Serstakt dansitiltak í Virkinum

Deil

Filmssýning og føroyskur dansur í Virkinum á Sandi

Sunnudagin 9. oktober 2022 kl. 17:00 verður dansitiltak í Virkinum heima á Sandi. Á skránni verður forkunnug frumsýning av sending um føroyskan dans og føroysk dansispøl heima á Sandi og eisini føroyskur dansur.

Í 1977 var Egil Bakka, professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur. Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og er í gongd við at gera átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrsta og onnur sendingin vórðu frumsýndar í Norðurlandahúsinum herfyri.

Í triðja parti síggja vit filmsupptøkur úr Virkinum – eini tíggju filmsbrot við dansispølum – og vit hoyra forkunnugar frágreiðingar frá Elinborg Simonsen, Andreu Opielka, Janusi hjá Søreni og Mortan í Skálanum. Við á upptøkunum heiman av Sandi í 1977 eru m.a. Elinborg og Sólvit Simonsen, Unni og Jóan Petur Hentze, Ata og Leivur Rasmussen, Ásla og Petur Klementsen, Lorraine og Herbjørn Simonsen, Oddvør og Jóanes Johannesen, Mortan í Skálanum, Bodil Davidsen, Martin Madsen, Martina Olsen, Tórur Johannesen, Lis Djurhuus, Jóan Petur undir Skarði, Elsa Petersen, Marius á Klettum, Paula Olsen, Torstein Holm og Beggan Clementsen. 

Aftaná frumsýningina av hesi sending, ið er á leið ein tíma til longdar, verður ein steðgur við drekkamunni og aftaná verður høvi at fara upp á gólv. 

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

Fjórða sending verður um dans Í Klaksvík, og verður hon eftir ætlan frumsýnd í Klaksvík sunnudagin 30. oktober 2022.

Onnur tíðindi