Skráin hjá Fótatraðk árið út

 Fótatraðk Dansar restin av árinum eftir hesi skrá:

9. Oktober

– Dansispøl

– Ole Morske (Róald)

– Vaagen (Jógvan Páll)

– Ámundsríma ø 21-40 (Jan B)

v/ Gimme og Åse

 

23. Oktober

– Ebbe Skammelsen (Astrid)

– Lundavísan (Ólavur)

– Harra Pætur og Elinborg (Róald)

– Ámundsríma ø 31-50 (Jan B)

v/ Rannvá og Jógvan Páll

 

6. November

– Vilmundskvæði, Sumba (Ólavur)

– Jákupsa skegg (Róald)

– Ólavur Riddararós (Jan N)

– Ámundsríma ø 41-60 (Jan B)

v/ Kirsten D og Róald

 

20. November

– Elverhøj (Ólavur)

– Hjalmar og Hulda (Róald)

– Veðratátturin (Jan B)

– Ámundsríma ø 51-70 (Jan B)

v/Høgni og Marjun

 

4. December

– Tróndarkvæði (Jan B)

– Grindavísan (Astrid/Róald)

– Frísarnir (Høgni/Ólavur)

– Ámundsríma ø 61-80 (Jan B)

v/ Jan N og Annika

Øll eru vælkomin. Tit sum búgva í Føroyum og aðrastaðni, men eru í Keypmannahavn, tit eru altíð vælkomin til at leggja leiðina forbí Føroyahúsið á Vesterbrogade 17A 1620 København V.
Leygardagin 10. December verður Jólaát. Meira um hetta verður at frætta seinni.
Vitjið annars heimasíðu okkara www.fotatradk.com
Vegna Dansifelagið Fótatraðk
Ólavur Eysturdal, formaður

Barnadansur í Norðurlandahúsinum

Aftur í ár skipar Dansifelagið fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld í dansitíðini. Fyrsta kvøldið dansað verður, er fríggjakvøldið 7. okt., kl. 20:00. Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis.

Vegleiðandi skrá fyri veturin

Eingi nøvn eru sett fyri, hvør skipar, men ætlanin er, at bæði børn og vaksin skipa tað, tey hava hug til. Hevur onkur hug at skipa, er bert at siga frá, eisini um tað er okkurt, sum ikki stendur í skránni ella í heftinum.

Frí. 07.10, kl. 20.00:
Eingin skrá

Frí. 14.10:
Heystfrí.

Frí. 21.10, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 28.10, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Mallebro, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 04.11, kl. 20.00:
Torkils døtur, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 11.11, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Mallebro, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 18.11, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 25.11, kl. 20.00:
Torkils døtur, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur, Mallebro, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 02.12, kl. 20.00:
Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Vit dansa jólatræ eftir steðgin

Jólafrí

Frí. 06.01, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Sankta Mortan, Sigmunds kvæði yngra, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 13.01, kl. 20.00:
Hr. Sinklar, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Sankta Simeon, Øskudólgur, Mallebro, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 20.01, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Sankta Mortan, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 27.01, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Sankta Simeon, Mallebro, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 03.02, kl. 20.00:
Torkils døtur, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 10.02, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Seinasta dansikvøld.

Dansiveturin byrjar

Norðstreymoyar
Dansifelag skipar fyri almennum føroyskum dansi í Kollafirði leygarkvøldið 1.
oktober. Byrjað verður at dansa í Arbeiðsmannafelagshúsinum klokkan 22.00, og
dansað verður til einaferð umleið klokkan tvey sunnumorgunin.


Dansurin verður
skipaður, sum vanligt plagar at vera í slíkum førum. Dansað verður nakað út á
náttina, tá høvi verður at fáa sær smurt breyð og okkurt leskandi afturvið.
Hildið verður so á til út móti morgni.

Í atgongugjaldið,
sum er kr. 70,- er roknað smurt breyð og kaffi ella te.

 

 

Nógv fólk vitjaðu Brynhild

Tað var fult hús, tá Hanus Kamban helt fyrilestur um Brynhildartátt, og
hvussu hann er bygdur upp. Hann vísti á, at tað finnast heilar átta uppskriftir
av Brynhildartátti á føroyskum.

Evnið er savnað saman úr ymsum europeiskum forn- og miðaldarsøgum og
sagnum, vísti hann á og nevndi, at her var talan um skaldskap, tá hann er
allarbestur.

Eftir áhugaverda fyrilesturin hjá Hanusi Kamban, hugleiddi Høgni Mohr um
sjálvt kvæðið og søgur í samband við tað.

Kringvarpið festi fyrilestrarnar á band, og verða teir at hoyra í eini av
komandi sendingunum Álvarann, sum verða sendar mánakvøld klokkan 19.00.

Eftir fyrilestrarnar varð farið upp á gólv. Hákun Jacobsen úr Miðvági
skipaði í teimum umførum brot úr Brynhildartátti.

 

Brynhild stundar á fund

Leygarkvøldið 24, september klokkan 19.00 verður
almenn kvøldseta í Sjónleikarhúsinum í Havn, har evnið er Brynhildartáttur.


Hugsanin við hesum serliga tiltakinum er at
skapa áhuga fyri  føroyska dansinum,
sigur Rasmus Joensen, formaður í landsfelagnum Sláið Ring, sum skipar fyri
kvøldsetuni.

Løgd er ein rættiliga áhugaverd skrá fyri
tiltakið.

Hanus Kamban kemur at hugleiða um Brynhildartátt
og annað, ið hann metir hevur áhuga.

Fólk í salinum fáa høvi at gera viðmerkingar til Brynhildartátt, hugleiða og seta spurningar.

Rasmus Joensen hugleiðir um Sjúrðar deyða.

 Stuttur steðgur.

Farið verður upp á gólv.

Tikin verða ørindini 1 – 42.

Stuttur steðgur, og so verða tikin ørindini frá 157.

Hóast allur Brynhildartáttur, sum er 232 ørindi
langur, ikki verður tikin á gólvi hetta kvøldið, verður tó møguleiki seinni heyst
at náa hetta, sigur formaðurin í landsfelagnum, tí á einum dansikvøldi einaferð
í oktober verður allur Brynhildartáttur, sum hann er, kvøðin á gólvi.

 

Sláið Ring havt aðalfund

Á aðalfundinum
hjá Sláið Ring, sum varð hildin í Havn leygardagin 10. september, stóð Rasmus
Joensen, formaður, fyri vali. Hann varð afturvaldur. Í nevndini sita nú Rasmus
Joensen úr Tøkum Lætt, Jónleif Johannesen úr Klaksvíkar Dansifelag og Kathrina
Hansen úr Eysturoyar Dansifelag. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.

Eisini skuldu
tríggir tiltakslimir veljast, og vald vórðu Anna Elisa Jacobsen, Vága
Dansifelag, Hildur Vestergaard, Sumbiar Dansifelag og Atli Dalsgaard, Leikum
Fagurt.

Á fundinum var
orðaskifti um nýggja brúðarvísu tikið uppaftur. Nevndin í landsfelagnum hevur
gjørt av at bjóða teimum, sum sendu uppskot til nýggja brúðarvísu til
kappingina, sum lýst varð nakað herfyri, at luttaka í einum bólki, sum skal
kjakast um, hvussu ein møgulig nýggj brúðarvísa eigur at síggja út.

 

Eisini varð sagt
frá, at Sláið Ring er í sambandi við Mentamálaráðið, millum annað við skrivi,
sum sent er ráðnum, og fundarvirksemi um, hvat landsfelagið heldur eigur at
verða gjørt fyri føroyska dansin.

Onnur mál, sum
vóru uppi á fundinum, vóru eitt nú umrøða av Nordlek 2012, og at Barnlek skal
haldast í Føroyum í 2017. Slíkt tiltak krevur nógva fyrireiking, og tíð er
longu at fara at hugsa um at velja fyrireikingarnevnd og fara undir hetta stóra
tiltakið.

Í sambandi við
Nordlek 2012 veðrur eisini ein summarlega fyri ungfólk í aldrinum 14 – 26 ár
hildin í Noreg næsta summar. Sláið Ring væntar at kunna senda eini 20
luttakarar til hesa leguna.

Mint varð eisini
á tiltakið um Brynhildartátt, sum hildið verður í Havn leygardagin 24.
september.

 

 

Ung í dansi 2011

Stað:

Sigursglæman á Húsum

Tíð:

Fara av Klaksvík fríggjakvøldið 16. september kl. 19.20 og eru aftur í Klaksvík leygardagin 17. september klokkan 18.00

Aldursmark:

13 – 17 ár. Ung, sum eru eldri enn 17 ár, eru vælkomin at melda seg til sum hjálparleiðarar.

Kostnaður:

Tiltakið er ókeypis og ferðendurgjald verður latið.

Viðføri:

Soviposa, undirlag, tannbust o.t., gangiskógvar, inniskógvar ella hálvhosur, skiftiklæðir, kvæðabók.

Tilmelding:

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 13.september. Tilmeldingin fer fram hjá Jónleif Johannesen á telef 235766 ella á telduposti jonleif.johannesen@skulin.fo

Kunning:

Øll kunning um tiltakið liggur á heimasíðuni hjá Sláið Ring www.sr.fo

Ferðaætlan til Húsar fríggjadagin 16. september

Tvøroyri – Tórshavn 15.30 av Tvøroyri leið 7

Sørvágur – Tórshavn 16.10 úr Sørvági leið 300

Skopun Gl.rætt 16.30 úr Skopun Leið 60

Gl. Rætt – Tórshavn 17.00 av Gl.rætt leið 101

Tórshavn – Klaksvík 17.30 úr Tórshavn leið 400

Klaksvík – Húsar 19.20 av Klaksvík Viljin

Ferðaætlanav Húsum leygardagin 17. september

Húsar – Klaksvík 17.35 av Syðradali Viljin

Klaksvík – Tórshavn 18.10 úr Klaksvík Leið 400

Kollfj.t. – Sørvágur 19.35 Frá kollafj.t. Leið 300

Tórshavn – Gl.rætt 20.30 úr Tórshavn Taxabuss

Gl.rætt -Skopun 21.00 AV Gl.rætt leið 60

Tórshavn – Tvøroyri 20.30 úr Tórshavn leið 7

skráin

Fríggjadagin 16. Sept.

18.30 Luttakarar úr Norðoyggjum til Húsar

19.20 Til Húsar við Viljanum

20.30 Nátturði

21.00 – 0.00 Almennur dansur ( limir úr Klaksvíkar Dansifelag luttaka )

Leygardagin 17. Sept.

9.00 Morgunmatur

9.45 Dansur og fyrilestur

10.15 Rasmus Joensen hugleiðir

Evnið er “Unga ættarliðið og kvæðamentanin”

10.30 Ólavur Syderbø

Evnið er: “Soleiðis læri eg meg kvæðini”

10.45 Vit læra okkum kópakvæði

11.30 Døgurði

12.00 Útferð til Mikladals og Trøllanesar

16.00 Av Húsum

18.00 Í Klaksvík

Dansispøl út í bók

Í samband við, at
Andrea Opielka fer at geva ritgerð sína um føroysk dansispøl út í bók, verður
skipað fyri útgávutiltaki í Havn. Eftir ætlan skal útgávudagurin vera
sunnudagin tann 13. november 2011.

Í hesum sambandi
hevur høvundurin heitt á dansifeløg um at luttaka á útgávudegnum við eini
framførslu av onkrum dansispæli. Vága Dansifelag hevur meldað til og fer hendan
dagin at framføra Slippudans.

 

 

Barnlek 2017

 

Av tí at Landsbókasavnið er upptikið er aðalfundurin fluttur á
Fróðskaparsetur Føroya V.U. Hammersheimbsgøta 16, Føroyamálsdeildin.

Leygardagin 10. september kl. 12.00.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×