Nordlek 2012

Deil

Har, ið merkini veittra, veittri
eisini mítt ………….

Til Nordlek
á fyrsta sinni.

Havi dansað
føroyskan dans, síðani eg var barn, men ongantíð verið við til Nordlek, so nú
skuldi tað vera.

Eg fari at
taka fram  nakrar stjørnuløtur frá
túrinum, sum vardi 17 dagar og sum bæði var ein søguligur túrur ígjøgnum Noreg
heilt frá Kristiansand til Steinkjer, sum liggur norðanfyri Tróndheim og eisini
føroysk luttøka á Nordlek, sum er ein norðurlendsk fólkadansarastevna, sum bleiv
hildin á fyrsta sinni í Stockholm 1920.

Í Hundtorp í
Gudbrandsdalinum kom føroyavinurin Tor Stallvik í bussin at vera ferðaleiðari.
Fyrsti steðgurin var í túninum við garðin hjá Gudbrandi í Gudbrandsdali – Dale
Gudbrand, sum norðmenn siga. Myndin á vegginum talaði fyri seg hjá okkum, sum
duga Gudbrandskvæði , – hon vísti løtuna, tá teir bera Tóra Viðagud inn á
tingið, meðan sólin rísur og Kolbein sterki stendur klárur at  smekka til. Sjálvandi kvóðu vit nøkur ørindi
av gudbrandskvæðnum.

Tað var ein
rørandi løta, tá stevnan bleiv sett og øll fløggini – eisini hjá Grønlandi,
Álandi og Føroyum, sum enn ikki eru sjálvstøðug lond, men her á jøvnum føti við
hini stóru londini – blivu borðin inn.

Við sjálva
setanina høvdu norsku fyrireikararnir tillutað okkum føroyingum eina serliga
uppgávu.  Vit sluppu sum einastu gestir á
pall at kvøða lítlu vísuna “Norden  for
Trondhjem”, – ikki smávegis heiður fyri okkara lítla land.

Mikukvøldið 11.
juli var vesturnorrønt kvøld á skránni  á
Stiklastøðum, har vit saman við íslendingum og norðmonnum hugleiddu um felags
søgu   og kvóðu  m.a. brot úr Grettis kvæði og allan Ormin
langa. Hetta gekk fyri seg í einum nakað nýbygdum langhúsi, sum var sera
vælegnað at dansa í. Sanniliga ein stór uppliving, – og vit í føroyskum klæðum,
sjálvandi.

Umleið 2000
gestir vóru komnir til Nordlek í Steinkjer, sum Noregs Ungdomslag, sum er
avhaldsfelag burturav,  skipaði
fyri.  Umleið 400 sjálvboðin vóru virkin
á stevnuni, og allar hesar 5 dagarnar, sum stevna vardi, sást ikki eitt
menniskja, sum var ávirkað av rúsdrekka.

Kathrina, Eysturoyar dansifelag.          

Onnur tíðindi