Um Havleik 2022

Kunning til føroysku feløgini um HAVLEIK 2022.

Miðskeiðis í juli 2022 verður stóra norðurlendska dansistevnan HAVLEIKUR 2022 í Havn. Hetta er partur av Nordleksamstarvinum, og verður hetta triðja ferðin at stevnan verður í Føroyum – seinast var í 2008, fyri 14 árum síðani.

Byrjað verður við sokallaðu summarleguni á Sandi, ið byrjar 10. juli og endar 13. juli 2022. Hetta er lega fyri ung í aldrinum 15-25 ár. Sjálv HAVLEIK stevnan er í døgunum 12. til 17. juli 2022. Ho byrjar12. juli við at flestu útlendsku gestirnir koma til Føroya og stevnan verður sett 13. juli. Dansurin á stevnuni verður í høvuðsheitum í Norðurlandahúsinum um kvøldarnar. Leygardagin 16. juli verða dansiframførslur ymsa staðni í Havn. Leygarkvøldið 16. juli verður galladøgurði, og flestu útlendsku gestirnir væntast at fara avstað sunnudagin 17. juli. Vit rokna við eini 500 útlendskum luttakarum og eini 300 føroyingum.

Dansifeløgini í Føroyum koma at fáa ymsar uppgávur.

Ymiskt praktiskt. Ymiskt praktiskt skal gerast, so sum lokal fyrireiking í Havn, gera klárt til gallaveitslu, samskipa og hava vaktarhald v.m. Nógvum av hesum koma dansifeløgini í Havn at standa fyri.

Summarlegan. Summarlegan verður í Sandoynni 10.-13. juli, og hesum koma dansifeløgini í Sandoynni sjálvandi at taka sær av.

Setanin. Mikudag seinnapart/tíðliga um kvøldið verður setanin av stevnuni, og har vænta og vóna vit at nógvir føroyingar fara at luttaka saman við okkara útlendsku gestum – tað hevur sera stóran týdning, at vit markera týdningin av dansininum á hendan hátt í býarmyndini, so almenningurin – bæði vanligi føroyingurin, myndugleikar, miðlar og politikarar – gevur tí ans!

Dansur um kvøldið í Norðurlandahúsinum. Mikukvøldið 13. juli, hóskvøldið 14. juli og fríggjakvøldið 15. juli verður dansur um kvøldið í Norðurlandahúsinum. Her koma skiftandi feløg at standa fyri føroyska dansinum. Her verður ymiskt passandi kvøðið, bæði okkurt føroyskt kvæði men eisini uttan iva vísur, sum falla norðurlendingum lætt, so sum Sinklar, Stolt Signhild o.t. Eisini kann hugsast, at okkurt felag velur at læra útlendsku gestirnar okkurt dansispæl. Sum samdans hava vit valt fyrstu 25 ørindini av Ebbe Skammelsøn, og verður hetta í øllum førum kvøðið hvørt kvøld – og vit vóna og vænta tí, at feløgini seta sær fyri at duga hetta. Ein sjónbandaupptøka sæst her:

https://www.youtube.com/watch?v=nc-zid5XbXE

og teksturin finst her:

https://eystdans.dk/wp-content/uploads/Kvaerdir/EbbeSkammel.pdf

Vitjan á bygd hjá dansifeløgunum. Hósdagin fara allir útlendingarnir út á bygd at vitja lokalu dansifeløgini, sum vera vertir hendan dagin. Her verður helst serliga talan um nøkur av teimum feløgunum, har lætt er at koma fram: t.d. Nólsoyar dansifelag, Eysturoyar dansifelag, Vága dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Klaksvíkar dansifelag og dansifelagið á Látrinum. Gestirnir fáa okkurt lættari ábit, kanska onkra rundvísing og frágreiðing, helst verður dansað, møguleiki er fyri at hava onkra framsýning o.s.fr. Stevnan skipar sjálvandi fyri bussflutningi fyri útlendsku gestirnar út á bygd, men fyriskipanin annars av hesum vitjanum og útreiðslurnar herav standa lokalu dansifeløgini sjálvi fyri. Tó verður latið ein munagóður stuðul til feløgini fyri teirra arbeiði. Nærri kunning verður á umboðsráðsfundi í vár um uppgávurnar, stuðulin og mangt annað.

Dansiframførslur. Leygardagin verða dansiframførslur í býnum, og her vænta vit at útlendsk feløg eins og summi føroysk feløg fara at sýna fram – fyri føroyingarnar kann her vera talan um bæði føroyskan dans og dansispøl.

Gallaveitsla. Leygarkvøldið 16. juli verður gallaveitsla fyri øllum luttakarunum, t.v.s. øllum útlendsku luttakarunum, men eisini ganga vit út frá, at flestallir føroyingar luttaka hetta kvøldið! Eini 800 fólk í alt! Galladøgurðin verður í ítróttarhøllini á Hálsi, og aftaná verður dansur. Norðurlendskir fólkadansir vera í høllini, sum hini Norðurlondini standa fyri upp á skift, og føroyskur dansur verður í kantinuni.

Kostnaður fyri føroyingar. Av tí at føroyingar koma at vera við til at fyriskipa stevnuna á ymsan hátt, og tí ikki eru við alla tíðina, hava vit valt ein leist, ið ger, at tað ikki verður ov dýrt at luttaka. Luttøkugjaldið fyri sjálva stevnuna (setan, dans um kvøldið í Norðurlandahúsinum, midnáttargudstænastu og framførslur í býnum leygardag) er kr. 100 í alt pr. persón fyri føroyingar. Øll skulu gjalda hetta stevnugjaldið (er onkur bert vakt, og slettis ikki luttekur í nøkrum tiltaki, skal sjálvandi einki gjaldast). Men tá er eingin máltíð, gisting, fyrilestrar, útferðir o.t. íroknað – og heldur ikki galladøgurðin. Harumframt gjaldast kr. 250 pr. persón fyri luttøku til galladøgurðan. Til ber hjá føroyingum at keypa sær eyka tænastur, so sum máltíðir, skúlauppihald, útferðir, fyrilestrar, T-shirts o.t. Ein slík stevna er dýr at halda, og til samanlíkningar kann nevnast, at útlendsku gestirnir gjalda kr. 1.600 fyri stevnuna (harumframt kemur ferðir, uppihald og matur), meðan tey, sum hava skúlauppihald og mat íroknað, gjalda 2.600. Orsøkin til at vit veita hendan lægra prísin til føroyingarnar, er sjálvandi partvíst, at teir ikki kunnu luttaka í øllum, partvíst tí teir veita sjálvboðið arbeiði, ið hevur stórt virði fyri stevnuna, og sjálvandi eisini av tí at ikki alt, sum útlendingarnir fáa veitt, er við í prísinum hjá føroyingunum (galladøgurði, útferð til dansifeløg o.s.fr.)

Kunning. Nógv meiri kunning finst annars um stevnuna á

https://sr.fo/havleikur-2022/?menuid=5250

og á undirmenuini PDFs er eitt samlað pdf-skjal við øllum upplýsingunum, á føroyskum, donskum og finskum.

Nærri kunning um føroysku tilmeldingina kemur tíðliga í vár.

Vit heita á øll feløgini um at vera búgvin til HAVLEIK 2022 í juli 2022, at kunna limirnar væl og fyrireika seg væl til luttøkuna í summar.

Vegna fyriskipararnar,

Vinarliga,
Gunnar Restorff, fm.
Sláið Ring

Á landsdansistevnu í Havn

Endiliga sluppu vit aftur at dansa sum vanligt. Tí hava øll dansihugað fólk longst eftir hetta seinasta hálvaannað árið, nú koronafarsóttin hevur gjørt tað heilt ómøguligt at dansa føroyskan dans. Smílini vóru eisini hjartalig og gleðin stór, nú fólk úr øllum feløgum í landinum og úr Fótatraðk, uml. 370 í tali, hittust aftur. Dansifelagið í Havn og Tøkum Lætt skipaðu fyri stevnuni í felag.

Fyrsta landsdansistevnan var vesturi í Vágum í 1983, og hendan, sum er tann 14. í røðini, er tann triðja í høvuðsstaðnum. Hinar vóru í 1989 og í 2001. Tað eru bert 2 ár síðani, at stevnan var á Eiði, hóast tað vanliga hevur verið tŕy ár millum stevnurnar. Orsøkin er, at norðurlendska dansistevnan ”Havleikur”, skal vera í Havn 12.-17. juli 2022. Tað hevði verið ov mikið, at havt tvey so stór tiltøk fyri somu fólk sama summar, og tí bleiv landsdansistevnan hesaferð framskundað eitt ár.

Ein landsdansistevna er ein stór veitsla, sum byrjar við setan og síðani er borðhald við góðum mati. Av fyrstan tíð var ætlanin at seta stevnuna á Vaglinum, men tíverri tók Voxbotn seg framum, so tað bleiv av ongum. Kanska gott tað sama, tí tað fór at regna, so Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti stevnuna inni í ”Dansifrøi”, har borðhaldið eisini var.

Nokk av góðum mati frá Magna Garðalíð og hansara fólki. Tað var sjálvtøka, og tað gongur væl skjótari enn servering við føtum.

Á dansistevnuni á Eiði fyri trimum árum síðani gjørdu vit fyrstu ferð tað, at nakrar fáar ordiligar røður vórðu hildnar, heldur enn at umboð fyri hvørt felag segði nøkur orð. So sera skilagott. Á hesari stevnuni talaðu bert Gunnar Restorff, formaður í Sláið Ring, og Hanus Kamban undir borðhaldinum. Hesum skulu vit halda fast í. Sá røðuna hjá Hanusi aftur í Dimmu, sum kom 28. august. Gott, tí vit mugu onkuntíð gera vart við, at vit eru til. Tórður Mikkelsen frá Kringvarpinum var eisini á stevnu, og nøkur brot, har hann prátaði við fólk, hava verið at sæð í sjónvarpinum.

Á umboðsráðsfundi hjá Sláið Ring 1.mai umrøddu vit m.a. ymiskt, sum hoyrir landsdansistevnuni til. M.a. bleiv nógv tosað um dansileistin, sum hevur verið brúktur á øllum stevnum frammanundan hesari. Skjótt var semja um, at royna okkurt annað, tí tað er so troyttandi at bíða alla náttina eftir tørni hjá teimum feløgum, sum er seinast á skránni. Skotið varð upp, at fáa feløg at kasta saman um at kvøða, so planlagda skráin var skjótari frá hondini. Eg haldi, at hugskoti var gott, men at vit kortini fingu ov fá forkunnug kvæði og vísur, tá av tornaði. Tað eigur at vera okkurt av slíkum, tá vit samla elituna í føroyskum dansi. Hetta mugu vit gera okkurt við til næstu stevnu. Vit í Eysturoyar dansifelag kvóðu ”Jákup á Møn” saman við Klaksvíkar dansifelagi. Joen Carl Danielsen og Jóngerð Midjord skipaðu. Á landsdansistevnu fyri 20 árum síðan skipaði Joen Carl ”Kong Hans” í Sjónleikarhúsinum.

Eitt annað gott hugskot frá umboðsráðsfundinum var at lata fólk undir 30 ár sleppa á stevnu fyri kr. 100, meðan hini betaltu 300. Eini 50 fólk undir 30 ár vóru á stevnu. Hetta betala vit í Sláið Ring fegin. Tað er okkara størsta ábyrgd at seta við.

Eg kann ikki lata vera við at nevna Andreu Opielka, sum so fegin kemur til Føroya á landsdansistevnu ferð eftir ferð. Hon hoyrir til hjá okkum nú og hevur givið okkum frálíku bókina um dansispøl.

Eftir ætlan verður landsdansistevna aftur um uml. trý ár, várið 2024 í Vágum.

Norðskáli, septembur 2021,
Kathrina Hansen

Ung í Dansi hittast í Kvívík

»Ung í Dansi« fara at hittast til dans í Kvívík leygarkvøldið 9. oktober 2021. Vit møtast kl. 18 og fáa guidaðan søguligan rundtúr í bygdini. Síðani fáa vit góða fiskasuppu til nátturða áðrenn vit fara oman í Frøishøllina til almennan dans uml. kl. 21. Tiltakið er ókeypis fyri limir í Ung í Dansi, men neyðugt er at tilmelda seg við at skriva eini persónlig boð til Elmu Næs Mortansdóttir antin á facebook ella við telduposti á elma.naes.mortan@gmail.com í seinasta lagi mikudagin 6/10-21 🙂

Bygdin, kvæðini og dansurin

Hugnakvøld við føroyskum dansi 29. oktober 2021

29. oktober 2021 skipar Klaksvíkar dansifelag fyri hugnakvøldi við føroyskum dansi. Tiltakið verður kl. 21.00 – 01.00 í Skálanum, Bøgøta 11, 700 Klaksvík.

Hugnakvøldið byrjar við sangløtu og hugleiðingum. Jóanes Johannesen spælir á harmoniku og frásøgufólk verða:

Ásbjørn Lómaklett, uppvaksin á Syðradali,

Jóngerð Midjord, uppvaksin í Haraldssundi

Jónleif Johannesen, uppvaksin í Dali.

Evnið, hugleitt verður um, er: Bygdin, kvæðini og dansurin.

Tey trý frásøgufólkini eru øll sera áhugað í kvæðamentan okkara og royndir skiparar.

Kostnaðurin fyri tiltakið er 150 kr., og tilmeldingarfreistin er 25. oktober 2021.

Tilmeldingin fer fram hjá Jónleifi Johannesen á telefon 742200 ella við at senda teldupost til: jonleif.johannesen@skulin.fo

Klaksvíkar dansifelag

Skrá fyri Ung í Dansi í Mikladali

Nú nærkast, at vit fara til Mikladals 😁

Her kemur ein vegleiðandi skrá.

Fríggjadagur 10. septembur

Vit møtast øll kl. 18:10 við lendingina hjá Sam í Klaksvík, og vit sigla kl. 18:30. Ein bussur bíðar eftir okkum í Syðradali og koyrir okkum víðari til Mikladals. Vit gista í Avhaldshúsinum í Mikladali. Har eru madrassur at sova á, so bert er neyðugt at hava soviposa við. Tá vit koma til Mikladals fáa vit okkurt at eta og so er hugni á skránni.

Leygardagur 11. septembur

Morgunmatur er kl. 9:00, og síðani er ætlanin, at vit fara gongutúr út á Kallin við ferðaleiðara. Vit smyrja matpakka og hava matpakkar við. Klokkan 17 er døgurði og eftir døgurða er aðalfundur. Um kvøldið verður almennur dansur.

Sunnudagur 12. septembur

Vit eta morgunmat, rigga av og møguleiki er at fara í kirkju kl. 12. Bussurin koyrir 13.55 úr Mikladali og báturin fer kl. 14:20 aftur til Klaksvíkar.

Tey, ið ikki hava fart norð til Klaksvíkar kunnu skriva til nevndina – so finna vit eitt pláss til tykkum í einum bili.

At hava við

  • Soviposa
  • Heit klæðir
  • Góðar gangiskógvar

Ung í Dansi í Mikladali

Vikuskiftið 10. til 12. septembur 2021 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Mikladali. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri. Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í fleiri ár, føroyskum dansi at frama. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Vit fara onkran túr og eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Tit kunnu tekna tykkum, við at skriva eini privatboð til Inga B. Davidsen á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til ingi.b.davidsen@gmail.com

Vit síggjast – um, nakrir spurningar eru, so spyrjið endiliga!

Seinasta freist at tekna seg er 6. september 2021. Nærri kunning viðv. ferðing o.ø. kemur seinni á sr.fo. Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygarkvøldið 11. september 2021 í Mikladali.

Aðalfundur hjá Ung í Dansi

Aðalfundurin hjá Ung í Dansi verður í Avhaldshúsinum í Mikladali leygarkvøldið 11. september 2021 kl. 18:00 saman við tiltakinum “Ung í Dansi”, ið er í Mikladali vikuskiftið 10.-12. september 2021.

Skrá sambært lógum felagsins:

  1. Val av orðstýrara og fundarskrivara
  2. Ársfrágreiðing
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  4. Viðgerð av innkomnum málum.
  5. Nevndar- og varalimir verða valdir
  6. Val av grannskoðara
  7. Ymiskt

Aðalfundur 2021

Til øll limafeløgini og umboðsráðslimirnar

Við hesum verður boðað frá, at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður 

leygardagin 11. septembur 2021 kl. 12:00 í U407 á 4. hædd í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn.  

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.

Mál frá feløgum
Mál, ið feløg vilja hava til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin 28. august 2021.

Fundarskrá til ársaðalfundin
1. Val av orðstýrara og fundarskrivara.
2. Ársfrágreiðing.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
4. Viðgerð av innkomnum málum.
5. Ásetan av limagjaldi fyri komandi árið.
6. Val av nevnd og tiltakslimum.
7. Val av grannskoðara.
8. Ymiskt.

Skrá fyri aðalfundin og nærri kunning verður send fyrst í september. 

Nólsoy, hin 14. august 2021
Gunnar Restorff, fm
Sláið Ring

Dansifelagið á Látrinum á útferð í Kalsoynni.

Nú vit í dansifelagnum á Látrinum hendan seinasta veturin ikki hava hitst á Látrinum so ofta, sum vit plaga, gjørdu vit av, at dansifelagið skuldi gera eina útferð – eina samansjóðandi útferð.

Hin 19. juni var kósin sett móti Klaksvíkini, har ið Sam bíðaði eftir at føra okkum yvir í Kalsoynna.

Vit fóru av Eiði við bussi hendan leygarmorgunin og steðgaðu so á vegnum eftir teimum, ið ikki búgva á Eiði.

Tá ið vit komu í Kalsoynna, fóru vit við rutuni til Mikladals, har ið vit høvdu bílagt okkum morgunmat á Eðge, ið er ein hugnalig café. Her fingu vit ein frálíkan morgunmat, og blíðskapurin var stórur. Eisini fingu vit høvið at royna tað nýggja gólvið í kjallaranum á Eðge. Tá ið man sum dansifelag er í Mikladali, so var tað so líka til, at tað var eitt brot úr Kópakvæðnum, ið var tikið á gólvinum har.

Aftaná dansin gekk leiðin oman at heilsa uppá Kópakonuna. Tað vóru tó ikki øll, ið hættaðu sær oman allar trappurnar, men øll tey, ið fóru oman, komu eisini heil niðan aftur. Eyðun Eliasen var komin til Mikladals at vera frásøgumaður, og hann fortaldi nógv áhugavert. M.a. fingu vit at vita hvar Sunnanágarðurin, ið nevndur er í Kópakvæðnum, var. Vit hoyrdu um Marjunar Hav, og vitjaðu eisini smiðjuna og kirkjuna. Sum so ofta tá ið gott fólk er komið saman, rann tíðin undan okkum, tí bussurin, ið skuldi koyra okkum til Trøllanesar, bíðaði. So hóast vit sikkurt kundu gingið í Mikladali ein tíma longur, fóru vit ein túr til Trøllanesar.

Á Trøllanesi nýttu fólk løtuna til at spáka og hyggja seg um. Onkur keypti sær eina kjøtpylsu o.a. Her er høgt bæði omanfyri og niðanfyri. Høgt upp í fjøllini og oman á lendingina. Hendan dagin var dýrdarveður, men mann kann ímynda sær, hvussu tað er um veturin, tá brimið stendur í grasið. Av Trøllanesi var farið við rutuni til Húsar, har vit skuldu njóta ein góðan bita frá Hannebeth og Magna Garðalíð.

Tá ið vit vóru mett og vælsett, var enn ein løta, til rutan koyrdi til Syðradals, so vit fóru oman í kirkjuna, har Elin Syderbø greiddi frá. M.a. sóu vit messuaklarnar, ið hoyra til kirkjuna. Kirkjan var høg og ljós, og Elin helt, at fyrimyndin mundi vera Nidarosdomen.
Summi úr ferðalagnum valdu at fáa sær ein góðan gongutúr, og fóru til gongu til Syðradals.

Óansæð um man gekk ella fór við rutuni, so komu vit øll umborð aftur á Sam, ið nú førdi okkum til Klaksvíkar, har bussurin bíðaði okkum.

Vit høvdu ein sera góðan og hugnaligan dag í Kalsoynni. Slíkir dagar styrkja um felagskensluna og eru góðir at taka fram aftur úr minninum.

Hildur K. Sørensen
Dansifelagið á Látrinum

Landsdansistevnan 2021 – dagført

Í sambandi við at Tøkum Lætt og Danisfelagið í Havn, vegna Sláið Ring, skipa fyri landsdansistevnu 21-08-2021 vilja vit fegin bjóða øllum dansifeløgunum og dansiáhugaðum til stevnuna.

Stevnan verður í Havn tann 21-08-2021 í Sjónleikarhúsinum og í Dansifrøi.

Luttøkugjaldið er kr. 300 fyri hvønn, men í eini roynd at seta ung fólk við er avgjørt, at fólk undir 30 ár rinda kr. 100 hvør.

Tilmeldingarfreistin er skjótast gjørligt og í seinasta lagi 08-08-2021. Tilmeldingarnar fara fram hjá dansifeløgunum hvør sær, og síðani melda dansifeløgini til við telduposti til birgirdjurhuus@gmail.com, og gjaldið fyri luttøku flyta dansifeløgini samlað inn á konto hjá fyriskiparunum.

Íroknað luttøkugjaldið er:
Døgurði og omaná, vín, øl ella sodavatn (1 stk. pr. høvd) og durasnapsur. Skonkt verður sjálvandi undir borðhaldinum. Barr verður í báðum støðum so møguligt verður at keypa drykkivørur fyri sámuligan prís. Náttmatur er eisini íroknaður og bussar innanhýsis í Havn til og frá Sjónleikarhúsinum.

Skráin fyri dagin er hendan:

  • Kl. 17:00 møtast vit í Dansifrøi, har stevnan verður sett.
  • Borðhaldið byrjar kl. 18:00 í Dansifrøi.
  • Eftir borðhaldið fara øll oman í Sjónleikarhúsið har dansurin byrjar kl. 21:30
  • Um miðnátt verður nátt-matur at fáa, og dansurin heldur áfram.

Kvæðini, ið eru sett á skrá, eru hesi: Brestis kvæði, Viljormur Kornus, Hoyberatátturin, Kópa kvæði, Jákup á Møn, Huldugentan, Ungdómsvísan.

Viðvíkandi koronasmittufyribyrging:

  • Fólk, sum hava sjúkueyðkenni ella eru sett í sóttarhald, mugu sjálvandi ikki møta.
  • Heitt verður á øll, ið ikki eru liðugt koppsett, um at hava eina negativa test frá hósdegnum 19. august ella fríggjadegnum 20. august 2021. Liðugt koppsettur merkir, at tað eru minst 8 dagar síðani seinna prikið.
  • Fyri fólk, ið hava verið uttanlands seinastu 14 dagarnar, er fylgjandi galdandi:
    • Liðugt koppsett (t.v.s minst 8 dagar síðani seinna prikið): negativt svar skal vera komið frá testini við komu.
    • Ikki liðugt koppsett: negativt svar skal vera komið frá testini 4. dag eftir komu.
    • Harumframt heita vit á øll, ið hava verið uttanlands seinastu 14 dagarnar, um at hava eina negativa test frá hósdegnum 19. august ella fríggjadegnum 20. august 2021

Vit vóna at síggja mong fólk til stevnuna, og heita á feløgini um at reka dúgliga so at vit fáa ein so góðan dag sum til ber.

Er okkurt at spyrja um, ella er okkurt tit ivast í eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Vegna Tøkum Lætt og Dansifelagið í Havn

Andreas Sigurstein, ajs@olivant.fo
Birgir Djurhuus, birgirdjurhuus@gmail.com

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×