Aðalfundurin 2012 – formansfrágreiðingin

Deil

Formansfrágreiðingin til aðalfundin 15.
september 2012

 

Eins og undanfarin ár, hevur Sláið Ring og nevndin havt úr at gera – føroyskum
dansi at frama.

Eg skal nevna nakað av tí, har vit hava luttikið.

 


  • Barnadansistevnan 2012 varð hildin í Hósvík. Norðstreymoyar
    Dansifelag vóru vertir saman við Sláið Ring

o
   Stevnan varð hildin leygardagin 12. februar.
Luttøkan var góð uml. 450 fólk. Eini 400 børn og 50 vaksin. Sama talið sum
undanfarin ár

o
   Útferðir vóru gjørdar til Áirnar, har greitt
varð frá gomlu hvalastøðini og eisini varð sagt frá ymsum søguligum á leiðini

 


  • Ung í dansi.

o
   Stevnan í 2011 varð hildin á Húsum

o
   Luttøkan var góð, uml. 30 ungdómar.

o
   Fleiri teirra       høvdu
verið til Barnlek í Skive í Danmark, so tey kendust og stemningurin varð góður
við tað sama

o
   Lagt varð upp til dans og dansiupptøkur, sum
skuldu leggjast út á Yootube

o
   Tíverri er tað so, at eg havi onga upptøku
fingið, hóast eg havi rykt

o
   Tíðarætlan og átøk vóru fyriskipaði, og tað
gekk lutfalsliga væl, men okkurt er, ið bendir á, at komandi stevnan við teimum
ungu, skal skipast eftir øðrum leisti

o
   Havi heitt á Hildur K. Sørensen og Elina
Syderbø um at skipa fyri teirri komandi. Tær vóru leiðarar á Sommerleiren í
summar og hava játtað

 


  • Kvæða cruise við Norrønu

o
   Í fjør var eitt lesarabræv í bløðunum, har
spurningurin, um at Smyril Line gjørdi eina ferð við kvæða- og dansifólkum, var
uppi og vendi

o
   Hetta var nakað, sum vit í nevndini eisini høvdu
umrøtt, so tað var ein sjálvfylgja, at vit tóku undir við tankanum, tá Smyril
Line vendi sær til okkara

o
   Saman løgdu vit so ferðina til rættis

o
   Smyril Line legði nógva orku í at gera
ferðina so góða sum gjørligt, teir hugsaðu um mat, útferðir og servisu í
heilatikið

o
   Sláið Ring tók sær av tí, ið hevði við kvæðir
og fyrilestrar at gera

o
   Vit høvdu eina sera væleydnaða kvæða cruise

o
   Upp á fyrispurning, um hann skal verða
gjørdur aftur, svaraði eg ja, um eini tvey ár

o
   Eg meiti, og sama sigur Smyril Line, at vit
eiga at lata eina tíð ganga áðrenn vit fara avstað aftur

o
   Hetta er eitt gott tiltak, ið ikki skal
útvatnast við tað sama

 

 

 

 

 

 

 


  • Dansináttin 2012 varð leygardagin 18. august

o
   Eg havi nú í nøkur ár tosað um, hvørt vit
skuldu gevast við dansináttini, tí tað sá út til, at tíðin var farin frá henni

o
   Hon lá ikki væl í juli, nú so nógv brúdleyp
eru ta tíðina. Vit samdust seinasta ár um at flyta hana til august

o
   Og má eg siga, at hon eydnaðist sera væl. Um
tað er tí, at hon var í august veit eg ikki

o
   Dansað varð í Skálanum í Athøll. Gólvið var
býtt upp í tvey. Dansað varð innari og uttari vóru borð sett upp, og sølan av
vatni og øli var har.

o
   Riggaði stak væl sum kaffelíknandi umstøður.
At fólk tosaðu, meðan hini kvóðu, órógvaði ikki.

o
   Uml. 120 fólk vóru inni á gólvinum í
Norðurlandahúsinum hettar kvøldið. Í fjør vóru uml. 90 fólk.

 

 


  • Samstarv við ÚF og Rás 2

o
   Sláið Ring hevur sum so ikki havt nakað
samstarv við teir báðar loftmiðlarnar Kringvarp Føroya og Rás2

o
   Tó hava vit víst sendingum áhuga, og hesi
hava eisini víst Sláið Ring áhuga, tá vit hava roynt at vísa á okkurt, sum vit
meta er føroyskum dansi at frama

o
   Tá vit koma til afturvendandi spurningain um
upptøkur – vit eru tá í samráð við Kringvarpið – koma vit ikki longur

§  Eingir pengar

§  Tað er nógv bíligari at hava tað ein kennir, tí so
slepst undan at senda fólk út á bygd, tað kostar, og eisini tekur tað tíð og
kostar at seta ljóð og ljós upp á nýggjum støðum

§  Einki divi og eingin entusiasma at hóma í
Kringvarpinum – tey eru ikki før fyri at lyfta arvin, tíverri              

o
   Eg havi tó á fundi nú í summar víst á, at ein
gongd leið er, at vit fáa onnur feløg at koma til Havnar at gera upptøkur

o
   Tó ein møguleiki er eisini, at vit gera
avtalu millum øll feløgini í t.d. Suðuroynni og kringvarpið, so teir koma suður
og kunnu gera upptøkur við øllum feløgunum, men í einum húsum

o
   Tungt hoyggj at draga

 

 


  • Nordlek 2012 og Sommerleir í Steinkjer í
    Noreg

o
   Í summar vóru vit 39 fólk frá Sláið Ring, ið
vóru við til Nordlek í Steinkjer. Tey vóru 22 tilkomin og tveir bilførarar og 3
úr Hvidovre. Herumframt vóru 10 ungdómar og tveir leiðarar

o
   Ungdómarnir vóru eisini til Sommerleir, sum
Noregs Ungdomslag skipaði fyri, beint undan Nordlek og á sama staði           

o
   Ferðin varð gjørd sum ein søguferð, har vit vitjaðu
støð, ið vit kenna frá søguni. Ferðin vardi í 18 dagar

o
   Í Oslo varð steðga við Bygdøy,
Vigelandparkina, Holmenkollen, Akershus og Miðbýin

o
   Síðani vitjaðu vit dansifelagið Sølja í
Hamar, umframt at fara gjøgnum Gudbrandsdalin, har vit vitjaðu Dale Gudbrand,
Sinklar og Kristin Lavransdatter

o
   Steðgað varð í Tróndheimi, har vit m.a.
vitjaðu Niðarosdomen og Nidelven

o
   Í Steinkjer var Nordlek hildið og høvdu vit
sera stóran leiklut, tí temaið var: Norden for Trondhjem. Steinkjer liggur uml.
ein tíma at koyra norðanfyri Tróndheim. Vit høvdu høvuðsleiklut bæði vit setan
og enda

o
   Eitt av tiltøkunum á Nordlek var Vestnordisk
aften á Stiklastøðum, sum kom eftir áheitan frá Sláið Ring. Hetta var serstakt
kvøld, har formaðurin helt talu við setanina á vøllinum. Vit skipaðu dansin
inni í langhúsinum, skiparar vóru bæði millum tey eldru og yngru. Millum
kvæðini var greitt frá tí komandi, so fólkini kundu fáa eina hilling á.
Tiltakið var fulteknað 250 fólk, sum høvdu goldið 250 kr. hvør fyri at vera
við. Peningurin fór til húsið.

o
   Tiltakið var so væl umtókt, at leiðari fyri
húsinum helt, at vit máttu koma aftur, so teir fingu gjørt reklamu fyri húsið.

 

 


  • Barnlek verður í Føroyum 2017

o
   Komandi Barnlekstevna verður í Íslandi í 2014

o
   Feløgini, ið hava ætlanir um at vera við, eiga
fara í gongd við tað sama

o
   Sláið Ring hevur bundið seg til at hava
Barnlek í Føroyum í 2017

o
   Vit eiga longu nú, at arbeiði við
fyrireikingunum

§  Velja stað (Norðoyingar bjóða Klaksvík fram)

§  Seta fyrireikingarnevnd

§  Vit koma at umrøða bræv frá Klaksvíkar dansifelag
hesum viðvíkjandi

§  Feløgini eiga at fyrireika seg og børnini

 

 


  • Brúðarvísur og brúðardansur

o
   Fleiri fundir hava verið í vetur saman við
teimum, ið hava sent uppskot inn

o
   Seinasti var á Háskúlanum 2. juni, og sum tit
hava lisið, so eru nógvir spurningar havdir á lofti og fleiri uppskot eru, sum
vit fara at umrøða seinni

 

 


  • Brynhildartáttur kvøðin í Norðurlandahúsinum hóskvøldið
    27. oktober

o
   Tiltak við evninum úr Brynhildatátti var í
Sjónleikarhúsinum 24. sept

o
   Hóskvøldið 27. oktober varð so allur
Brynhildartáttur kvøðin í Norðurlandahúsinum

o
   Skipari var Hákun Jacobsen úr Miðvági,
ættaður frá Gjógv. Eg royndi at fáa skiparar, helt at eini fimm mundu vera at
velja í, men eg haldi at tað var bert ein, ið kundi megna hetta, og var tað
Hákun. Hann eigur stóra tøkk uppiborna og stóra rós fyri avrikið. Hákun er 78
ár, so hetta má metast sum stórt avreksverk

o
   Við síðuna av Hákuni dansaði eldri bróðurin
Jens Jacobsen, ið er vorðin nærum blindur og er farin um tey nýti, og við hina
liðina Høgni Mohr, ið er 86 ár

o
   Fleiri aðrir eldri og yngri kvøðarar vóru
eisini við

o
   Sum formaður í Sláið Ring kann eg bert
gleðast um slík kvøld

o
   Og eg droymi og handli

o
   Møguliga leggja upp til afturvendandi tiltak,
kvæða(festivali)stevnu, har Sláið Ring,  Fróðskaparsetrið og Norðurlandahúsið skipa
fyri stevnu og bjóða áhugaðum úr øllum heiminum

o
   Eg var í sambandi við Norðurlandahúsið í fjør
og havi lagt av eitt vikuskifti í nov. 2013. Havi eisini havt fund við rektaran
á Fróðskaparsetrinum

o
   Eg havi sent honum teldupost, sum hann skal
viðgera og venda aftur

o
   Sjálvandi verður einki gjørt, uttan
uppbakking er fyri tíð í millum feløgini og í NLH og á Setrinum

 

 

 

 

 


  • Heimasíðan

o
   Seinasta vetur høvdu vit avtalu við Edvard í
Skorðini Joensen um at hjálpa okkum við heimasíðuni.

o
   Støðan nú er tann, at Edvard hevur fingið
annað arbeiði, og vil ikki binda seg til heimasíðuna

o
   Formaðurin legði eisini væl av tilfari út

o
   Nevndin er av teirri ákoðan, at tað er
lættari sagt enn gjørt, at leggja tilfarð út, og tí arbeiðir nevndin við
uppskoti um, at veita samsýning fyri tilfar, ið verður lagt út

o
   Vit fara framhaldandi at heita á feløgini, at
dagføra teirra part av síðuni, nevnd, skrá og tiltøk. Leggið tiltøkini í
kalendaran, har síggjast tey betur   

o
   Hava tit tilfar, men halda tykkum ikki til,
at leggja tað út, sendið so til nevndina og vit skulu royna at leggja tað á
heimasíðuna        

o
   Nevndin er sera spent upp á at fáa feløgini
at leggja tvær greinar út vetrarhálvuna. Hetta hevði gjørt heimasíðuna nógv
meira livandi og mennandi – føroyskum dansi at frama

 

 


  • Veturin 2012 – 2013

o
   Ung í Dans

§  Havi heitt á Hildur K. Sørensen og Elin Syderbø,
um at standa fyri

§  Tær hava játtað og ætlandi verður tiltakið í
november

o
   Upptøkur at leggja á alnótina 

§  Gott var um feløgini sjálvi fingu gjørt onkrar
upptøkur

§  Sláið Ring vil hjálpa til í tann mun, tað ber til

o
   Tey ungu brúka youtube og tað, sum liggur úti
har

§  Vit hava eina ávísa ábyrgd, at leggja tilfar út

o
   Eru vit ikki har, so taka tey okkurt annað
ístaðin

o
   Samstarv við ÚF og Rás 2. Góðar sendingar
menna

o
   Vit skulu royna at fáa eitt “live” kvøld í
øðrum av loftmiðlunum

o
   Geva teimum ungu størri rúmd í feløgunum (um
tað ber til)

o
   Leggja gott í tæguna, ið tey ungu skulu hava
við fram á vegin

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tankar
og ætlanir komandi árið – frameftir


  • Um støðuna í dag

o  
Eg meti, at
hugburðurin millum fólk í dag er, at føroyski dansurin er nakað serligt, nakað
forkunnugt, sum tey eru stolt av, men sum tey mugu ásanna, at tey ikki hava
nokk av kunnleika um

o  
Eg haldi, at
tað er rúm fyri at kunna um dansin í Kringvarpinum, bæði í Útvarpi og Sjónvarpi
og at vit framhaldandi mugu arbeiða fyri hesum, vísandi til Public relation
sáttmálan

o  
Vit mugu tó
ikki gloyma, at ætlar tú at læra teg føroyskan dans, so mást tú koma í dansin.
Tú mást taka lut og leggja eitt ávíst arbeiði í at læra teg kvæði.

o  
Tú kanst
eisini lesa um søgurnar aftanfyri kvæðini og vísurnar, men dansin og dansimentanina,
lærir tú bert í dansinum


  • Tað er alneyðugt, at tað almenna og
    fjømiðarnir taka føroyska dansin, við øllum tí hann hevur við sær, til
    umrøðu. Tað eru lættari sagt enn gjørt, tí tey eru ikki so mong, sum eru
    før fyri tí. Fleiri hava helst lisið seg til okkurt og møguliga enntá
    tikið prógv í onkrum, men at bera livandi dansin og dansitraditiónina, tað
    skal annað til

  • Vit mugu vísa á, at vit, ið brúka dansin,
    bera og tulka hann. Ein vandi kann vera, at vit gerast undirbrotlig fyri
    teimum, ið hava lisið seg til kvæði og vísur, men sum ikki duga at skipa
    og tulka, tað mugu vit ikki. Vit skulu heldur ikki illneitast inn á tey,
    men vit skulu samstarva 

 

 

Eg fari at enda við somu orðum sum fleiri ferðir áður:

 

Sláið Ring hevur verið virkið seinasta árið, og meti eg at nógv er komið
burturúr – føroyskum dansi at frama.

 

Tað er nokk ymiskt, hvussu stendur til í teimum ymsu dansifeløgunum, men eg
vóni tað besta og fari at ynskja øllum feløgunum ein góðan dansivetur.

 

Latið okkum pussa gimsteinin – føroyska dansin !!

 

Onnur tíðindi