Upp á gólv og tá í Skálanum

Fríggjakvøldið á Norðoyarstevnu, tann 27. mai kl. 21:00, verður áhugaverdur almennur dansur í Skálanum, Bøgøta 11.

Á skránni verða bæði føroyskur og harmonikudansur. Til at skipa føroyska dansin verða nógvir góðir skiparar. Til harmonikudansin koma spælimenninir Hans Hjalti Skaale og Hóraldur Joensen umframt feðgarnar úr Dali, Símun Erik og Jóanes Johannesen, at spæla.

Kvøldið er skipað á tann hátt, at skift verður millum føroyskan dans og harmonikudans. Byrjað verður við føroyskum dansi kl. 21:00. Klokkan 22:00 verður harmonikudansur. Umframt at luttakararnir dansa frítt til góða dansitónleikin, verða eisini nakrir lættir fólkadansir á skránni. Tað eru limir í Dansihugna, sum koma at skipa fyri fólkadansinum. Klokkan 23:00 er føroyskur dansur aftur á skránni fram til kl. 0:00, tá ið harmonikudansurin aftur tekur yvir. Kl. 1:00 sleppur føroyski dansurin aftur fram at, og enda verður við harmonikudansi frá 2:00 til kl. 3:00, tá dansurin endar. Kostnaðurin fyri kvøldið er kr. 100 og møguleiki er at keypa sær smyrjibreyð o.a.

Klaksvíkar Dansifelag

Barnadansistevnan 2022 á Eiði, kunning

Barnadansistevnan 2022, ið verður hildin á Eiði 30. apríl 2022, og tað er Dansifelagið á Látrinum, sum skipar fyri.

Stevnan verður hildin í skúlanum – í ítróttarhøllini. Kl. 10:00 verður stevnan sett og endar kl. 15:00.

Á skránni verður umframt kvøðing og dans útferð á Niðaru Fitjar. Eisini fáa vit døgurða, kakur, kaffi og saft.

Dansifelagið á Látrinum ynskir øllum gestunum vælkomnum.

Niðanfyri sæst skráin fyri kvøðing.

Bussurin úr Havn fer ætlandi frá rennibreytini kl. 9:00. Tey, ið annars hava teknað seg at koyra við bussi, fáa boð frá sínum lokala dansifelagið um, nær og hvaðani bussurin koyrir.

Tilmelding til HAVLEIK 2022, føroyingar

Føroyingar, sum ynskja at luttaka á HAVLEIKI 2022 uttan skúlagisting, melda til gjøgnum sítt lokala dansifelag. Lokala dansifelagið skal senda inn tilmeldingarnar í seinasta lagi 1. juni 2022.

Kostnaðurin hjá føroyingum fyri luttøku á stevnuni er kr. 100 umframt kr. 250 fyri luttøku í galladøgurðanum leygarkvøldið 16. juli 2022, íalt kr. 350.

Íroknað prísin á kr. 350 (fyri stevnu og veitslu) er:

  • setanin um kvøldið 13. juli
  • dansur um kvøldið í Norðurlandahúsinum 13. juli
  • dansur um kvøldið í Norðurlandahúsinum 14. juli
  • dansur um kvøldið í Norðurlandahúsinum 15. juli
  • midnáttargudstænasta 15. juli
  • dansur í býnum 16. juli
  • gallaveitsla og dansur um kvøldið 16. juli

Uppihald og matur annars er ikki við. Til ber at keypa eyka tænastur:

  • máltíðir á Eysturskúlanum – Kostnaður: kr. 80 fyri morgunmat, kr. 85 fyri miðmála, kr. 90 fyri nátturða.
  • skeið í føroyskum dansi í Eysturskúlanum fríggjadagin kl. 10-12. Kostnaður: kr. 50
  • fyrilestrar á Tjóðsavninum fríggjadagin kl. 14:00-17:30 um (kostnaður kr. 100 íalt):
    • Ullina og føroyska búnan við Noomi í Dali,
    • Føroyska bátin við Erland Viberg Joensen, og
    • Føroysk fornminni við Ann Sølviu Selmarsdóttir Purkhús.
  • føroyskt mentanarkvøld í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 20:00-21:30. Kostnaður: kr. 125. Bert fá pláss eftir – tey fyrst tilmeldaðu fáa pláss.
  • T-shirt við HAVLEIKUR 2022 búmerki. Fæst í støddunum: S, M, L, XL og XXL. Kostnaður: kr. 125.

Hvørt lokala dansifelag hevur fingið eitt excelskjal til tilmelding – meldað verður til og goldið verður samlað gjøgnum hvørt lokala dansifelag til Sláið Ring.

Luttakarar á summarleguni fyri ung í aldrinum 15-25 ár melda til og gjalda beinleiðis til Sláið Ring.

Venjing av Samdansum

Føroyski samdansurin er fyrstu 25 ørindini av Ebbe Skammelsøn. Harumframt hava hini londini sent inn samdansir. Sharon Weiss og onnur frá Dansifrøi hava lovað at skipa fyri undirvísing av samdansum hjá øðrum londum í Dansifrøi hesar dagarnar:

  • týskvøldið 10/5-2022 kl. 19:30 – uml. 20:30
  • týskvøldið 24/5-2022 kl. 19:30 – uml. 20:30, og
  • týskvøldið 31/5-2022 kl. 19:30 – uml. 20:30.

Vónandi taka luttakararnir væl undir við hesum tilboði!

Vegna fyrireikararnar,
Sláið Ring

Klaksvíkar Dansifelag á Viðareiði

Eins og undanfarna ár fór Klaksvíkar Dansifelag til Viðareiðis føstulávintsvikuskifti. Korona spældi ein leiklut, so hóast 40 fólk høvdu meldað til vóru bert 30 av okkum, ið vóru nóg byrg til at fara túrin.

Veðrið var ikki við okkum, so vit máttu gera broytingar í skránni. Ístaðin fyri at fara ein túr í bygdini, vóru vit boðin inn til Miriam Heinesen til eitt hugnaligt prát og stóran blíðskap. Klokkan 16:00 samlaðust vit aftur á Hotel Norð, har vit gistu. Tá var tunnan komin upp og farið var undir at sláa tunnu. Endin var, at Astrid Tóradóttir bleiv kattakongur og fær heiðurin at bera hetta heiti fram til næstu føstulávint. Tá tunnan var niðurkomin, og vit høvdu sungið og dansað eina løtu, var farið til borðs. Góður matur og gott undirhald merktu borðhaldið, sum endaði uml. kl. 23:00. Vit dansaðu frá borði og hildu á at dansa fram móti kl 1:00, tá vit taldu jólini. Jónleif skipaði ”Mær gav Sankta Mortan” og Ólavur Syderbø skipaði ”Stat op Sankta Simeon”. Eftir tað samlaðust vit til sang og fóru at senda drunn millum borðini. Hetta var mikið hugnaligt. Tá klokkan nærkaðist 3:00 fóru fólkini dansitroytt til songar.

Sunnudagin var veðrið nógv betri og fleiri nýttu møguleikan at spáka sær ein túr í góðveðrinum um morgunmatarleitið. Klokkan 11:00 var farið í kirkju. Um 14:00 sankaðu fólk førslu saman og vendu nøsina heima aftur eftir gott og ríkandi dansivikuskifti. Um lív og heilsa verður, er ætlanin hjá Klaksvíkar Dansifelag at gera líknandi túr komandi ár, tí ein sannroynd er tað, at slík upplivilsir geva felagnum tað samanhaldið, sum skal til fyri at leggja góðar lunnar undir eitt virkið dansifelag.

Vegna Klaksvíkar Dansifelag

Jónleif Johannesen, formaður

Barnadansistevna á Eiði

Árliga barnadansistevnan verður

leygardagin 30. apríl 2022.

Í ár skipar Dansifelagið á Látrinum fyri stevnuni, sum verður í ítróttahøllini á Eiði. Stevnan byrjar kl. 10:00 og endar kl. 15:00.

Á stevnuni verður døgurði at fáa, drekkamuður og kakubiti. Útferðir verða, og so verður sjálvandi dansað!

Feløgini melda til

í seinasta lagi 9. apríl 2022.

við at skriva ein teldupost til rasmus.a.joensen@gmail.com har tit upplýsa 1) tal av børnum, 2) tal av vaksnum, 3) hvat tit vilja skipa – trý uppskot og 4) hvussu nógv koyra sjálvi.

Skráin verður send feløgunum og løgd út á sr.fo.

Stevnan er ókeypis. Sláið Ring samskipar busskoyring til Eiðis. Ferðing sjóvegis og møgulig ferðing við bygdaleiðum í Suðuroy og Sandoy verður eisini goldin av Sláið Ring.

Suðringar hava møguleika at fáa innivist í KFUM í Havn fríggjakvøldið 29. apríl.

Vegna

Dansifelagið á Látrinum og Sláið Ring

Rasmus Joensen
rasmus.a.joensen@gmail.com

Upp á Stovugólv

Í ár skipar Ung í Dansi aftur fyri Upp á stovugólv, sum verður tann 5. februar 2022. Hesaferð verður tiltakið í Nólsoy og vertirnir verða eftir ætlan Hilmar Joensen, Kristian Hansen og Leif Hansen.

Tiltakið verður í Nólsoy, og tað fer at ganga nakað soleiðis fyri seg:

  1. Fólk koma til Nólsoyar, har tey verða býtt upp í tríggjar bólkar.
  2. Hesir bólkar fara so í hvørt sítt hús, har ein vertur er í hvørjum húsi. Vertirnir greiða so frá onkrum kvæði, vísu ella tátti, sum tey hava valt og aftaná verður tað (ella bara eitt brot av tí) kvøðið í húsinum. Síðan rotera bólkarnir.
  3. Tað verður 1 tími millum at hvør vitjan byrjar.

Møtt verður í seinasta lagi kl. 16:45 í Royndarhúsinum (ella so skjótt sum komið er í land við Ternuni). Har verður goldið og koronakanning eftirhugd (sí niðanfyri) og armband útflýggjað. Húsavitjanirnar byrja kl. 17:15 og enda kl 20:15. Síðan verður okkurt at eta og drekka í Royndarhúsinum og eisini verður skipað fyri almennum føroyskum dansi kl. 21:00.

Tað er avmarkað pláss í húsunum, og tí er neyðugt við tilmelding. Hetta verður gjørt við at ringja ella skriva til ein av hesum:

Til tann almenna føroyska dansin, ið verður í Royndarhúsinum aftaná, er ikki neyðugt við tilmelding.
💰 Kostnaður fyri tiltakið og dans er kr. 100 (umframt møguliga kr. 25 fyri skundtest, sí niðanfyri).
💰 Kostnaður fyri almennan dans er kr. 50 (umframt møguliga kr. 25 fyri skundtest, sí niðanfyri).
Okkurt til matna er við í prísinum, og so verður onkur leskidrikkur til sølu.

Møguleiki er at taka Ternuna úr Havn kl. 16:20 og úr Nólsoy kl. 22:25.

Tiltakið er rúsfrítt.

Koronafyrivarni:

Í føroyska dansinum koma vit tætt hvør uppá annan, og fyri at øll skulu kunna kenna seg trygg, so eru hesar treytir:

  • Fólk, sum hava sjúkueyðkenni, mugu undir ongum umstøðum luttaka.
  • Fólk, sum eru smittað ella eiga at vera í sóttarhaldi, mugu undir ongum umstøðum luttaka.
  • Øll sum koma, skulu prógva at tey ikki eru smittufarlig við at uppfylla eitt av fylgjandi:
    • Vísa prógv fyri negativari PCR-test, ið er tikin fríggjadagin 4. februar 2022, ella
    • Vísa prógv fyri positivari PCR-test, ið er tikin millum 25. desember 2021 og 29. januar 2022, ella
    • Gjalda kr. 25 og fáa tikið eina negativa skundtest á staðnum (í Royndarhúsinum) – vit veita skundtestina og vegleiða. Hetta tekur vanliga uml. 20 min. og til ber at sita inni, meðan bíðað verður eftir svari 😉
  • Tey, sum hava goldið fyri luttøku og uppfylla omanfyristandandi, fáa eitt armband sum prógv 👍

Um Havleik 2022

Kunning til føroysku feløgini um HAVLEIK 2022.

Miðskeiðis í juli 2022 verður stóra norðurlendska dansistevnan HAVLEIKUR 2022 í Havn. Hetta er partur av Nordleksamstarvinum, og verður hetta triðja ferðin at stevnan verður í Føroyum – seinast var í 2008, fyri 14 árum síðani.

Byrjað verður við sokallaðu summarleguni á Sandi, ið byrjar 10. juli og endar 13. juli 2022. Hetta er lega fyri ung í aldrinum 15-25 ár. Sjálv HAVLEIK stevnan er í døgunum 12. til 17. juli 2022. Ho byrjar12. juli við at flestu útlendsku gestirnir koma til Føroya og stevnan verður sett 13. juli. Dansurin á stevnuni verður í høvuðsheitum í Norðurlandahúsinum um kvøldarnar. Leygardagin 16. juli verða dansiframførslur ymsa staðni í Havn. Leygarkvøldið 16. juli verður galladøgurði, og flestu útlendsku gestirnir væntast at fara avstað sunnudagin 17. juli. Vit rokna við eini 500 útlendskum luttakarum og eini 300 føroyingum.

Dansifeløgini í Føroyum koma at fáa ymsar uppgávur.

Ymiskt praktiskt. Ymiskt praktiskt skal gerast, so sum lokal fyrireiking í Havn, gera klárt til gallaveitslu, samskipa og hava vaktarhald v.m. Nógvum av hesum koma dansifeløgini í Havn at standa fyri.

Summarlegan. Summarlegan verður í Sandoynni 10.-13. juli, og hesum koma dansifeløgini í Sandoynni sjálvandi at taka sær av.

Setanin. Mikudag seinnapart/tíðliga um kvøldið verður setanin av stevnuni, og har vænta og vóna vit at nógvir føroyingar fara at luttaka saman við okkara útlendsku gestum – tað hevur sera stóran týdning, at vit markera týdningin av dansininum á hendan hátt í býarmyndini, so almenningurin – bæði vanligi føroyingurin, myndugleikar, miðlar og politikarar – gevur tí ans!

Dansur um kvøldið í Norðurlandahúsinum. Mikukvøldið 13. juli, hóskvøldið 14. juli og fríggjakvøldið 15. juli verður dansur um kvøldið í Norðurlandahúsinum. Her koma skiftandi feløg at standa fyri føroyska dansinum. Her verður ymiskt passandi kvøðið, bæði okkurt føroyskt kvæði men eisini uttan iva vísur, sum falla norðurlendingum lætt, so sum Sinklar, Stolt Signhild o.t. Eisini kann hugsast, at okkurt felag velur at læra útlendsku gestirnar okkurt dansispæl. Sum samdans hava vit valt fyrstu 25 ørindini av Ebbe Skammelsøn, og verður hetta í øllum førum kvøðið hvørt kvøld – og vit vóna og vænta tí, at feløgini seta sær fyri at duga hetta. Ein sjónbandaupptøka sæst her:

https://www.youtube.com/watch?v=nc-zid5XbXE

og teksturin finst her:

https://eystdans.dk/wp-content/uploads/Kvaerdir/EbbeSkammel.pdf

Vitjan á bygd hjá dansifeløgunum. Hósdagin fara allir útlendingarnir út á bygd at vitja lokalu dansifeløgini, sum vera vertir hendan dagin. Her verður helst serliga talan um nøkur av teimum feløgunum, har lætt er at koma fram: t.d. Nólsoyar dansifelag, Eysturoyar dansifelag, Vága dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Klaksvíkar dansifelag og dansifelagið á Látrinum. Gestirnir fáa okkurt lættari ábit, kanska onkra rundvísing og frágreiðing, helst verður dansað, møguleiki er fyri at hava onkra framsýning o.s.fr. Stevnan skipar sjálvandi fyri bussflutningi fyri útlendsku gestirnar út á bygd, men fyriskipanin annars av hesum vitjanum og útreiðslurnar herav standa lokalu dansifeløgini sjálvi fyri. Tó verður latið ein munagóður stuðul til feløgini fyri teirra arbeiði. Nærri kunning verður á umboðsráðsfundi í vár um uppgávurnar, stuðulin og mangt annað.

Dansiframførslur. Leygardagin verða dansiframførslur í býnum, og her vænta vit at útlendsk feløg eins og summi føroysk feløg fara at sýna fram – fyri føroyingarnar kann her vera talan um bæði føroyskan dans og dansispøl.

Gallaveitsla. Leygarkvøldið 16. juli verður gallaveitsla fyri øllum luttakarunum, t.v.s. øllum útlendsku luttakarunum, men eisini ganga vit út frá, at flestallir føroyingar luttaka hetta kvøldið! Eini 800 fólk í alt! Galladøgurðin verður í ítróttarhøllini á Hálsi, og aftaná verður dansur. Norðurlendskir fólkadansir vera í høllini, sum hini Norðurlondini standa fyri upp á skift, og føroyskur dansur verður í kantinuni.

Kostnaður fyri føroyingar. Av tí at føroyingar koma at vera við til at fyriskipa stevnuna á ymsan hátt, og tí ikki eru við alla tíðina, hava vit valt ein leist, ið ger, at tað ikki verður ov dýrt at luttaka. Luttøkugjaldið fyri sjálva stevnuna (setan, dans um kvøldið í Norðurlandahúsinum, midnáttargudstænastu og framførslur í býnum leygardag) er kr. 100 í alt pr. persón fyri føroyingar. Øll skulu gjalda hetta stevnugjaldið (er onkur bert vakt, og slettis ikki luttekur í nøkrum tiltaki, skal sjálvandi einki gjaldast). Men tá er eingin máltíð, gisting, fyrilestrar, útferðir o.t. íroknað – og heldur ikki galladøgurðin. Harumframt gjaldast kr. 250 pr. persón fyri luttøku til galladøgurðan. Til ber hjá føroyingum at keypa sær eyka tænastur, so sum máltíðir, skúlauppihald, útferðir, fyrilestrar, T-shirts o.t. Ein slík stevna er dýr at halda, og til samanlíkningar kann nevnast, at útlendsku gestirnir gjalda kr. 1.600 fyri stevnuna (harumframt kemur ferðir, uppihald og matur), meðan tey, sum hava skúlauppihald og mat íroknað, gjalda 2.600. Orsøkin til at vit veita hendan lægra prísin til føroyingarnar, er sjálvandi partvíst, at teir ikki kunnu luttaka í øllum, partvíst tí teir veita sjálvboðið arbeiði, ið hevur stórt virði fyri stevnuna, og sjálvandi eisini av tí at ikki alt, sum útlendingarnir fáa veitt, er við í prísinum hjá føroyingunum (galladøgurði, útferð til dansifeløg o.s.fr.)

Kunning. Nógv meiri kunning finst annars um stevnuna á

https://sr.fo/havleikur-2022/?menuid=5250

og á undirmenuini PDFs er eitt samlað pdf-skjal við øllum upplýsingunum, á føroyskum, donskum og finskum.

Nærri kunning um føroysku tilmeldingina kemur tíðliga í vár.

Vit heita á øll feløgini um at vera búgvin til HAVLEIK 2022 í juli 2022, at kunna limirnar væl og fyrireika seg væl til luttøkuna í summar.

Vegna fyriskipararnar,

Vinarliga,
Gunnar Restorff, fm.
Sláið Ring

Á landsdansistevnu í Havn

Endiliga sluppu vit aftur at dansa sum vanligt. Tí hava øll dansihugað fólk longst eftir hetta seinasta hálvaannað árið, nú koronafarsóttin hevur gjørt tað heilt ómøguligt at dansa føroyskan dans. Smílini vóru eisini hjartalig og gleðin stór, nú fólk úr øllum feløgum í landinum og úr Fótatraðk, uml. 370 í tali, hittust aftur. Dansifelagið í Havn og Tøkum Lætt skipaðu fyri stevnuni í felag.

Fyrsta landsdansistevnan var vesturi í Vágum í 1983, og hendan, sum er tann 14. í røðini, er tann triðja í høvuðsstaðnum. Hinar vóru í 1989 og í 2001. Tað eru bert 2 ár síðani, at stevnan var á Eiði, hóast tað vanliga hevur verið tŕy ár millum stevnurnar. Orsøkin er, at norðurlendska dansistevnan ”Havleikur”, skal vera í Havn 12.-17. juli 2022. Tað hevði verið ov mikið, at havt tvey so stór tiltøk fyri somu fólk sama summar, og tí bleiv landsdansistevnan hesaferð framskundað eitt ár.

Ein landsdansistevna er ein stór veitsla, sum byrjar við setan og síðani er borðhald við góðum mati. Av fyrstan tíð var ætlanin at seta stevnuna á Vaglinum, men tíverri tók Voxbotn seg framum, so tað bleiv av ongum. Kanska gott tað sama, tí tað fór at regna, so Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti stevnuna inni í ”Dansifrøi”, har borðhaldið eisini var.

Nokk av góðum mati frá Magna Garðalíð og hansara fólki. Tað var sjálvtøka, og tað gongur væl skjótari enn servering við føtum.

Á dansistevnuni á Eiði fyri trimum árum síðani gjørdu vit fyrstu ferð tað, at nakrar fáar ordiligar røður vórðu hildnar, heldur enn at umboð fyri hvørt felag segði nøkur orð. So sera skilagott. Á hesari stevnuni talaðu bert Gunnar Restorff, formaður í Sláið Ring, og Hanus Kamban undir borðhaldinum. Hesum skulu vit halda fast í. Sá røðuna hjá Hanusi aftur í Dimmu, sum kom 28. august. Gott, tí vit mugu onkuntíð gera vart við, at vit eru til. Tórður Mikkelsen frá Kringvarpinum var eisini á stevnu, og nøkur brot, har hann prátaði við fólk, hava verið at sæð í sjónvarpinum.

Á umboðsráðsfundi hjá Sláið Ring 1.mai umrøddu vit m.a. ymiskt, sum hoyrir landsdansistevnuni til. M.a. bleiv nógv tosað um dansileistin, sum hevur verið brúktur á øllum stevnum frammanundan hesari. Skjótt var semja um, at royna okkurt annað, tí tað er so troyttandi at bíða alla náttina eftir tørni hjá teimum feløgum, sum er seinast á skránni. Skotið varð upp, at fáa feløg at kasta saman um at kvøða, so planlagda skráin var skjótari frá hondini. Eg haldi, at hugskoti var gott, men at vit kortini fingu ov fá forkunnug kvæði og vísur, tá av tornaði. Tað eigur at vera okkurt av slíkum, tá vit samla elituna í føroyskum dansi. Hetta mugu vit gera okkurt við til næstu stevnu. Vit í Eysturoyar dansifelag kvóðu ”Jákup á Møn” saman við Klaksvíkar dansifelagi. Joen Carl Danielsen og Jóngerð Midjord skipaðu. Á landsdansistevnu fyri 20 árum síðan skipaði Joen Carl ”Kong Hans” í Sjónleikarhúsinum.

Eitt annað gott hugskot frá umboðsráðsfundinum var at lata fólk undir 30 ár sleppa á stevnu fyri kr. 100, meðan hini betaltu 300. Eini 50 fólk undir 30 ár vóru á stevnu. Hetta betala vit í Sláið Ring fegin. Tað er okkara størsta ábyrgd at seta við.

Eg kann ikki lata vera við at nevna Andreu Opielka, sum so fegin kemur til Føroya á landsdansistevnu ferð eftir ferð. Hon hoyrir til hjá okkum nú og hevur givið okkum frálíku bókina um dansispøl.

Eftir ætlan verður landsdansistevna aftur um uml. trý ár, várið 2024 í Vágum.

Norðskáli, septembur 2021,
Kathrina Hansen

Ung í Dansi hittast í Kvívík

»Ung í Dansi« fara at hittast til dans í Kvívík leygarkvøldið 9. oktober 2021. Vit møtast kl. 18 og fáa guidaðan søguligan rundtúr í bygdini. Síðani fáa vit góða fiskasuppu til nátturða áðrenn vit fara oman í Frøishøllina til almennan dans uml. kl. 21. Tiltakið er ókeypis fyri limir í Ung í Dansi, men neyðugt er at tilmelda seg við at skriva eini persónlig boð til Elmu Næs Mortansdóttir antin á facebook ella við telduposti á elma.naes.mortan@gmail.com í seinasta lagi mikudagin 6/10-21 🙂

Bygdin, kvæðini og dansurin

Hugnakvøld við føroyskum dansi 29. oktober 2021

29. oktober 2021 skipar Klaksvíkar dansifelag fyri hugnakvøldi við føroyskum dansi. Tiltakið verður kl. 21.00 – 01.00 í Skálanum, Bøgøta 11, 700 Klaksvík.

Hugnakvøldið byrjar við sangløtu og hugleiðingum. Jóanes Johannesen spælir á harmoniku og frásøgufólk verða:

Ásbjørn Lómaklett, uppvaksin á Syðradali,

Jóngerð Midjord, uppvaksin í Haraldssundi

Jónleif Johannesen, uppvaksin í Dali.

Evnið, hugleitt verður um, er: Bygdin, kvæðini og dansurin.

Tey trý frásøgufólkini eru øll sera áhugað í kvæðamentan okkara og royndir skiparar.

Kostnaðurin fyri tiltakið er 150 kr., og tilmeldingarfreistin er 25. oktober 2021.

Tilmeldingin fer fram hjá Jónleifi Johannesen á telefon 742200 ella við at senda teldupost til: jonleif.johannesen@skulin.fo

Klaksvíkar dansifelag

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×