Í Halgubók vit lesa

Uppskot til nýggja brúðarvísu.

 

  1. Í Halgubók vit lesa um skaparverkið stórt,
    tá Skaparin bert segði tað, og so varð hetta gjørt.
    Úr mold og av lívsanda hann skapaði ein mann,
    sum skuldi dyrka aldingarðin og væl varða hann.Niðurlag:
    Kveikjandi kertur, kærleikans stund,
    fjálga, alreyða rósulund,
    reyðgylta glæma, tá sól fer í kav,
    brennandi kenslur, sum brúsandi hav.
  2. At maðurin var eina, var Gud ei nøgdur við
    men gjørdi honum medhjálp at hava sær við lið.
    Úr rivjabeini mansins hann konu gjørdi tá,
    og Adam glaður, nøgdur, tá ið hann Evu sá.
  3. Á hetta grundarlagið er hjúnalagið bygt.
    Tvey, sum hvørt annað elska, tey halda saman trygt.
    Frá faðir, móður fara og saman byggja heim,
    um lívið eru felags í álvara og gleim.
  4. Ei nakað metast kann við hin villa ástarrús,
    í barmi bylgist ørandi, eins og havsins brús.
    Ásttikin eru tvey og hvørt øðrum geva ans,
    við bivan og við vónum tey treða kærleiks dans.
  5. So ljóst og lætt er lívið sum summar, sól og vár,
    og hendur skelva, kína so eymt um hold og hár.
    Hin heiti ylur streymar, og títt slær hjartað pøst,
    hvørt øðrum senda sælu og djúpu eygnakøst.
  6. Um mansins miklu megi og um mong manndómsbrøgd
    er sungið, kvøðið, skrivað, og mong ein søga søgd.
    Hann dárað hevur kvinnu, hon fyri honum fall,
    hon ynskti sær at eiga ein rættan, vænan kall.
  7. Ein rættur maður virðir og hámetir sítt vív,
    um hana kappan leggur og fjálgar hennar´ lív,
    Hann hana fær at kenna, at eingin er sum hon,
    er meira verd enn gull, ein gudinna fríð og von.
  8. So tekkilig og tølandi vekur mansins sans,
    við brosi kát og sveimandi leikar lættan dans,
    sum rósa millum blómur, ein dýrgripur hon er,
    sum maður kannar sær, og til hana alsk hann ber.
  9. Úr søgu, samtíð frætta um mangt eitt konubrot,
    um dygd og vakurleika, hon er sum frískligt lot.
    Væl kvinnan hugnar, lívgar, fær lættan andadrátt,
    við stuðli, styrki gevur hon manni megi, mátt.
  10. Tvey, sum hvørt annað elska, hvørt øðrum gerast ogn,
    í lívi halda saman í bæði ódn og logn,
    á jøvnum føti hava tey síni mál og mið,
    hvørt øðrum vísa atlit og virðing, sóma við.
  11. Tey hjúnalagið røkta eins og ein urtagarð,
    har blóman veksur fríð, altíð ljós og føðslu fær,
    hvørt øðrum fyrigeva, hvørt annað hevja hátt
    og skapa frið og gleði til síðstu lívsins nátt.
  12. Vit brúdleypsveitslu halda nú henda stóra dag
    og heiðra tey, sum nú gingu inn í hjúnalag.
    Vit taka saman kát, og vit dansa lið um lið
    við brúður og við brúðgómi vøkur, stásilig.
  13. Úr ymsum heimum koma, mangt gott tit hava lært
    um siðir og lívsvirði, sum tykkum er so kært.
    Tað besta, sum tit fingu, í heimið takið við
    og berið hesar dýrgripir til næstu ættarlið.
  14. Lat kærleikslívið blóma í orðum og í gerð,
    nú meðan ung tit eru, og máttur prýði er
    og allar lívsins dagar, til hár tey gerast grá,
    sum heiðurskrúna er, rættferðvegi vinnist á.
  15. Vit lukku, gleði ynskja nú tykkum, brúðarpar,
    at kærleikin, sum ber alt, hann yvirlutan fær.
    Tit heimið byggið saman á trygga, fasta grund,
    og Harrin fylgi tykkum til tykkar´ síðstu stund.

    Betta á Dalinum

Undirmenu