Landsdansistevnan 2013

Deil

 

Eftir Landsdansistevnuna

 

Leygardagin 11. september
varð Landsdansistevna hildin í ítróttarhøllini í Runavík fyri øll limafeløgini
hjá Sláið-Ring. Útvið 500 fólk úr 15 dansifeløgum luttóku á stevnuni.
Harafturat luttóku 20 limir í dansifelagnum Fótatraðk í Keypmannahavn.
Eysturoya Dansifelag skipaði fyri stevnuni.

 

Stevnan varð ikki sett
við ráðhúsið sum ætlað, orsaka av ringum veðri, men ístaðin varð hon sett í
ítróttarhøllini, har stórt borðhald varð hildið. Sámal í Hoygarðinum úr
Funningi setti stevnuna og áðrenn borðhaldið, var farið upp á gólv har 13-ára
gamli Karstin Dánjalsson í Húsinum úr Eysturoya Dansifelag skipaði
Sigmundskvæði yngra. Tey seinastu árini hevur barnadansurin verið høgt í metum,
og tað vóru mong sum hildu tað vera fyrimyndarligt og fyrikomandi, at ein so
ungur skipari varð biðin til at skipa tað fyrsta og innleiðandi kvæði til hesa
stóru stevnu. Hann hevði sera gott lag at kvøða við og gott stev eisini. Vit
vóna at hann framhaldandi heldur seg til, og verður við til at bera kvæðaarv okkara
í framtíðini.

 

Undir borðhaldinum hildu
formenn og umboð frá øllum feløgunum eina røðu hvør fyri gestunum og eisini
vórðu gávur lætnar vertsfelagnum. Rasmus Joensen, formaður í Sláið-Ring helt
eisini eina røðu.

 

Eftir borðhaldið varð
aftur farið upp á gólv, og dansað varð út í eitt í góðar seks tímar. Teir
fyrstu tímarnar varð kvøði eftir eini skrá og raðfylgju, sum vertsfelagið hevði
lagt til rættis. Hvørt dansifelag hevði eina vísu ella eitt kvæði, sum tey
skipaðu. Seinastu tveir tímarnar varð orðið frítt hjá øllum til at skipa eitt
hvørt. Dansurin endaði við frísakvæðnum hjá Poul F og til allar seinast donsku
vísuni “god nat og farvel.” Limir hjá Dansifelagnum Fótatraðk skipaðu hesi
bæði. Upptøkur til Frísarnar og God nat og farvel finnast m.a á youtube.com har
Sumbingar kvøða eins og á heimasíðuni hjá Sumbiar kommunu.

 

Komandi Landsdansistevna
verður í Klaksvík í 2016, og er tað tá Klaksvíkar Dansifelag, sum skipar fyri.

 

 

Ólavur Eysturdal

Onnur tíðindi