Barnadansurin í Norðurlandahúsinum er afturvendandi tiltak, har børn saman við vaksnum læra seg kvæði og føroyskan dans.
Fram til adventina 2020 verður eftir ætlan dansað hesar dagar: 9. oktober, 23. oktober, 30. oktober, 6. november, 13. november, 20. november, 27. november, 4. desember.
Dansifelagið í Havn og Norðurlandahúsið skipa fyri barnadansinum.
Øll eru vælkomin. Ókeypis atgongd.
Koronafyrivarni: Tiltakið er treytað av, at mett verður, at stýr er á smittuketunum í Føroyum. Bert 100 fólk sleppa inn. Fólk, ið hava verið uttanlands seinastu 14 dagarnar undan tiltakinum, eiga ikki at luttaka. Somuleiðis eiga fólk við sjúkueyðkennum ikki at luttaka í tiltakinum. Nærri kunning um fyrilit verður givin á staðnum (m.a. at spritta hendur v.m.).
Loading…