Marianne Clausen til minnis

Deil

Undirritaði dvaldi í fjør heyst ein mána á San Cataldo, hesum legendu-sveipta frístaðnum í fjøllunum í Suðuritalia, oman fyri Amalfi.

Vit vóru, umframt danir, trý úr Føroyum, Kirsten, undirritaði og Maja Lind Ziska, teaturpall-sniðgevi, úr Klaksvík. Nøkur okkara byrjaðu dagin við morgunsangi uppi í musikkstovuni, við klaverfylgispæli. Brorson, Grundtvig ella PH eru kveikjandi, tá hanar gala og morgunsólin sær á vínleyv og kastanju. Á fjallaferð sungu vit “Føgru blómu”, sum ljómaði so paraliga undir liðini á “Bella Ciao”, stríðssanginum hjá italiumonnum.

Tá ið navnið Marianne Clausen fleiri ferðir varð nevnt á hesi ferð, kom tað av, at tónleikur rúgvaði so nógv upp her suðuri. Men høvuðsgrundin var, at hjúnini Niels Davidsen-Nielsen, málfrøðingur, og kona hansara Marianne, sálarfrøðingur – sum vit hittu her suðuri – vóru hennara vinir og sungu í hennara kóri. Eg havi havt tann heiður at samstarva eitt sindur við Marianne tey seinnu árini. Her suðuri høvdu vit ein felags kenning, sum vit virdu og hvørs virki vit fegnaðust um.

Marianne Clausen, fødd í 1947, var musikkgranskari og kórleiðari. Sín áhuga fyri føroyskari kvæða- og sangmentan fekk hon frá faðir sínum Karl Clausen, ið sjálvur var gitin musikk-vísindamaður (og dirigentur og tónaskald), gjørdi upptøkur av vísu- og kingosangi í Føroyum árini 1967-72 og, kunnu vit siga, gekk í fótasporunum á gitnum eldri granskarum sum Hjalmar Thuren og Hakon Grüner-Nielsen. Marianne ferðaðist til Føroya við faðir sínum, fekk innlit í okkara gomlu og sjáldsomu kvæðamentan, skilti skjótt føroyskt og kom við sínum innsavningararbeiði at kenna eina fjøld av fólki víðahvar í oyggjunum. Møtið við Føroyar gjørdist hennara lagna. Her legði hon sítt lívsverk.

Marionnusa fyrstu verk vóru ritgerðinÅndelig visesang på Færøerne, 1975 (ein ritgerð eftir Karl Clausen, sum hon greiddi lidna úr hondum), ogHundredesyv visebogen, 1995. Síðani greiddi hon fimm stórverk úr hondum. Í tí fyrsta,AtlantsløgogAtlantsløg II, 1996-97, eru uppskriftir av tilsamans 439 løgum eftir Regin Dahl, eitt risaarbeiði, sum gjørdist neyðugt, av tí at Regin Dahl, hesin veingjaði tónayrkjarin, ikki hevði høvi til at transskribera síni egnu løg. Hennara næsta verk varFøroya kvæði VIII. Løgini, 2003,við meira enn 1300 uppskriftum av kvæðaløgum úr Føroyum. Í 2006 komAndlig vísuløg í Føroyum, í 2010 komVísuløg í Føroyum(við føroyskum løgum til danskar fólkavísur) og í 2012Skjaldur, rímur og ramsur.

Tíðliga í heyst kom so seinasta verkið hjá Marionnu –Føroya ljóð í kvæðum, vísum, sálmum og skjaldrum.Henda bókin er – sum heitið vísir – ein samandráttur av øllum lívsverkinum hjá Marionnu, har hon – úr hinum bókunum – leggur eitt úrval fram við 280 lagadømum, kvæða-, vísu-, sálma- og skjaldursløg. Men henda bókin er meira enn tað. Tí her borðreiðir høvundurin við síni vitan um føroyska søgu, siðsøgu og musikksøgu, um kirkju- og trúarmentan og um umskiftið, eftir at vit fingu harmonium og orgul í kirkjunum.

Eisini fortelur hon søguna um tekstútgávur, innsavning og innsavnarar, greinar sjónarmiðini aftan fyri uppskriftarháttin og greiðir frá, hvussu hesi sjónarmið broyttust og greinar enntá, vísandi til serfrøðina, tann musikalska bygnaðin í føroyskum fólkaløgum. Skjaldrini skipar hon í sjey partar. Hugtakandi er at lesa, hvørjar tankar Marianna ger sær um okkara stundum gátuføru skjaldur, eitt nú tey furðuligu “Brakalurkasar kirkja” og “Grát ikki, grát ikki, lítil kinn”.

Henda seinasta bókin er soleiðis vitnisburður um víddina og dýpdina í Marionnusa tokka til okkara musikalsku miðaldarmentan. Her kanst tú lesa um møtið millum katólska og lutherska tíð, um katólskt eftirljóð í føroyskari sangmentan, um Vedel og Peder Syv, um Thuren og Grüner-Nielsen, um føroyskar innsavnarar sum Waagstein og Ólav Hátún. Sjálvar uppskriftirnar eru sjálvsagt ætlaðar nótakønum áhugaðum, frøðingum og musikarum, men hjá leikfólki er áhugavert at lesa hennara viðmerkingar til sang og framførslur hjá kvøðarum, kvinnum sum monnum. Fortíðin livnar upp á hesum síðum, gjøgnum nótaskriftanna elegantu dorisku og frýgisku snyrlar kaga Jóhanna Maria Skylv, Juul Andreassen, Súsanna í Skumpitoft ella Poul Eide fram, brosa og vísa sítt kynstur.

Søgan um okkara dansimentan er dagførd, og eisini tann nýggja tíðin, við dansifeløgum og sendingum í útvarpi og sjónvarpi, er umrødd. Men tað, sum gevur hesi seinastu bókini sítt serliga virði, er hetta, at aftast í bókini eru tvær fløgur við 67 av teimum nótadømum, sum eru umrødd og viðgjørd í bókini. Seinast í bókini er yvirlit yvir tey, sum kvøða og syngja á hesum fløgum. Ikki fáar av upptøkunum eru gjørdar so tíðliga sum árini 1927-28.

Marianna hevði vinir um allar Føroyar eins og í Húsakórinum í Keypmannahavn, har hon var kórleiðari. Hon fekk tvær føroyskar virðislønir, Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens í 2003 og Heiðursgávu Landsins, sum varð handað henni í Spaniastovu í Klaksvík, í 2013.

Lívsverkið hjá Marionnu Clausen – tann parturin, ið viðvíkir Føroyum – fevnir, tað eg dugi at síggja, um tilsamans 3.190 blaðsíður og stívliga 3.400 lagauppskriftir. Telja vit fløgurnar uppí, er hetta í roynd og veru eitt verk, sum sjálvsagt hevur týdning beint nú, men sum kanska ikki av álvara fer at bera frukt fyrr enn í framtíðini. Og ikki eiti á frukt!

Undirritaði minnist Marionnu Clausen frá eini tíð, tá ið hon kanska hevur verið um tjúgu ár. Vit kendust ikki væl tá, men eg síggi hana fyri mær, hon var yndislig og mjávaksin, við onkrum fínliga mentaðum yvir sær, ja, hon kundi komið beint úr onkrari danskari fólkavísu. Hennara gerningur bleiv tó ikki, sum tann hjá Valborg ella Signelil, at “leika gulltalv” ella seyma “hjørt og hind”, men at varðveita søguna um hesa fjaru og ráru riddaratíð, sum vit her úti í Atlantshavinum enn goyma minnið um. Ein visti tó ikki tá, at hon varsorøsk. Tíggju vísindafólk høvdu ikki gjørt henni lívsverkið eftir.


Hanus Kamban

Onnur tíðindi