Dansur umborð á Norrønu

Deil

 

Daniskvøld umborð á Norrønu

Nú Norrøna er farin at sigla fyri Smyril, varð
skipað fyri føroyskum dansi umborð fríggjakvøldið 24. januar, meðan skipið lá á
Vági. Dansifeløgini í Suðuroynni luttóku eisini.

Veðrið var buldrasligt hendan dagin. Tá Norrøna kom
norður um morgunin, fekk hon ikki lagt at í Havnini, men helt leiðina á
Kollafjørð. Túrurin mitt um dagin varð ikki sigldur, og fráferðin flutt til kl
18.00.

Nógvur vindur varð, men sagt varð frá batnandi
veðrið, og at hann skuldi ganga frá landsyðningi og í útsyðning, sum er góð
ætt. Mong av teimum, ið høvdu ætlað sær til Suðuroyar, mugu hava gingið við iva
stóran part av degnum, og helst eru nógv setst aftur, men vit vóru sjey, ið
fóru suður. Eitt sindur buldrasligt var, men ikki verri enn so, at vit fingu okkum
ein góðan búff í Simmer Dim. Bert ta einu ferðina fóru saltbússurnar bóltandi í
dúrkið.

Um tíggjutíðina komu fólkini umborð og løgdu
sumbingar fyri við Frísunum. Síðani gekk dansurin av tí allarbesta og nógv
ymiskt varð kvøðið, sum vælkent og annað minni kent, m.a. Sigmundskvæði nýggja,
sum tveir vágbingar hava yrkt. Annar var Pól Midjord ættaður av Økrum og sum
búði við Ósagarð, hin Dánjal Thomsen ættaður úr Hvalba og búði hann á Løðhamri.

Kvæði mann vera yrkt beint fyri 1900, og innihaldið
er tá Sigmundur kemur aftur úr Norra sum kongsins umboðsmaður og m.a. fer undir
at kristna føroyingar.

Væl av fólkið legði leiðina umborð, og sigast má, at
tiltakið var væleydnað.



Rasmus Joensen

Onnur tíðindi