Yrkjari: Jónleif Johannesen
- Bylgjan brýtur høg og brøtt
brestir upp á landið,
troyttur maður leggur seg í taran á Sandvíks sandi.
Niðurlag:
Treðum lættliga dansin!
Dagurin skínur so fagurliga,
komið er hægst á summarið.
- Troyttur maður leggur seg
niður í tarabrúgv,
Sigmund er hann at navni nevndur,
Føroyum gav kristna trúgv.
- Í nátt hann rýmdi borgum frá,
lívið stóð í váða.
Síðsta sjón í eygað brann,
var Turið í hildarloga.
- Turið stóð í hildarloga,
børnini royndi verja.
Tað var eingin av Gøtuskeggjum
á hana tordi herja.
- „Turið, væna fljóði mítt,
eg beri tungan harm.
Aldri aftur á ævini
eg sovi við tín barm.“
- „Í nátt eg havi liðið nógv,
Tóra havi eg mist.
Einari sterka slepti eg av,
tá hann hevði deyðan kyst.“
- Tregi og ivi í hesi stund
í hjarta hava búgv:
„Var tað rætt, tá ið eg sleit
við gomlu fedratrúgv.“
- „Hvat man deyðin bjóða mær,
eg fari foldum frá,
endi eg í Helheimi
til mikla sorg og trá?“
- „Ella man eg í Himni hátt
hoyra klokkur ringja,
ganga inn um gyltar dyr,
har einglar fagurt syngja.“
- Tá tók sól at lýsa í,
hon geislar sínar sendi,
Sigmund kendi styrk á sær,
og aftur trúgvin vendi.
- Ein dúgva kom av Himni hátt,
seg niður á sandin skeyt,
Sigmund lyftir høvur sítt,
ei longur trúgvin treyt.
- „Hoyr meg, sæla sendiboð,
limur í himnaskara;
hvussu er vorðið í Himmiríki,
av góðsku tú mær svara.“
- „Væl livst inni í Himmiríki;
bæði við gleði og gavni.
Mangar eru kempurnar,
ið prísa tímum navni.“
- „Í morgun komu garpar tveir,
føddir á Føroyalandi,
vátir og illa tuskaðir,
Einar og Tórir frændi.“
- „Har situr Ólav Trygvason,
hann lesur í Halgubók.
Hann kom hagar tann lagnudag,
tá Eirikur Ormin tók.“
- „Har eru aðrar miklar kempur,
Rólant og Ríkin reystur,
umframt mæta keisar Karl,
blant kappar er hann bestur.“
- „Um tey, ið eftir á Skúvoy sita,
ongan ótta kenn.
Dóttir tín verður háborin,
og dreingir mætir menn.“
- Sigmund kendi mátt á sær,
hendur saman legði:
„Takk havi Guð fyri tíðina,
sum eg á foldum hevði.“
- Tað klárnar fyri Sigmunds eygum,
tríggjar mans hann sær.
Tann eini nevndist Torgrímur,
ber stóra øks við lær.
- Tala teir við vondum tungu
um ringar, skreyt og skrúð:
„Líkið grava vit í sand,
men ringin bera til búð.“
- Lyfta høvur úr tara upp,
øks ger banasár.
Kroppur fellur til jarðar niður,
í hondum høvd og hár.
- Hamin gróvu í døkka mold,
ringin tóku teir heim.
Sigmundssál mót himni fór
til gleði og miklan gleim.
|