Aðalfundurin 2008 verður leygardagin 8. november.
Mentanartiltak á Sandi
Henda innbjóðing er komin frá B71.
Mentanartiltak niðri á sandinum á Sandi
V/Sandoyar
Ítróttarfelag B71
Sandur, tann 31. juli 2008
Til øll dansifeløg, sum eru limir í Sláið Ring.
Henda innbjóðing
er komin frá B71.
Innbjóðing:
Leygardagin, tann 23. aug. 2008, fer Sandoyar Ítróttarfelag B71, at skipa
fyri einum “í Sandoyar høpi” stórum mentanartiltaki. Við á tiltakinum er
føroyskur dansur. Vilja tit hjálpa B71 at fara uppá gólv, fáa tit atgongumerkið
ókeypis. Vónandi verða fleiri, sum taka av. Tilmelding og upplýsningar fáast við
at venda sær til ein av fyrireikarunum.
Skráin verður hendan:
Kl. 14:00 Gestirnir sleppa inn á innhegnaða øki.
” Klovnar ganga
runt
” Harmonikuspælarar sita við inngongina og spæla
Kl. 15:00 Barnatiltak byrjar. (Útisjónleikur har børnini luttaka í
leikinum)
Kl. 16:00 Fallskjólashopparin leypur (Hetta er í samb. við eina
lutaseðlasølu hjá B71. Tann ið hevur seðilin við tí nummarinum á tí teiginum,
har hopparin lendur , hevur vunnið ein bil)
Á
Pallinum:
Kl. 17:00 Ungdómskór úr Skopun (gospel og country)
Kl. 17:45 Fríðbjørg Jensen
Kl. 18:30 Tey á Kamarinum
Kl. 19:15 Bólkur við lokalum dreingum (Gerhard, Sigurd og Beinur)
Kl. 20:00 Sámal Ravnsfjall
Kl. 21:00 Týr (Bálið verður tendra)
Kl. 22:00 Stórur føroyskur dansiringur
Kl. 23:30 Dansur í teltinum (Dansiorkestrið , –
nógvir av manningini í Driv – )
Smávegis broytingar kunnu framvegis blíva í skránni.
Á innhegnaða økinum verður umframt omanfyri nevnda undirhald, nógv
annað gott.
Vit fara at hava hoppiborgir o.a. til børnini, eisini verður
sølubúð, har matur og drekka
verður til keyps. (t.d. verður pylduvognur,
breyðsøla, ølsøla, kaffi, kakir, kiosk og annað
gott.
Í samb. við framførsluna hjá Týr, er ætlanin at teir enda við Orminum Langa,
og síðani
tekur ein “vónandi stórur” føroyskur dansiringur við.
Um so er, at áhugi er fyri hesum , men fólk ynskja at sleppa norður aftur
sama kvøld, so er einki í vegin fyri at broyta skránna soleiðis at tað gert
møguligt. Síðsti túrur er kl. 22:30. Vit koma at syrgja fyri at
bussur koyrur til Skopunar.
Viðv. kostnaði, kemur tað at verða soleiðis:
Børn 3-14 kr. 100,- (allir aktivitetir eru tá íroknaðir
prísin)
Vaksin kr. 200,- (alt uttan dansurin í
teltinum)
Dansurin í Teltinum kr. 150,-
Alt
tiltakið kr. 300,- (t.v.s. um ein keypur sær atgongd til
dagtiltøkini og
dansin í teltinum samstundis)
Vit vóna at hetta hevur áhuga.
Vinarliga
Vegna fyrireikarirnar av tiltakinum hjá B71
Olga Fossdalsá, Sandur, tlf.
243344, teldupostadr. katohara@olivant.fo
Marin Johannesen,
Sandur, tlf. 253525
Vivian í Soylu, Sandur, 263668
Nordlek 2009
Í sambandi við Nordlek 2009, leggja vit leinkju út á heimasíðuna
hjá Sláið Ring.
http://www.nordlek.fi/
Havleikur 2008 DVD
Tá dansistevnan Havleikur 2008 varð sett á Vaglinum, varð Árni Conradsson har
og tók film upp. Hetta er síðani lagt á eina fløgu og kunnu tey, ið áhuga hava,
keypa hana við at venda sær til Sláið Ring, formannin Rasmus A. Joensen, á
telduposti: slairing@slaid-ring.fo ella við
at ringja tlf. 210 412. Kostnaðurin er kr. 100,-. Skal sendast við posti, kemur
hesin kostnaðurin afturat, kr. 20,-.
Peningurin skal flytast á kontu í Eik
Banka 9181 – 134.219.5. Tá ið peningurin er fluttur, verður fløgan send.
Dansk:
Ved åbningen af dansestævnet Havleikur 2008
blev der optaget film, der siden er overført til DVD. Denne kan købes ved at
kontakte Sláið Ring, formanden Rasmus A. Joensen. E-mail: slairing@slaid-ring.fo eller telefon 00
298 210 412.
Venligst oplys navn og adresse. Da pengene er overførte, bliver
CD-en sendt.
CD-en koster DKK. 100,- + DKK. 20,- i forsendelse, ialt DKK.
120,00.
Pengene skal overføres til konto i Eik Bank 9181 – 134.219.5.
IBAN:
FO91 9181 0001 3421 95
SWIFT/BIC-KOTA: EIKBFOTF
Havleikur 2008, stuttur tíðindastubbi
Um eina viku byrjar stóra tiltakið hjá Sláið Ring, Havleikur 2008.
Mikukvøldið í komandi viku, hin 9. juli, verður Havleikur 2008, sett á
Vaglinum í Havn. Tað verður Jóannes Eidesgaard løgmaður, ið setur stevnuna.
Skráin sæst annars á síðuni fyri tiltakið Havleikur
2008.
Til øll dansifeløgini og umboðsráðslimirnar
Við hesum verður boðað til
umboðsráðsfundar
á Landsbókasavninum í Tórshavn leygardagin hin 31.
mai 2008 kl.10.00.
Endamálið við fundinum er fyrst og fremst at viðgera Havleik 2008.
Av tí at lutfalsliga fáir luttakarar frá limafeløgunum í Sláið Ring hava
teknað seg, og fleiri hava tekna seg sum einstaklingar, eru vit í nevndunum fyri
Havleik 2008 og í Sláið Ring í iva um hvar feløgini standa.
Higartil hava uml. 150 teknað seg úr Føroyum. Hetta halda vit vera ov lítið
og m.a. er tað hetta, vit hava hug at taka upp á fundinum.
Í hesum sambandi skulu vit eisini siga frá, at freistin fyri luttakarum úr
Føroyum at tekna seg til stevnuna er longd til leygardagin 7. juni.
Úr útlondum koma knapt 400 gestir.
Eisini er ætlanin at kunna meira um stevnuna og tey ymisku tiltøkini.
Formenninir fyri tær ymsu undirnevndirnar koma at greiða frá.
Umframt Havleik ætla vit eisini at taka fram
” Hvat halda
dansifeløgini um støðuna hjá dansinum, lokalt og alment
” Í heyst verður
skipað fyri tiltaki fyri børnum í framhaldsdeildini
” Ymiskt
Tórshavn, hin 16. mai 2008
Vegna nevndina,
Rasmus A. Joensen, fm.
Tíðindaskriv
Við hesum skal Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama, siga
frá, at nevndin, ið sett varð at meta um og taka støðu til innkomnu uppskotini
um nýggja brúðarvísu, hevur tikið avgerð og latið málið frá sær.
Í brævi til Sláið Ring, sigur nevndin m.a:
Ein brúðarvísa, ið fólk skula kunna kennast við, eigur at hava hóskandi
virðiligan og hátíðarligan dám so hon kann eyðkenna sítt serstaka høvi.
Innkomnu uppskotini vóru áhugaverd. Summi vóru yrkt eftir kendum leiðum,
meðan onkur yrkjari vísti hug til eisini at endurspegla skiftandi uppfatanir í
nútíðini um samlív og hjúnarlag. Nógv góð hugskot og væleydnaðar orðingar vóru
at finna. Tó er nevndin komin til ta niðurstøðu, at einki einstakt uppskot í
síni heild kann lúka tey skaldsligu, málsligu og innihaldsligu krøv, ið mugu
setast til eina brúðarvísu. Tí mælir nevndin til, ikki at lata nakra
virðisløn.
Niðurstøðan er grundað á kappingarreglurnar, har sagt
verður, at nevndin hevur rætt til einki uppskot at taka.
Niðurstøðan er
einmælt.
Nevndin í Sláið Ring hevur tikið hesa avgerð til eftirtektar og kappingin
um nýggja brúðarvísu er sostatt lokin á hesum sinni.
Sláið Ring hevur innkomnu uppskotini í varveitslu, men skjýtur upp, tí
vit vita ikki hvørjir innsendararnir eru, at tað tilfarið, sum Sláið Ring hevur,
verður fyribeint innan 15. mai 2008.
Er tað so, at onkur vil hava sítt uppskot aftur, skal viðkomandi kunna prógva
fyri Sláið Ring, at viðkomandi eigur uppskotið.
Sláið Ring takkar øllum tykkum, ið sendu uppskot inn, eins og vit eisini
takka dómsnevndini fyri tað arbeiðið, hon hevur gjørt.
Barnadansistevna 2008
Síðani verður farið til Skálavíkar, har døgurði verður á Keldu.
Vit enda dagin í Eiriksgarði í Dali, við felags dansi, kaffi/saft og onkrum góðum afturvið.
ókeypis. Tí verða feløgini biðin um at samskipa túrin til Gomlu Rætt við
t.d. grannafeløg.
Leikum Fagurt Stígum Fast
Tlf. 217779 Tlf. 217901
T-post: simda@post.olivant.fo T-post: helga67@post.olivant.fo
at gista umborð á Smyrli í s.v. ferðina í Sandoynna – t.v.s. av Drelnesi
fríggjakvøld, gisting umborð, av Gomlu Rætt leygarmorgun 08.45. Gevið
okkum sum skjótast tykkara luttakaratal, so hetta kann fáast í lag.
Nýggj brúðarvísa
Nevndin, ið vald varð at taka sær av málinum, hevur sín fyrsta
fund leygardagin 26. januar, har posturin verður opnaður og tíðarætlan
løgd, nær arbeiði skal verða liðugt.
Barnlek 2008
Sí heimasíðuna: www.barnlek2008.no