Dansistevnan fyri børn

Dansistevnan fyri børn verður nú leygardagin hin 19. februar í
Badmintonhøllini í Havnini. Hesuferð er tað Tøkum Lætt, sum saman við Sláið Ring
eru vertir.

Stevnan verður sett kl. 10.00 og endar kl. 15.00

Umframt dansin verður eisini útferð til Fornminnissavnið, har høvi verður at
síggja nakað av tú nógva, sum Fornminnissavnið hevur at vísa fram.

Fleiri feløg og skúlar hava boðað frá luttøku

Sumbiar Dansifelag, Jómsvíkingar, Dansifelagið í Havn, Tøkum Lætt, Frískúlin
á Velbastað, Leikum fagurt og Stígum fast, Vága Dansifelag, Dansifelagið á
Látrinum, Eysturoyar Dansifelag, Klaksvíkar Dansifelag.

Umframt tey mongu børnini, plaga eisini fleiri foreldur og ommur og abbar at
vera við og saman hava vit eina sera hugnaliga og gevandi stevnu.

Ung í dansi

 

Føroyskur
dansur fyri ung fríggjakvøldið 4. feb í Skálanum í Klaksvík.

Aftur
í ár ætla vit í Klaksvíkar Dansifelag at skipa fyri tiltaki serliga ætlað ungum.
Tiltakið er fyri at fáa ung úr øllum Føroyum, sum hava áhuga í føroyska
dansinum, at samlast um dansin. Vit hugsa um ung í breiðari merking, so øll eru
vælkomin, sum vilja stuðla ungum í tí føroyska dansinum.

Dansikvøldið
verður fríggjakvøldið 4. feb. kl. 20.30 í Skálanum í Klaksvík. 

Kvøldið
verður skipað sum eitt hugna- og dansikvøld, har vit vóna at ung úr øllum
Føroyum koma við. Tiltakið byrjar, sum sagt, kl. 20.30 við einum løttum
borðhaldi, síðan verður okkurt undirhald og dansur aftaná.

Tey sum koma til Klaksvíkar við bili ella bussi kunnu fáa
stuðul til ferðina.

Kvæðasendingarnar í ÚF

 

Útvarpið hevur gjørt av at flyta kvæðasendingarnar til mánakvøld. Hetta
m.a. eftir áheitan frá dansifólki.

Komandi vikurnar verða kvæðasendingarnar ” Álvaran” og “Uppá gólv” at hoyra
mánakvøld klokkan 20.00.

Kyndilsmessudansur


Kyndulsmessudansur í Harladsundi

Eins og undan
farin ár verður vælumtókti kyndulsmessudansurin í Haraldsundi á skránni í 2011.
Hesaferð verður hann fríggjakvøldið 28 januar og byrjar dansurin klokkan 22.00.
Kostnaðurin fyri kvøldið er 100 krónur og tá er matur íroknaður
prísin.

 Fleiri dansifeløg hava víst kvøldinum
áhuga og hava sett kyndulsmessudansin á ská sína so væntandi  verður dansurin væl vitjaður.  Haraldsund er gomul kyndulsmessubygd, og
eru fyrireikararnir glaðir fyri, at tað hevur eydnast at endurreisa hesa gomlu
siðmentan í bygdini.

Vegna
fyrireikararnar

Andrass
Jacobsen 

Barnadansistevnan

Barnadansistevnan 2011 verður leygardagin 19. februar. Vertir í ár eru Tøkum
Lætt.

Tøkum Lætt boðar frá, at tey hava sent innbjóðing til øll feløgini, men tey
lata eisini vita, at um onnur eru, ið hava áhuga at vera við, so er tey
vælkomin. Tey skulu bert seta seg í samband við Tøkum Lætt ella formannin
Andreas Sigurstein á tlf. 21 42 42.

Fyrireikararnir vilja fegin hava at vita frá feløgunum hvørji kvæði, tey ætla
at taka, so hetta kann koma við í skránna.

Tøkum Lætt hevur heimasíðuna: toekum-laett. Hon sæst eisini á heimasíðuni hjá
Sláið Ring.

Eru spurningar, so ber til at venda sær til Tøkum Lætt ella Sláið Ring.

Nýggjársdansur í Dali

Aftur í ár skipar Stígum Fast fyri almennum føroyskum dansi
nýggjársdag. Dansurin verður um dagin, soleiðis at fólk úr øðrum dansifeløgum
kunnu koma til Dals at dansa og sleppa heimaftur um kvøldið.

Nærri skrá kemur seinni.

Frá Tøkum Lætt

 Barnadansurin byrjar aftur mikukvøldið 20. oktober kl. 19 í Skansastovu

Frá Tøkum Lætt

 Dansurin byrjar aftur sunnukvøldið 17. oktober kl. 20 í Skansastovu.

Frá Eysturoyar Dansifelag

 Skráin fyri veturin 2010 – 11 er nú komin.
Sæst á leinkju her og á heimasíðuni: www.eystdans.dk

Aðalfundurin 2010

 

Formansfrágreiðingin til aðalfundin 18. september
2010

 

Eins og undanfarin ár, hevur Sláið Ring og
nevndin havt úr at gera – føroyskum dansi at frama.

Eg skal nevna nakað av tí, har vit hava
luttikið.

  • Barnadansistevnan
    2010 varð hildin á Eiði

o    Stevnan varð hildin leygardagin 17.
apríl. Luttøkan var góð uml. 450 fólk. Eini 400 børn og 50
vaksin.

o    Veðrið var heldur kaldligt. Tað
kavaði, men útferðirnar vóru í bussum við góðum frásøgufólkum og dansað varð
inni, so tað riggaði bara væl.

o    Í 2011 verður hon antin í Nólsoy
ella í Havnini. Vit hava spurt okkum fyri hjá Nólsoyar Dansifelag, men hava enn
ikki fingið endaligt svar. Um hon ikki verður í Nólsoy, so verður Tøkum Lætt
vertur.

  • Landsdansistevnan
    2010, feløgini í Sandoynni

o    Leygardagin hin 8. mai skipaðu
dansifeløgini í Sandoynni fyri landsdansistevnuni, sum var hildin í fínasta
veðri. Eini 400 fólk luttóku. Setanin var á havnalganum í Skopun, tað var
Wilhelmina Larsen úr Dali, ið setti stevnuna. Av havnalagnum varð gingið niðan í
bygdahúsið Samljóð, har fyrst borðhald var og síðani dansur. Lagið var óført,
bæði undir borðhaldinum, undir dansinum og við fráferðina.

o    Ein av stuðlunum til hesa
dansistevnu var Frítíðargrunnurin. Hetta er nýggjur grunnur, sum veitir stuðul
til tiltøk í Føroyum. Grunnurin sigur m.a. soleiðis: Grunnurin stuðlar
frítíðartiltøkum og -verkætlanum fyri løntakarar. Tiltøk og
verkætlanir, ið kunnu geva løntakarum upplivingar innan økini mentan
og náttúru- og mentunarumhvørvi, eru í fokus hjá Frítíðargrunninum.

  • Ung í
    dansi.

o    Stevnan í 2009 varð hildin í Vágum
og tann í 2010 í Dali

o    Í  báðum førum, var luttøkan góð, uml. 45
ungdómar, men ynskiligt hevði verið, um feløgini høvdu gjørt meira við at fáa
fleiri við, tí ikki tykkum at siga, so styrkir tað bæði ein og annan veg, at
fleiri eru við.

o    Tey, sum hava verið við higartil,
eru haðani, sum barnadansur hevur verið og har leiðararnir hava lagt upp til, at
stevnurnar vóru gevandi

o    Fleiri av hesum ungu hava verið
saman frá barnadansi, til dansistevnur innanlands eins væl og til Barnlek. Hesi
hava longu fingið væl í tæguna.

  • Dansináttin 2010
    var leygardagin 10. juli

o    Tá byrjað varð kl. 21.00 vóru
fleiri útlendingar, so Rasmus helt ein lítlan fyrilestur um føroyskan dans,
áðrenn farið varð upp á gólv

o    Fleiri okkara komu seinni og eina
góða løtu var góður dansur

o    Gott hundrað fólk vóru inni á
gólvinum í Norðurlandahúsinum

o    Eg havi nevnt tað áður, og taki tað
uppaftur: Tað eru vit, sum halda tiltakinum uppi, so vit mugu fylgja við, um
tiltakið skal halda fram eftir sama leisti

 

 

 

 

 

  • Samstarv við
    ÚF

o   
Útvarpssendingar

§        
Sláið Ring var
við til at stuðla útvarpssendinginum seinasta vetur, men metir nevndin ikki, at
tað liggur á okkum at gjalda fyri útvarpssendingarnar. Vit hava fleiri ferðir
sagt frá, at vit vilja veita KVF allan tann stuðul, vit kunnu, m.a. við at vísa
á fólk, ið vit meta kunnu gera sendingar

o    Upptøkur

§        
Sum eg havi
nevnt fleiri ferðir áður, so fari eg enn einaferð, at heita á feløgini, antin
einsamøll ella saman við ørðum, um at fáa gjørt nýggjar
upptøkur

§        
Hetta styrkir
dansin og samstarvið við útvarpið og eigur at føra til betri samarbeiði við
KVF.

§        
Báðir partar
fara at fáa stóran ágóða av hesum. Kringvarpið nógvar dygdargóðar sendingar og
senditímar og lurtararnir somuleiðis góðar og upplýsandi sendingar, sum eisini
fara at koma dansifeløgunum til góðar.

o    Nevndin í SR kundi ynskt, at
samstarvið við Kringvarpið varð betur, soleiðis at skilja, at vit í felag kundu
lagt til rættis upptøkur bæði til ÚF og KVF og ikki minst, at Kringvarpið,
t.v.s. fólkini, sum hava kontakt við okkum, vístu okkum og dansinum størri
virðing. Eg haldi ikki, at tey ikki virða okkum og dansin, men eg meti, at tey
hava ikki størri vitan og førleika enn so, at tey kenna ikki hendan gimsteinin í
mentan okkara

o    Og harvið
útslitið

§        
Seinasta vetur
vóru tíbetur fleiri upptøkur gjørdar, men sum sagt, tey, ið vóru komin at taka
upp, høvdu ikki kunnleika til føroyskan dans og hetta var tí ein meinbogi bæði
fyri tey, sum dansaðu og kvóðu og fyri tey, sum stóðu fyri
upptøkunum.

§        
Vit fara at
taka hetta uppaftur við KVF í vetur

§        
Eg kann eisini
siga, at eg sum formaður í Sláið Ring havi heitt á KVF, um at taka føroyska
dansin við í sendingina Refleksjón í vetur. Eg havi eisini boðið mær, at koma
til eitt prát, so eg kann greiða teimum frá um føroyskan dans og alt hann hevur
í og við sær, tí sum sagt, so meti eg, at skulu vit fáa góðar sendingar við og
um føroyskan dans, so er ein treyt, at tey, ið leggja til rættis, hava eina
ávísa vitan.

 

  • Ísleikur 2010

o    Í summar var Sláið Ring, t.e. øll
sum høvdu áhugað, boðin til Ísleik í Íslandi. 26 fólk vóru við í feralagnum. Vit
høvdu eina góða ferð við fleiri upplivingum. Og góðum
dansi.

o    Fyrstu fimm dagarnir varð ein
útferð á Vestfirðir. Ein frálík og ferð við nógvum ymiksum
upplivingum.

o    Komin aftur til Reykjavíkar høvdu
vit framførslut á fýra støðum í miðbýnum eins og á einum útisavni.Nógv fólk var
og hugdi at. Tey vóru hugtikin og fregnaðust.

o    Myndir av okkara framførslu vóru at
síggja í Ríkisútvarpinum

o    Dansur um
kvøldarnar

§        
Fólk vóru sera
áhugaði í okkara dansi og nógv komu uppí. Stevið voldi teimum ikki trupulleikar,
tí tey, sum vit, eru fólkadansarar

§        
Her fari eg at
loyva mær at koma við einum lítlum hjartasuffi. Vit eiga at vísa nógv størri
áhuga fyri hinum dansunum og royna at fara uppí hjá teimum og læra okkum teirra
dansir

o    Framtíðin í norðurlendskum
samstarvi

§        
Sum er meti eg,
at hetta sær heldur ivasamt út, tí undirtøkan er ikki góð

§        
Tíðin fer so at
vísa, um hildið verður fram eftir sama leisti sum higartil ella hann verður
broyttur

o    Umboð okkara í Nordlek koma at
greiða nærri frá stevnuni

  • Nordlek verður í
    Steinkjær í 2012

o    Verður farið úr Føroyum, má minsta
krav frá Sláið Ring vera, at vit læra okkum dansirnar til setanina og
endahátíðina. Hetta eiga bæði feløgini og leiðararnir at hugsa um. Kunning um
Nordlek sæst umvegis leinkju á heimasíðuni hjá Sláið Ring,
www.sr.fo.

o    Um farið verður, eigur ferðin
eisini at vera ein ferð til søguliga kend støð í Norra

o    Umboðini í Nordlek nevndini koma
eisini nærri inn á hetta

  • Barnlek 2011
    verður í Skive í Danmark

o    So vítt eg veit, eru summi børn
farin undir at samla saman til ferðina, men ynskjandi er, at børn úr øllum
landinum vera við

o    Til undanfarnar Barnlek-stevnur
hava uml. 120 fólk verið úr Føroyum, so eg rokni við, at luttakaratalið komandi
summar verður nøkurlunda tað sama

  • Barnlek verður í
    Føroyum 2017

o    Sláið Ring hevur bundið seg til at
hava Barnlek í Føroyum um nøkur ár, men tað hevði verið gott, um vit longu nú
venja okkum við tankan

o    Tað er helst ov tíðliga at velja
eina nevnd, men vit eiga ikki at bíða ov leingi

 

  • Sláið Ring,
    meginfelag og alment umboðið úteftir

o    Sum vit øll vita, so er Sláið Ring,
meginfelagið og tað sum umboðar dansifeløgini, t.v.s. okkum øll, úteftir í
samband við Nordlek-organisatiónina, men ein annar spurningur er, um Sláið Ring
ikki skuldi verið við ella verið kunnað, tá tað eru onnur tiltøk, sum hava
relatiónir til hetta sama, almenn tiltøk ella tiltøk, har tað almenna er við.
Tað almenna kann her bæði vera okkara almenna ella Norðurlendskt ella alment
yvirhøvur.

o    Tað sum eg meira konktret hugsi um,
er at viðhvørt kemur tað fyri, at Sláið Ring hoyrir at okkurt
Alment/Norðurlendskt tiltak hevur verið, kann vera bæði í Føroyum og uttanlands,
og eitt av limafeløgunum hevur luttikið og umboðað okkum, tá hava vit í nevndini
hildið, at tað var nú løgi, at Sláið Ring, sum meginfelag, ikki var kunnað, tá
talan var um tiltak, har Norðurlendskt samstarv / Nordisk Kulturfond er við sum
fyrireikari og stuðulsveitari

o    Tað sum liggur í hesum er, at
nevndin meinar, at meginfelagið, sum umboðar føroyska dansins, skuldi verið
kunnað, tá talan er um almenn tiltøk. Vit hugsa ikki um at taka nakað frá nøkrum
ella at skula avgerða hvør skal verða við her ella har, men at vera kunnaði. Tá
vit eru kunnaði, so hava vit betri yvirlit yvir aktivitetin og kunnu vit tá hava
enn fleiri góð argument, tá vit tosa við MMR um hví tað er so umráðandi, at
stuðla og menna føroyska dansin.

o    Hetta er ein tanki og eitt ynski.
Vit kunnu, um fólk ynskja tað, taka tað við undir umrøðunum sum koma aftaná.

 

  • Brúðarvísur og
    brúðardansur

o    Arbeiðið og umrøðan av uppskotum
til brúðarvísur hevur ført við sær, at nú eru uppskot løgd út á heimasíðuna hjá
Sláið Ring og fólk kunna lesa hesi. Hvussu fólk hava tikið ímóti teimum veit eg
ikki, men eitt havi eg merkt sjálvur og eisini hoyrt frá øðrum, ið eru úti og
kvøða ella syngja brúðarvísur, at brúðardansurin hevur fingið størri ans og tygn
í fleiri brúdleypum í seinastuni. Ávirkanin hevur verið
positiv.

o    Møguliga átti Sláið Ring, saman við
áhugaðum, at skipa fyri einum temadegi um brúðarvísur, har tey, sum hava sent
uppskot inn og onnur, fara at tosa um og arbeiða víðari við brúðarvísum.

 

 

 

 

  • Heimasíðan

o    Ætlanin er framhaldandi at menna
heimasíðuna og rokna vit við, at hetta kann gerast í samstarvi við
feløgini

o    Ætlanin er at feløgini, skulu røkja
partar av heimasíðuni. T.d. skulu tey leggja inn hvør situr í nevndini og um
aktivitetir tey hava, t.d. dansikvøld. Eisini ber til at leggja skráir út, um
feløgini hava slíkar

o    Nevndin er sera spent upp á at fáa
feløgini at leggja tvær greinar út vetrarhálvuna. Hetta hevði gjørt heimasíðuna
nógv meira livandi og mennandi – føroyskum dansi at frama

 

  • Veturin 2010 –
    2011

o    Samstarv við
ÚF

o    Fleiri
sendingar

o    Fleiri nýggjar
kvæðaupptøkur

o    Vónandi fleiri nýggjar
sjónvarpsupptøkur

o    Nevndin heldur, at tað hevði verið
gott við tveimum kvøldum, einum ÚF og einum í Miðlahúsinum, har sent varð
beinleiðis

o    Geva teimum ungu størri rúmd í
feløgunum (um tað ber til)

o    Leggja gott í tæguna, ið tey ungu
skulu hava við fram á vegin

 

  • Leggja upptøkur út
    á Internetið (YouTube ella Sláið Ring)

o    Tey ungu brúka You Tube og tað, sum
liggur úti har

o    Eru vit ikki har, so taka tey
okkurt annað ístaðin

 

  • Ritgerðin hjá
    Andreu Opielka

o    Andrea hevur arbeitt við at geva
ritgerðina um og við føroyskum dansispølum út

o    Kirsten
Brix hevur umsett til danskt og vónandi verður bókin givin út í
heyst. Tað verður Granskingarstovan, ið stendur fyri
útgávuni

o    Eg havi tosað við Andreu um hetta.
Tað kundi verið áhugavert at skipa fyri stórum tiltaki í hesum sambandi. T.d.
kundu feløg lært seg onkur dansispøl at víst fram

o    Eg síggi fyri mær, at vit hava eitt
tiltak í t.d. Norðurlandahúsinum, hvar bókin verður løgd fram, ymiks feløg koma
at vísa ymisk dansispøl og aftaná verður dansur og høvi at keypa bókina fyri
serprís.

 

  • Sláið Ring hevur
    fingið áhugaverdan fyrispurning úr Norra, frá konu, sum skal skriva bók um
    Hulda Garborg, ið royndi at flyta føroyska dansin yvir til Noregs. Hon kemur
    til Føroyar seinni í heyst.

 

  • Fíggjarætlanin
    • Nøkur høvuðstøl,
      sum vit fara at biðja aðalfundin at taka undir
      við

§        
Barnlek í
Skive                                                 
50.000

§        
Umboðan í
Nordlek og Barnlek                        
30.000

§        
Heimasíðan                                                      
40.000

§        
Keyp av
tilfari, sum feløgini geva út                   
10.000

o    Upphæddirnar til barna – og
undómsdans eru undir roknskapinum fyri børn og ung.

o    Áður hava vit havt kr. 150.000 at
brúka, men játtanin fyri 2010 – 2011 er kr.100.000, so her mugu vit regulera. Tá
vit høvdu tær 150.000 kr. býttu vit soleiðis, at barnadansistevnan, ung í dansi
og feløgini, sum hava barnadans, fingu hvør sín triðing.

o    Nevndin hevur tosað nakað um
aktivitetin komadi ár, og rokna vit við, at vit kunnu halda aktivitetirnar, men
tá verða nøkur gjøld løgd til luttakararnar, t.d. gjalda fyri ferðina, sum
higartil hevur verið ókeypis. Ikki er vist, at feløgini kunnu fáa sama stuðul
sum undanfarnu árini.

  • Broytingar í
    nevndini
  • Birgir Djurhuus,
    sum kom inn í nevndina fyri Ketty Andreassen, fyri uml. 5 árum síðani hevur
    boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali. Hann sleppur tó ikki starvinum
    sum kassameistari, men tekur yvir í Havnar Sjónleikarafelag. Vit skulu takka
    Birgir fyri hansara arbeiði, bæði í nevndini og sum heild – føroyskum dansi at
    frama. Vit koma at hitta Birgir aftur, tá nýggja nevndin hevur sín fyrsta
    fund, tá kann hann handa kassan til komandi
    kassameistara.
  • Ein annar av
    okkara trýføstu luttakarum á aðalfundunum er Eli Poulsen úr Sumba. Eg havi
    tosað við hann, fyri at spyrja, um hann tók við eina setu afturat sum
    eykalimur, men segði hann mær, at hann fór at taka seg aftur og at yngri
    kreftir koma framat.
  • Eli er ein av
    teimum, sum hevur verið við í Sláið Ring frá byrjan. Ja, frá tíðini tá Sumbiar
    Dansifelag arbeiddi við málinum og kallaði inn til stovnandi aðalfund hin 8.
    apríl 1978. Sum sagt, hevur Eli verið eykalimur í nevndini í mong ár og fara
    vit Eli, at takka tær fyri alt tað, sum tú hevur gjørt – føroyskum dansi at
    frama, bæði á aðalfundum og so sanniliga eisini í dansi og í samrøðum, altíð
    frødligur og við hugvekjandi myndum úr kvæðum og vísum.
  • Vegna Sláið Ring
    vil eg fegin geva tær eina gávu sum tøkk.

 

 

 

 

Tankar og ætlanir komandi árið – frameftir

  • Um støðuna í
    dag

o      
Eg meti, at
hugburðurin millum fólk í dag er, at føroyski dansurin er nakað serligt, nakað
forkunnugt, sum tey eru stolt av, men sum tey mugu ásanna, at tey ikki hava nokk
av kunnleika um. Eg haldi, at tað er rúm fyri at kunna um dansin í
Kringvarpinum, bæði í Útvarpi og Sjónvarpi

o      
Vit mugu tó
ikki gloyma, at ætlar tú, at læra teg føroyskan dans, so mást tú koma í dansin.
Tú mást taka lut og leggja eitt ávíst arbeiði í at læra teg kvæði.

o      
Tú kanst eisini
lesa um søgurnar aftanfyri kvæðini og vísurnar, men dansin og dansimentanina,
lærir tú bert í dansinum

  • Eg meini, at
    føroyingar hava alt ov lítlan kunnleika til tann føroyska dansin, hetta er
    ikki so løgi, tá vit vita, at eitt ættarlið er farið, sum at kalla ikki hevur
    luttikið í føroyskum dansi. Vit eiga tí, tá vit hava høvi, at greiða frá, tá
    opnast eyguni á teimum, sum hjá eru
  • Tað er alneyðugt,
    at tað almenna og fjømiðarnir taka hesi evni upp. Tað eru lættari sagt enn
    gjørt, tí tey eru ikki so mong, sum eru før fyri tí. Fleiri hava helst lisið
    seg til okkurt og møguliga enntá tikið prógv í onkrum, men at bera livandi
    dansin og dansitraditiónina, tað skal annað til.

 

 

Eg fari at enda við somu orðum sum fleiri
ferðir áður:

Sláið Ring hevur verið virkið seinasta ár,
og meti eg at nógv er komið burturúr – føroyskum dansi at
frama.

 

Til seinast vil eg takka øllum fyri gott
samstarv hetta farna árið og ynski at komandi ár og dansivetur verður góður og
mennandi.

 

Latið okkum pussa gimsteinin – føroyska
dansin !!

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×