Dansiveturin byrjar

Deil

Norðstreymoyar
Dansifelag skipar fyri almennum føroyskum dansi í Kollafirði leygarkvøldið 1.
oktober. Byrjað verður at dansa í Arbeiðsmannafelagshúsinum klokkan 22.00, og
dansað verður til einaferð umleið klokkan tvey sunnumorgunin.


Dansurin verður
skipaður, sum vanligt plagar at vera í slíkum førum. Dansað verður nakað út á
náttina, tá høvi verður at fáa sær smurt breyð og okkurt leskandi afturvið.
Hildið verður so á til út móti morgni.

Í atgongugjaldið,
sum er kr. 70,- er roknað smurt breyð og kaffi ella te.

 

 

Onnur tíðindi