væl, verður eisini tíð til raddarvenjing, 
og tí skulu luttakarnir hava við sær eitt kvæði ella vísu á prenti, sum tey duga at kvøða við til.

 Ólavur Eysturdal stendur fyri frálæruni. Hetta frálærukvøldið er fyri limir hjá Fótatraðk, 
men tað ber eisini til hjá limum í dansifeløgunum í Føroyum at luttaka.
 
NEVNDIN Í FÓTATRAÐK



 

Nýggjársdansur í Dali 1.jan 2014

 


Stígum Fast skipar fyri almennum føroyskum dansi nýggjársdag 2014.

Dansurin verður tíðliga um kvøldi,
soleiðis at fólk av øðrum oyggjum kunnu koma til Dals at dansa og sleppa
heimaftur.

Dansurin byrjar kl. 18.00. Teistin fer av Gomlurætt kl. 17.15 og úr
Skopun kl. 22.30. Til hesar túrar koyrir bussur ókeypis í samband við tiltakið.

Kostnaðurin fyri dansin er  100 kr. Tá er bussur, suppa, kaffi/ te og
smákøkur írokað prísin.

Tað hevur verið fastur siður at hava
nýggjársdans í Dali, men mangan hevur veðrið gjørt, at fleiri hava sett seg
aftur. Eisini hevur tað ávirkað dansin, at 2. jan mangan er vanligur arbeiðsdagur.
 

Í 2010 skipaði Stígum Fast dansin fyrr
um kvøldi. Hetta vísti seg at bera væl til, og fleiri fólk, eisini av øðrum
oyggjum komu í dansin. Eitt nú kann nevnast at Dansifelagið Tøkum Lætt úr Havn
hevur verið vælmannað í Dali seinastu nýggjársdansirnar.

 Stígum
Fast hevur síðani brúkt hendan leistin í sambandi við nýggjársdansin, og vil
felagið bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í almennan dans í Eiriksgarði tann 1
jan. 2014 frá kl. 18.00.

Við dansikvøðu

Stígum Fast

Fótatraðk 25 ár

 

Dansifelagið
Fótatraðk 25 ár

 

Leygardagin 30. november hevði Fótatraðk boðið til
25 ára stovningarveitslu. Vit vóru 16 frá Tøkum Lætt, ið vóru farin til
Keypmannahavnar í veitslu.

Hendan sama leygardagin var hátíðarhald á Bryggjuni
í sambandi við at 10 ár vóru liðin síðani Føroyar, Ísland og Grønland byrjaðu
virksemi sítt har úti.

Í hesum sambandi hevði føroyska sendistovan í
Keypmannahavn heitt á Fótatraðk um at luttaka við føroyskum dansi.

Leygardagurin byrjaði við, at Fótatraðk saman við
okkum frá Tøkum Lætt dansaðu úti á Bryggjuni. Dansurin gekk væl, nokk so fitt
av fólki var tilsteðar, og fleiri komu eisini uppí.

Áhugavert var at ganga runt har úti og kunna seg við
ymiskt mentanarligt frá hinum londunum.. M.a. partar av grønlendskari mentan.
Ein kvinna sýndi fram gamlan trummudans. Meðan hon smurdi máling á andlitið,
greiddi hon frá hví tey gjørdu sum tey gjørdu, hvønn týdning litirnir høvdu,
hvørji merki sóust í litunum og endamálið við dansinum.

Endamálið við dansinum var sjálvandi tað sosiala,
samvera og stytta sær stundir, men størsti denturin var lagdu í møguleikan, at
fáa nýtt blóð inn í ættirnar.

Altíð spennandi at fáa meira vitan um tað, sum
liggur aftanfyri eina framførslu. Ikki minst frá eldri tíðum.

Hetta er eisini nakað, vit eiga at hava í huganum,
tá vit eru úti og dansa. Vit eiga at kunna fremmandafólk um dansin og innihaldið
í kvæðum og vísum, vit hava á gólvi.

 

Veitslan hjá Fótatraðk byrjaði kl. 18.30 og var í
Føroyahúsinum á Vesturbrúgv, har Fóratraðk eisini dansar.

Veitsluluttakararnir vóru uml. 70.  Byrjað var við, at ungur guittarleikari
spældi eitt yndisligt lag. Eitt sindur seinni kom Poul Bjerager, sum vit kenna
frá Fidling Faroes, og spældi nøkur vísu- og kvæðaløg á violin sína. Tað liggur
sera væl fyri hjá honum at fáa tónarnar úr ljóðførinum, hvør betur enna annar.
Tá hann spældi Dronning Dagmar, tá reistust hárini á arminum.

Eftir borðhaldið varð farið upp á gólv, og dansað
var út í eitt frá uml. kl. 23.30 til 03.00. Nógv ymiskt varð kvøðið, fleiri
skipaðu, góður dansur og góðir skiparar. Eingin ivi í, at tað er stórt
potentiali millum limirnar í Fótatraðk.

Fótatraðk, takk fyri ein sega góðan dag !

 

Rasmus
Joensen

FØROYA KVÆÐI bindini 1 – 37 fyri 1000 kr,-

 Bókagarður gav í árunum 1998 til 2005 út kvæðaútgávuna FØROYA KVÆÐI

í 37 bindum. Hetta er uppafturprent av meginverkinum CORPUS

CARMINUM FÆROENSIUM, sum Napolon Djurhuus og Christian Matras

ritstjórnaðu. Avmarkað nøgd av verkinum er eftir, og tað er rættiliga sannlíkt,

at tað verður ikki uppafturprentað. Sláið Ring er í tí hepnu støðu at kunna bjóða

limunum í dansifeløgunum øll 37 kvæðabindini fyri einans kr. 1.000.! Tilboðið er galdandi fram til 18. jan 2014.

Teir limir, sum eru áhugaðir kunnu bíleggja Føroya Kvæði við at senda ein teldupost til jonleif.johannesen@skulin.fo áðrenn 18. jan 2014. 

Talan er um avmarkaðað nøgd, og “Først til møllen prinsippi” er galdandi. 

Føroya Kvæði verður limunum í hendi uml. 1 februar 2014.

Vegna Sláið Ring
Jónleif Johannesen, formaður
Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×