Steppitáttur

Yrkjari: N.J og J.A.J.
Lag : Der hersker en konge. . .

Hesin táttur er yrktur í Skopun í 1917,
tá ið útlendski ella eingilski dansurin, kallaður steppidansur,
var farin at troka føroyska dansin burtur.
N.J og J.A.J. yrktu, meðan S.P.J. skrivaði niður.
Tátturin varð bert kvøðin ta einu ferðina á gólvi í Skopun.
Yrkjararnir eru nú báðir deyðir, men hann,
sum skrivaði táttin niður, livir og er nú 85 ára gamal.

 

  1. Kom lat okkum taka í hendur fast
    og bróta teir nýggju siðir
    og geva teimim eitt bjølgakast,
    sum traðka tað føroyska niður,
    tí hetta kann ikki ganga við longd,
    tann føroyski dansurin má aftur í gongd.
     

    Niðurlag : Tí at steppa so stuttligt tað er,
    at ein veit ikki, hvat ið man ger.

  2. Her gentur samlast til dansihús
    hvørt sunnukvøld við gaman,
    til steppidansin eru tær fús,
    men ei tá ið vit taka saman,
    at dansa og kvøða á føroyskan hátt,
    tá hvørva tær burtur so smátt so smátt.
  3. Men hoyrist í króki eitt annað lag
    tá tysja tær fram at standa,
    og hjarta teirra fær títtari slag,
    tær vita ei, hvar ið tær landa;
    tað kunnu ikki allar eiga túr í senn,
    vit hava jú fleiri kvinnur enn menn.
  4. Tey dansa á gólvi við slíkum lag,
    sum ikki er gott at beskriva,
    og eyguni stara í sama stað,
    man hoyrir tey bara tiva.
    Men slóknar kolan, so verður tað myrkt,
    og tendrar eingin aftur, so verður tað kvirt.
  5. Tað ógvuligt er at líta á,
    tann atburð tey nú vilja hava;
    tey standa og toyggja seg upp á tá,
    og aftur og fram tey skava,
    at dansa hettar so stuttligt er, tí
    tað frískar alt upp sum lív er í.
  6. Í steppidansi man kátur er,
    sum seiðurin spælir við strendur,
    og lívligheitin hjá mongum er,
    man sær tað, hvønn veg man sær vendir,
    tey venda og snurra og skritta pá nýtt,
    men ólukkutíð tær tiva so títt.
  7. Hendan dansin dámar teim væl,
    sum tey nú kalla at steppa,
    og sjáldan koma tær niður á hæl,
    ei heldur seg undan hveppa;
    Í vetur gerst alt meðam ljósið er matt,
    tað skúrast jú alt sum seyður í rætt.
  8. Tær bestu, ið steppa, tær fáa ei frið,
    men mugu jú altið flagsa,
    og aðrar fylgja streyminum við
    og royna sjálvar at baksa,
    tær skinkla so mikið, sum møguligt er,
    og vænta sær maka til næstu ferð.
  9. Nú steppidansur er komin í lag,
    við tíðini verður hann betur.
    Tey ungu dansa so hjartans glað,
    og hopa til næsta vetur,
    at tá verður dansurin gjørdur so nær,
    at hvør hevur nokk við at ansa sær.
  10. At steppa í hálvmyrkri hugnaligt er,
    tað spælir í hvørjum liði;
    men tá ið tey koma í skuggan inn,
    tey missa tað rætta stigið.
    Úr skugganum koma tey mestan á knæ,
    og fáa tað síðani aftur í lag.
  11. Gongur man dansihúsið forbí,
    man hoyrir tey gomlu mumla :
    “Nei hetta var ikki í okkara tíð,
    vit sluppu ei so at tumla,
    tí hesin dansur so ljótur er,
    man droymir seg burtur í aðra verð”.
  12. Nú hava tit hoyrt um steppidans,
    vit vilja nú frá honum venda,
    til hann, sum førdi hann higar til lands,
    vit vilja hann heim aftur senda,
    tí alt kunnu vit ikki brúka her,
    sum hittast kann upp í tí víðu verð.
Undirmenu