Leygardagin 8. februar skipaði ungdómsfelagið fyri føroyskan dans Ung í dansi fyri Upp á stovugólv fyri triðju ferð. Fyrstu ferð var í Dali í 2017 og aðru ferð í Funningi í 2018. Ætlanin var at hava tiltakið í Tjørnuvík í fjør, men tað varð av ongum, so tað bleiv í ár í staðin. Eg havi verið við allar tríggjar ferðirnar, og tað blívur bara betri og betri.
Tiltakið varð skipað eftir sama leisti sum hini árini. Fyrst húsagongd í trý hús, uml. ein tíma í hvørjum. Tilmelding er neyðug til tað, soleiðis at bólkarnir av fólki vera passaligir. Hetta tiltakið krevur, at trý fólk í bygdini eru við uppá at fáa innrás í sítt heim, og at tey brúka okkurt, sum tey vita um kvæðir og kvøðing ella seta seg inn í okkurt at fortelja fyri gestunum. Aftaná er almennur dansur í onkum egnaðum høli, har øll eru vælkomin.
Vertirnir hesaferð vóru Hans Esbern Heinesen, Steinbjørn Magnussen og Jens Jensen. Hans Esbern og Steinbjørn eru báðir úr Tjørnuvík, og vit kenna teir sum aktivar limir og skiparar í Norðstreymoyar dansifelag. Jens er úr Klaksvík, men hevur búð í Tjørnuvík í nógv ár.
Tað var áarføri, tá vit komu til Tjørnuvíkar stutt áðrenn kl. 18 leygarkvøldið, tá tiltakið skuldi byrja. Tey, sum høvdu meldað seg til húsagongd, møttu øll í bygdarhúsinum, har Ólavur Syderbø, formaður í Ung í dansi, bjóðaði vælkomin og býtti hópin í tríggjar bólkar.
Okkara bólkur fór inn til Hans Esbern fyrst. Hann býr í barnaheiminum í Tjørnuvík. Hetta eru eini lítil, eldri hús, har hansara forfedrar hava búð í nógv ættarlið, og umstøðurnar gjørdu, at tað var ikki møguligt at fara upp á gólv. Ístaðin gjørdi Hans Esbern, sum hevði valt sær Jephta vísu at fortelja um, tað, at hann las tað pettið úr gamla testamenti, sum fortelur um Jephta og dóttir hansara. Síðani fingu vit hvør sítt ark við Jephta vísu og sungu/kvóðu hana sitandi. Tað, sum Hans Esbern visti um, er ikki skikkur, at kvøða hesa vísuna á gólvi. Ein sera góð uppliving.
So fóru vit inn til Steinbjørn. Fyrst fortaldi hann frá, hvussu hann minnist dansin í Tjørnuvík, tá hann var barn. Serliga vóru tað pápi hansara og ein annar maður, sum skipaðu. Eisini fortaldi hann, hvussu hann kýtti seg at lurta eftir, tá føroyskur dansur var í útvarpinum, sum tá var nýtt, tí signalið var so vánaligt í Tjørnuvík. Hann segði, at føroyski dansurin í Tjørnuvík doyði burtur, tá tað bleiv koyrandi til Víkar. Hann fortaldi okkum um Sigmunds kvæði, yngra, sum hann skipar so meistarliga; eingin ger tað betri. Eitt sindur av práti bleiv um hetta at skifta niðurlag í einum kvæði, sum ofta verður gjørt í Sigmunds kvæði. Vit fóru upp á gólv og kvóðu nakað av hesum kvæði. Vit skiftu niðurlag tvær ferðir.
So fóru vit inn til Jens, sum ikki er aktivur í nøkrum felagi. Hann dansaði nakað í Danmark, meðan hann lærdi til politist. Hann hevur í nógv ár fortalt um dans og kvøðing í samband við føroyakvøld á Gjáargarði, og so verður farið uppá gólv við gestunum eisini. Hann fortaldi okkum um forfedrarnar hjá konu síni og um húsini, sum tey búgva í. Vit kvóðu ”Tá eg verði stórur” inni hjá Jens.
Síðani fóru tey, sum høvdu verið húsgongd, í bygdarhúsið at eta. Nakað av fólki kom afturat til almenna dansin, sum byrjaði kl. 22.
Nevndin í Ung í dansi hevur saman við Gunnari Restorrf, formanni í Sláið Ring, avgjørt, at tiltøk hjá ungdómsfelagnum Ung í dansi, skulu vera rúsfrí – soleiðis varð eisini við Upp á stovugólv, hóast hetta er alment tiltak fyri allar aldursbólkar. Skilagott. Øll skulu kunna lata síni hálvvaksnu børn koma til tiltøkini hjá Ung í dansi uttan at vera bangin fyri, at har er ov nógv rúsdrekka. Tað er ein góð strategi, tá vit hugsa um at seta við.
Dansurin í bygdarhúsinum var góður. Bæði hálvlong kvæði og vísur og nógv av lættari vísum var at hoyra, og so kvóðu tey ungu ”Gubbi og eg”, sum riggar væl til stev. Jú, tað merktist, at eitt nýtt ættarlið ger vart við seg í føroyskum dansi.
Eg vóni hetta góða nýbrotið í føroyskum dansi, sum Uppá stovugólv er, kann vera framyvir, tí hetta er virkuliga gott. Tað er nóg mikið av kvøldum við bara dansi, meðan vit her fara afturum kvæðini.
Tað er so skjótt at brúka nógvar bygdir, tá tiltakið er á hvørjum ári, so kanska er annaðhvørt ár vert at hugsa um. Eg gleði meg til næsta ár.
Fyri nevndina hjá Sláið Ring, Kathrina.