Sum áður fráboðað, verður landsdansistevnan hildin á Eiði 11. mai og bjóða vit tí til stevnuna – tilmelding fer fram umvegis dansifeløgini kring landið, ið siga fyrireikarunum frá, hvussu nógv tey verða. Dansifeløgini flyta luttøkugjaldið, kr. 300,- fyri hvønn, á kontu 9181-526.576.4 í seinasta lagi 15. apríl 2019.
Skrá
Kl. 16:30: Vit møtast á Vaglinum, har stevnan verður sett. Aftaná kvøða vit eina ella tvær stuttar vísur. Tá tað er liðugt, verður gingið niðan í skúlan. Um veðrið ikki er til vildar, møtast vit í skúlanum
Kl. 18:00: Borðhaldið byrjar í ítróttarhøllini (sum er partur av skúlanum). Eftir borðhaldið verður farið í Mentanarhøllina, har dansað verður (er eisini partur av skúlanum). Kvæðaskráin er niðanfyri.
Kl. 02.00: Morgunmatur verður í ítróttahøllini.
Vinarliga,
Rasmus Joensen, fm., Dansifelagið á Látrinum,
og
Heini Holm, fm., Norðurstreymoyar Dansifelag
Kvæðaskrá
Kvøðið verður í hesi raðfylgju:
- Dansifelagið á Látrinum: Dvørgamoy I (60), Hjalmar Kollslíð skipar
- Norðstreymoyar Dansifelag: Jeg ser så mangt et orlogskib (31), Hans Dávid Vík skipar
- Ung í Dansi: Brókatáttur (49)
- Dansifelag Kaggans: Bøhmerlands dronningen (23), Katrin Johansen skipar
- Sumbiar Dansifelag: Geyti Áslakson, seinni partur (40), Sólfinn Kjærbo skipar
- Tvøroyrar Dansifelag: Guttormsvísa (25), Kristian Olsen skipar
- Vága Dansifelag: Eg havi verið fermur og ungur (11), Jónvør Petersen skipar
- Stígur Fast og Leikum Fagurt: Vilmundskvæði (80), Tormóð Nielsen skipar
- Fótatraðk: Fípan Fagra (53), Birita Jóhansdóttir skipar
- Klaksvíkar Dansifelag: Ebbe Skammelsøn (64), Leivur Jacobsen skipar
- Eysturoyar Dansifelag: Norska Løva (22), Kathrina Hansen skipar
- Jómsvíkingar: Jómsvíkingar (35), Arnfinn Bjarkhamar skipar
- Tøkum Lætt: Kong Sverke (40), Jóna Jimenez skipar
Talið á ørindum er 533 tilsamans. Hettar tekur millum 3½ og 4 tímar at kvøða.