Kvæðacruise 26. – 29. mai

Deil

Í mai 2014 verður aftur Kvæðacruise á skránni. Ferðin, Kvæðacruise, kom í lag gjøgnum samstarv millum Sláið Ring og Smyril Line. Tiltakið hevur verið einaferð áður, og eydnaðist tað so mikið væl, at tað við tað sama var avgjørt, at hetta skuldi verða eitt afturvendandi tiltak.

Kvæðacruise ferðin 2014 verður 26. – 29. mai, og verður farið til Íslands. Kostnaðurin fyri ferðina er heilt rímuligur. 1.395 kr fyri hvønn um ferðast verður í býtiskamari við 4 koyggjum. Um ein ynskir 2- koyggjukamar er kostnaðurin 1.895 kr. fyri hvønn.

Túrurin er grundaður á føroysku kvæðini, og borðreitt verður við fyrilestrum og hugleiðingum um hesa serstøku mentan okkara. Í Íslandi verður møguleiki at fara útferðir og harmonikuspælarar verða við á túrinum.

Til kvæðacruise 2014 hevur Sláið Ring arbeitt við, at serliga tvey kvæði koma í hásætið. Tað eru Virgars kvæði og Kjartan Ólavsson. Túrurin hevur stóran áhugað millum kvæða áhugaði, so tað er at vera í góðari tíð og tekna seg til túrin. Eini 300 pláss eru avløgd fyri kvæða áhugaðar persónar.

Lesið annars meira á www.smyrilline.fo/kvadacruise

Jónleif Johannesen, form. Sláið Ring    

Onnur tíðindi