Yrkjari: Jónleif Johannesen
- Gevið ljóð og lýðið á
 Tað eg úr Halgubók sigi frá.Niðurlag: 
 Alt meðan lindin hon stendur væl,
 tað stendur ein lind í mín faðirsgarð,
 hon er sær í rósum væl,
 alt meðan lindin hon stendur væl.
- Nomi giftist í onnur lond
 synir har knýttu kærleiksbond.
- Harrin hann lagaði lagnuna so
 manni og synum sendi boð.
- Teir grivnir vóðu í døkka mold,
 so syrgnar einkjur stóðu á fold.
- Nomi pakkar eigi sítt
 Eg fari aftur til heimland mítt.
- Stillan Ruth pakkar við hennara lið
 har tín leið gongur, eg fylgi við.
- Tungt var at liva sum einkja á fold
 og ei eiga annað enn egið hold.
- Bóas bóndi átti gull og fæ
 har til eitt hjarta á røttum stað.
- Hann sá tey fátæku svong og móð.
 Hann átti føði í yvirflóð.
- Bóas til fólk sítt sigur so:
 “Tit hoyri og lýðið míni boð”.
- Í morgin tá tit akurin skera,
 mikið skal har eftir vera.
- Í morgin tá akurin savnast skal
 tit savni saman, men leivi væl.
- Tit bundini bindi, men ei ruddi bø
 Tit níggju binda og eitt verður sløð.
- Um kvøldið Ruth í bøin fór
 hon sankar saman og byrðan gerst stór.
- Bóas hann møtir henni á leið.
 hon fall til jarðar for honum neig.
- Statt upp kæra kvinna og svara mær.
 er nakar maður ætlaður tær?
- Eg hevði ein mann, sum Harrin tók sær.
 síðan eingin er ætlaður mær.
- Hjarta mítt leikar, sum toran slær.
 Tað sigur greitt, tú ert ætlað mær.
- Ruth hugdi í hansara eygu fríð
 tey vístu, at sálin var rein og blíð.
- Bønliga Ruth eg tali til tín
 Vil tú verða kona mín.
- Ja, svarar Ruth, so fegin eg vil
 sum kona hoyra hús títt til.
- Kvøldið legðist um slignan hól
 Tey fevndust í roða av setandi sól.
- Úr teirra kærleika spretti hann
 sum sigur yvir syndum vann.
- Kærleikin gongur sína leið,
 Ein løtan fløkt ein onnur greið
- Rík og fátæk har ganga í lag.
 Um aldur ei hann spyr um tað.
- Megi størstu hann byggir á
 Heldur tá alt fellur frá.
