Ætlaða landsdansistevnan í Havn 8. mai 2021 verður útsett vegna koronafarsóttina. Tað er Tøkum Lætt og Dansifelagið í Havn, ið skipa fyri vegna Sláið Ring.
Eftir ætlan verður stevnan í staðin í seinnu helvt av august mánaði. Dato er enn ikki ásett, av tí at høli v.m. skal fáast til vegar. So skjótt sum vit vita endaligan dato fáa dansifeløgini boð.
Loading…