Yrkjari: Edvard
Lag: Fruntatáttur
- Føroyingar hava, sum aðrar tjóðir,
fylgt tí móta, í heiminum var.
Á morgni, tá maður úr songini reistist,
byrjaði hann við at raka sær. - Hendingaleyst so árini gingu,
alt helt fram við tað sama lag.
Kvinnurnar smurdar um kinn og nasar,
menninir snøggir hvønn einasta dag. - So fór ein dani at filma Barbu –
gjørdi til Føroya eitt lítið legg.
Fyrstu boðini út lat ganga:
” Nú skulu menninir hava skegg. - Um tú ert reyðhærdur ella gráur –
kanska er høvdið bert sum eitt egg.
Tað ger tað sama, tí einasta treytin
er, at tú hevur eitt trivaligt skegg”. - Menn gjørdust knappliga livandi sátur –
lodnir úr skalla niður á legg.
Allir, sum høvdu eitt sindur av virðing
fyri sær sjálvum, fingu sær skegg. - Tó undir sólini einki nýtt er,
søgan veit um so mangan segg.
Samson var ein, sum bar av øllum,
tí hann lat grógva hár og skegg. - Hann lat seg tøla av eini kvinnu
til at brúka ein rakiknív.
Tað var tað versta, hann kundi gera.
Úrslitið varð, at hann lat sítt lív. - Líka sterkan sum Samson í forðum,
føroyingar halda seg vera í dag.
So hóast filmingin nú er liðug,
skeggið stendur við sama lag. - Føroyingar nógvir í hesum døgum
standa við eitt Columbusegg.
Tvinnir kostir og hvørgin mjúkur
konuna missa ella sítt skegg. - Mangur maður í neyð er komin,
konan gevur ei longur kroyst.
Boðini eru: “Eg lovi tær ikki,
fyrr enn skeggið av høku er loyst”. - Soleiðis sperdur mangur maður
ger fyri speglinum langan steðg.
Høsnast og himprast. Við sorg í sinni
letur so falla sítt prúða skegg. - Sigst, at ein kvinna ætlar veva
mynd til at heingja á ein vegg.
Tilfar til tógvið, hon skal brúka,
er hetta nógva “Barbuskegg”.
Edvard 26. okt. 1996.
( Í samband við upptøkurnar til Barbaru)