Ḱvæðastevna í Norðurlandahúsinum

Leygardagin 17. september 2022 verður kvæðastevna í Norðurlandahúsinum.

Á skránni verður filmssýning av gomlum upptøkum og dansur.

Í 1977 var Egil Bakka, professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur. Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og er í gongd við at gera átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrsta og onnur sendingin verða frumsýndar í Norðurlandahúsinum leygardagin 17. september 2022 kl. 16:00.

Fyrsta sendingin er um sjálvar upptøkurnar, og har verður tosað við Egil, Eyðun, Paula og Árna umframt við Andreu Opielka, ið hevur skrivað doktararitgerð um evnið.

Í aðru sendingini síggja vit upptøkur við Dansifelagnum í Havn úr Havnar klubba og tosað verður við Johild og Wentzel Kamban, ið eru við á upptøkunum – og harumframt verða sjálvandi upptøkurnar við Dansifelagnum í Havn frá 1977 vístar. Eisini hoyra vit brot úr samrøðum við Andreu Árting og Gunnar Mikkelsen um dans í Havn fyrr. Við á upptøkunum úr Havn í 1977 eru Martin og Signhild Tórgarð, Kartni og Dagmar Winther, Kristoffur og Agnas Kristoffersen, Sigmund og Ingibjørg í Hoyvík, Høgni og Anna Bertha Mohr, Kim og Anna Hanusson, Eivind og Helfred Christiansen, Poul og Sonja Danielsen, Magnus í Hoyvík, Elisabeth Olsen, Leivur Trónd Hansen og Bergliot Petursdóttir, Mourits og Edelborg Rubeksen, Jens Nielsen, Magna í Stórustovu, Wentzel og Johild Kamban, Leivur og Ásvør Danielsen.

Aftaná frumsýningina av hesum báðum sendingunum verður ein steðgur, har høvi verður at keypa sær okkurt leskiligt ella ein bita frá matstovuni í Norðurlandahúsinum – SYSTRAR. Fyri at sleppa undan bíðirøðum er best um tit bíleggja møguligan mat áðrenn tit fara at hyggja at filmunum.

Aftaná steðgin uml. kl. 18:30 fara vit upp á gólv, og á skrá eru trý kvæði/vísur:

  • Gongu-rólvur, Kjartan Atlason skipar, tekstur
  • Guttorms vísa (Der hersked en konge i Østerdal), Jóanes Johannesen skipar, tekstur
  • Dvørgamoy I, Anfinn Johannesen skipar, tekstur

Aftaná er orðið sjálvandi frítt, um onkur kundi hugsað sær at skipað okkurt styttri, lættari eisini 🙂

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

Triðja sending verður um dans á Sandi, og verður hon eftir ætlan frumsýnd í Virkinum heima á Sandi sunnudagin 9. oktober 2022.

Ung í Dansi í Keypmannahavn

Ung í Dansi á Danmarkarferð 4.-6. november 2022

Góðu limir í »Ung í Dansi«! Ætlanin er at gera eina ferð til Danmarkar at dansa og m.a. luttaka í heystdansinum hjá Fótatraðk í Føroyahúsinum leygarkvøldið 5. november. Eisini er ætlanin at fara út í býin og hava onkra framsýning og gera onnur ting, m.a. hava onkra verkstovu við fólkadansi. Vit fara úr Føroyum fríggjamorgunin 4. november kl. 8:20 úr Vágunum og lenda aftur sunnukvøldið kl. 19:50.

Vit hava bílagt hotellkamar til upp til 20 fólk, so tað er først-til-mølle. Tiltakið er fyri ung í aldrinum 15-30 ár. Tiltakið er rúsfrítt sum so. Til dansin leygarkvøldið verður sjálvandi selt í barrini, og tey sum eru fylt 18 kunnu njóta eina øl við máta, men skulu minnast, at vit eru við fyri at dansa og at vit skulu upp aftur til tiltøk sunnumorgunin. Gunnar og Lív koma við sum leiðarar.

Kostnaðurin er einar 3.700 fyri hvønn luttakara úr Føroyum, men egingjaldið er kr. 500 pr. persón, sum tit skulu gjalda ísv. tilmelding – restina geldur Ung í Dansi. Skrivið privatboð til Annu Birnu á facebook, ringið 586242 ella skrivið teldupost til anna.birna.br@gmail.com fyri at melda til. Luttakarar úr Danmark, ið ikki búgva í Keypmannahavnarøkinum, kunnu eisini gista saman við okkum – tey gjalda einki, men rinda sjálvi ferðaseðilin til/frá Kbh.

Eftir ætlan møtast vit eina ferð til venjing áðrenn vit fara. Harumframt er ætlanin at møtast fríggjakvøldið 28. okt. í Havn og hava eina dansiframførslu og annars dansa saman. Harumframt er ætlanin at fara út á onkur ellisheim leygardagin 29. oktober og hava onkra dansiframførslu 🙂

Vegna nevndina í Ung í Dansi,
Vinarliga,
Anna Birna

Ung í Dansi í Kvívík

Vikuskiftið 23. til 25. septembur 2022 verður skipað fyri tiltakinum »Ung í Dansi« í Kvívík. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri. Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í nógv ár, føroyskum dansi at frama. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Vit fara onkran túr og eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Tit kunnu tekna tykkum, við at skriva eini privatboð til Kristian Jacobsen á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til kj1509g3@kambsdalur.fo

Vit síggjast – um, nakrir spurningar eru, so spyrjið endiliga! Seinasta freist at tekna seg er 16. september 2022. Nærri kunning viðv. ferðing o.ø. kemur seinni á sr.fo. Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygarkvøldið 24. september 2022 í Kvívík.

Nevndin í Ung í Dansi

Tøkum lætt útferð í Skálavík

Tøkum lætt var eina útferð í Skálavík 10. til 12. juni 2022. Her er ein stutt ferðafrásøgn frá túrinum.

Við í útferðini vóru 28 limir hjá Tøkum lætt. Vit høvdu leigað 4 hús í Skálavík og bygdarhúsið Kelduna. Har ótu vit okkara máltíðir og hugnaðu okkum saman. Leygarkvøldið høvdu vit keypt døgurða og dessert. Aftaná var almennur dansur, vit høvdu fingið bygdarfelagið at hava dansin.

Vit leigaðu buss og koyrdu oynna runt. Vit vóru heppin við veðrinum, so tað eydnaðist sera væl.

Vit vóru fleiri søgulig og áhugaverd støð, á Sandi vóru vit t.d. í bygdarsavninum, í listasavninum í einum niðurløgdum kongaligum handli, og fleiri fóru ein túr í kirkjugarðin. Ætlanin við túrinum var eyðvitað at vekja áhugan aftur hjá okkara limum fyri dansi og kvæðum aftaná niðurgongdina, sum koronafarsóttin hevur havt við sær. Haraftrat er vildu vit eisini fegin bjóða báðum feløgunum har suðuri og almenninginum annars í almennan dans. Sum vit skilja, hevur ikki verið dansað tað stóra ta síðstu tíðina har.

Tøkum lætt heima á Sandi
Tøkum lætt vitja gívrina á steininum í Bartalströð

Aðalfundurin hjá Sláið Ring

Aðalfundurin hjá Sláið Ring verður leygardagin 17. septembur 2022 kl. 12:00.  Aðalfundurin verður í U407 á 4. hædd í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn.

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.

Mál frá feløgum

Mál, ið feløg vilja hava til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin 3. september 2022.

Fundarskrá til ársaðalfundin
1. Val av orðstýrara og fundarskrivara.
2. Ársfrágreiðing.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
4. Viðgerð av innkomnum málum.
5. Ásetan av limagjaldi fyri komandi árið.
6. Val av nevnd og tiltakslimum.
7. Val av grannskoðara.
8. Ymiskt.

Skrá fyri aðalfundin og nærri kunning verður send feløgunum fyrst í september. Seinna sama dag verður eisini kvæðastevna í Norðurlandahúsinum, skrá kemur seinni.

Tórshavn, hin 20. august 2022
Gunnar Restorff, fm
Sláið Ring

Dansiungdómur á útferð í Eysturoynni – HAVLEIKUR2022

Eysturoyar dansifelag hevði hósdagin tann 14.juli 2022 vitjan av teimum ungu frá Havleiki.

Vit koyrdu eftir oyggj, og fyrsta stopp var Norðradalsskarð, har vit vildu vísa gestunum útsýnið vestureftir, men tað var ikki klárt, so tey fingu at vita, at hetta var eitt tað vindharðasta pláss í landinum við vindferð upp í minst 270 km/t.

Næsti steðgur var við Sjógv í Kollafirði, har Jóannes greiddi frá um Sjóvarbóndan, sum yrkti Ormin langa júst á hesum stað, og har skipaði Jóannes nøkur ørindir av Orminum. Ein norsk genta segði, at hon dugdi 14 ørindir av Orminum – á norskum.

Næsti steðgur var norðan fyri Streymnes, har vit sóu yvir á Hagagjóg og súlu-stubban. Jóannes greiddi stutt frá um Føroya jarðfrøði.

So var ikki støðgað fyrr enn í Navia á Toftum, har Óli Kristian fortaldi um seyðin í Føroyum, og hvussu hansara virki fær burtur úr ullini. Aftrat fingu vit kaffi og smakkbitar í Navia. Stórur blíðskapur og góður stemningur.

So gekk leiðin eystur á Eystnes, har útsýnið var av tí allarbesta. Har kvóðu vit burtur á heiði – og so við skundi í skúlan við Løkin at eta matpakkan. Pálin greiddi stutt frá um skúlan, og ein av gestunum úr Grønlandi framførdi trummudans.

Eftir matarsteðgin koyrdu vit út á Nes til ta gomlu kanónina, sum er komin til heiðurs og æru aftur – eftir at hava ligið sum ífylla í Havnalagnum á Toftum í eina hálva øld. Ein hugtakandi søga, sum Alfred Olsen greiddi meistarliga frá, hóast hann fekk lítla tíð. Eisini har fingu vit ein forfrískning.

Gula Smiðja í Runavík var næst á skránni, eitt dømi um eina gamla smiðju, sum nú er vorðin ungdómshús. Har fingu vit drekkamunn við kaku, alt sum okkara limir høvdu skipað fyri. Sjálvur borgmeistarin gav sær tíð at koma at greiða frá um kommununa og søguna hjá hesum ikoniska húsi, har eitt ótal av ungum dreingjum hava fingið sína smiðjuútbúgving. So varð farið upp á gólv, og hetta mundi vera fyrsta ferð, at føroyskur dansur gekk í Gulu Smiðju. Og dansurin gekk væl og lætt.

Eftir ein góðan steðg, sum fór til prát, telving og fótbóltsspæl, fóru vit í bussin og úti við Løkshøll stóð stjórin í tunnilsfelagnum við sínum bili klárur at loðsa okkum út til eitt víkipláss í Eysturoyartunlinum.

Varliga, í gulum vestum, gingu vit út í rundkoyringina, og tá tók ein ung kvæðakempa Regin smið, sum fekk eini tíggju ørindir. Ein hátíðarløta við lít. So inn í eitt teknikkrúm, har stjórin stutt og greitt segði frá hesum hugtakandi projekti. Allarsíðst vísti hann okkum pumpurúmið, sum ikki er minst hugtakandi. Aftur púra spontant skar ein føroyingur út úr at syngja Harra Gud, títt dýra navn og æra, og vit tóku undir, meðan hini lurtaðu. Øll trý versini. Vit endaðu við, at Rebekka skipaði Stolt Signhild. So takkaðu vit Una Danielsen fyri hesa megnaruppliving.

Við Eysturskúlan søgdu vit báðir, Jóannes og Jens, hesum dámligu og kátu ungdómunum farvæl og takkaðu fyri ein góðan og gevandi dag.

En vellykket åbningsceremoni til HAVLEIK 2022

Onsdag 13. juli startede HAVLEIKUR 2022 med stor åbningsceremoni på Vaglið i Torshavn. Der var en hel del tilskuere mødt, til ceremonien, der startede med et optog, hvor de fleste af deltagerne var iklædt folkedragter. Der var holdt taler og deltagende landene havde danseopvisning med hver sin dans. Sidst på programmet var fælles færøsk kædedans, hvor Arnjohn Hvítklett var forsanger til Flóvin Bænadiktsson. Dansen gik godt, og de fleste mennesker på Vaglið deltog i dansen. Derefter var der igen et optog, denne gang gik alle deltagerne op til Nordens hus, hvor festlighederne fortsatte. Vi havde en dejlig stund sammen på Vaglið, hvor vi kunne samles og glædes sammen om dansen.

I Nordens hus var folkedans – nu med arrangører fra de forskellige lande, så alle fik lov til at prøve dansene. Aftenen sluttede med færøsk kædedans, arrangeret af Vága Dansifelag, med danske og norske viser, så alle kunne være med.

En dejlig aften hvor de nordiske kulturer fik lov til at mødes, og vi glæder os til flere lignende aftner på stævnet.

Danseopvisning på Sands Bibliotek

Tirsdag aften havde de unge mennesker fra sommerlejren danseopvisning på Sands Bibliotek. De optrådte med en samensætning af færøsk, islandske og grønlandske danse, og der var mødt 70-80 tilskuere for at se på. Dansene gik rigtig godt, ikke mindst afslutningen med færøsk kædedans, hvor tilskuerne var med i ringen.

Sommerlejren for HAVLEIK 2022 er nu slut, og de unge mennesker har oplevet en hel del. De har set hvordan man arbejder med uld, de har set Sands kirke og Sands bygdemuseum, de har oplevet det legendariske dansegulv i Dalur, og så har de danset en hel del og knyttet venskaber på tværs af landene.

Sommerlejren på Sandur er startet

Så er HAVLEIKUR 2022 startet med en ungdomslejr på Sandur. Der er omkring 40 deltagere i alderen 15-25 år, der knytter venskabsbånd på tværs af de nordiske lande.

I går har de unge mennesker danset folkedans og været på tur i Sandur, hvor de bl.a. har set Gívurnarstein, eller Troldkvindestenen, som kvinder på Sandur har strikket tøj til.

Udover at lære folkedans kommer de unge på en udflugt i Skúvoy, hvor Sigmundur Brestisson, den færøske sagnhelt, der siges at have bragt kristendommen til Færøerne, boede og er begravet. Derudover kommer de til at opleve det legendariske dansegulv i Dalur, hvor gulvet sætter ekstra fut i dansen, sådan som det vipper.

Programmet for HAVLEIK

Nu ligger programmet for HAVLEIK 2022 på HAVLEIKs hjemmeside – gå ind på havleik.sr.fo og tryk på “Program (DK)”. I tilfælde af ændringer opdateres programmet løbende. Færøsk version vil blive tilgængelig senere på ugen.

Vi glæder os til at modtage alle gæsterne – startende allerede om en uges tid!

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×