Á landsdansistevnu í Havn

Deil

Endiliga sluppu vit aftur at dansa sum vanligt. Tí hava øll dansihugað fólk longst eftir hetta seinasta hálvaannað árið, nú koronafarsóttin hevur gjørt tað heilt ómøguligt at dansa føroyskan dans. Smílini vóru eisini hjartalig og gleðin stór, nú fólk úr øllum feløgum í landinum og úr Fótatraðk, uml. 370 í tali, hittust aftur. Dansifelagið í Havn og Tøkum Lætt skipaðu fyri stevnuni í felag.

Fyrsta landsdansistevnan var vesturi í Vágum í 1983, og hendan, sum er tann 14. í røðini, er tann triðja í høvuðsstaðnum. Hinar vóru í 1989 og í 2001. Tað eru bert 2 ár síðani, at stevnan var á Eiði, hóast tað vanliga hevur verið tŕy ár millum stevnurnar. Orsøkin er, at norðurlendska dansistevnan ”Havleikur”, skal vera í Havn 12.-17. juli 2022. Tað hevði verið ov mikið, at havt tvey so stór tiltøk fyri somu fólk sama summar, og tí bleiv landsdansistevnan hesaferð framskundað eitt ár.

Ein landsdansistevna er ein stór veitsla, sum byrjar við setan og síðani er borðhald við góðum mati. Av fyrstan tíð var ætlanin at seta stevnuna á Vaglinum, men tíverri tók Voxbotn seg framum, so tað bleiv av ongum. Kanska gott tað sama, tí tað fór at regna, so Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti stevnuna inni í ”Dansifrøi”, har borðhaldið eisini var.

Nokk av góðum mati frá Magna Garðalíð og hansara fólki. Tað var sjálvtøka, og tað gongur væl skjótari enn servering við føtum.

Á dansistevnuni á Eiði fyri trimum árum síðani gjørdu vit fyrstu ferð tað, at nakrar fáar ordiligar røður vórðu hildnar, heldur enn at umboð fyri hvørt felag segði nøkur orð. So sera skilagott. Á hesari stevnuni talaðu bert Gunnar Restorff, formaður í Sláið Ring, og Hanus Kamban undir borðhaldinum. Hesum skulu vit halda fast í. Sá røðuna hjá Hanusi aftur í Dimmu, sum kom 28. august. Gott, tí vit mugu onkuntíð gera vart við, at vit eru til. Tórður Mikkelsen frá Kringvarpinum var eisini á stevnu, og nøkur brot, har hann prátaði við fólk, hava verið at sæð í sjónvarpinum.

Á umboðsráðsfundi hjá Sláið Ring 1.mai umrøddu vit m.a. ymiskt, sum hoyrir landsdansistevnuni til. M.a. bleiv nógv tosað um dansileistin, sum hevur verið brúktur á øllum stevnum frammanundan hesari. Skjótt var semja um, at royna okkurt annað, tí tað er so troyttandi at bíða alla náttina eftir tørni hjá teimum feløgum, sum er seinast á skránni. Skotið varð upp, at fáa feløg at kasta saman um at kvøða, so planlagda skráin var skjótari frá hondini. Eg haldi, at hugskoti var gott, men at vit kortini fingu ov fá forkunnug kvæði og vísur, tá av tornaði. Tað eigur at vera okkurt av slíkum, tá vit samla elituna í føroyskum dansi. Hetta mugu vit gera okkurt við til næstu stevnu. Vit í Eysturoyar dansifelag kvóðu ”Jákup á Møn” saman við Klaksvíkar dansifelagi. Joen Carl Danielsen og Jóngerð Midjord skipaðu. Á landsdansistevnu fyri 20 árum síðan skipaði Joen Carl ”Kong Hans” í Sjónleikarhúsinum.

Eitt annað gott hugskot frá umboðsráðsfundinum var at lata fólk undir 30 ár sleppa á stevnu fyri kr. 100, meðan hini betaltu 300. Eini 50 fólk undir 30 ár vóru á stevnu. Hetta betala vit í Sláið Ring fegin. Tað er okkara størsta ábyrgd at seta við.

Eg kann ikki lata vera við at nevna Andreu Opielka, sum so fegin kemur til Føroya á landsdansistevnu ferð eftir ferð. Hon hoyrir til hjá okkum nú og hevur givið okkum frálíku bókina um dansispøl.

Eftir ætlan verður landsdansistevna aftur um uml. trý ár, várið 2024 í Vágum.

Norðskáli, septembur 2021,
Kathrina Hansen

Onnur tíðindi