Á aðalfundinum
hjá Sláið Ring, sum varð hildin í Havn leygardagin 10. september, stóð Rasmus
Joensen, formaður, fyri vali. Hann varð afturvaldur. Í nevndini sita nú Rasmus
Joensen úr Tøkum Lætt, Jónleif Johannesen úr Klaksvíkar Dansifelag og Kathrina
Hansen úr Eysturoyar Dansifelag. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Eisini skuldu
tríggir tiltakslimir veljast, og vald vórðu Anna Elisa Jacobsen, Vága
Dansifelag, Hildur Vestergaard, Sumbiar Dansifelag og Atli Dalsgaard, Leikum
Fagurt.
Á fundinum var
orðaskifti um nýggja brúðarvísu tikið uppaftur. Nevndin í landsfelagnum hevur
gjørt av at bjóða teimum, sum sendu uppskot til nýggja brúðarvísu til
kappingina, sum lýst varð nakað herfyri, at luttaka í einum bólki, sum skal
kjakast um, hvussu ein møgulig nýggj brúðarvísa eigur at síggja út.
Eisini varð sagt
frá, at Sláið Ring er í sambandi við Mentamálaráðið, millum annað við skrivi,
sum sent er ráðnum, og fundarvirksemi um, hvat landsfelagið heldur eigur at
verða gjørt fyri føroyska dansin.
Onnur mál, sum
vóru uppi á fundinum, vóru eitt nú umrøða av Nordlek 2012, og at Barnlek skal
haldast í Føroyum í 2017. Slíkt tiltak krevur nógva fyrireiking, og tíð er
longu at fara at hugsa um at velja fyrireikingarnevnd og fara undir hetta stóra
tiltakið.
Í sambandi við
Nordlek 2012 veðrur eisini ein summarlega fyri ungfólk í aldrinum 14 – 26 ár
hildin í Noreg næsta summar. Sláið Ring væntar at kunna senda eini 20
luttakarar til hesa leguna.
Mint varð eisini
á tiltakið um Brynhildartátt, sum hildið verður í Havn leygardagin 24.
september.