Klaksvíkar dansifelag 4:8

Klaksvíkar dansifelag 4:8 úr røðini »Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur«

Í fjórða parti í røðini »Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur«, ið hevur heitið »Klaksvíkar dansifelag«, síggja vit filmsupptøkur við Klaksvíkar dansifelagi, ið vórðu upptiknar í KÍ úsinum í Klaksvík í 1977, og vit hoyra frágreiðingar frá Óla Dahl um dans og dansispøl í Klaksvík fyrr umframt tvær nýggjari samrøður við Edith Klettskarð og Heina Mohr, ið siga frá um Klaksvíkar dansifelag og um føroyskan dans og dansispøl, tá tey vóru yngri.

Við á upptøkunum í Klaksvík vóru m.a.: Jens Juul og Hannemia Sólbjørg, Páll og Edith Klettskarð, Sannilenus og Sunneva Johannesen, Óli og Bina Dahl, Hans Dávid og Dorthea Matras, Sámal Petur og Tórhild Sólheyg, Jákup Emil og Dana Olsen, Marius og Saloma Poulsen, Jógvan og Dagmar Rasmussen, Martin og Malena Eliasen, Sørin S. Sørensen, Bina Christiansen, Jóhan (Skard) og Kristina Petersen, Frits og Sunneva Olsen, Jógvan Pætur og Maja Gilstein, , Jóan Pauli (í Svíni), Frida Hansen, Hjalmar og Ásleyg Jacobsen, Sámal og Anna Høgnesen, Jóhan og Sigrid Ziskason, Karl og Selma Høgnesen.

Tá sendingin hevur verið víst í KvF, verður hon løgd út her. Eisini verða allir dansirnir og allar samrøðurnar frá 1977 løgd út her einsæris.

Í Klaksvík vórðu upptøkur gjørdar av seks dansum:

  • Bandadansur, Torkils døtur, Jens Juul Sólbjørg skipar.
  • Gamla keta, Mallebro, Frits Olsen skipar.
  • Sandoyardansur, Flóvin Bænadiktsson, Joan Pauli í Svínoy skipar.
  • Ríða ediling.
  • Tróndar kvæði, føroyskur dansur, Jógvan Pætur Gilstein skipar.
  • Norska løva, føroyskur dansur, Jens Juul Sólbjørg skipar skipar.

Allir dansirnir úr Klaksvík verða lagdir niðanfyri einsæris umframt samrøðan við Óla Dahl, tá sendingin er send í KvF.

Sendingin »Klaksvíkar dansifelag«, 4. partur í røðini »Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur«

Einstøku dansispølini og samrøðurnar frá 1977

Undirmenu