Kyndilsmessudansur í Haraldssundi 31. jan

Deil

 

Haraldssund er gomul kyndilsmessubygd. Í øldir hava fólk í Norðoyggjum leita til Haraldssund á Kyndilsmessu. Eina tíð fall hesin siður burtur, men er nú tikin uppaftur. Hetta kvøldið hevur undanfarin ár verið sera væl eydnað og hava fleiri dansifeløg gjørt ferðalag í hesum sambandi. Sum undanfarin ár verður tað Eysturoyar Dansifelag, sum leggur fyri. Hesaferð verður tað við Leirvíks Páll.

Í ár verður dansurin fríggjakvøldið 31.januar. Dansurin byrjar klokkan 22.00 í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Kostnaðurin fyri dans og mat er 100 krónur.

Dansurin er almennur og øll eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi