Vælkomin í Veitslu

Deil

 

Sláið
Ring bjóðar í 35-ára føðingardagsveitslu 18 jan. 2014

Leygarkvøldið 18. januar 2014 kl. 19.00 bjóðar Sláið
Ring øllum kvæðaáhugaðum í 35-ára føðingardagsveitlsu. Føðingardagsveitslan
verður í Dansifrøi í Havn. Luttøkugjaldið fyri veitsluna er 250 kr. 

 

Tilmeldingin fer fram hjá dansifeløgnum kring landið. Dansifeløgini fara at hava ein tilmeldingarlista liggjandi frammi, so til ber hjá limunum at tekna seg til veitsluna við at skriva seg á listan. Tilmeldingarfreistin er 7. jan. 2014.

Dansifeløgini taka ímóti
luttøkugjaldinum á 250 kr  fyri hvønn luttakara,
og flyta síðani samlaða luttøkugjaldið til Sláið Ring
í
síðsta lagi 10. jan 2014 og viðmerkja navn felagsins og tal av luttakarum.

Við vón um góða undirtøku

Vegna Sláið Ring

Jónleif Johannesen, form. 

Onnur tíðindi