Sunnudagin 11. mai hevur Sláið Ring
umboðráðsfund í Klaksvík. Fundurin verður í Skálanum, húsinum hjá Klaksvíkar
Dansifelag. Fundurin byrjar kl. 12.30.
Umboðráðsfundur er fundur, har umboð fyri
øll dansifeløg í Føroyum eru boðin til fundar.
Á skránni verða fleiri evnir til umrøðu.
Landsdansistevnan/ leistur og endamál,
kvæðagranskan,
kvæða upptøkur,
kunning frá Sláið Ring um virksemi felagsins dansiveturin
2013/14,
heimasíða felagsins www.sr.fo
Annað.