Barnlek 2014.

 

BARNLEK 2014

9. – 12. juli

Síðani 1992 hevur
norðurlendska barnadansistevnan BARNLEK verið hildin triðja hvørt ár í einum av
teimum stóru Norðurlondunum.

Næstu ferð verður BARNLEK
hildin í Varmárskúlanum í Mosfellsbær beint norðan fyri Reykjavík, einar 10 km
frá miðbýnum. Á stevnuni búgva luttakararnir í skúlastovum.

Sjálv stevnan verður sett
mikudagin 9. juli og endar leygarkvøldið12. juli.

Møguleiki er at gista á skúlanum frá leygardegnum 5. juli til sunnudagin
13. juli.

Kostnaðurin fyri stevnuna er 1800 kr. Íroknað kostnaðin er gisting í
skúlastovum og matur frá døgurða 9. juli til og við morgunmati 13. juli. Blusa
og stevnumerkið er eisini íroknað prísin. Afturat hesum kemur ferðakostnaður,
gjald fyri útferðir o.a.

 

Um nóg
stórur áhugi er, verður skipað fyri felags ferð til Íslands.

Vit kunnu
ferðast soleiðis, at vit fara úr Føroyum mikudagin 9. juli og koma aftur mikudagin
16. juli. Hetta tykist at vera lagaligastu flogmøguleikarnir, um vit ferðast
saman.


Skulu vit
tryggja okkum hesi plássini mugu vit boða frá áðrenn 4. des.

Hetta
verður gjørt við at boðað frá sum skjótast og í seinasta lagi 2. des. við
telduposti á
trygvi.samuelsen@skulin.fo ella tlf. 228624 – 281468
og flyta 200 kr á
konto 9181 1321686.


Ein
vaksin skal vera við fyri hvørji fimm børn.



Annars er
seinasta freist at melda til 1. mars 2014. Hetta verður gjørt við at gjalda
1000 kr á konto 9181 1321686 .


BARNLEK 2014

Kostnaðarmeting


Tilmelding,
gisting og uppihald á stevnuni                                                     1800
kr

Tríggjar
eyka gistingar                                                                                      900

Flogferðaseðlar                                                                                               2695

Keflavík-Reykjavík  aftur og fram                                                                   300

Útferðir                                                                                                             500

Tils.                                                                                                                 6195
kr

Nærri fæst at vita við at seta seg í samband við Mariu Kristiansdóttir
á tlf. 228624 ella Trygva Samuelsen tlf. 281468 ella við telduposti á
trygvi.samuelsen@skulin.fo

 

Dansistovan í Sumba 100 ár

 

Dansistovan í Sumba
100 ár

Leygardagin 2. november fóru vit 19 fólk frá Dansifelagnum á
Látrinum av Eiði og 15 frá Nólsoyar Dansifelag við Smyrli til Suðuroyar at
verða við til veitslu hjá Sumbiar Dansifelag, ið hátíðarhelt, at Dansistovan
fylti 100 ár.

Túrurin mundi verið av ongum, tí arbeiðssteðgur var
fráboðaður leygardagin, men tíbetur fyri okkum var hann útsettur. Veðrið um
Suðuroyarfjørð var av tí allarbesta, so ferðin gekk skjótt við práti og
hugleiðingum. Áðrenn vit vistu av, legði Smyril at og leiðin gekk til Sumbiar,
har vit fóru inn í Samkomuhúsið.

Her var dekkað til uml. 150 fólk og fremst á gólvinum stóð
búgvið borð, við alskins viðskera, so ilt var at fáa tølur á. Tíbetur høvdu tey
sett merki á rættirnar, so vit sóu hvat tað var.

Borðhaldið var sera gott. Fóru upp eftir tørni, at fáa okkum
av sjálvtøkuborðinum, og løgdu sjálvandi afturumaftur eina og tvær ferðir.
Sangurin var eisini av tí allarbesta. Sungið var av kraft og við yndi og kenslum,
og saman við góðum undirspæl, rann alt saman til eina berandi eind.

Undir borðhaldinum greiddi fyrverandi formaðurin í Sumbiar
Dansifelag Trygvi Thomsen frá um Dansistovuna. Heilsanir vóru bornar fram frá
Sláið Ring, dansifeløgunum í Suðuroynni og frá gestandi feløgunum.

Eftir borðhaldið varð farið niðan í Dansistovuna. Hugaligt,
at koma inn í húsið og kenna andan av dansi, stevi og søgu. Hóast húsið er
víðka, so er dansistovan har við síni sál. Hugsa tær til, at tú ert inni í hesi
stovu, har so nógv kvæði og vísur hava verið tikin gjøgnum hesi hundrað árini.
Hvørjar kenslur og tankar hava fólk gjørt sær í dansi hesi mongu árini. Jú,
Dansistovan er nakað serligt.

Dansifelagið á Látrinum legði fyri, síðani nólsoyingar og
seinast vertirnir. Dansurin var sera góður, fleiri kvæði og vísur, nógv fólk
uppí og hann slitnaði ikki alla náttina.

Fari at takka sumbingum fyri eina sera góða veitslu og
stóran blíðskap.

Rasmus Joensen, Dansifelagið á Látrinum.    

Kvæðacruise 26. – 29. mai

Í mai 2014 verður aftur Kvæðacruise á skránni. Ferðin, Kvæðacruise, kom í lag gjøgnum samstarv millum Sláið Ring og Smyril Line. Tiltakið hevur verið einaferð áður, og eydnaðist tað so mikið væl, at tað við tað sama var avgjørt, at hetta skuldi verða eitt afturvendandi tiltak.

Kvæðacruise ferðin 2014 verður 26. – 29. mai, og verður farið til Íslands. Kostnaðurin fyri ferðina er heilt rímuligur. 1.395 kr fyri hvønn um ferðast verður í býtiskamari við 4 koyggjum. Um ein ynskir 2- koyggjukamar er kostnaðurin 1.895 kr. fyri hvønn.

Túrurin er grundaður á føroysku kvæðini, og borðreitt verður við fyrilestrum og hugleiðingum um hesa serstøku mentan okkara. Í Íslandi verður møguleiki at fara útferðir og harmonikuspælarar verða við á túrinum.

Til kvæðacruise 2014 hevur Sláið Ring arbeitt við, at serliga tvey kvæði koma í hásætið. Tað eru Virgars kvæði og Kjartan Ólavsson. Túrurin hevur stóran áhugað millum kvæða áhugaði, so tað er at vera í góðari tíð og tekna seg til túrin. Eini 300 pláss eru avløgd fyri kvæða áhugaðar persónar.

Lesið annars meira á www.smyrilline.fo/kvadacruise

Jónleif Johannesen, form. Sláið Ring    

Klaksvíkar Dansifelag klárt til dansiveturin

 Beint eftir heystfrítíðina fór Klaksvíkar Dansifelag undir dansiveturin. Barnadansurin, ið hevur verið sera væl umtóktur síðstu árini, hevur aftur í ár fingið góða undirtøk. Umleið 40 børn eru møtt hvørt kvøldið. Barnadansurin er sunnukvøld frá kl. 19.30 til kl. 20.30. Børnini í Klaksvíkar Dansifelag fara á Barnlek 2014, sum verður í Íslandi komandi ár. Sum nakað nýtt, er eisini barnadansur á Fossánesi hendan dansiveturin. Á Fossánesi dansa tey í skúlanum mánakvøld kl. 19.00 – 20.00.

Í ár hevur nevndin í Klaksíkar Dansifelag samtykt at skifa takið á Skálanum. Hetta er kostnaðarmikið og í tí sambandi hevur Dansifelagið eydnuhjól sunnudagin 17. nov kl. 16.00. Eydnuhjólið verður merkt av árstíðini og millum vinningarnar er nógv ræst kjøt.

Nevndin í Klaksvíkar dansifelag er í løtuni hendan:

Heini Mohr, form.

Arni Sólheygg, næstform.

Elin Syderbø, kassameistari

Jóneif Johannesen, skrivari

Brynjálvur Sigurðsson, nevndarlimur

Skráin fyri dansiveturin er løgd, og er hon at finna her á heimasíðuni undir limafeløg. Skráin inni heldur bæði lættari og tyngri tilfar, umframt útferðir, veitslur, rivjakvøld, almennan dans og kvæðaupptøkur.

           Jónleif Johannesen, skrivari í Klaksvíkar Dansifelag 

Dansi val, ein vala sending

 

Útvarpsparturin í Kringvarpinum við Jóhann Mortensen á odda hevur stórt rós
uppiborið fyri sendingarnar Dansi val.

Sendingarnar geva dansifólki møguleika at lurta eftir kvæðum
og vísum úr kvæðasavni útvarpsins. Kvæðini og vísurnar eru valdar eftir ynski
frá kvæðaáhugaðum fólki runt alt landi. Hetta er ein avbera góður leystur.  Eisini gevur sendingin okkum møguleika at
hoyra, hví gestirnir velja hesi kvæði og vísur, umframt at sendingin gevur
gestunum høvi at siga nøkur orð um sínar kvæðaupplivingar og tankar. Sendingin
er áhugaverd, gevandi og beinleiðis í trá Public Service sáttmála
Kringvarpsins. Sendingarnar eru eisini lagdar út á heimasíðuna kvf.fo, og gevur hetta okkum møguleika at lurta eftir sendingin nær tað skal vera. Óført.

Enn manglar ein týðandi partur, tað er kvæðaupptøkur, men sum
skilst á lagnum, arbeiðir Kringvarpið eisini við hesum partinum.

Tá kringvarpið í verki vísir, at menturnararvur okkara,
kvæðini og føroyski dansurin, verður raðfestur, eiga vit, sum eru í
dansifeløgunum at spenna okkum út og taka væl ímóti møguligum fyrispurningum um
kvæðaupptøkur. Tað er av týdningi, at vit á hvørjum ári leggja avtrat
kvæðasavni Kringvarpsins, so menturnararvurin áhaldandi kann vera ein livandi
arvur, okkum øllum at frama.

Mangan hevur verið illneitast inn á Kringvarpið vegna
væntandi raðfesting, men við sendingunum Dansi val livir útvarpsparturin í Kringvarpinum upp til
sín ásettað leiklut. Tí eiga vit at leggja glepsini til síðis og heldur lofta og
stuðla tí arbeiði, sum Kringvarpið ger í løtuni.

Stóra tøkk fyri fyri góðu sendingarnar, ið ríka og menna
mentan okkara.

Jónleif Johannesen, formaður í Sláið Ring

Ársaðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn

Ársaðalfundurin hjá Dansifelagnum í Havn verður í Hornahúsunum fríggjakvøldið 25.
oktober 2013, kl. 21:00. Á fundinum er møguleiki at skriva seg upp til
at skipa í vetur. Bræv við
skrá og evnum verður sent limum felagsins – nýggir limir eru eisini
vælkomnir at tekna seg. Aftaná fundin plaga vit at fara upp á gólv. Tá
skráin fyri veturin er liðug verður hon løgd út her á síðuni undir Dansifeløgini > Dansifelagið í Havn umframt á http://www.facebook.com/danshavn

Barnadansur í Norðurlandahúsinum

Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld í dansitíðini. Fyrsta kvøldið dansað verður, er fríggjakvøldið 11. okt., kl. 20:00.

Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis.

Eingi nøvn eru sett fyri, hvør skipar, men ætlanin er, at bæði børn og vaksin skipa tað, tey hava hug til. Hevur onkur hug at skipa, er bert at siga frá, eisini um tað er okkurt, sum ikki stendur í skránni ella í heftinum. Onkutíð hevur onkur fólkaskúlalærari tikið skúlaflokk við, og hevur tað eisini riggað væl.

Vegleiðandi skrá fyri veturin:

Fríggjakvøldið 11. oktober, kl. 20:00:

Eingin skrá

Fríggjakvøldið 18. oktober: Heystfrí

Fríggjakvøldið 25. oktober, kl. 20:00:
Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi, Jákupsa skegg, Torkils døtur, Hørpuríma, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom

Fríggjakvøldið 1. november, Allahalganna dagur – eingin dansur.

Fríggjakvøldið 8. november, kl. 20:00:
Leivur Øssursson, Brúsajøkil, Mallebro, Kall og svein ungi, Hr. Sinklar, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom

Fríggjakvøldið 15. november, kl. 20:00:
Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi, Jákupsa skegg, Torkils døtur, Hørpuríma, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom

Fríggjakvøldið 22. november, kl. 20:00:
Brestis kvæði, Runtsivalsstríðið, Ólavur Riddararós, Kongaríkið í Bábylon, Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Fípan fagra, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom

Fríggjakvøldið 29. november, kl. 20:00:
Leivur Øssursson, Brúsajøkil, Mallebro, Kall og svein ungi, Hr. Sinklar, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom

Fríggjakvøldið 6. desember, kl. 20:00:
Ormurin Langi, Regin Smiður, Kall og Svein ungi, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Vit dansa jólatræ

Jólafrí

Fríggjakvøldið 3. januar, kl. 20:00:
Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi, Jákupsa skegg, Torkils døtur, Skt. Simeon, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom

Fríggjakvøldið 10. januar, kl. 20:00:
Brestis kvæði, Runtsivalsstríðið, Ólavur Riddararós, Kongaríkið í Bábylon, Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Sankta Mortan, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom

Fríggjakvøldið 17. januar, kl. 20:00:
Leivur Øssursson, Brúsajøkil, Mallebro, Kall og svein ungi, Hr. Sinklar, Skt. Simeon, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom

Fríggjakvøldið 24. januar, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi, Jákupsa skegg, Skt. Mortan, Hørpuríma, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom

Fríggjakvøldið 31. januar, kl. 20:00:
Brestis kvæði, Runtsivalsstríðið, Ólavur Riddararós, Kongaríkið í Bábylon, Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Fípan fagra, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom

Fríggjakvøldið 7. februar, kl. 20:00:
Leivur Øssursson, Brúsajøkil, Mallebro, Kall og svein ungi, Hr. Sinklar, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom

Fríggjakvøldið 14. februar, kl. 20:00:
Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi, Jákupsa skegg, Torkils døtur, Hørpuríma, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom

Fríggjakvøldið 21. februar, kl. 20:00:
Brestis kvæði, Runtsivalsstríðið, Sigmunds kvæði yngra, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Seinasta dansikvøld

Dansur í Hornahúsunum
Vanliga verður dansað í Hornahúsunum fríggjakvøld kl. 22 (aftaná barnadansin) – fyrstu ferð 25. oktobur. Vaksin og ung (yvir 14 ár) eru vælkomin at luttaka hesi kvøldini. Vegleiðandi skrá fyri kvøldini verður at finna á facebooksíðuni hjá Dansifelagnum: www.facebook.com/danshavn síðst í mánaðinum.

Vælkomin í 25 ára føðingardagsveitslu hjá Fótatraðk!

 


Í ár er tað 25
ár síðan dansifelagið Fótatraðk varð sett á stovn. Vit vilja tí fegin halda
eina rimmar veitslu okkum sjálvum og føroyska dansinum at frama og tú ert
hjartaliga vælkomin!

 

Dagurin verður
hildin 30 nov, 2013  og á skránni og við
í prísinum er:

                                                 vælkomudtrykkur

3 rætta mátskráð
við 3 gløsum av víni

felagssangur við
tónleiki

undirhald

kaffi og køkur

snapsur

føroyskur dansur

 

Tilmelding gerst
við at flyta kr. 250 á konto í Danske Bank:

1551 –
4500867590

Og viðmerk fult
navn og dansifelag, um tú ert í einum.

 

Seinasta freist
at melda seg til er mánadagin hin 4 nov, 2013

 

Veitslan byrjar
kl. 18.30 og endar seinast kl. 04.00 og verður hildin í Føroyahúsinum í Keypmannahavn,
Vesterbrogade 17A

 

Vit gleða okkum
at síggja teg!

 

Við gleðiskvøðu

 

Dansifelagið
Fótatraðk

Nevndin í Sláið Ring hevur skipað seg

 

Formaðurin í
Sláið Ring seinastu 14 árini  – Rasmus
Joensen – tók ikki við afturvali á aðalfundinum tann 14. Septembur í ár.
Nýggjur nevndarlimur bleiv Anna Elisa Jacobsen úr Vága Dansifelag.

Nýggja
nevndin hevði sín fyrsta fund tann 23.septembur og skipaði seg við Jónleifi
Johannesen úr Klaksvíkar Dansifelag sum formanni, Onnu Elisu Jacobsen úr Vága Dansifelag,
sum skrivara og næstforkvinnu og Kathrina Hansen úr Eysturoyar Dansifelag sum
kassameistara.

Jónleif Johannesen
metti at hann mátti fáa hjálp við formanssessinum fyrstu tíðina. Rasmus Joensen,
sum var valdur til eykalim á aðalfundinum, játtaði at átaka sær partar av
formansarbeiðinum í Sláði Ring fram til fastalávint 2014, tá hesin dansiveturin
er av. Nevndin er Rasmusi takksom fyri at hann rættir okkum eina hjálpandi hond
í hesi skiftistíð. Rasmus Joensen hevur gjørt eitt megnararbeiði hesi 14 árini,
sum hann hevur verið formaður. 

Adressan hjá
Sláið Ring verður óbroytt fram til fastalávint 2014.

Adressan
er   

Rasmusi Joensen,

á Teigi 7,

Fo 100
Tórshavn

Nevndin í Sláið Ring

Aðalfundurin 2013

 







Sláið Ring landsfelag føroyskum
dansi at frama


Rasmus A. Joensen, fm. á Teigi 7,
Tórshavn, Tlf. 310312
. T-postur:
sr @sr.fo



 



 


 

 

Aðalfundur hjá Sláið Ring, leygardagin 14. septembur 2013 kl. 12.00

Stað: Fróðskaparsetri Føroya, Føroyamálsdeildin V.U. Hammersheimbsgøta 16.

 

Fundurin setur: kl. 12.00

Fundurin lokin: kl. 15.30

Møtt á fundi: Vígdis Sigmundardóttir, Suðuroyar Norðoyarhelvt, Fía
Lindenskov, Fótatraðk, Arni Sólheygg,Klaksvíkar Dansifelag, Oddvør
Johannesen,Stígum Fast, Annika Olsen,Leikum Fagurt, Maria
Kristiansdóttir,Nordlek umboð (barnadans) og Norðstreymoyar Dansifelag, Trygvi
Samuelsen nordlekumboð (kulturnevndini) og Norðstremoyar Dansifelag, Erlendur
Simonsen, Nólsoyar Dansifelag,  Edvard í
Skorðini Joensen, Anna Elisa Jacobsen, Vága Dansifelag, Hildur K Sørensen,
Dansifelagi á Látrinum, Regin Eikholm, Dansifelag kaggans,  Hildur Vestergaard, Sumbiar Dansifelag, Kathrina
Hansen, Eysturoyar Dansifelag og kassameistari í Sláið Ring, Rasmus Joensen,
Tøkum Lætt og Forðmaður í Sláið Ring, Jónleif Johannesen, Klaksvíkar Dansifelag
og skrivari í Sláið Ring.

 

Val av orðstýrara:

Edvard í Skorðini Joensen

Val av fundarskrivara:

Jónleif Johannesen

Ársfrágreiðing

Rasmus Joensen legði fram forðmansfrágreiðing.

 

Formansfrágreiðingin til aðalfundin 14.
september 2013

 

Síðani seinasta aðalfund eru tveir
av limum okkara, ið báðir hava teir verið virknir í nevndararbeiði hjá Sláið
Ring, farnir, og í gjár fingu vit enn eini deyðsboð, hesaferð av ungum kvøðara.

Tey eru Atli Dalsgaard, sum var
varalimur í nevndini í Sláið Ring, Hervør Durhuus, ið eitt langt skifti varð
okkara Nordlekumboð og i gjár andaðist Reimar Djurhuus, limur í Danisfelagnum í
Havn bert 26 ára gamal.Vit vilja minnast tey og æra minni teirra við tøgn.

 

 

Eins og undanfarin ár, hevur Sláið Ring og nevndin havt úr at gera –
føroyskum dansi at frama.

Eg skal nevna nakað av tí, har vit hava luttikið.

 


  • Barnadansistevnan 2013, hin 10. í røðini varð hildin í
    Norðurlandahúsinum. Sláið Ring var vertur

o
   Stevnan varð hildin leygardagin 2. februar –
Kyndilsmessudag. Luttøkan var góð uml. 450 fólk. Eini 380 børn og 70 vaksin.
Sama talið sum undanfarin ár

o
   Útferðir vóru gjørdar oman á Tinganes og økið
harumvegir

o
   Døgurðan keyptu vit bíliga frá Hotel Føroyum

o
   Vit takka øllum teimum mongu, sum hjálptu til

 


  • Ung
    í dansi

o
   Stevnan varð hildin í Tjørnuvík

o
   Leiðarar vóru Hildur K. Sørensen og Elin
Syderbø, ið eisini vóru leiðarar á Sommerleiren 2012     

o
   Luttøkan var góð, uml. 30 ungdómar víða um úr
landinum

o
   Vit kundu ynskt at fingið fleiri pláss við

 


  • Dansináttin 2013 varð leygardagin 3. august

o
   Vegna nógvan aktivitet í august, varð
dansináttin løgd til 3. august. Møguliga nakað stutt fráligið frá Ólavsøkuni,
hildu vit

o
   Men tað bilti ikki, væl av fólki var í dansi

o
   Dansað varð í Skálanum í Athøll. Gólvið var
býtt upp í tvey. Dansað varð innari og uttari vóru borð sett upp, og sølan av
vatni og øli var har

o
   Riggaði stak væl sum kaffelíknandi umstøður.
At fólk tosaðu, meðan hini kvóðu, órógvaði ikki.

o
   Til dansináttina í 2011 vóru uml. 90 fólk, í
2012 vóru uml. 120 fólk og í ár uml. 200.

o
   Havi fleiri ferðir sagt,at nú sær ikki gott
út fyri dansisnáttini, men taki í egnan barm, nú sær betur út, og eg haldi at
vit skuldu halda fram

 

·        
Nordring

o
   Í døgunum 28. til 31. mars varð
Nordringstevna hildin á Selatræ

o
   Luttakarar vóru úr Finlandi, Svøríki, Norra,
Danmark og Føroyum

o
   Stevnan gongur út uppá, at tey ungu læra
hvønnannan at kenna og kunnu fara heimaftur til síni lond og feløg og greiða
frá

o
   Talan er um tey bestu ungfólkini, sum so
skulu kunna leggja øðrum lag á

o
   Vit vóru sera glað fyri stevnuna og tað
skiltu vit eisini á gestunum

 


  • Grønlek
    2013

o
   Í døgunum 
7. til 13. juli  skipaði
dansifelagið í Ilulissat fyri fyri dansistevnu við heitinum: Grønlek 2013

o
   Úr Føroyum vóru vit 26 luttakarar

o
   Sum vanligt á slíkum stevnum, so vóru
dansiframsýningar og felagsdansur

o
   Eisini var fundur, har norðurlendska
samstarvið varð umrøtt

o
   Nógv tíð løgd av til túrar í tí vøkru
nattúruna og býnum

o
   Kappingin um Grønlandsmeistaraheiti í kajakk
var í býnum hesar dagarnar

o
   Alt hetta gjørdi, at vit høvdu ein framúr
hendingaríkan og góðan túr

o
   Eina uppliving fyri lívið

o
   Í sambandi við slíkar ferðir verður vant og
dansað nógv – tað gevur

 


  • Noregs
    Ungdomslag
    bjóðar okkara
    ungu, at koma til Sommerleiren 2013

o
   At hava skeið í føroyskum dansi

o
   At dansa saman við ungdómunum á stevnuni

o
   At skipa í føroyskum dansi á
fólkadansifestivalinum í Kongsberg

o
   Okkara ungu lótu sera væl at ferðini

o
   Vit eiga ein góðan ungdóm, ið tekur við eftir
teimum eldru og sum vit eiga at taka okkum av

 


  • Barnlek verður í Føroyum 2017

o
   Komandi Barnlekstevna verður í Íslandi í 2014

o
   Tað eru Sláið Ring og Nordlekumboðini, ið
samskipa ferðina úr Føroyum

o
   Onkuntíð hava eisini onnur verið
ferðaleiðarar

o
   Sláið Ring setur av til stuðul í samb. við
Barnlek

o
   Feløgini, ið hava ætlanir um at vera við,
eiga fara í gongd við tað sama

o
   Sláið Ring hevur bundið seg til at hava
Barnlek í Føroyum í 2017

o
   Vit eiga longu nú, at arbeiði við
fyrireikingunum

§  Avgjørt er at stevnan verður í Klaksvík.
Klaksvíkar Dansifelag verður vertur vegna Sláið Ring og hevur gott samstarv við
Klaksvíkar Kommunu

§  Tað eigur at verða tikin støða til nevnd, at stíla
fyri barnlek 2017

§  Feløgini eiga at fyrireika seg og børnini

 


  • Brúðarvísur
    og brúðardansur

o
   Aftur í ár skrivaði Sláið Ring út kapping um
nýggjar brúðarvísur

o
   Fimm uppskot komu inn. Trý vórðu send
feløgunum til støðutakan

o
   Nevnd varð sett, ið skuldi velja trý av
uppskotunum til feløgini til ummælis og hon skuldi eisini hjálpa nevndini í
Sláið Ring, at gera endaliga valið

o
   Í nevndini sótu Jákup Reinert Hansen,
sóknarprestur, Bergljót av Skarði, studentaskúlalærari og Rasmus Joensen,
formaður í Sláið Ring.

o
   Feløgini skuldu velja nr 1, 2 og 3.

o
   Nógv tey flestu feløgini vístu á sama
uppskotið sum nr. 1, og tá nevndin hevði tað, sum seinni gjørdist vinnari og
tað sum gjørdist nr 2, sum nøkurlunda javngóð, varð uppskotið, ið feløgini
peikaðu á, valt sum vinnari

o
   Nr. 1 gjørdist: Lat okkum taka saman. Yrkjari
Eyðun Eliasen

o
   Nr. 2 gjørdist: Gevið ljóð og líðið á.
Yrkjari Regin Eikhólm

o
   Nr. 3 gjørdist: Í Halgubók vit lesa. Yrkjari
Betta á Dalinum

o
   8. Apríl varð skipað fyri samkomu í
Miðlahúsinum. Húsið var fult, tá formaðurin bjóðaði vælkomin

o
   Orðstýrari var Jónleif Johannesen

o
   Jóan Pauli Joensen segði nakað um brúðarsiðir
fyrr og nú

o
   Jákup R. Hansen las upp grundgevingarnar frá
nevndini

o
   Rasmus og Kathrina góvu vinnarunum kekk og
blómur

o
   Kvøldið endaði við, at brot úr øllum vísunum
vóru kvøðin á gólvi

o
   Eftir er hjá okkum er at fáa upptøkur av
vísunum, sum vit kunnu leggja út á internetið, so fólk kunnu læra seg orð og
løg. Arbeitt verður við hesum í løtuni

o
   Nevndin hevur umrøtt og viðtikið at seta
pening av til undirvísingartilfarð

 

 


  • Landsdansistevnan

o
   Eysturoyar Dansifelag var vertur fyri
landsdansistevnuni í ár

o
   Veðurgudarnir vóru ikki við okkum til
setanina, men annars ein sera væleydna stevna

o
   Fleiri forvitnislig kvæði at hoyra

o
   Vit koma aftur til hetta undir málum, sum vit
fara at viðgera

o
   Klaksvíkar Dansifelag hevur játtað at vera
vertur við komandi landsdansistevnu í 2016

o
   Norðstreymoyar Dansifelag og Dansifelagið á
Látrinum hava bjóða seg fram til 2019

o
   Síðani kemur raðfylgja upp á pláss aftur.
Vága Dansifelag í 2022

o
   Hvat sigur aðalfundurin til hesa broytingina
í raðfylgjuni

 

·        
Fundur við Landsstýrismannin

o
   Hvørjaferð nýtt Landsstýrisfólk er komið í
Mentamálaráðið, hevur Sláið Ring roynt at fingið fund, við tí endamáli at
greiða frá um felagið og stevnumið tess

o
   Á Pálsmessu høvdu vit fund í Mentamálaráðnum

o
   Hetta var ein góður fundur, har báðir partar
fingu nakað burturúr

o
   Vit fingu greitt frá okkara arbeiði og tonkum
um framtíðina og Landsstýrismaðurin segði nakað um tankar sínar

o
   Hann sá ikki burt frá, at gott er, um Sláið
Ring kemur fram við sínum toknum, um hvat kann gerast føroyskum dansi at frama.
Vit eru tey, ið standa dansinum nær og kenna hann best, so tað er umráðandi, at
vit koma fram við okkara

o
   MMR vildu viðgerða allar ætlanir við vælvild

o
   Spurningurin er so, hvat letur seg gera

o
   Ein góður kunnandi fundur er altíð góður

 

 


  • Veturin
    2013 – 2014

o
   Ung í Dansi

§  Hildur K. Sørensen og Elin Syderbø vilja standa
fyri tiltakinum

§  Ætlandi verður tað í seinnu helvt av januar og úti
í Nólsoy

o
   Barnadansistevnan

§  Verður í Vágum 22. februar. Vága Dansifelag verður
vertir

o
   Kvæða crouise

§  Smyrilline skipar fyri kvæða cruise til Íslands í
døgunum  26. – 29. mai

§  Á skránni verður, kvæði og fyrilestrar: Kjartan
Ólavsson og Virgarskvæði

o
   Sendingar í Útvarpinum

§  Jóhan Mortensen frá Kringvarpunum hevur vent sær
til okkara, eftir at hann og formaðurin høvdu havt prát

§  Kringvarpið hevur sett føroyskan dans á skráan í
vetur, sendingin verður fríggjakvøld eftir kl. 21.

§  Leisturin er ikki heilt greiður, men ætlandi kemur
Jóhan at leggja til rættis.

§  Sláið Ring vísir málinum vælvild og vilja vit
stuðla og heita á limirnar um at stuðla, har vit kunnu

o
   Upptøkur til Kringvarpið

§  Kringvarpið vil fegið hava nýggjar upptøkur

§  Til útvarpsbrúk er eingin trupulleiki at fáa fólk
at taka upp

§  Til sjónvarp er støðan ein onnur. Tað er
kostnaðarmikið, so um vit fáa stuðlar, ber til at gera upptøkurnar

o
   Upptøkur at leggja á alnótina 

§  Vit halda, at tað er umráðandi at fáa góðar upptøkur
at leggja út á alnótina, so áhugaði, fáa áhugaði fáa møguleika at kunna seg um
løgini og dansin

§  Gott var, um feløgini hugsaðu um hetta, møguliga
kundi hetta verið gjørt i samstarvi við Sláið Ring

§  Fólk brúka youtoube, so har eiga vit at vera

o
   Samstarv við ÚF og Rás 2. Góðar sendingar
menna

o
   Skulu vit royna at fáa eitt live kvøld í
øðrum av loftmiðlunum

o
   Fleiri av hesum tankum verða viðgjørdir undir
Mál, ið verða løgd fram til umrøðu

 

 


  • Fíggjarætlanin


    • Nøkur høvuðstøl, sum vit fara at biðja
      aðalfundin at taka undir við             


§  Játtanin frá MMR er                                         250.000

§  Barnadansiferð til Barnlek í Íslandi                    70.000

§  At dansa saman innanlands                                20.000

§  Kunningar- og undirvísingar tilfarð                    25.000

§  Fyrilestra- og kvæðatiltak                                   10.000

§  Samstarv við útlendsk dansifeløg                       45.000

 

o
   Upphæddirnar til barna – og undómsdans eru
undir roknskapinum fyri børn og ung.

o
   Játtanin til barnadansin er í ár lækkað við
50% til kr. 75.000. Hesar verða brúktar til barnadansistevnuna og til ung í
dansi

o
   Møguligur stuðul til feløgini má so koma frá
Sláið Ring roknskapinum

 

Tankar
og ætlanir komandi árið – frameftir


  • Um støðuna í dag

o  
Sláið Ring er
meginfelagið hjá dansifeløgunum, og arbeiði hjá nevndini skal spegla tað, sum
feløgini og nevndin hava upp á hjartað

o  
Tí er
umráðandi, at feløgini, tvs. limirnir eru virknir

o  
Vit arbeiða
eftir eini kós og við umrøðum og kjaki, m.a. á aðalfundinum, finna vit útav um
hon skal broytast

o  
Vit skulu
gera okkum greitt, at eru tað ikki vit, ið koma við hugskotum um framdrift, so
verður tað eingin

o  
Hini (MMR,
skúlar o.o.) hava latið tað yvir til okkara (rokna við sum givið) at Sláið ring
tekur innitiativið, og eg haldi ikki, at vit hava annað val, enn at taka hetta
í okkara hendur

o  
Men vit skulu
royna at fáa tað útaftur til fjøldina, so tey ikki bara lítað á dansifólkið

o  
Framyvir kann
hugsast, at ein av uppgávunum hjá Sláið Ring verður at kunna um dansin og at
gera kunnandi tilfar

o  
Hetta tilfar
skal kunna brúkast nógvastaðni

o  
Barnagarðar,
barnaskúlar, framhaldsdeildir, miðnámsskúlar, fjølmiðlar v.m.

 

 

Nú eg leggi frá mær sum formaður í Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi
at frama – fari eg at takka fyri gott samstarv við feløgini, við formenn og
umboðsráðslimir, við nevndina og við tykkum í 
Nordleknevndini.

Eg fari at takka øllum dansifólkunum fyri sera gott samstarv og góðar
løtur.

Eisini fari eg at takka fyri góðar viðmerkingar í práti og telefonsamrøðum.
Tað er gott við jaligum og krittiskum viðmerkingum. Tær leiða tankarnar til
aðrar vinklar í einum máli, og tá tú hevur hugsað nærri um hetta, fært tú
nýggjan íblástur, sum gevur ábendingar, um hvønn veg tú skalt royna at loysa
máið.

 

Við ynski um, at tað má gangast dansifeløgunum, Sláið Ring og føroyska
dansinum væl, sigi eg:

Latið okkum brúka gimsteinin – føroyska dansin !!

 

Takk fyri !!

 

 

Viðmerkingar til
formansfrágreiðingar

Hvussu er við upphavsrætti í samband við kvæða og vísuupptøkur. Niðurstøðan
á aðalfundin var, at feløgini eiga upphavsrættin til upptøkurnar, har yrkjarin
er deyður fyri meir enn 70 árum síðani.

Semja var um, at tað ráddi um at fáa kvæðini út til fólki. Upptøkurnar hjá
Føroyamálsdeildin eru eitt keðiligt dømi um, at upphavsrætturin ger at tilfarið
ikki kemur út til fólkið. 

 

Regin Eikholm helt, at dansuri er blivin í so einstáttaður og lívleysur. Vit
skulu leggja meiri dent á at fortelja søguna livandi meðan vit kvøða. Hetta
kundi nevndin tikið upp.

 

Jónleif helt at dansurin í skúlunum er eins sterkur og fyrr, men tað tekst
ikki burtur, at tað eru skúlar har dansuri ikki er so sterkur. Her hevði tað
verið gott um dansifeløgini bjóðaðu seg fram at hjálpa skúlunum, ella at
dansifólk innan skúlagátt sláða seg saman og skipa dansin soleðis, at tey
eisini fevna um skúlar, har dansuri stendur veikur.

 

Maria nevndi at kunningin fyri Grønlek hevði verið nóg góð frá Nordlek
umboðunum. Hon heitti á formenn og kvinnur um at kunna sínar limir um slík
tiltøk, tí hon hevði hoyrt frá fólki, at tey einki høvdu hoyrt um hetta.

  

Framløga av grannskoðaðum rokniskapi
til góðkenningar

Kathrina Hansen leggi fram rokniskapin fyri Sláið Ring. Ársúrslitið var
góðar 27.000 yvirskoti.

Kathrina Hansen legði somuleiðis rokniskapin fram fyri barnadansin. Her var
yvirskotið góðar 2000 krónur. Í ár verður stuðulin til barnadansurin væl minni
knappar 90.000 krónur. Hetta kemur at gera at raðfestingarnar komandi ár verða
ørvísi og tillagaða fíggjarviðurskiftini har eftir.

 

Viðgerð av innkomnum málum

Einki mál var innkomið

 

Ásetan av limagjaldi fyri komandi
árið

Nevndin skeyt upp at limagjaldið verður tað sama. 100 kr. Fyri hvørt felag.
Hesum tók aðalfundurin einmælt undir við.

 

Val av nevnd og trimum tiltakslimum.

Rasmus Joensen tekur ikki viðaftur vali. Nevndin skeyt um at velja Annu Elisu
Jacobsen í nevndina. Einki annað umboð var í uppskoti. Anna Elisa Jacobsen var
vald í nevndina.

Sum tiltakslimir vóru í uppskoti Rasmus Joensen, Tøkum Lætt, Hildur
Vestergaard, Sumbiar Dansifelag, Annika Olsen, Leikum Fagurt. Tey vóru vald.

 

Val av grannskoðara

Nevndin skýtur upp at Heini Mortensen heldur fram sum grannskoðari. Hetta
var einmælt samtikt.

 

Ymiskt

 

Mál, ið nevndin leggur fram til
umrøðu

 

·        
Sláið Ring er 35 ár í ár

Semja var um at nevndin skuldi arbeiða við at hava
fyrilestrar, veitslu og dans fyri at hátíðarhalda dagin.

·        
Tiltøk við fyrilestrum og dansi

Hetta verður partur av 35 ára degnum.

·        
Upptøkur til Kringvarpið

Nevndin heitur á feløgini um at halda seg fram at,
og bjóða Kringvarpinum at taka upp kvæðaupptøkur í teirra felag. Regin Eikholm
heitti á feløgini um at sleppa kvinnunum fram at, tá ið skiparar skulu veljast.

·        
Eftirmeta gongdina um nýggjar brúðarvísur og
brúðardans

Vága dansifelag dámdi ikki væl hetta uppskoti, men
eftir at hava hoyrt nýggju brúðarvísuna á gólvi dugdi Sláið Ring umboðið at síggja,
at hetta ber væl til. Rasmus metti eisini at fleiri fólk, sum ikki dámdu nýggju
brúðarvísuna frá byrjan av, nú eisini høvdu broytt meining.

·        
Fáa brúðarvísurnar út til fólkið

Nevnt var at Nám var ein góður miðil at fáa
brúðarvísurnar út til fólki, eisini youtube upptøkur eiga at vera gjørdar.
Brúðarvísurnar verða eisini partur av fólkafundinum í Klaksvík 20 – 21 sep.
2013..

·        
Komandi landsdansistevnurnar

o  
            Klaksvík bjóðar sær til at taka
næstu Landsdansistevnuna í 2016

o  
            Norðstreymoyar Dansifelag og Dansifelagið
á Látrinum hava áhuga at vera vertir í 2019.

·        
Stuðul til feløgini – føroyskum dansi at frama

Nevndin mælir til, at feløg kunnu søkja um stuðul
frá Sláið Ring, um tey fáa vitjan og um tey ferðast í útlondum.

·        
Kvæðacruise til Íslands 26. – 29. mai 2014

Rasmus kunnaði um kvæðacrusie. Á skránni verður
Kjartan Ólavson og Virgarskvæði. Minnist at melda til í góðari tíð. Smyril Line
hevur avlagt 300 páss. Rasmus gav umboðslimunum eitt reklamu ark og bað teir
kunna limirnar.

·        
Stuðul til barnadans.

Umsóknir skulu vera Sláið Ring í hendi innan 1. januar.

Væntandi kunnu feløgini fáa eina upphædd á uml.
45.000 krónur at býta sína millum.

·        
Langtiðarfíggjarætlanin

Langtíðarfíggjarætlanin fyri Sláið Ring var
gjøgnum gingin og góðkend.

Langtíðarfíggjarætlan fyri barnadansin var gjøgnum
gingin og góðkend.

·        
Heimasíðan

Nevndin minti limirnar á at møguleiki er at skriva
á heimasíðuna.

·        
Kvæði á landsdansistevnuni

Møguleiki er at feløgini býta eitt kvæði sínamillum,
fyri at tað eisini kann verða pláss fyri longum kvæðum á stevnuni.

 

                                                Jónleif
Johannesen, skrivari á aðalfundinum

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×