Uppskot um
nýggja brúðarvísu
Sláið
Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama, fer undir enn eitt átak um nýggja
brúðarvísu. Tit, ið hava uppskot, eru vælkomin at senda inn.
Um
vísuna kann sigast, at
·
Hon
skal vera viðkomandi fyri brúðarparið
·
Hon
skal kunna kvøðast á gólvi
·
Longdin
skal vera soleiðis, at tað tekur uml. 8 min. at kvøða
·
Vísan
skal hava niðurlag
·
Um
lagið kunnu vit siga
o Yrkjast kann til
kent lag
o Yrkjast kann til
nýtt lag
o Hevur vísan
einki lag, kann Sláið Ring biðja fólk gera lag
·
Møguleiki
er eisini at senda fløgu við
·
Vísan skal
vera skriva undir merki (dulnevnd), tó skal afturlatin brævbjálvi við veruliga
navninum liggja við uppskotinum
·
Freistin
fyri at lata inn uppskot er 9. desember 2012
Hvussu
síðani verður farið fram
- Sláið Ring hevur valt nevnd við
trimum fólkum, ið skulu viðgera uppskotini
- Nevndin velur trý av innkomnu
uppskotunum, sum skulu latast dansifeløgunum, at meta um, hvørt er best
- Hvørt dansifelagið skal velja
nr. 1, 2 og 3.
- Dansifeløgini senda síðani
svarini aftur til Sláið Ring
- Sláið Ring kallar til
umboðsráðsfund, har útslitið verður kunngjørt
Um arbeiðið
hjá nevndini o.a.
- Nevndin skal skriftliga
grundgeva fyri sínum vali, dygdir og lítir, hví eitt uppskot er millum tey
trý bestu og hví ikki
- Nevndin fær uppskotini um miðjan
desember 2012
- Dansifeløgini fáa uppskotini um
miðjan januar 2013
- Dansifeløgini senda avgerðina
inn til Sláið Ring beint eftir fastalávint
- Sláið Ring kallar inn til umboðsráðsfund
eftir páskir
- Á hesum fundinum verður
útslitið greitt
- Viðrislønir verða latnar: 1 kr.
15.000, 2 kr. 10.000 og 3 kr. 5.000
Sláið
Ring hevur heitt á hesi um at manna nevdina, og hava tey játtað: Jákup Reinert
Hansen, Bergljót av Skarði og Rasmus Joensen.
Sláið
Ring
Rasmus
A. Joensen, fm.
sr@sr.fo
Tlf.
210 412
Á
Teigi 7
FO-100
Tórshavn