Vit endurtaka kvæðahugnan fyri lærarar, har lærarar fáa høvi at hittast um kvæðini og hugna sær saman. Hetta fyri at skjóta skúlakvøðingina í gongd, og geva íblástur til kvæðaundirvísingina.
Kvæðahugnin verður í Sankta Frans skúla fríggjakvøldið 27. oktobur, og har verður matur, drekka, spøl og sjálvandi verður eisini farið uppá gólv. Vit kvøða tey kvæði, ið vera á kvæðastevnuni fyri næmingar (Flóvan Bænadiktsson, Brestiskvæði og Grindavísuna), annars er gólvið frítt.
Tiltakið er ókeypis, men tilmeldig krevst innan 1. septembur.
Loading…