Heilsan frá Fótatraðk úr Keypmannahavn

Deil

Heilsan frá Fótatraðk úr Keypmannahavntann 25. Januar 2016

Árið 2015 var eitt stuttligt ár hjá Fótatraðk. Vit fyriskipaðu almennan føstu – og heystdans, har skiparar úr Tøkum Lætt í Havn, komu niður og hjálptu okkum at skipa og seta dám á dansin. Vit vóru í Odense og dansaðu saman við dansifelagnum Miðgarðsorminum og vit endaðu árið við einari sera góðari ferð til Sorø, har vit høvdu dansiskeið og eina sera góða veitslu, saman við íbúgvunum úr mestsum øllum Danmark.

Serliga stuttligt var eisni at vera í 40 ára føðingardag hjá Andreu Opielku í fjørð summar. Føðingardagurin var hildin umborð á einari av ferjunum, ið siglur millum Rødby í Danmark og Puttgarten í Týsklandi. Dagurin var av tí allar besta. Veðrið var framúr gott, borðreitt var við leskiligum mati og vit dansaðu eisini føroyskan dans saman við øllum gestunum umborð.

Nøkur av okkum vóru eisini til Kvæðaráðstevnuna, ið var í Norðurlandahúsinum í Føroyum í summar. Tað vóru nakrir sera hugaligir dagar har prátað var við nógv gløgg høvd og serliga stutligt var kanska eisini, at júst sama kvøld, sum Ráðstevnan endaði við almennum dansikvøldi í Norðurlandahúsinum, var eisini grind í Sandagerði. Uttan mun til, um tað var hildið at vera rætt ella skeivt, vóru mangir av útlendingunum sera fegnir um, at teir fingu høvi at uppliva eitt veruligt grindadráp soleiðis, sum tað fer fram í dag.

Í vár er so afturvendandi Landsdansistevnan í Føroyum og hesuferð verður hon í Klaksvík. Vit í Fótatraðk eru sera takksom fyri tann stuðul, vit eisini hesaferð, hava fingið frá Slái Ring og sum ger, at vit yvirhøvur hava møguleika fyri, at luttaka. Nú nærkast, og vit gleða okkum ómetaliga nógv til ferðina og til sjálvan dagin.

Við Fótatraðkskvøðu

Birita Lamhauge Jóansdóttir

forkvinna

Onnur tíðindi