Kjartan Ólavsson

Niðurlag:
Leggið nýggjar árar út,
tað flýtur ein snekkja fyri hertogans garða,
hon er sær av alm-við og eikini harða,
leggið nýggjarar árar út.

 

  1. Ríða út av Hjarðarholti
    reystar kempur tvær,
    fyrstur reið Bolli Tollaksson,
    tá ið Kjartan var ikki har.
  2. Ríða út av Hjarðarholti
    reystar kempur báðar,
    fyrstur reið Bolli Tollaksson,
    tá ið Kjartan var ikki hjá.
  3. Kjartan legði at Leygará,
    mongum tað væl tókti,
    snarliga runnu ástir saman
    við Gurðuna Ósvívsdóttir.
  4. Kjartan gongur fyri faðir sín,
    leitar við hann ráð:
    Vøn er Gurðun Ósvívsdóttir
    eg vil ta frúnna fá.
  5. Sømir tað øllum høviskum køllum
    læra spekt og sinni:
    “Líkari var tær mín sæli son
    tín velduga harra at finna.”
  6. Svaraði Kjartan Ólavsson
    av so góðum treysti:
    “Finna skal eg mín velduga harra
    á hesum sama heysti.”
  7. Kjartan gongur fyri Guðrunn at tala,
    tað mátti eingin hoyra,
    segði frúnni frá ætlan sín,
    hon rodnaði sum ein droyri.
  8.  Leggur hann hendur um frúnnar háls,
    mælir við hana so blíðum:
    “Ísland skal eg á sumri hava,
    væl máttú mær bíða.
  9. Lat tær góðan hugin siga,
    aftur man eg koma,
    elska tær ikki annan mann,
    ei heldur eg mær konu.
  10.  Lat tær góðan hugin siga,
    aftur komi eg við lív,
    elska tær ikki annan mann
    ei heldur eg mær vív.”
  11. Tað var Guðrun Ósvívsdóttir
    ið reyðargull bar á hond,
    fylgir hon Kjartani Ólasvssyni
    niður á sjóvarstrond.
  12. So letur Kjartan Ólavsson
    síni skipini búgva,
    allar letur hann streingirnar
    av reyðargulli snúgva.
  13. Vindur hann upp síni silkisegl,
    gull við ráðum brann,
    strikar ei á bunka niður
    fyrr enn við Noregs land.
  14. Strikar ei á bunka niður
    fyrr enn við Noregis vág,
    har lá Grímur innan fyri,
    spælir í brynju blá.
  15. Fyrst stígur Kjartan Ólavsson
    sínum fótum á land,
    so hann Bolli Tollaksson
    undir hans høgru hond.
  16.  “Hoyr tú Bolli Tollaksson,
    eg geri tað ei at loyna;gakk á sund
    við griman mann,
    har skal tú teg royna.”
  17. Svaraði Bolli Tollaksson,
    hann lítur á henda mann:
    “Flestalt er hann í gævi treystur
    ,eg royni ei sund við hann.”
  18. “Far tú tær til Íslands aftur,
    heilsa fólki heim,
    eg skal mær á sundið út
    at fremja lítlan gleim.
  19. Tú heilsa Guðruni Ósvívsdóttirav
    so góðum treysti:
    Ísland skal eg á sumri hava,
    áðrenn tað tekur at heysta.
  20. Bolli vindur upp síni segl,
    út í havið setti,
    Kjartan legðist á sundið út,
    at fremja leikir eftir.
  21. Bolli vindur upp síni segl,
    bæði gul og blá,
    strikar ei á bunka niður
    fyrr enn við Íslands vág.
  22. Kastar hann sínum akkerum
    á so hvítan sand,
    fyrst steig Bolli Tollakssonsínum
    fótum á land.
  23. Fyrstur steig Bolli Tollakssonsínum
    fótum á land,
    tá var Guðrun Ósvívsdóttirriðin
    niður til strand.
  24. Tá var Guðrun Ósvívsdóttirriðin
    niður til strand:
    Hvar er Kjartan Ólavsson,
    hví kemur hann ikki á land.
  25. Tú tarft ei Guðrun Ósvívsdóttir
    eftir honum at fregna
    Kjartan er í Noregi
    so glaður við kongsins tegnar.
  26.  Kjartan er í Noregi
    fáir finnast slíkir,
    hann hevur fest eina norska frú,
    hon er ikki tygara líki.
  27. Guðrun snúðist Bolla frá,
    var reið og ikki góð;
    vont er slíkum rakkum at trúgva,
    tár á kinnum stóð.
  28. Bolli legði at Leygará,
    mongum illa tókti,
    snarliga runnu ástir saman
    við Guðruna Ósvívsdóttir.
  29. Tað var Bolli Tollaksson,
    tók sær frú at festa,
    snarliga lat til brúdleyp bjóða,
    læt ikki leingi fresta.
  30. Øllum letur Bolli Tollaksson
    í sítt brúdleyp bjóða,
    uttan Ólavi Kjartans faðir,
    ið væl kann randir rjóða.
  31. Drukkið var teirra brúdleypið,
    kátt var teirra lív,
    gingu so bæði í eina song
    Bolli og hans vív.
  32. Drukkið var teirra brúdleypið,
    mangur fór glaður av,
    eg kvøði um Kjartan Ólavsson,
    í Noregi hann var.
  33. Spæla teir teir á sundinum,
    báðir reystir seggir,
    Kjartan kennir møði á sær,
    biður at landi leggja.
  34. Kjartan læt at landi leggja
    sóu tað konur og menn,
    grimur maður á sundi spælirí
    hvørjari reglund enn.
  35. Grímur gár fyri Ólav kong,
    strýkur sær um ennið:
    “Heitstórir eru íslendingar,
    vilja oss innibrenna.”
  36. Kjartan gongur fyri Ólav kong
    svør á síni trú nú:
    “Allir vilja vit ísendingar
    taka við kristnari trú.”
  37. Mælti tað Kjartan Ólavsson,
    hann slær tað í ein gleim:
    “Allir kristnast vær íslendingar
    uttan Fróðar ein.”
  38. Tað var Torkil erkibisp
    heldur á gyltum hornið,
    allar kristnaði hann íslendingar
    á einum summarmorgni.
  39. “Eg kristni teg Kjartan Ólavsson
    væl í Góðum tíma,
    tak við kristnari trú av Gudi,
    eg gevi tær systir mína.”
  40. Svaraði Kjartan Ólavsson,
    konginum illa tókti:
    “Harri eg taki ei tygara systir,
    tað frættir ei Ósvívs dóttir,
  41. Svaraði Kristin kongsins systir,
    talar eitt orð for sær:
    “Vilt tú Kjartan Ólavsson
    skiljast nú frá mær.”
  42. Hon tók upp úr mjøðdrekkju
    Kjartani mentir gav
    sylgjan sett við gimsteinum
    gripur av gulli var.
  43.  Hon gav honum tað góða svørð
    við gyltar slíðrar at binda,
    hann var aldri í víggi sár,
    ið bar tann brand við linda.
  44. Tað var Kristin kongsins systir
    Gull bar sær á hond
    fylgdi hon Kjartani Ólavssyni
    niður til sævarstrond.
  45. Har mundi hvørt frá øðrum skiljast
    báðum illa tókti:
    “Kjartan, eg fylgi ei longur tær,
    tað frættir ei Ósvívsdóttir.”
  46. Tú heilsa trúi grannakonu
    tú kemur til Íslands heim,
    tann tú elskaði í Noregi,
    var ikki av trælagrein.
  47.  Tú heilsa tíni grannakonu,
    tú kemur til Íslands aftur,
    tær beyðst ástir í Noregi,
    ikki av trælaættum.
  48. Kjartan vindur upp síni segl
    bæði gul og blá
    strikar ei á bunka niður
    fyrr enn við Íslands vág.
  49. Strikar ei á bunka niður
    fyrr enn við Íslands vág,
    har lá Kálvur innan fyri
    vindur upp segl í rá.
  50. Kasta sínum akkerum
    á so hvítan sand,
    fyrstur steig Kjartan Ólavsson
    sínum fótum á land.
  51. Fyrstur steig Kjartan Ólavsson
    sínum fótum á land
    tá var Guðrun Ósvívsdóttir
    riðin niður til strand.
  52.  Har komu frúur og stoltsmoyar
    at keypa skrúð og lín,
    har kom Tóra Kjartans systir
    og fagnaði bróðir sínum.
  53. Revna situr undir faldinum,
    alt sømir henni væl,
    Kjartan kom frá strondum niðan
    snart kom teim á tal.
  54. Revna situr undir faldinum,
    væl sømir henni klæði:
    “Mentarlín og høvðugull
    tey vil eg hava bæði.”
  55. Svaraði Kálvur hennara bróðir,
    kundi væl spekt og æru,
    “Mentarlín og høvðugull
    tað sømir tær ei at bera.”
  56. Hann gav henni mentarlín
    og høvðugullini tvey,
    mangur fær tað øðrum er ætlað,
    eingin tað øðrum er eyðið.
  57. Hann gav henni stakkin
    høvðugullini bæði,
    mangur fær tað øðrum er ætlað
    eingin tað øðrum er lagað.
  58. Hann gav henni gull og fæ
    so tað silvurið brenda,
    Guðruni var ikki hjartað lætt
    tá hon sá skeinkin henda.
  59. Kjartan gongur fyri faðir sín
    leitar við hann ráð:
    “Von er Revna systir Kálvs,
    eg vil ta moynna fá.”
  60. Tað var Kjartan Ólavsson
    tók sær frú at festa,
    snarliga lat til brúdleyp bjóða,
    ei var longur at fresta.
  61. Teir drekka bæði úti og inni,
    gott skal slíkum gegna,
    Kjartan saknar úr máldrykkju
    svørðið við kongsins tegna.
  62. Tórálvs menn hans góða svørð
    stjólu úr gyltum skeiðum,
    stungu aftur í lodna slíðra
    brandin tann hin deiga.
  63. Kjartan kemur inn árla morgun,
    mist hevði brandin sín:
    “Eg havi stuldur og rán at lýsa,
    horvin er mækin mín.”
  64. Teir leita bæði úti og inni
    hvør til sama verka,
    fingu ein mann at leita har,
    teir kalla hann Ólav sterka.
  65. Teir leita bæði úti og inni
    hvør í sínar vráir,
    burtur vóru Tórálvs børn
    og Bitlusynir báðir.
  66. Kjartan kemur inn árla morgun
    lítst hann um so víða:
    “Eg havi so mikil ørindi
    burt á skóg at ríða.”
  67. Kjartan leyp á vøllin fram,
    bæði við ilsku og vreiði,
    hann bað saðla sær horsið tað,
    hann burt á skógin reið.
  68. “Tú ver væl um teg Kjartan mín,
    ”Knútur mælir av sonnum,
    “teir hava á tær illan hug,
    tú statt frá Leygarmonnum.”
  69. Teir skulu fáa so tungligt gjald
    hvør skal annan svíkja,
    fyrri skal eg lata lív,
    enn burtur av vegnum víkja.
  70. Guðrun gongur fyri Bolla inn
    fellur fyri honum í knæ:
    “Unni eg Kjartani væl við tí
    nú hevur tú skommir tvær.”
  71.  Guðrun gongur fyri Bolla inn
    fellur fyri honum til kníggja:
    “Bolli er verði tær ikki tekk,
    so leingi eg Kjartan síggi.”
  72. Sára græt Guðrun Ósvívsdóttir
    av so tungum stríði:
    “Tú skalt ongan søtan sova,
    meðan Kjartan er á lívi.”
  73. Bolli leyp á vøllin fram,
    bæði av illsku og vreiði
    hann bað saðla sær horsið tá,
    hann burt á skógin reið.
  74. Undirmenu