Barnadansurin byrjar aftur mikukvøldið 20. oktober kl. 19 í Skansastovu

Barnadansurin byrjar aftur mikukvøldið 20. oktober kl. 19 í Skansastovu
Dansurin byrjar aftur sunnukvøldið 17. oktober kl. 20 í Skansastovu.
Skráin fyri veturin 2010 – 11 er nú komin.
Sæst á leinkju her og á heimasíðuni: www.eystdans.dk
Formansfrágreiðingin til aðalfundin 18. september
2010
Eins og undanfarin ár, hevur Sláið Ring og
nevndin havt úr at gera – føroyskum dansi at frama.
Eg skal nevna nakað av tí, har vit hava
luttikið.
o Stevnan varð hildin leygardagin 17.
apríl. Luttøkan var góð uml. 450 fólk. Eini 400 børn og 50
vaksin.
o Veðrið var heldur kaldligt. Tað
kavaði, men útferðirnar vóru í bussum við góðum frásøgufólkum og dansað varð
inni, so tað riggaði bara væl.
o Í 2011 verður hon antin í Nólsoy
ella í Havnini. Vit hava spurt okkum fyri hjá Nólsoyar Dansifelag, men hava enn
ikki fingið endaligt svar. Um hon ikki verður í Nólsoy, so verður Tøkum Lætt
vertur.
o Leygardagin hin 8. mai skipaðu
dansifeløgini í Sandoynni fyri landsdansistevnuni, sum var hildin í fínasta
veðri. Eini 400 fólk luttóku. Setanin var á havnalganum í Skopun, tað var
Wilhelmina Larsen úr Dali, ið setti stevnuna. Av havnalagnum varð gingið niðan í
bygdahúsið Samljóð, har fyrst borðhald var og síðani dansur. Lagið var óført,
bæði undir borðhaldinum, undir dansinum og við fráferðina.
o Ein av stuðlunum til hesa
dansistevnu var Frítíðargrunnurin. Hetta er nýggjur grunnur, sum veitir stuðul
til tiltøk í Føroyum. Grunnurin sigur m.a. soleiðis: Grunnurin stuðlar
frítíðartiltøkum og -verkætlanum fyri løntakarar. Tiltøk og
verkætlanir, ið kunnu geva løntakarum upplivingar innan økini mentan
og náttúru- og mentunarumhvørvi, eru í fokus hjá Frítíðargrunninum.
o Stevnan í 2009 varð hildin í Vágum
og tann í 2010 í Dali
o Í báðum førum, var luttøkan góð, uml. 45
ungdómar, men ynskiligt hevði verið, um feløgini høvdu gjørt meira við at fáa
fleiri við, tí ikki tykkum at siga, so styrkir tað bæði ein og annan veg, at
fleiri eru við.
o Tey, sum hava verið við higartil,
eru haðani, sum barnadansur hevur verið og har leiðararnir hava lagt upp til, at
stevnurnar vóru gevandi
o Fleiri av hesum ungu hava verið
saman frá barnadansi, til dansistevnur innanlands eins væl og til Barnlek. Hesi
hava longu fingið væl í tæguna.
o Tá byrjað varð kl. 21.00 vóru
fleiri útlendingar, so Rasmus helt ein lítlan fyrilestur um føroyskan dans,
áðrenn farið varð upp á gólv
o Fleiri okkara komu seinni og eina
góða løtu var góður dansur
o Gott hundrað fólk vóru inni á
gólvinum í Norðurlandahúsinum
o Eg havi nevnt tað áður, og taki tað
uppaftur: Tað eru vit, sum halda tiltakinum uppi, so vit mugu fylgja við, um
tiltakið skal halda fram eftir sama leisti
o
Útvarpssendingar
§
Sláið Ring var
við til at stuðla útvarpssendinginum seinasta vetur, men metir nevndin ikki, at
tað liggur á okkum at gjalda fyri útvarpssendingarnar. Vit hava fleiri ferðir
sagt frá, at vit vilja veita KVF allan tann stuðul, vit kunnu, m.a. við at vísa
á fólk, ið vit meta kunnu gera sendingar
o Upptøkur
§
Sum eg havi
nevnt fleiri ferðir áður, so fari eg enn einaferð, at heita á feløgini, antin
einsamøll ella saman við ørðum, um at fáa gjørt nýggjar
upptøkur
§
Hetta styrkir
dansin og samstarvið við útvarpið og eigur at føra til betri samarbeiði við
KVF.
§
Báðir partar
fara at fáa stóran ágóða av hesum. Kringvarpið nógvar dygdargóðar sendingar og
senditímar og lurtararnir somuleiðis góðar og upplýsandi sendingar, sum eisini
fara at koma dansifeløgunum til góðar.
o Nevndin í SR kundi ynskt, at
samstarvið við Kringvarpið varð betur, soleiðis at skilja, at vit í felag kundu
lagt til rættis upptøkur bæði til ÚF og KVF og ikki minst, at Kringvarpið,
t.v.s. fólkini, sum hava kontakt við okkum, vístu okkum og dansinum størri
virðing. Eg haldi ikki, at tey ikki virða okkum og dansin, men eg meti, at tey
hava ikki størri vitan og førleika enn so, at tey kenna ikki hendan gimsteinin í
mentan okkara
o Og harvið
útslitið
§
Seinasta vetur
vóru tíbetur fleiri upptøkur gjørdar, men sum sagt, tey, ið vóru komin at taka
upp, høvdu ikki kunnleika til føroyskan dans og hetta var tí ein meinbogi bæði
fyri tey, sum dansaðu og kvóðu og fyri tey, sum stóðu fyri
upptøkunum.
§
Vit fara at
taka hetta uppaftur við KVF í vetur
§
Eg kann eisini
siga, at eg sum formaður í Sláið Ring havi heitt á KVF, um at taka føroyska
dansin við í sendingina Refleksjón í vetur. Eg havi eisini boðið mær, at koma
til eitt prát, so eg kann greiða teimum frá um føroyskan dans og alt hann hevur
í og við sær, tí sum sagt, so meti eg, at skulu vit fáa góðar sendingar við og
um føroyskan dans, so er ein treyt, at tey, ið leggja til rættis, hava eina
ávísa vitan.
o Í summar var Sláið Ring, t.e. øll
sum høvdu áhugað, boðin til Ísleik í Íslandi. 26 fólk vóru við í feralagnum. Vit
høvdu eina góða ferð við fleiri upplivingum. Og góðum
dansi.
o Fyrstu fimm dagarnir varð ein
útferð á Vestfirðir. Ein frálík og ferð við nógvum ymiksum
upplivingum.
o Komin aftur til Reykjavíkar høvdu
vit framførslut á fýra støðum í miðbýnum eins og á einum útisavni.Nógv fólk var
og hugdi at. Tey vóru hugtikin og fregnaðust.
o Myndir av okkara framførslu vóru at
síggja í Ríkisútvarpinum
o Dansur um
kvøldarnar
§
Fólk vóru sera
áhugaði í okkara dansi og nógv komu uppí. Stevið voldi teimum ikki trupulleikar,
tí tey, sum vit, eru fólkadansarar
§
Her fari eg at
loyva mær at koma við einum lítlum hjartasuffi. Vit eiga at vísa nógv størri
áhuga fyri hinum dansunum og royna at fara uppí hjá teimum og læra okkum teirra
dansir
o Framtíðin í norðurlendskum
samstarvi
§
Sum er meti eg,
at hetta sær heldur ivasamt út, tí undirtøkan er ikki góð
§
Tíðin fer so at
vísa, um hildið verður fram eftir sama leisti sum higartil ella hann verður
broyttur
o Umboð okkara í Nordlek koma at
greiða nærri frá stevnuni
o Verður farið úr Føroyum, má minsta
krav frá Sláið Ring vera, at vit læra okkum dansirnar til setanina og
endahátíðina. Hetta eiga bæði feløgini og leiðararnir at hugsa um. Kunning um
Nordlek sæst umvegis leinkju á heimasíðuni hjá Sláið Ring,
www.sr.fo.
o Um farið verður, eigur ferðin
eisini at vera ein ferð til søguliga kend støð í Norra
o Umboðini í Nordlek nevndini koma
eisini nærri inn á hetta
o So vítt eg veit, eru summi børn
farin undir at samla saman til ferðina, men ynskjandi er, at børn úr øllum
landinum vera við
o Til undanfarnar Barnlek-stevnur
hava uml. 120 fólk verið úr Føroyum, so eg rokni við, at luttakaratalið komandi
summar verður nøkurlunda tað sama
o Sláið Ring hevur bundið seg til at
hava Barnlek í Føroyum um nøkur ár, men tað hevði verið gott, um vit longu nú
venja okkum við tankan
o Tað er helst ov tíðliga at velja
eina nevnd, men vit eiga ikki at bíða ov leingi
o Sum vit øll vita, so er Sláið Ring,
meginfelagið og tað sum umboðar dansifeløgini, t.v.s. okkum øll, úteftir í
samband við Nordlek-organisatiónina, men ein annar spurningur er, um Sláið Ring
ikki skuldi verið við ella verið kunnað, tá tað eru onnur tiltøk, sum hava
relatiónir til hetta sama, almenn tiltøk ella tiltøk, har tað almenna er við.
Tað almenna kann her bæði vera okkara almenna ella Norðurlendskt ella alment
yvirhøvur.
o Tað sum eg meira konktret hugsi um,
er at viðhvørt kemur tað fyri, at Sláið Ring hoyrir at okkurt
Alment/Norðurlendskt tiltak hevur verið, kann vera bæði í Føroyum og uttanlands,
og eitt av limafeløgunum hevur luttikið og umboðað okkum, tá hava vit í nevndini
hildið, at tað var nú løgi, at Sláið Ring, sum meginfelag, ikki var kunnað, tá
talan var um tiltak, har Norðurlendskt samstarv / Nordisk Kulturfond er við sum
fyrireikari og stuðulsveitari
o Tað sum liggur í hesum er, at
nevndin meinar, at meginfelagið, sum umboðar føroyska dansins, skuldi verið
kunnað, tá talan er um almenn tiltøk. Vit hugsa ikki um at taka nakað frá nøkrum
ella at skula avgerða hvør skal verða við her ella har, men at vera kunnaði. Tá
vit eru kunnaði, so hava vit betri yvirlit yvir aktivitetin og kunnu vit tá hava
enn fleiri góð argument, tá vit tosa við MMR um hví tað er so umráðandi, at
stuðla og menna føroyska dansin.
o Hetta er ein tanki og eitt ynski.
Vit kunnu, um fólk ynskja tað, taka tað við undir umrøðunum sum koma aftaná.
o Arbeiðið og umrøðan av uppskotum
til brúðarvísur hevur ført við sær, at nú eru uppskot løgd út á heimasíðuna hjá
Sláið Ring og fólk kunna lesa hesi. Hvussu fólk hava tikið ímóti teimum veit eg
ikki, men eitt havi eg merkt sjálvur og eisini hoyrt frá øðrum, ið eru úti og
kvøða ella syngja brúðarvísur, at brúðardansurin hevur fingið størri ans og tygn
í fleiri brúdleypum í seinastuni. Ávirkanin hevur verið
positiv.
o Møguliga átti Sláið Ring, saman við
áhugaðum, at skipa fyri einum temadegi um brúðarvísur, har tey, sum hava sent
uppskot inn og onnur, fara at tosa um og arbeiða víðari við brúðarvísum.
o Ætlanin er framhaldandi at menna
heimasíðuna og rokna vit við, at hetta kann gerast í samstarvi við
feløgini
o Ætlanin er at feløgini, skulu røkja
partar av heimasíðuni. T.d. skulu tey leggja inn hvør situr í nevndini og um
aktivitetir tey hava, t.d. dansikvøld. Eisini ber til at leggja skráir út, um
feløgini hava slíkar
o Nevndin er sera spent upp á at fáa
feløgini at leggja tvær greinar út vetrarhálvuna. Hetta hevði gjørt heimasíðuna
nógv meira livandi og mennandi – føroyskum dansi at frama
o Samstarv við
ÚF
o Fleiri
sendingar
o Fleiri nýggjar
kvæðaupptøkur
o Vónandi fleiri nýggjar
sjónvarpsupptøkur
o Nevndin heldur, at tað hevði verið
gott við tveimum kvøldum, einum ÚF og einum í Miðlahúsinum, har sent varð
beinleiðis
o Geva teimum ungu størri rúmd í
feløgunum (um tað ber til)
o Leggja gott í tæguna, ið tey ungu
skulu hava við fram á vegin
o Tey ungu brúka You Tube og tað, sum
liggur úti har
o Eru vit ikki har, so taka tey
okkurt annað ístaðin
o Andrea hevur arbeitt við at geva
ritgerðina um og við føroyskum dansispølum út
o Kirsten
Brix hevur umsett til danskt og vónandi verður bókin givin út í
heyst. Tað verður Granskingarstovan, ið stendur fyri
útgávuni
o Eg havi tosað við Andreu um hetta.
Tað kundi verið áhugavert at skipa fyri stórum tiltaki í hesum sambandi. T.d.
kundu feløg lært seg onkur dansispøl at víst fram
o Eg síggi fyri mær, at vit hava eitt
tiltak í t.d. Norðurlandahúsinum, hvar bókin verður løgd fram, ymiks feløg koma
at vísa ymisk dansispøl og aftaná verður dansur og høvi at keypa bókina fyri
serprís.
§
Barnlek í
Skive
50.000
§
Umboðan í
Nordlek og Barnlek
30.000
§
Heimasíðan
40.000
§
Keyp av
tilfari, sum feløgini geva út
10.000
o Upphæddirnar til barna – og
undómsdans eru undir roknskapinum fyri børn og ung.
o Áður hava vit havt kr. 150.000 at
brúka, men játtanin fyri 2010 – 2011 er kr.100.000, so her mugu vit regulera. Tá
vit høvdu tær 150.000 kr. býttu vit soleiðis, at barnadansistevnan, ung í dansi
og feløgini, sum hava barnadans, fingu hvør sín triðing.
o Nevndin hevur tosað nakað um
aktivitetin komadi ár, og rokna vit við, at vit kunnu halda aktivitetirnar, men
tá verða nøkur gjøld løgd til luttakararnar, t.d. gjalda fyri ferðina, sum
higartil hevur verið ókeypis. Ikki er vist, at feløgini kunnu fáa sama stuðul
sum undanfarnu árini.
Tankar og ætlanir komandi árið – frameftir
o
Eg meti, at
hugburðurin millum fólk í dag er, at føroyski dansurin er nakað serligt, nakað
forkunnugt, sum tey eru stolt av, men sum tey mugu ásanna, at tey ikki hava nokk
av kunnleika um. Eg haldi, at tað er rúm fyri at kunna um dansin í
Kringvarpinum, bæði í Útvarpi og Sjónvarpi
o
Vit mugu tó
ikki gloyma, at ætlar tú, at læra teg føroyskan dans, so mást tú koma í dansin.
Tú mást taka lut og leggja eitt ávíst arbeiði í at læra teg kvæði.
o
Tú kanst eisini
lesa um søgurnar aftanfyri kvæðini og vísurnar, men dansin og dansimentanina,
lærir tú bert í dansinum
Eg fari at enda við somu orðum sum fleiri
ferðir áður:
Sláið Ring hevur verið virkið seinasta ár,
og meti eg at nógv er komið burturúr – føroyskum dansi at
frama.
Til seinast vil eg takka øllum fyri gott
samstarv hetta farna árið og ynski at komandi ár og dansivetur verður góður og
mennandi.
Latið okkum pussa gimsteinin – føroyska
dansin !!
Aðalfundurin hjá Sláið Ring verður leygardagin 18. september kl. 12.00 á
Landsbókasavninum.
Í sambandi við Barnlek 2011, er nýggja síða løgd út undir Leinkja. Síðan
vísir til heimasíðuna fyri Barnlek 2011. Tey, ið hava áhuga at vita meira um
tiltakið, kunnu venda sær til umboðini hjá Sláið Ring, Mariu Kristiansdóttir og
Trygva Samuelsen, tlf. 228624 ella 281468. Eisini ber til ar venda sær til Sláið
Ring: sr@sr.fo ella til formannin Rasmus
Joensen 210412.
Sláíð Ring roknar við, at fleiri fara at luttaka í Barnlek 2011, sum verður í
Skive í Danmark. Feløg og onnur áhugaði venda sær til tey omanfyrinevndu.
Ung í dansi 2010
Bræv til áhugaðar luttakarar
Stað:
Eiriksgarður í Dali
Tíð:
Byrjar klokkan 20.30 fríggjakvøldið 3. september og endar leygardagin 4.
september klokkan 17.00
Aldursmark:
13 – 17 ár. Ung, sum eru eldri enn 17 ár, eru vælkomin at melda seg til
sum hjálparleiðarar.
Kostnaður:
Tiltakið er ókeypis og ferðendurgjald verður
latið.
Viðføri:
Soviposa, undirlag, tannbust o.t., gangiskógvar, inniskógvar ella
hálvhosur, skiftiklæðir, kvæðabók.
Tilmelding:
Tilmeldingarfreistin er mánadagin 30. august. Tilmeldingin fer fram hjá
Jónleif Johannesen á telef 565766 ella á telduposti jonleif.johannesen@skulin.fo
Kunning:
Øll kunning um tiltakið liggur á heimasíðuni hjá Sláið Ring www.sr.fo
Ferðaætlan til Dals fríggjadagin 3. september
Tvøroyri – Tórshavn
15.30 av Tvøroyri
leið 7
Klaksvík – Tórshavn
16.20 úr Klaksvík
leið 400
Sørvágur – Tórshavn
16.10 úr Sørvági leið
300
Tórshavn – Gl. Rætt
18.30 úr Tórshavn
leið 101
Gl.rætt – Skopun
19.00 av Gl.rætt leið
60
Skopun – Dalur 19.30
úr Skopun leið 601
Ferðaætlan úr Dali leygardagin 4. september
Dalur – Skopun 17.05
úr Dali leið
601
Skopun – Gl.rætt 18.30
úr Skopun leið
60
Gl.rætt – Tórshavn
19.00 av Gl.rætt leið
101
Tórshavn – Tvøroyri
20.30 úr Tórshavn leið
7
Tórshavn – Sørvágur 20.00
úr Tórshavn leið
300
Tórshavn – Klaksvík
20.30 úr Tórshavn leið
400
Ung í dansi 2010
Fríggjakvøldið 3. og leygardagin 4. september skipar Sláið Ring fyri
stevnuni Ung í dansi. Stevnan er fyri ungfólk í aldrinum 13 – 17 ár. Onnur ung ,
sum hava hug at luttaka, men sum eru farin upp um aldursmarkið, eru vælkomin at
melda seg til sum hjálparleiðarar.
Í ár verður stevnan hildin í Eiriksgarði í Dali. Dalur er gomul
dansibygd og hevur Eiriksgarður eitt framúr gott dansigólv, so umstøðurnar
skuldu verið tær bestu.
Stevnan byrjar fríggjakvøldið við nátturða. Eftir nátturðan verður
almennur dansur, har ungu luttakararnir sleppa at dansa saman við dansufeløgunum
í Sandoynni, Stígum Fast og Leikum fagurt og øðrum, ið leggja leiðina
framvið.
Leygarmorgunin er dansur og læra á skránni. Evnið á stevnuni hesaferð er
dansisiðir. Seinnapartin er ein útferð og kvøldseta á skránni. Sjálv skráin fyri
tiltakið liggur á heimasíðuni hjá Sláið Ring. www.sr.fo
Sláið Ring vónar at nógv ungfólk koma á stevnuna. Øll dansiáhugað
ungfólk eru hjartaliga vælkomin. Til ber eisini at melda skúlaflokkar til
stevnuna. Tilmeldingarfreistin er 31. august.
Tilmeldingin fer fram hjá Jónleif Johannesen á telefon 565766 ella á
telduposti jonleif.johannesen@skulin.fo
Við dansikvøðu
Sláið Ring
Afturvendandi tiltakið: Dansináttin í Norðurlandahúsinum verður
leygardagin 17. juli. Byrjað verður kl. 21.00 og enda vit uml.kl.
01.00.
Nordring 2010
Hósdagur 1 / 4 –
2010
Vit møttu hinum luttakararunum til Nordring 2010 á bussterminalinum í
Reykjavík kl 18. Tey flestu av teimum vóru komin til Ísland hendan dagin. Herfrá
koyrdu vit við bussi til eitt skótahús, sum lá við Úlfjótsvatn einar 40
kilometrar uttanfyri Reykjavík.
Á vegum til skótahúsið koyrdu vit fram við Tingvøllum, har vit sóðu
okkum um. Kalt var, so vit gjørdu skjótt av, og sótu lítla løtu seinni aftur í
bussinum. Kundu kanska havt hugsað okkum at fingið meira at vita um júst hetta
staðið. Kanska havt ein staðkendan ferðaleiðara, heldur enn bara
fyriskiparin.
Komin til skótahúsið fingu vit kømur, har vit skuldu sova í
koyggjusengrum. Dreingir og gentur búðu hvør sær. Pør fingu tó kamar fyri seg
sjálvi.
Aftaná nátturan blivu vit boðin vælkomin. Fyriskiparin prátaði nakað um
Nordring og so framvegin.
Vit spældu eitt navnaspæl, har øll skuldu sita saman í ringi og klappa í
hendur og á bein og sigur “eg eiti xxx” og spyr næstan “hvussu eitur tú?” Tá
hetta spælið var av, skuldi hvør luttakari siga eitt sindur um seg sjálvan, um
hvussu leingi ein hevði dansað o.s.fr. Hetta var einasta høvið vit høvdu fyri at
læra nøvnini á hinum luttakaranum. Vit vóru tó flest øll samd um, at tað hevði
verið betri, um vit eisini høvdu havt navnaskilti teir fyrstu dagarnar, tí vit
mintust ikki nøvnini á hvørjum øðrum fyrr enn móti endanum.
Seinni hetta kvøldið tóku nakrir spælimenn síni ljóðføri fram og fóru at
spæla, fleiri fóru at dansa, men nøkur, sum høvdu ferðast allan dagin fóru í
song.
Fríggjadagur 2 / 4 – 2010.
Morgunin eftur vóru vit tíðliga á fótum, so vit føroyingarnir gingu
okkum ein túr áðrenn morgunmaturin var klárur. Kalt var, so vit lótu okkum væl
í, men man kann ikki siga annað enn at umhvørvið har við búðu var ómetaliga
vakurt.
Aftan á morgunmatin dansaðu vit saman og hvør tjóð skuldi undirvísa í
teirra dansum. Hetta gekk fyri seg á tann hátt, at fyriskiparin tók seg aftur og
lótu hetta heilt yvir til luttakararnar sjálvar. Hetta var gott fyri
luttakarnar, við tað at álitið, sum fyriskiparin vísti okkum, kendist
motiverandi bæði fyri undirvísarin og móttakaran. Tað gav okkum kensluna av at
hetta var okkara skeið.
Hendan undirvísing gekk fyri seg bæði fyrrapart og seinnapart. Aftan á
døgurða skuldu vit føroyingar undirvísa. Vit byrjaðu við vanligum føroyskum
dansi og kvóðu Hr Sinklar. Hesa vísuna kendu teir norsku luttakararnir eisini.
Fyri at vísa hinum luttakararnum variatiónirnar av føroyskum dansi, dansaðu vit
eisini sandoyadans (Sigmundskvæði yngra), bandadans (Torkilsdøtur) og til síðst
bleiv riðið Edeling.
Aftaná dagskránnað var “ut i naturen” á skránni. Hendan dagin gingu vit
ein túr út í umhvørvinum við húsið har vit búðu. Aftur her kundu vit hugsað
okkum at ein ferðaleiðari var við, sum kundi fortalt okkurt um umhvørvið, søgu
ella okkurt annað.
Um kvøldið skuldu vit syngja sangir úr hvørjum landi. Hvørt land hevði
undan skeiðnum fingið at vita, at vit skuldu velja nakrar sangir hvør. Vit hvødu
ikki fingið at vita hvat slag av sangum, og vit høvdu tí valt nakrir alt ov
ringar fosturlandssangir, uttan at hugsa um hvør skuldi syngja teir. Tað hevði
tí kanska verið gott at vita, at vit skuldu syngja lættar sangir. “Kenna tit
Rasmus” var tó ein av sangunum og hann bleiv ógvuliga væl móttikin av serliga
finnunum. Aftaná sangin varð aftur dansað og vit dansaðu nakrir av teimum
dansunum vit høvdu lært fyrr um dagin.
Leygardagur 3 / 4 – 2010
Leygarmorgun var tíð hjá svenskarum at læra okkum teirra dansir. Teirra
spælimaður kom ikki til Íslands fyrr enn fríggjakvøldið. Teir høvdu tí ikki havt
møguleikað at læra okkum, tí teir manglaðu tónleik.
Aftan á tann svenska dansin, var sambært skránni, meiningin at vit
skuldu læra um páskasiðir úr luttakandi londunum, og henda leygarmorgun vóru tað
danir, sum skuld undirhalda við teirra páskasiðum.
Aftaná døgura henda dagin fóru vit útferð. Vit koyrdu fyrst til Kervi,
sum er eitt útbrent gosfjall. Vit fingu at vita at íslendska songkvinnan Bjørk
hevði haft konsert í hesum útbrenda gosinum.
Hereftir gekk túrurin til Gullfoss. Gullfossur er stórur og sera vakur.
Hann er eitt sera vælumtókt ferðamannamál. Aftur her manglaði ein frásøgn av
onkrum slag.
Síðani gekk leiðin til Geysir, har fleiri heitar keldur goysa, og her
fingu vit høvið at síggja eina av hesum.
Vit endaðu okkara útferð við at fara í ein av teimum mongu heitu
uttandura svimjihylinum teir hava í Íslandi. Hitin lá um frostmarkið, so tað
ráddi um at vera niðri í tí heita vatninum.
Aftaná náttura fortaldu norsku luttakararnir okkum um páskasiðir í
Norra. Tey endaðu hesa frásøgn, við at hava eina spurnarkapping, sum eisini er
sera vanligt undirhald í Noregi. Aftan á kappingina spældu spælimennirnir og vit
dansaðu. Eisini fingu vit høvið at læra linedans. Tá klokkan nærkaðist midnátt
fóru vit í song, men tað vóru fleiri, sum dansaðu víðari.
Sunnudagur 4/4-2010
Tá ið vit komu upp til morgunmat, stóð eitt páskaregg til hvønn, har
navni á hvørjum lutakara var fest á við einum lepa. Vit settu okkum har, sum
okkara navn var og ótu morgunmat. Hetta var so einasta roynd frá fyriskiparunum
at blanda luttakararnar. Hetta var helst eisini gjørt av tí, at vit skuldu
diskutera í bólkunum har vit sótu, um tað skuldi tosast skandinaviskt ella enskt
til Nordlek og onnur líknandi tiltøk. Niðurstøðan var, at allir bólkarnir vóru
samd um at skandinaviskt skuldi verða officiella málið til Nordlek, Barnlek og
aðrar stevnur.
Síðani sluppu spælimennirnir úr ymisku londunum at spæla fyri seg
sjálvar. Tey fortaldu seinni at tey vildu ynskt at havt henda møguleikan fyrr,
so at tey kundu spælt meira saman.
Vit fóru í eitt annað rúm at dansa til tónleikin frá einum
bandupptakara. Her skuldu vit læra um munirnar í ymisku dansunum. Til dømis
hvussu ymiskir føroyska, norska og íslendska stevi er, hóast tað er ein og sami
dansur. Og hvussu polka verður dansa ymiskt í ymisku londunum. Hetta evni við at
vit í norðanlondum eru lík men tó ólík, dróg eitt sindur út og var nógv upp í
saman. Kendist til endans sum ífylla fyri at fáa skránnað at passa.
So var tað tíð hjá finnum at fortelja um teirra páskasiðir, og aftaná
fortaldu vit um páskasiðirnar í Føroyum. Um kvøldið var fínur døgurði við kjøti,
eplum og sós. Áðrenn døgura tóku vit eina felagsmynd. Aftaná vóru diplom handa
luttakarunum. Her bleiv tikið aftur í aftur evni um munir og líkheitir í
norðurlendsku londunum. Vit fingu eisini møguleikan at evaluera skeiðið. Koma
við “ris og ros” til fyriskipararnir. Vit fingu at vita at Nordring skuldi vera
í Føroyum næstuferð.
Seinni varð aftur dansað til den lyse morgen, av tí at helvtin av
luttakararunum skuldu so tíðliga avstað. Næsta morgum pakkaðu vit og fóru
heim.
Nordring 2010 var ein sera góð stevna, góður matur, fitt og fyrikomandi
fólk.
Staði har vit búðu var isolera frá øllum øðrum, hetta gav okkum høvi til
at konsentrera okkum bara um dansin og okkum sjálvi, uttan at nakað annað
órógvaði. Ein kundi ikki bara fara og keypa um okkurt manglaði, og helt onkur at
tað var ikki heilt gott. Hetta høvdu vit ikki fingið boð um.
Ein køliautomat við vatni og saft stóð í matarhøllini, og kundu vit fáa
okkum í tíð og ótíð, hendan automatin fekk rós frá onkrum lutakara.
Onkur helvt at tað vóru summi, sum snorkaðu nakað illa, men hesin
trupulleiki kundi loysast við oyraproppum.
Høli vit dansaðu í var eisini matarhølið, og vóru vit noydd til at flyta
borð og stólar fyri at kunna dansa. Eisini var høli í minna lagi til teir flestu
dansirnar.
Vit vóru so avgjørt elstu luttakararnir. Vit kendu ikki so nógv til
hinar dansirnir. Kendu heldur ikki grundtrinini. Hetta hevði verið gott fyri
næstu føroysku luttakararnir at duga. Vit royndu at verða við so nógv sum til
bar, men um kvøldarnar, tá ið hvør dansaði í sínum lagi, sótu vit ofta bara og
hugdu at. Tí halda vit tað hevði verið stuttligari hjá næstu luttakararunum at
duga eitt sindur áðrenn.
Vit vilja hervið gjarna takka fyri at vit fingu høvið at verða við og
fyri eina góða uppliving.
Vinarliga Katrin Sørensen og Róald
Johannesen