Barnadansurin trívist væl

 Í ár hava 11 dansifeløg søkt um stuðul til barnadans frá Sláið Ring. Hetta boðar frá, at barnadansurin er sera virkin. Umsóknirnar eru úr øllum landinum. 

Flestu dansifeløgini hava barnadans hvørja viku. Ein av stóru tiltøkunum, sum børnini gleða seg til, er árliga barnadansistevnan. 

Barnadansistevnan 2014 verður í Vágunum 22. februar. Til barnadansistevnurnar er vanligt, at luttøkan er stór. Uml. 500 børn og vaksin eru von at samlast á barnadansistevnuni. 

Ungdómarnir, sum í fleiri førum eru partur av barnadansinum, kunnu eisini gleða seg. Tann 24 – 26 januar 2014 verður Ung í dansi. Hetta er ein stevna fyri ungfólk, sum eru áhugaði í føroyska dansinum. Ung í dansi 2014 verður í Nólsoy. 

Fleiri av virknu børnunum hava eisini meldað seg til Barnlek 2014. Hetta er ein stevna fyri fólkadansarar úr øllum norðurlondum. Barnlek 2014 verðr fyrst í juli. Stevnan verður í Íslandi beint uttan fyri Rekkjavík. 135 børn og ung úr Føroyum hava meldað seg til Barnlek 2014. Hetta er ein greið ábending um, at barnadansurin í Føroyum hevur tað gott, og at tað eru fólk í dansifeløgunum, ið leggja lív og sál í at virka føroyska dansinum at frama. Hetta er at frøast um.  

Jónleif Johannesen, formaður í Sláið Ring

Trettanda kvølds dansur

Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri trettanda kvølds dansi. Hetta 20 árið á rað. Í ár verður dansað leygardagin 11. januar kl. 22.00 í Sjónleikarhúsinum.

– Tær modernaðu tíðirnar gera tað trupult at dansa ein vanligan gerandisdag mitt í viku, siga tey í Tøkum Lætt.

Í dag 6. januar er annars trettanda kvøld – eitt gamalt dansikvøld. Trettanda kvøld jóla var gamalt dansikvøld mangastaðni í Føroyum. Umframt jóla- og nýggjársbygdir vóru tað eisini sokallaðar trettanda bygdir. Tá komu fólk úr grannabygdunum hagar at dansa og hugna sær saman við bygdarfólkunum, og fyri mong hevur hesin siður at vitja aðrar bygdir fyri at skemta og hugna sær saman við vinum og kenningum kanska verið eitt kærkomið høvi at leggja tað gerandisliga strevið eitt sindur til viks, nú hávetur var.

Sum nevnt verður trettanda kvølds dansur í ár fluttur til leygarkvøldið. Tey seinastu mongu árini hevur verðið dansað í sjónleikarahúsinum, og soleiðis verður eisini í ár.

Dansurin byrjar kl. 22 um kvøldið, og tá liðið er eitt sindur á náttina er smurt breyð at fáa.

– Hesin dansur hevur verið væl umtóktur millum dansifólk, og úr øllum landinum hava fólk leitað sær til Havnar í dans, og øll eru vælkomin. 


Frálæra í stevi

 

Vanligt er at taka til orðingina "at fáa kvæðini undir fót," tá ið tosað verður um at skipa. 
 


Tosað verður oftani um, um kvæðaskiparar megna at fáa kvæðini undir fót ella ikki.
Hjá onkrum skiparum liggur væl fyri, men hjá øðrum kann tað vera trupult ella serliga avbjóðandi. 
Og tá ið hetta ikki eydnast eins væl hjá øllum, verður oftani yppað øksl og sagt at summi bara duga 
og onnur ikki. Eisini hoyrast pástandir um, at man bara er føddur við góðum evnum til at stíga 
og til at skipa, men eru hesir pástandir rættir, ella er tað ikki bert ein spurningur um at læra eitt sindur 
um samanhangin ímillum ”sang og rútmu,” ella ”kvøðing og stev” ?

Fótatraðk skipar tann 26. januar fyri serligum dansikvøldi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn,
har frálæra verður givin í teknikkinum, sum ger tað lættari hjá tí einstaka skiparanum 
til at fáa orðini undir fót.
 
Frálæra verður givin um samanhangin ímillum stev, lag og orð, 
og at síðani verður farið upp á gólv at royna nýggju teknikkirnar. 
Byrjað verður stundisliga kl.18.00, og um alt gongur væl, verður eisini tíð til raddarvenjing, 
og tí skulu luttakarnir hava við sær eitt kvæði ella vísu á prenti, sum tey duga at kvøða við til.

 Ólavur Eysturdal stendur fyri frálæruni. Hetta frálærukvøldið er fyri limir hjá Fótatraðk, 
men tað ber eisini til hjá limum í dansifeløgunum í Føroyum at luttaka.
 
NEVNDIN Í FÓTATRAÐK



 

Nýggjársdansur í Dali 1.jan 2014

 


Stígum Fast skipar fyri almennum føroyskum dansi nýggjársdag 2014.

Dansurin verður tíðliga um kvøldi,
soleiðis at fólk av øðrum oyggjum kunnu koma til Dals at dansa og sleppa
heimaftur.

Dansurin byrjar kl. 18.00. Teistin fer av Gomlurætt kl. 17.15 og úr
Skopun kl. 22.30. Til hesar túrar koyrir bussur ókeypis í samband við tiltakið.

Kostnaðurin fyri dansin er  100 kr. Tá er bussur, suppa, kaffi/ te og
smákøkur írokað prísin.

Tað hevur verið fastur siður at hava
nýggjársdans í Dali, men mangan hevur veðrið gjørt, at fleiri hava sett seg
aftur. Eisini hevur tað ávirkað dansin, at 2. jan mangan er vanligur arbeiðsdagur.
 

Í 2010 skipaði Stígum Fast dansin fyrr
um kvøldi. Hetta vísti seg at bera væl til, og fleiri fólk, eisini av øðrum
oyggjum komu í dansin. Eitt nú kann nevnast at Dansifelagið Tøkum Lætt úr Havn
hevur verið vælmannað í Dali seinastu nýggjársdansirnar.

 Stígum
Fast hevur síðani brúkt hendan leistin í sambandi við nýggjársdansin, og vil
felagið bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í almennan dans í Eiriksgarði tann 1
jan. 2014 frá kl. 18.00.

Við dansikvøðu

Stígum Fast

Fótatraðk 25 ár

 

Dansifelagið
Fótatraðk 25 ár

 

Leygardagin 30. november hevði Fótatraðk boðið til
25 ára stovningarveitslu. Vit vóru 16 frá Tøkum Lætt, ið vóru farin til
Keypmannahavnar í veitslu.

Hendan sama leygardagin var hátíðarhald á Bryggjuni
í sambandi við at 10 ár vóru liðin síðani Føroyar, Ísland og Grønland byrjaðu
virksemi sítt har úti.

Í hesum sambandi hevði føroyska sendistovan í
Keypmannahavn heitt á Fótatraðk um at luttaka við føroyskum dansi.

Leygardagurin byrjaði við, at Fótatraðk saman við
okkum frá Tøkum Lætt dansaðu úti á Bryggjuni. Dansurin gekk væl, nokk so fitt
av fólki var tilsteðar, og fleiri komu eisini uppí.

Áhugavert var at ganga runt har úti og kunna seg við
ymiskt mentanarligt frá hinum londunum.. M.a. partar av grønlendskari mentan.
Ein kvinna sýndi fram gamlan trummudans. Meðan hon smurdi máling á andlitið,
greiddi hon frá hví tey gjørdu sum tey gjørdu, hvønn týdning litirnir høvdu,
hvørji merki sóust í litunum og endamálið við dansinum.

Endamálið við dansinum var sjálvandi tað sosiala,
samvera og stytta sær stundir, men størsti denturin var lagdu í møguleikan, at
fáa nýtt blóð inn í ættirnar.

Altíð spennandi at fáa meira vitan um tað, sum
liggur aftanfyri eina framførslu. Ikki minst frá eldri tíðum.

Hetta er eisini nakað, vit eiga at hava í huganum,
tá vit eru úti og dansa. Vit eiga at kunna fremmandafólk um dansin og innihaldið
í kvæðum og vísum, vit hava á gólvi.

 

Veitslan hjá Fótatraðk byrjaði kl. 18.30 og var í
Føroyahúsinum á Vesturbrúgv, har Fóratraðk eisini dansar.

Veitsluluttakararnir vóru uml. 70.  Byrjað var við, at ungur guittarleikari
spældi eitt yndisligt lag. Eitt sindur seinni kom Poul Bjerager, sum vit kenna
frá Fidling Faroes, og spældi nøkur vísu- og kvæðaløg á violin sína. Tað liggur
sera væl fyri hjá honum at fáa tónarnar úr ljóðførinum, hvør betur enna annar.
Tá hann spældi Dronning Dagmar, tá reistust hárini á arminum.

Eftir borðhaldið varð farið upp á gólv, og dansað
var út í eitt frá uml. kl. 23.30 til 03.00. Nógv ymiskt varð kvøðið, fleiri
skipaðu, góður dansur og góðir skiparar. Eingin ivi í, at tað er stórt
potentiali millum limirnar í Fótatraðk.

Fótatraðk, takk fyri ein sega góðan dag !

 

Rasmus
Joensen

FØROYA KVÆÐI bindini 1 – 37 fyri 1000 kr,-

 Bókagarður gav í árunum 1998 til 2005 út kvæðaútgávuna FØROYA KVÆÐI

í 37 bindum. Hetta er uppafturprent av meginverkinum CORPUS

CARMINUM FÆROENSIUM, sum Napolon Djurhuus og Christian Matras

ritstjórnaðu. Avmarkað nøgd av verkinum er eftir, og tað er rættiliga sannlíkt,

at tað verður ikki uppafturprentað. Sláið Ring er í tí hepnu støðu at kunna bjóða

limunum í dansifeløgunum øll 37 kvæðabindini fyri einans kr. 1.000.! Tilboðið er galdandi fram til 18. jan 2014.

Teir limir, sum eru áhugaðir kunnu bíleggja Føroya Kvæði við at senda ein teldupost til jonleif.johannesen@skulin.fo áðrenn 18. jan 2014. 

Talan er um avmarkaðað nøgd, og “Først til møllen prinsippi” er galdandi. 

Føroya Kvæði verður limunum í hendi uml. 1 februar 2014.

Vegna Sláið Ring
Jónleif Johannesen, formaður

Kyndilsmessudansur í Haraldssundi 31. jan

 

Haraldssund er gomul kyndilsmessubygd. Í øldir hava fólk í Norðoyggjum leita til Haraldssund á Kyndilsmessu. Eina tíð fall hesin siður burtur, men er nú tikin uppaftur. Hetta kvøldið hevur undanfarin ár verið sera væl eydnað og hava fleiri dansifeløg gjørt ferðalag í hesum sambandi. Sum undanfarin ár verður tað Eysturoyar Dansifelag, sum leggur fyri. Hesaferð verður tað við Leirvíks Páll.

Í ár verður dansurin fríggjakvøldið 31.januar. Dansurin byrjar klokkan 22.00 í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Kostnaðurin fyri dans og mat er 100 krónur.

Dansurin er almennur og øll eru hjartaliga vælkomin.

Vælkomin í Veitslu

 

Sláið
Ring bjóðar í 35-ára føðingardagsveitslu 18 jan. 2014

Leygarkvøldið 18. januar 2014 kl. 19.00 bjóðar Sláið
Ring øllum kvæðaáhugaðum í 35-ára føðingardagsveitlsu. Føðingardagsveitslan
verður í Dansifrøi í Havn. Luttøkugjaldið fyri veitsluna er 250 kr. 

 

Tilmeldingin fer fram hjá dansifeløgnum kring landið. Dansifeløgini fara at hava ein tilmeldingarlista liggjandi frammi, so til ber hjá limunum at tekna seg til veitsluna við at skriva seg á listan. Tilmeldingarfreistin er 7. jan. 2014.

Dansifeløgini taka ímóti
luttøkugjaldinum á 250 kr  fyri hvønn luttakara,
og flyta síðani samlaða luttøkugjaldið til Sláið Ring
í
síðsta lagi 10. jan 2014 og viðmerkja navn felagsins og tal av luttakarum.

Við vón um góða undirtøku

Vegna Sláið Ring

Jónleif Johannesen, form. 

Barnlek 2014 útferðir

 






























































































































































































































































































































































Barnlek 2014 í Íslandi 5. til 13. juli


Útferðir



 



 



Pris DKK



 



 



Túrur nummar 1. Reykjavík



 



100 kr.



Rundsýning í Reykjavik.



 



 



Túrurin varir uml. 2,5 tímar



 



 



 



 



 



Túrur nummar 2. Tingvellir, 
Geysir – Gullfoss   



 



380 kr.



Koyra til tjóðarparkina Tingvellir og njóta útsýnið og ganga ein
stuttan túr.



 



 



 Síðani verður hildið fram
til heitu keldurnar í Haukadali,



 



 



har vit síggja heitu goskelduna Geysir. 



 



 



Leiðin gongur síðani til kenda Gullfoss, har vit njóta náttúruna
við fossin.



 



 



Her fáa vit íslendska kjøtsuppu.



 



 



Vit koyra síðani aftur til Mosfellsbær.



 



 



 



 



 



Túrur nummar 3. Krísuvík 
og Reykjanes



 



430 kr.



Túrurin gongur til Suðurnesja. Vit koyra fyrst til Kleifarvatn
og Krísuvík. Eftir ein stuttan steðg



 



 



halda vit fram til Grindavíkar. Her vitja vit eitt fiskavirki og
eta miðmála.



 



 



Síðani koyra vit út á Reykjanes at vitja Gunnuhver, sum er kent
øki við heitum goskeldum.



 



 



Vit fara heilt oman í fjøruna á Reykjanesi.  Vit halda fram til Sandvik, har
samankomingin er



 



 



millum ta europeisku og amerikansku jarðarskorpupláturnar.



 



 



Leiðin gongur síðani til Víkingasavnið í Njarvík, og vit enda
túrin har vit byrjaðu í Mosfellsbær



 



 



 



 



 



 



 



Túrur nummar 4. Langjökull



 



970 kr.



Vit koyra til Tingvellir og halda fram um Kaldadal  til Langjökull.



 



 



Vit fara við einum jøkulbili upp á jøkulin.



 



 



Tá vit hava verið á jøklinum, koyra vit til Húsafellið,  har vit fáa miðmála,  síðani



 



 



halda vit fram til Reykholt. Vit hava ein stuttan steðg og koyra
víðari til Mosfellsbær ígjøgnum  ein



 



 



undirsjóvartunnil, sum er 5770 metrar langur og er 165 metrar
undir sjóvarmálanum.



 



 



 



 



 



Túrur nummar 5.  Tórsmörk



 



471 kr.



Vit fara til eina av tjóðarparkunum, sum nevnist Tórsmörk. Har
fara vit at koyra



 



 



um stórar jøkuláir. Vit spáka okkum eisini ein túr,



 



 



so  vit síggja jøklar,
fjøll og áir.



 



 



Vit eru nær við Eyjafjallajökull, sum er kendur frá stóra
gosinum í 2010.



 



 



Vit eta miðmála í Tórsmörk.



 



 



 



 



 



Túrur nummar 6. Landmannalaugar



 



530 kr.



Túrurin gongur niðan á hálendið, har vit uppliva oyðilendið í
øllum sínum litbrigdum.



 



 



Vit spáka í náttúruni og njóta løkirnar við teimum heitu
hyljunum.



 



 



Vit eta matpakka og enda túrin, har vit byrjaðu í
Mosfellsbær. 



 



 



 



 



 



Túrur nummar 7. Landeyjahöfn – Vestmannaeyjar



 



1.030 kr.



Leiðin gongur til Landeyjarhavnina, som er á Suðurlandinum innan
fyri Vestmannaoyggjarnar.



 



 



Hiðani sigla vit út í Oyggjarnar (Norðurlanda Pompei ). Tað
tekur uml. 20 minuttir at sigla.



 



 



Á Heimaey fara vit busstúr við ferðaleiðara. Vit eta miðmála og
fara síðani ein túr við báti



 



 



millum oyggjarnar.



 



 



At enda fara vit við ferjuni til Landeyjarhavn og við bussi
aftur til Mosfellsbær.



 



 



 



 



 



Túrur nummar 8. Hellisheiði / Hveragerði



 



350 kr.



Túrurin er til eitt orkuverk á Hellisheiðini. Her fáa vit at
vita um jarðfrøðisøgu Íslands



 



 



og hvussu orkuverkið virkar. Vit fáa eisini at vita, hvussu
harðir og nógvir jarðskjálvtarnir hava verið seinastu



 



 



árini í Íslandi. Bussurin koyrir síðani til Sveifluháls, sum er
eitt øki við jarðhita,



 



 



hiðani fara vit til gongu til Hveragerði. Í býnum er ymist
áhugavert at síggja.



 



 



Tá vitjanin er liðug koyrir bussurin aftur til Mosfellsbær.



 



 



Vit eta matpakka á túrinum.



 



 



 



 



 



Túrur nummar 9. Rossatúrur



 



550 kr.



Vit vitja ein rossagarð, har vit læna hjálmar og fara at ríða
við ferðaleiðara.



 



 



 



 



 



 



 


 

Barnlek 2014 skráin

 




















































































































































































































































































































































































BARNLEK 2014



Fyribils skrá


 



Skúlagistingin letur upp leygardagin
5/7 kl. 14:00



Skúlagistingin letur aftur sunnudagin
13/7 kl. 12:00



 



Leygardagur 5/7 2014



14:00



Skúlagistingin letur upp



18:30 – 19:30


 



Møguligt at keypa nátturða



Sunnudagur 6/7



08:00 – 09:00



Morgunmatur kann keypast



09:30 – ??



Útferðir



19:00 – 20:00



Møguligt at keypa nátturða


 



Mánadagur 7/7



07:30 – 08:30



Morgunmatur kann keypast



09:00 – 18:00



Útferðir



18:30 – 19:30



Møguligt at keypa nátturða


 



Týsdagur 8/7



07:00 – 08:00



Morgunmatur kann keypast



07:15 – 07:45



Landsleiðararnir hava fund



08:00 – 18:00



Útferðir



18:30 – 19:30



Møguligt at keypa nátturða


 



Mikudagur 9/7



07:00 – 08:00



Morgunmatur



07:15 – 07:45



Landsleiðararnir hava fund



08:00 – 16:00



Tøkt



12:00 – 13:00



Miðmáli



14:00 – 15:00



Fyrilestur um Ísland



16:00 – 17:30



Stevnan verður sett



18:30 – 19:30



Nátturði



20:00 – 23:30



Norrønt dansikvøld



20:00 – 20:20



Ísland



20:25 – 20:45



Noreg



20:50 – 21:10



Grønland



21:15 – 21.35



Svøríki



21:40 – 22:00



Finland



22:05 – 22:25



Føroyar



22:30 – 22:50



Danmark



22:55 – 23:15



Áland



23:15 – 23:30



Fríur dansur


 


 



Hósdagur 10/7



07:00 – 08:00



Morgunmatur



07:15 – 07:45



Landsleiðararnir hava fund



08:00 -18:00



Útferðir



18:00 – 19:30



Nátturði



20:00 – 23:30



Norrønt dansikvøld



20:00 – 20:20



Áland



20:25 – 20:45



Danmark



20:50 – 21:10



Føroyar



21:15 – 21:35



Finland



21:40 – 22:00



Grønland



22:05 – 22:25



Noreg



22:30 – 22:50



Ísland



22:55 – 23:15



Svøríki



23:15 – 23:30



Fríur dansur


 



Fríggjadagur 11/7


 


07:00 – 08:00



Morgunmatur


 


07:15 – 07:45



Landsleiðararnir hava fund


 


08:00 – 11:50



Námsskeið í dansi og
spælimanstónleiki


 


 


 


12:00 – 13:00



Miðmáli


 


13:30 – 16:00



Dansiframsýning í býnum


 


16:00 – 18:00



Fríløta


 


18:00 – 19:30



Nátturði


 


20.00-23.30



Norrønt dansikvøld


 


20.00-20.20



Finland


 


20.25-20.45



Svøríki


 


20.50- 21.10



Áland


 


21.15-21.35



Danmark


 


21.40-22.00



Føroyar


 


22.05-22.25



Grønland


 


22.30-22.50



Noreg


 


22.55-23.15



Ísland


 


23.15-23.30



Fríur dansur


 


 


Leygardagur 12/7


 


07:00 – 08:00



Morgunmatur


 


07:15 – 07:45



Landsleiðararnir hava fund


 


10:00 – 11:30



Fríløta


 


12:00 – 13:00



Miðmáli


 


13:30 – 16:00



Dansiframsýning í Árbær-savninum


 


17:30 – 19:00



Nátturði


 


19:30 – 21:30



Norrønt dansikvøld


 


21:30 – 22:00



Fráfaringarveitsla


 


22:00 – 23:00



Fríur dansur


 


 


Sunnudagur 13/7


 


07:00 – 09:00



Morgunmatur


 


12:00



Skúlagistingin endar


 

 

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×