Eysturoyar dansifelag í Vágum

Deil

Leygardagin tann 28. mai fór Eysturoyar dansifelag útferð við bussi vestur í Vágar. Ferðalagið taldi 33 limir felagsins. Ferðin byrjaði á Strondum, har tey fyrstu komu upp í bussin. Næsti steðgur var hinumegin fjørðin við Løkin í Runavík, og síðan var leiðin hildin norðureftir og ígjøgnum Norðskálatunnilin og vestur í Vágar við nøkrum steðgum at taka fólk uppí bussin.

Fyrsti steðgur í Vágum var í kirkjuni á Sandavági, har Edvard í Skorðini Joensen segði frá um kirkjuna og um Beintu. Hann nevndi millum annað, at tað má metast at vera eitt bragd at hava bygt kirkjuna, tá ið hon var bygd. Kirkjan er bygd úr svenskum timbri og varð vígd 29. apríl 1917, sum var ímeðan 1. heimsbardagi leikaði á. Kirkjan er sera vakurt myndprýdd, og Mikkjal á Ryggi málaði liljurnar ímillum smámyndirnar uppi á vegginum frammi í kór. Hann greiddi eisini frá um Beintu, og at hon var ein megnar kvinna, sum tók sær av teimum veiku og útstoyttu. Beinta var grivin í forkirkjuni í einari av teimum kirkjunum, sum stóðu á sama stað, sum kirkjan í dag stendur. Minnist ikki, hvat nummar sálmurin er, sum vit endaðu við.
Nú var komið til middags, og vit koyrdu til Gásadals, har vit fingu breyð við føroyskum viðskera at eta. Tá ið øll vóru mett og væl sett, kvóðu vit Brestis kvæði, sum Mikkjal hevur yrkt, úti á terassuni í fagrasta veðri. Aftan á fóru vit inn í skúlan, har Mikkjal var lærari í nógv ár. Har sungu vit “Tú fylgdi mær fyrst, tá ið vøggu eg lá” í fullari longd, soleiðis sum hann stendur í Sálmabókaískoytinum.

Aftan á fóru vit til Miðvágs og gingu niðan í Hýsisá at hyggja at yrkingini hjá Mikkjali, sum hann høgdi í helluna í ánni á sumri 2009.

Vatnið vinnur harðar hellur,
slættar niður fjøll.
Lýggin gongur, grasið fellur,
fella so vit øll.
Stirnar blóðið, steðgar hjartað,
legst enn maður lík,
sálin í Guðs himni bjarta,
livir fræls og rík.

Næst á skránni var Krígssavnið. Har er so nógv áhugavert at síggja um ein so sera týdningarmiklan part av Føroya søgu, at eitt petti av einum seinnaparti er alt ov stutt tíð at steðga inni har. Men tað var harvið, og krígssavnið fer ongan veg.

Á veg til Bíggjar fór ferðaliðið í kirkjugarðin í Sørvági at finna grøvina hjá Mikkjali og konuni Binu, sum eru grivin har.

Dagurin endaði við framúr góðum døgurða í Pakkhúsinum í Bø. Mett og væl sett fóru vit upp á gólv og kvóðu ymist lætt og stutt, sum løtan bjóðaði seg til, áðrenn vit hildu leiðina heimaftur.

Sum ikki eina ferð, hevði skrivarin lisið væl uppá um Mikkjal á Ryggi, og hann visti nógv áhugavert at siga frá um megnarskaldið.

Onnur tíðindi