Yrkjari: Jónleif Johannesen
Lag: Halt út halt út á hav
- Nú stíðið fram á gólv,
 við gleðisrómi syngi,
 her maður kona góð
 hvønn annan hava fingið.
 
 Niðurlag:
 Virði tað, sum sigra kann,
 trúgv, vón og kærleikan.
- Eg greiða vil í frá,
 teim, heimsins fyrsta pari.
 Tey livdu gott og væl,
 í Edens fagra garði.
- Ta føgru, fyrstu stund,
 í friði mundu liva,
 men ormur gav ei grið,
 í Halgubók er skrivað.
- “Tú vakra góða sprund,
 ei Harran tú skalt líða,
 men smakka hesa frukt,
 so kunnskap tú kanst týða”.
- Av kunnskaparins træ,
 spent kvinna, maður ótu,
 tá opnast teirra sjón,
 í fikubløð seg lótu.
- Nú Harrin vreiður var,
 og svikin boð Hann gevur
 við sveitta et tað breyð
 úr moldum tú hart grevur.
- Tú kvinna skuffar meg,
 eg vil tær ikki náða.
 Við pínu eig tey børn
 á foldum tú skalt fáa.
- Hann rak tey síðan út,
 tað máttu tey ásanna.
 Tey áttu fyrstu synd,
 ið gjørd varð millum manna.
- Tey livdu nøkur ár,
 góð hirdu kærleiksloga,
 væl kærleikin bar frukt
 tveir dreingir mundu fáa.
- Teir vuksu síðan upp,
 so skjótt og ikki leingi,
 tey gleddust bæði tvey
 um hesar røsku dreingir.
- Tað hegnið Ábels var,
 at røkta lomb og smalur.
 Væl Káin dyrkar jørð,
 so albeittur gerst dalur.
- Tað fastur sigur var,
 tá offurdagar vóru.
 Teir bóru fram for Guð
 tær altargávur stóru.
- Men Gud er Gud og hann,
 for okkum mangt vil dylja.
 og millum gávurnar,
 Hann greidligt mundi skilja.
- Slíkt Káin tók sær nær,
 og øvund valdi eigur.
 Sín bróður herjar á,
 Sárt blindaður og vreiður.
- Teir siftust hart og skart,
 men hvørgin annan fellir,
 nú Ábel snávar á
 Í hellu nakkin smellir.
- Her Ábel lat sítt lív,
 hans kinnar gjørdust bleikar.
 Tá Káin burt í lond,
 við tungum sinni reikar.
- Nú Káin fór til Nod,
 tey Ábel íniður gróvu.
 So tung var henda stund
 for hjún á foldum stóðu.
- Hvør kann nú lætta sorg,
 hvør kann nú lætta byrðu,
 Hvør kann nú taka tað,
 tey læsta makan fyri.
- Jú, Harrin bjarga kann,
 um vit Hann lata ráða.
 Hann kærleiksfræ í barm,
 so hegnisligt kann sáða.
- Tey, heimsins fyrsta par,
 í bøn til Harran gingu.
 har funnu kærleikan
 og Set í løn tey fingu.
- Tey fingu fleiri børn,
 í Halgubók er skrivað,
 í fleiri hundrað ár,
 glað saman mundu liva.
- Hann hjálpti teimum tá,
 Hann hjálpir enn á døgum,
 Hann er okkum hjá
 í lívsins lagnu støðum.
