Yrkjari: Jónleif Johannesen
Lag: Halt út halt út á hav
- Nú stíðið fram á gólv,
við gleðisrómi syngi,
her maður kona góð
hvønn annan hava fingið.
Niðurlag:
Virði tað, sum sigra kann,
trúgv, vón og kærleikan. - Eg greiða vil í frá,
teim, heimsins fyrsta pari.
Tey livdu gott og væl,
í Edens fagra garði. - Ta føgru, fyrstu stund,
í friði mundu liva,
men ormur gav ei grið,
í Halgubók er skrivað. - “Tú vakra góða sprund,
ei Harran tú skalt líða,
men smakka hesa frukt,
so kunnskap tú kanst týða”. - Av kunnskaparins træ,
spent kvinna, maður ótu,
tá opnast teirra sjón,
í fikubløð seg lótu. - Nú Harrin vreiður var,
og svikin boð Hann gevur
við sveitta et tað breyð
úr moldum tú hart grevur. - Tú kvinna skuffar meg,
eg vil tær ikki náða.
Við pínu eig tey børn
á foldum tú skalt fáa. - Hann rak tey síðan út,
tað máttu tey ásanna.
Tey áttu fyrstu synd,
ið gjørd varð millum manna. - Tey livdu nøkur ár,
góð hirdu kærleiksloga,
væl kærleikin bar frukt
tveir dreingir mundu fáa. - Teir vuksu síðan upp,
so skjótt og ikki leingi,
tey gleddust bæði tvey
um hesar røsku dreingir. - Tað hegnið Ábels var,
at røkta lomb og smalur.
Væl Káin dyrkar jørð,
so albeittur gerst dalur. - Tað fastur sigur var,
tá offurdagar vóru.
Teir bóru fram for Guð
tær altargávur stóru. - Men Gud er Gud og hann,
for okkum mangt vil dylja.
og millum gávurnar,
Hann greidligt mundi skilja. - Slíkt Káin tók sær nær,
og øvund valdi eigur.
Sín bróður herjar á,
Sárt blindaður og vreiður. - Teir siftust hart og skart,
men hvørgin annan fellir,
nú Ábel snávar á
Í hellu nakkin smellir. - Her Ábel lat sítt lív,
hans kinnar gjørdust bleikar.
Tá Káin burt í lond,
við tungum sinni reikar. - Nú Káin fór til Nod,
tey Ábel íniður gróvu.
So tung var henda stund
for hjún á foldum stóðu. - Hvør kann nú lætta sorg,
hvør kann nú lætta byrðu,
Hvør kann nú taka tað,
tey læsta makan fyri. - Jú, Harrin bjarga kann,
um vit Hann lata ráða.
Hann kærleiksfræ í barm,
so hegnisligt kann sáða. - Tey, heimsins fyrsta par,
í bøn til Harran gingu.
har funnu kærleikan
og Set í løn tey fingu. - Tey fingu fleiri børn,
í Halgubók er skrivað,
í fleiri hundrað ár,
glað saman mundu liva. - Hann hjálpti teimum tá,
Hann hjálpir enn á døgum,
Hann er okkum hjá
í lívsins lagnu støðum.