Mikkjalsmessudansur í Kvívík


Lýsing av tiltaki

  • Dagfesting:

„Sum Sálomon segði, skal tíð til alt, og ein er tíðin at dansa.“
Og nú heystið er í hondum, gleða vit okkum til aftur at hoyra kvæðini dynja í dansistovunum kring landið.
Leygarkvøldið 3. oktobur kl. 21.00 skipar Norðstreymoyar dansifelag fyri almennum mikkjalsmessudansi í Frøishøllini í Kvívík.
Kostnaðurin er 100 kr., og tá eru smurt breyð og kaffi við í prísinum – og eisini onkur drammur.
Øl fæst til keyps fyri ein bíligan penga.
Vit gleða okkum at síggja bæði gamlar kenningar og nýggj andlit í ringinum.
GG!! Vit taka bert ímóti reiðum peningi.
Loading… Loading…
Onnur tiltøk